mánadagur 24. oktober 2016síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 24. oktober 2016 · Nr. 122
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HELGI EIDESGAARD TB
Farnir í feriu-
mode. Men
líkamikið,
samanumtikið
eitt absolutt
góðkent
kappingarár! Næsta ár klatra okur
longri upp. Einaferð TB, altíð TB!
RÓGVI HANSEN B68
Takk fyri í ár
og tillukku vil
Víking
JOHN REID NYBO VÍKINGUR
FM Vinnara, need I
say more?
In your face KÍ!
Hahahahahahaha
JÓAN PAULI OLSEN SKÁLA
1 stig í dag var ok. Vit
yvirlivdu í deildini, og harvið er
málsetningurin fyri hetta árið
rokkin. Takk fyri í ár, og tillukku
við meistaraheitinum Víkingur.
Gleða okkum til næsta ár. Go
Skála
FÓTBÓLTUR
stigini niður í næstbestu
deildina
uttan
at
hava
vunnið fulla úrtøku í hesum
kappingarárinum.
Kortini
ber til at siga, at toftamenn
bóru høvdið høgt, tá ið teir
góvu grannunum verduga
mótstøðu í síðsta umfari.
Burtursæð frá serbiska álops
spælaranum vóru allir hinir á
dómaraseðlinum leygardagin
spælarar, ið eru uppvaksnir í
B68 ella hava verið har í fleiri
ár.
Merkisvert
var
eisini,
at tríggir av teimum á NSÍ
liðnum eru uppvaksnir í B68.
Klæmint er framúr
Alt
kappingarárið
hevur
Klæmint A. Olsen verið
ovastur
á
máltindinum.
Leygardagin staðfesti hann
NSÍ sigurin, tá ið hann í
tíðini, sum dómarin legði
aftrat, økti um leiðsluna til
3-1.
Undan
leygardegnum
vóru tvey mál á muni frá
Klæminti og aftur til Páll A.
Klettskarð, sum í fyrra hálv
leiki í Fuglafirði minkaði um
munin til eitt mál, tá ið hann
umsetti brotsspark til mál
fyri KÍ.
Klæmint hevur aftur og
aftur undirstrikað, at tað
ikki hevur so stóran týdning,
hvør tað er, sum skorar
málini, og at tað avgerandi er,
at NSÍ skorar mál og vinnur.
Men tað kemst ikki uttan
um framúr máltevið hjá
Klæminti A. Olsen. Hann var
toppskjútti í 2013, 2014, 2015
og aftur í 2016. Samantalda
máltalið hjá honum í lands
kappingini hesi fýra árini er
87!
Luktaði av farvæl
Í
Gundadali
søgdu
venjararnir báðir – Eyðun
Klakstein
hjá
B36
og
Sigfríður Clementsen hjá TB
– farvæl. Hjá B36 spælaran
um Hanusi Thorleifsson var
tað óheppið, at hann longu
miðskeiðis í fyrra hálvleiki
noyddist skaddur av vølli í
sínum síðsta dysti fyri B36.
Jákup á Borg setti hol
á fyri B36, sum vann 5-2.
Harvið hevur hann í 392
dystum í Effo-deildini skorað
153 mál. Tí er ikki undur í, at
hann varð stórliga fagnaður,
tá ið hann tíggju minuttir
eftir steðgin varð skiftur út
og harvið segði farvæl sum
B36 spælari í bestu deildini.
– Vit eru allir nøgdir við,
at nú er kappingin liðug, og
at TB aftur næsta ár fer at
spæla í bestu deildini. Serliga
hugaligt er tað, at Albert Adu
er komin heilt fyri seg aftur,
eftir at hann í næstsíðstu
viku datt um undir venjing.
Tíbetur sær tað ikki út
til, at honum bagir nakað,
sigur TB venjarin Sigfríður
Clementsen.
Eftir tvey góð ár í Gunda
dali er Eyðun Klakstein nú
fyrrverandi B36 venjari:
– Tað kendist á øllum
brøgdum, at hetta var síðsti
dystur í ár, og at tað stóð ikki
nakað serligt upp á spæl. Vit
høvdu greiða yvirvág, og
fleiri av málunum vóru sera
góð. Eg eri fegin um, at tað
eydnaðist at seta punktum
við góðum sigri frammanfyri
trúfastu
áskoðarafjøldini
í B36 skýlinum, sigur B36
venjarin.
Enn er ikki greitt, um
Sebastian Pingel eisini næsta
ár verður B36 spælari. Hann
var ikki millum teir fyrstu
ellivu, men hann varð skift
ur inn í fyrra hálvleiki og
skoraði tvey mál.
Øssur fimm
mál á Skála
Í evstu løtu eydnaðist tað
innskifta Ara Olsen at skora
fyri
heimaliðið
á
Skála.
Harvið var úrslitið 2-2.
Øssur
Dalbúð
hevur
verið á HB liðnum ein part
av kappingarárinum. Hóast
hann nógvar ferðir hevur
verið skiftisspælari, so er
hann toppskjútti hjá HB við
trettan málum.
Fyrsti dysturin hjá Øssuri
á HB liðnum var í fimta
umfari. 9. apríl var HB á
Skála. Tá varð Øssur Dalbúð
skiftur
inn
beinanvegin
eftir steðgin, tá ið støðan
framvegis
var
málleysur
javnleikur. HB vann 3-0, og
Øssur skoraði hattrikk.
Leygardagin
skoraði
Øssur
Dalbúð
bæði
HB
málini í seinna hálvleiki eftir
málleysan
fyrra
hálvleik.
