mánadagur 24. oktober 2016síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 24. oktober 2016 · Nr. 122
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
KUNNU SPÆLA SEG
VÍÐARI Í EM
Føroyska U17-manslandsliðið í fótbólti hevur framt framúr avrik í EM-undankapping í Luksemburg, og kunnu teir
nú spæla seg víðari í endaspælið. Eisini aðrastaðni hava føroyingar gjørt um seg hetta hendingarríka vikuskiftið
Pætur Albinus
FÓTBÓLTUR
Føroyska
U17-landsliðið
hjá dreingjum fekk eina
dreymabyrjan
upp
á
E M - u n d a n k a p p i n g i n a
í Luksemburg, tá ið teir
føroysku
dreingirnir
fríggjakvøldið megnaðu at
vinna 2-0 ímóti Kekkia, sum
annars er eitt av teimum
sterkastu í Evropa og eru
styrkismettir sum nummar
átta. Tað vóru Steffan Løkin
og Lukas Giessing, ið skutu
føroysku
málini.
Hanus
Sørensen legði upp til bæði
tvey.
Sunnudagin gekst verri hjá
føroyska U17-landsliðnum,
sum taptu 3-0 ímóti Sveis.
Sveis
var
greitt
betra
liðið og hevði sigurin væl
uppibornan. Føroyska liðið
hevur tó framvegis møgu
leikan at spæla seg til
elitu-umfarið, sum verður
í vár næsta ár. Skal hetta
gerast veruleiki, so krevst
tað, at Føroyar vinna ella
spæla javnt ímóti Luksem
burg, samstundis sum at
Kekkia helst ikki skal vinna
ímóti Sveis. Føroyar og
Luksemburg spæla miku
kvøldið kl.18.00 føroyska tíð.
Hallur
Hansson
hevði
ein avgerandi leiklut, tá
ið AC Horsens í gjár vann
1-0
á
heimavølli
ímóti
Randers
uttan
Brand
Hendriksson
í
hópinum.
Hallur átti nevniliga framúr
vakurt upplegg til André
Bjerregaard, sum gjørdist
sigursharri smáar 10 minuttir
eftir
hálvleikssteðgin.
Sigurin hjá AC Horsens var
umráðandi, tí nú eru teir á
6. plássi, ið gevur atgongd til
endaspælið í Superliguni.
– Vit manglaðu tað síðsta í
fleiri støðum, so tað skuldi
nakað út yvir tað vanliga
til, segði Hallur Hansson
skemtandi
við
Horsens
Folkeblad
eftir
dystin
um vakra uppleggið, har
hann sendi eina gløgga
og snórabeina sending til
fremsta mannin. - Eg hugdi
eftir hvar André Bjerregaard
var, og vit vistu, at hann var
kvikari enn Randers-verjan,
segði Hallur víðari.
Tað var dystur ímillum tveir
føroyingar, tá ið Vejle í gjár
hevði vitjan av Vendsyssel
FF.
Viljormur
Davidsen
spældi á vinstra bakki og var
liðskipari hjá heimaliðnum,
meðan René S. Joensen
varð innskiftur í 68. minutti
hjá
gestunum.
Dysturin
endaði
við
1-1-javnleiki,
eftir
at
Simon
Okosun
javnaði fyri Vendyssel FF í
sjálva 90. minutti. Vejle er á
næstaftasta plássi trý stig
frá niðurflytingini, meðan
Vendsyssel FF er á fjórða
plássi einans eitt stig frá
uppflytingini.
Fremad Amager vann í gjár
1-0-sigur ímóti Nykøbing
FC. Bæði Heini Vatnsdal og
Bárður J. Hansen vóru við
í byrjunaruppstillingini í
hesum umráðandi sigrinum,
sum merkir, at Fremad
Amager framvegis hevur
oddaliðini í eygsjón. Fremad
Amager er nummar sjey í
næstbestu donsku deildini,
men er einans fýra stig frá
at røkka uppflytingini til
Superliguna.
Gilli
Rólantsson
hugdi
skaddur við av áskoðara
plássunum, tá ið norska felag
hansara, Brann, leygardagin
vann 2-1-heimasigur ímóti
Molde. Brann var aftanfyri
1-0, men við tveimum málum
gjørdist Steffen Lie Skålevik
hetjan hjá heimaliðnum.
Rosenborg er langt fremst
og hevur longu tryggjað
sær gullið í Tippuliguni,
men Brann er nummar
tvey og liggur væl fyri at
fáa silvurið. Tvey umfør eru
eftir at spæla.
FC Barcelona má klára seg
uttan liðskiparan, Andrés
Iniesta, tær næstu seks
til átta vikurnar. Tað er
greitt, eftir at hann gjørdist
skaddur í 3-2-sigrinum ímóti
Valencia leygardagin. Felagið
váttaði dagin eftir, at talan
er um ein liðbandsskaða, og
at tað er vandi fyri, at hann
má sita uttanfyri í upp til
tveir mánaðir.
Hóast Real Madrid hevur
bann frá at keypa nýggjar
spælarar fram til 2018, so eru
teir úti um seg og hyggja
sær eftir nýggjum leikarum.
Spanska blaðið AS skrivar,
at spanska høvuðsstaðar
felagið ætlar sær at bjóða
upp á Juventus-framherjan,
Paulo
Dybala.
