mánadagur 24. oktober 2016síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 24. oktober 2016 · Nr. 122
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FRÓÐI ÓLASON OLSEN AB
Sorrig og glæde inni i Vika.
Hjartaliga tillukku Víkingur.
Óluksáligt at vit hava lorka
okkum ur Effodeildini.
Slut finale, takk hiðani av Vestara
áarbakka. Hoyrast um tvey ár.
KRISTIAN JOENSEN KÍ
Takk fyri í ár. Aftana at hava vunnið
4 ferðir á Víkingi í ár, so gerast teir
uppá ein merkiligan máta uppiborið FM
vinnarar. Tillukku Víkingur. Um onkur
spurdi meg aðrenn kappingina um eg
hevði verið nøgdur við at blivi Nr 2 og
vunnið Steypakappingina, so hevði eg
heilt vist sagt ja, men alíkavæl situr
man í dag við einum keðiligum smakki í
munninum. Vit koma sterkt aftur í 2017.
Koyr á KÍ
SÆBJØRN LEITI ÍF
Tillukku
víkingur. Vit
fara at royna
at fáa betri
plasering
næsta ár
Koyr á ÍF
Hoppa nú
ALLAN ENGHAMAR HB
-
LISSI MOURITSEN B36
Heilt forbannað
flott hvítir.
Okkara eitt og alt.
Til lukku Víkingur.
JAN B. ANTHONIUSSEN NSÍ
Fleiri stig enn í fjør. Tað var í
prinsippinum málsetningurin. Men
vit hava nokk at gleðast um. Vit
hava eina extremt bjarta framtíð
í ungdóminum, og toppskorarin
fjórða árið á rað, ið forrestin eisini
hevur tikið metið! Tillukku til
Víking. Enduliga glapp! Vit taka
tað næsta ár! Je suis KÅ ÍHJ
FÓTBÓLTUR
Jóannes Hansen
Leygardagin fór heimliga
landskappingin í vetrarfrí,
men fótbólturin rullar fram
vegis. Trettanda november
skal landsliðið spæla á úti
vølli ímóti Sveis. Í tí sam
bandi hevur Lars Olsen
stevnt bestu spælarunum
í heimligu kappingini at
venja frá nú av og fram til
hálvan november. Teir, sum
spæla í Danmark og Noregi,
eru framvegis upptiknir í
landskappingini, og teir, sum
spæla í Íslandi, fara at venja
saman við teimum, sum
nú eru farnir í vetrarfrí frá
heimligu landskappingini.
Frítíðin frá fótbóltinum
er stutt hjá teimum bestu.
Tað er longu ásett, at fyrsta
umfar í Effo-deildini í 2017
verður
á
grækarismessu,
sum er sunnudagin 12. mars.
Stórsteypadysturin,
sum
er millum meistararnar og
steypavinnararnar,
verður
sunnudagin fimta mars, tá ið
Víkingur og KÍ bresta saman.
Síðani kappingin í 2005
varð víðkað at fevna um 27
umfør, hevur vanliga verið
farið undir fyrireikingarnar
til
nýggja
kappingarárið
beinanvegin eftir ársskiftið.
Seinastu árini er hetta í fleiri
feløgum broytt soleiðis, at
fyrstu
venjingarnar
hava
verið í november. Tað vil siga,
at nú slitnar tað so at siga
ikki sundur frá tí, at síðsti
dysturin er leiktur í gamla
árinum, inntil tað verður
farið undir fyrireikingarnar
til nýggja árið.
Kendist sum
torusláttur
Í gjárkvøldið var tað greitt,
at tað verður ikki Hegga
Samuelsen, sum fer at hava
ábyrgdina av 07 Vestur, sum
enn einaferð skal royna seg
í fremstu røð. Umframt í 07
Vestur eru tað fýra onnur
feløg, sum ikki enn hava
avgreitt venjaraspurningin.
Tey eru ÍF, EB/Streymur, HB
og TB.
Inntil hósdagin helt Jan
C. Dam seg til sáttmálan við
HB, sum segði, at samstarvið
teirra millum skuldi halda
fram í 2017. Lítla løtu undan
síðstu venjingini í ár fekk
venjarin boð um, at hann var
sagdur úr starvi:
– Boðini komu óvæntað,
og tey kendust sum snarljós,
tí eg havi samstarvað sera
væl við nevndina. Eg skilji,
at tað er ikki longur nevndin
í
felagnum,
sum
avger,
hvussu tað skal farast fram
viðvíkjandi besta liðnum, og
harvið er mín tíð sum HB
venjari nú liðug, staðfestir
Jan C. Dam.