Brian Jacobsen, sum saman
við
Edvin
Jacobsen
er
toppskjútti á Skála við fýra
málum, setti hol á, áðrenn
Øssur skoraði tvær ferðir,
og so var tað, at innskifti
Ari Olsen javnaði til 2-2 og
harvið syrgdi fyri, at Skála
endaði átta stig omanfyri
niðurflytingarstrikuna.
Mynd: Sigmar Mørkøre
B68-NSÍ 1-3 (1-1)
1-0: Damir Ibric Yüksel 7.
1-1: Pól Jóhannus Justinussen 17.
1-2: Pól Jóhannus Justinussen 67.
1-3: Klæmint A. Olsen 92.
Dómari: Kári J. á Høvdanum
B68: Ragnar Lindholm – Niklas Poulsen, Jóhan Dávur Højgaard, Ari
Johannesen, Jógvan Ingvard Hansen (Albert Róin Johannesen, 77.)
– Leivur Højgaard, Jann Ingi Petersen, Óli H. Olsen, Kristian Anton
Andreassen – Michal Przybylski, Damir Ibric Yüksel (Búi í Hjøllum, 90.)
Gult kort: Óli H. Olsen, Niklas Poulsen
Venjari: Eliesar Olsen og Oddur Olsen
NSÍ: Símun Rógvi Hansen – Monrad Holm Jakobsen (Jonleif
Højgaard, 75.), Jens Joensen, Per Langgaard, Einar Tróndargjógv
– Nikolaj Køhlert, Betuel Hansen – Árni Frederiksberg (Jann
Benjaminsen, 90.), Petur Knudsen (Andri Benjaminsen,
85.), Pól Jóhannus Justinussen – Klæmint A. Olsen
Gult kort: Monrad Holm Jakobsen, Árni Frederiksberg
Venjari: Anders Gerber
Skála-HB 2-2 (0-0)
1-0: Brian Jacobsen 62.
1-1: Øssur Dalbúð 69.
1-2: Øssur Dalbúð 73.
2-2: Ari Olsen 93.
Dómari: Petur Reinert
Skála: Andras Gango – Jónhard Frederikberg, Fritleif í Lambanum,
Jákup Jakobsen, Rógvi Egilstoft Nielsen – Símun Petur Poulsen (Jan I.
Hansen, 73.), Pætur Dam Jacobsen – Ólavur Mikkelsen (Arnhold Berg,
88.), Edvin Jacobsen, Jákup Johansen (Ari Olsen, 66.) – Brian Jacobsen
Gult kort: eingin
Venjari: Pauli Poulsen
HB: Teitur Matras Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Jóhan
Troest Davidsen, Jákup F. Hansen, Magnus Egilsson – Hjalti
Kárason Djurhuus, Fróði Benjaminsen – Ari Mohr Olsen
(Tóri Rasmussen, 55.), Rókur av Fløtum Jespersen (Andrias
Mikkelsen, 90.), Adrian Justinussen – Øssur Dalbúð
Gult kort: eingin
Venjari: Jan C. Dam
B36-TB 5-2 (3-0)
1-0: Jákup á Borg 31.
2-0: Bjarni Petersen 39.
3-0: Sebastian Pingel 45.
4-0: Odmar Færø 55.
4-1: Heini Mikal Mortensen 68.
5-1: Sebastian Pingel 75.
5-2: Heini Mikal Mortensen br 88.
Dómari: Ransin N. Djurhuus
B36: Trygvi Askham – Jónas þór Næs, Bjarni Petersen, Hørður H.
Askham (Eli Falkvard Nielsen, 72.), Gestur B. Dam – Odmar Færø,
Róaldur Jakobsen, Lukasz Cieslewicz – Hannes Agnarsson, Jákup á Borg
(Benjamin Heinesen, 55.), Hanus Thorleifsson (Sebastian Pingel, 22.)
Gult kort: Lukasz Cieslewicz
Venjari: Eyðun Klakstein
TB: Casper Radza – Heri Mohr, Eirikur Ellendersen, Teitur Olsen,
Ragnar Joensen (Heini M. Mortensen, 46.) – Rógvi Joensen, Ndenda
Adama Guéye, Salmundur Bech, Kofi Appiah - Poul Ingason
(Hanus Mortensen, 46.), Albert Adu (Hávar Albinus, 85.)
Gult kort: Ndende Adama Guéye
Venjari: Sigfríður S. Clementsen
Effo-deildin støðan
NR. LIÐ
DYSTIR
VUNNI
JAVNT
TAPT
+ MÁL - MÁL
+/-
STIG
1
Víkingur
27
19
4
4
59
25
+34
61
2
KÍ
27
19
3
5
64
26
+38
60
3
NSÍ
27
18
1
8
60
36
+24
55
4
B36
27
14
7
6
46
28
+18
49
5
HB
27
12
7
8
44
30
+14
43
6
ÍF
27
9
5
13
42
59
-17
32
7
TB
27
7
6
14
31
48
-17
27
8
Skála
27
6
8
13
25
41
-16
26
9
AB
27
4
6
17
31
49
-18
18
10 B68
27
0
7
20
20
80
-60
7
T
Máltindurin
Klæmint A. Olsen NSÍ
23
Páll A. Klettskarð KÍ
21
Jóannes Bjartalíð KÍ
17
Sølvi Vatnhamar Víkingur 14
Øssur Dalbúð HB
13
Adeshina Lawal ÍF
13
Albert Adu TB
13
Patrik Johannesen AB
11
Árni Frederiksberg NSÍ
11
Róaldur Jakobsen B36
10
Philip Djordjevic Víkingur 10