Sambært
blaðnum, so verður boðið upp
á 22 ára gamla argentinska
landsliðsleikaran áljóðandi
750 milliónir krónur.
FLOGBÓLTUR
U17-landsliðið hjá gentum
hevur
seinastu
dagarnar
luttikið í NEVZA-kapping
í Danmark. Í innleiðandi
bólkaspælinum gekk ikki
serliga væl, tí tær føroysku
genturnar taptu nevniliga
allar dystirnar 3-0. Hesir
dystirnir
vóru
ímóti
Danmark,
Finnlandi
og
Onglandi. Í víðari spælinum,
har Føroyar skuldi spæla
um 5. - 7. pláss í kappingini,
vunnu tær sítt fyrsta sett.
Hetta var ímóti Onglandi.
Hetta gjørdist tó einasta
settið, sum tær vunnu í
kappingini, og tískil endaðu
tær aftast.
Eisini
U17-landsliðið
hjá
dreingjum luttók í hesi
somu
NEVZA-kappingini
í
Danmark,
har
teir
í
innleiðandi bólkaspælinum
vóru í bólki við Danmark,
Noregi og Onglandi. Fyrsta
dystin taptu teir 3-1 ímóti
Noregi, síðani 3-0 ímóti
Danmark,
men
í
síðsta
dystinum eydnaðist tað at
vinna 3-2 ímóti Onglandi.
Í víðari spælinum, sum
var um 5. - 7. pláss, taptu
teir fyrst 3-0 ímóti Íslandi,
men vunnu síðani 3-1 ímóti
Noregi. Vegna ov vánaligan
settmun máttu føroysku
dreingirnir tó taka til takkar
við 7. og aftasta plássi í
kappingini.
FORMIL 1
Grand Prix-kapping hevur
verið í USA um vikuskiftið,
og
har
vóru
teir
báðir
Mercedes-koyrararnir, Lewis
Hamilton og Nico Rosberg,
yvirlegnir. Lewis Hamilton
vann
góð
fýra
sekund
frammanfyri
liðfelagan,
meðan Daniel Ricciardo (Red
Bull Racing) bleiv nummar
trý. Við sigrinum hevur
Lewis Hamilton nú otað
seg eitt sindur inn aftur
á Nico Rosberg í samlaðu
kappingini. Danski Kevin
Magnussen (Renault) bleiv
nummar 12 í hesi kappingini,
sum varð koyrd í Austin,
Texas.
HONDBÓLTUR
Jóhan á Plógv Hansen og
liðfelagarnir í Bjerringbro-
Silkeborg fingu í gjár enn
eina risa uppliving, tá ið teir
í Champions League høvdu
vitjan av Paris Saint Germain
við stjørnum sum Nikola
Karabatic og Mikkel Hansen
á liðnum. Dysturin varð
spældur í Boxen í Herning,
har 10.204 áskoðarar vóru og
hugdu. PSG vann dystin 36-
30 eftir at hava verið á odda
19-16 í hálvleikssteðginum.
Jóhan
skeyt
trý
mál.
Nikolaj
Markussen
var
toppskjútti hjá heimaliðnum
við seks málum, meðan
Nikola Karabatic var besti
málskjútti hjá gestunum við
níggju málum.
Jóhan, sum er heilur
føroyingur, men hevur spælt
við danska U21-landsliðnum
og í løtuni B-landsliðnum,
hevur
fram
til
hetta
vikuskiftið verið toppskjútti
hjá Bjerringbro-Silkeborg í
Champions League. Nú er
hann tó vorðin útjavnaður.
Tað er tann 211cm høgi
Nikolaj Markussen, ið nú
hevur
skotið
eins
nógv
Champions
League-mál
sum Jóhan. Teir báðir hava
skotið 26 í part. Næsti dystur
í Champions League hjá
Bjerringbro-Silkeborg verður
12.
novembur
á
útivølli
ímóti
ungarska
Telekom
Veszprém.
SÚKKLING
Tórshavnar
súkklufelag
skipaði
leygardagin
fyri
vetrarkapping í einkultstarti.
Kappast
var
á
einum
átta
kilometrar
longum
teini millum Kaldbak og
Kaldbaksbotn,
og
skuldi
hesin súkklast tríggjar ferðir.
12 luttakarar vóru við, og tað
vísti seg, at tann stinnasti
av øllum var veteranurin
Gunnar Dahl-Olsen. Hann
súkklaði teinin við tíðini
36:27,
meðan
Jógvan
Højgaard var næstbestur
við 38:40 og Kári Davidsen
triðbestur við 40:23. Næsta
vetrarkapping
í
súkkling
verður komandi leygardag.
Kappingarárið í danskari
landavegsúkkling
er
nú av, og tað merkir, at
styrkislistin eisini endaliga
er
vorðin
gjørdur
upp
fyri hetta kappingarárið.
Føroyski Torkil Veyhe, sum
umboðar
Team
WeBike-
CK Aarhus, endar á einum
11. plássi av teimum áleið
150
súkklarunum.
Hálvi
føroyingurin,
Stefan
Djurhuus, sum súkklar við
Team Almeborg-Bornholm,
bleiv nummar átta. Teir
báðir vóru bestir á sínum
liðum.
STUTTSØGD TÍÐINDI