HB formaðurin Finnbogi
Arge er opin um nýggju
støðuna:
– Leiðslan er ikki nøgd við
úrslitini í ár. Nú er ein Effo-
nevnd sett at taka sær av
besta liðnum. Henda nevndin
fer nú at seta venjara og at
gera sáttmálar við spælarar.
Tað hevur stórt árin á felagið,
at vit ikki megnaðu at vinna
1,6 milliónir krónur frá UEFA
fyri at taka lut í europeisku
kappingini. Hesar pengarnar
hava vit fingið nógvu tey
seinastu árini. Nú er neyðugt
við nýggjum pengum, og um
tað skal eydnast, so mugu vit
leggja ætlan á borðið fyri,
hvussu vit næsta ár skulu
røkka
europeiskt
pláss.
Ein partur av hesi nýggju
byrjanini er, at venjarin
skal vera nýggjur, sigur HB
formaðurin Finnbogi Arge.
Fínpussað
Meðan fimm feløg – 07
Vestur,
EB/Streymur,
ÍF,
HB og TB – enn ikki hava
sett venjara, so er tað langt
síðani greitt, hvørjir vera
venjarar í KÍ, Víkingi, NSÍ,
Skála og B36 – ávikavíst
Mikkjal Thomassen, Sámal
Erik Hentze, Anders Gerber,
Pauli Poulsen og Jákup á
Borg.
Í hesum feløgum hava
venjararnir
havt
fingur
við
í
putlispælinum
við
spælarum, sum nú er um at
verða lagt.
Súni Olsen boðaði í gjár
frá, at hann fer neyvan
at halda fram í Klaksvík,
har mest sum alt er komið
upp á pláss, eftir at Jonas
Flindt Rasmussen skrivaði
undir mitt í síðstu viku.
Hans Jørgen Djurhuus í
Víkingi segði í sigurssæluni á
Argjum leygardagin, at hann
umhugsar at gevast.
Sera
drúgvi
Víkinga
miðverjin Erling Jacobsen,
sum longu fyri tíggju árum
síðani var á besta GÍ liðnum
nakrar ferðir, hevur verið
fastur
maður
í
Víkinga
miðverjuni síðani stovnanina
í 2008:
– Eg eri 26 ára gamal
og
næstyngstur
millum
teir fyrstu ellivu. Vit hava
bíðað eftir at vinna FM,
og nú eydnaðist tað, hóast
trýstið var stórt. Nú fáa vit
at síggja, hvussu tað verður
næsta ár. Enn er tað ikki
avgjørt, um eg verði við, tá
ið Víkingur fyri fyrstu ferð
skal royna seg í europeisku
meistarakappingini,
sigur
Erlig Jacobsen.
B36
hevði
ársveitslu
leygarkvøldið, og tá kom
tað mesta upp á pláss, sum
ikki var tað frammanundan.
Ivamálið
er,
hvussu
tað
verður við Sebastian Pingel.
Partarnir hava tosað saman,
men enn eru teir ikki samdir
um sáttmálatreytirnar.
Bóru høvdið høgt
Bara einaferð áður hava
so nógv mál verið skorað í
síðsta umfari, sum tað vóru,
tá ið punktum varð sett fyri
2016. 23 mál vórðu skorað í
fínu fótbólts líkindunum.
Hetta er sama máltal sum í
síðsta umfari í 2013.
Ofta hava longu niðurflutt
lið lagt rygg til stór tap í
síðsta umfari. Eitt nú vann
KÍ í 2013 í síðsta umfari 7-1 á
heimavølli ímóti 07 Vestur,
sum tá mynstraði av úr bestu
deildini.
B68 og AB søgdu leygar
dagin
farvæl
við
bestu
deildina á hesum sinni, og
tað var við manér. AB gav
meistarunum í Víkingi ein
skarpan gang, og B68 tapti
3-1 ímóti bronsuvinnarunum
í NSÍ. Tað var spenningur á
Svangaskarði inntil síðsta
bríksl, tí tað var ikki fyrr enn
í tíðini, sum dómarin hevði
lagt aftrat, at NSÍ økti til 3-1.
B68 tók harvið tungu
Fyrsta vikuskiftið í mars verður fyrsta umfar í
nýggju landskappingini, sum tekur við eftir sanna
málveitslu, tá ið punktum varð sett fyri 2016
EFFO-DEILDIN
Mynd: Bjarni Enghamar
TAÐ VERÐUR ARBEITT
AV GRIMD Í VETRAR
STEÐGINUM