mánadagur 24. oktober 2016síða 17
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 24. oktober 2016 · Nr. 122
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
1 til 6
FÓTBÓLTUR
Áskoðaratalið. KÍ hevði
framvegis ein lítlan
møguleika til FM undan
dystinum, og tað sást aftur á
áskoðaraplássinum. Ein rúgva
av áskoðarum var til dystin
Sum heild ikki nógv at seta
fingurin á. Áskoðaratalið
var nøktandi, stemningurin
var nøktandi og veðrið
var av tí besta
HØVDU TAK Á HVØRJUM ØÐRUM Á ÚTIVØLLI Merkisvert er,
at ÍF og KÍ í ár hava havt tak á hvørjum øðrum á útivølli. KÍ
vann allar tríggjar dystirnar sum teir spældu í Fuglafirði í ár,
meðan ÍF vann tann eina dystin sum var spældur í Klaksvík
Mikkjal Thomassen:
Hetta er fyrsta stigið
Tað var ein nøgdur Mikkjal Thomassen,
sum Sosialurin fekk orðið á eftir dystin
í Fuglafirði móti ÍF leygardagin. Hóast
hann viðurkendi at tað sjálvsagt kendist
eitt sindur keðiligt, at KÍ hevði mist
greiðu leiðsluna í Effo-deildini í seinnu
hálvu, hevði talan verið um eitt gott
kappingarár fyri KÍ.
– Eitt annað pláss í landskappingini og
gull í steypakappingini er í veruleikanum
nógv meira enn vit høvdu sett nøsina upp
ímóti frammanundan, so sjálvsagt eri eg
væl nøgdur við okkara kappingarár.
Vil heldur framhevja
góðu løturnar
Aftaná fyrsta triðingin og líka til seint
í seinnu hálvu, var KÍ greitt oddalið í
Effo-deildini, har teir millum annað
í summarsteðginum vóru sjey stig
frammanfyri Víking á øðrum plássinum.
Tá vit spurdu Mikkjal Thomassen, um
tað var nakar serstakur dystur sum hann
iðraði seg yvir, og sum hann kundi tonkti
sær at spælt umaftur, segði Mikkajl
Thomassen.
– Hetta hevur verið eitt ár har vit hava
havt viðgongd, og har vit eisini hava
havt mótgongd. Eg fari ikki at útnevna
nakran einkultan dyst sum eitt vónbrot
fyri kappingarárið, tí tað verður uppá
bekostning av øðrum. Heldur havi eg hug
at nevna fleiri av okkara góðu dystum,
har vit hava havt nógvar.
Spældu fleiri framúr dystir
Hvør var so besti dysturin, spurdu vit
síðani Mikkjal Thomassen?
– Eg hugsi serliga teir báðar dystirnar
undan summarsteðginum í Klaksvík
móti NSÍ, har vit vinna 4-1 og 4-0, teir
vóru frálíkir. Eisini spældu vit nakrar
frálíkar dystir taktiskt, har eg serliga
hugsi um 3-2 sigurin móti HB í Gundadali
og 1-0 sigurin móti HB í Gundadali. Men
eins og við tí fyrra spurninginum, er tað
sjálvsagt trupult at peika ein einstakan
dyst burturúr.
Skulu varðveita støðuna
sum oddalið
Tá Mikkjal Thomassen tók yvir sum KÍ
venjari, meldaðu bæði hann og leiðslan
út, at málsetningurin hjá honum sum
KÍ venjari var, at KÍ aftur skuldi teljast
millum oddaliðini í føroyskum fótbólti.
Ein málsetningur sum í veruleikanum er
náddur í ár, har KÍ hevur vunnið silvur í
Effo-deildini og gull í steypakappingini.
Vit spurdu tí Mikkjal Thomassen, um
felagið hevði sett sær nakran nýggjan
málsetning.
– Eg kann siga tað beinavegin, at
tað verður ótrúliga torført at tangera
kappingarárið í ár komandi ár. So tí
fari eg at vera eitt sindur varin við at
melda út beinavegin. Tað er eingin ivi
um at málsetningurin hjá okkum, er at
vinna okkum fast pláss í oddinum av
føroyskum fótbólti. Vit hava tikið eitt stig
móti toppinum í ár, men ætla at gera tað
til ein vana, at KÍ skal enda millum ovastu
liðini í deildini. Tí fara vit eyðmjúkir til
verka til komandi kappingarár, har vit
ætla at halda konsentratiónini í topp, og
síðani vita hvussu langt tað fer at bera.
Men tað er eingin ivi um, at tað verður
trongligt í toppinum komandi ár, tí HB
er longu byrja at seta trýst á, við at teir
skulu vinna FM-heitið, segði Mikkjal
Thomassen at enda
3
KRISTIAN JOENSEN
Sá kanska út til at hann
kundi tikið málið hjá ÍF, men
spældi annars væl og tóktist
tryggur. Hevði tó einstøk útspørk,
ið kiksaðu.
3
SØRMUNDUR Á.
KALSØ
Fekk brotssparkið, tá KÍ javnaði
til 1-1. Spælir stabilt væl, og
hevur verið týðandi á KÍ liðnum
í ár.
3
JONAS F.
RASMUSSEN
Stýrdi verjuni væl, og var
góður til at fáa boðini til hinar
mennirnar um at venda gongdini,
tá tað stóð nógv á hjá KÍ í fyrra
hálvleiki. Spældi ein stabilan
dyst.
4
MAYOWA ALLI
Í veruleikanum mest
eyðsýndi maður í verjuketuni
hjá KÍ. Hóast síðan hjá honum
var nógv útsett í fyrra hálvleiki,
eydnaðist tað ofta Mayowa at
vinna avgerandi bóltarnar.
3
ÍSAK SIMONSEN
Tóktist trilvandi fyrsta hálva
tíman, men leikti seg síðani upp.
Er vandamikil frameftir vøllinum
við sínum góða vinstra beinið.
3
HEÐIN KLAKSTEIN
Stríddist væl og royndi at
vera kreativur, men tað hevur
onkuntíð áður eydnast betur.
Arbeiðsinnsatsurin var tó í topp.
2
SEMIR HADZIBULIC
Líktist ikki sær sjálvum í
fyrra hálvleiki, og fór eisini út við
skaða í hálvleikinum. Avrikið var
helst darvað av skaðanum.
3
SÚNI OLSEN
Streiddi spælið skilagott og
átti nógvar avgerandi bóltar til
offensivar støður hjá KÍ. Átti tó
einki upplegg ella nakað mál
leygardagin.
4
HJALGRÍM ELTTØR
Var lívligur í seinna hálvleiki,
har tey flestu av vandamiklu
KÍ álopunum gingið fyri seg
gjøgnum vinstru síðu.
4
JÓANNES
BJARTALÍÐ
Eftir eina heldur keðiliga seinnu
hálvu, vísti Bjartalíð dygdir
leygardagin. Var sum heild góður
á bóltinum og átti eisini upplegg
til eitt av málunum hjá KÍ.
4
PÁLL A.
KLETTSKARÐ
Er altíð avgerandi á liðnum hjá KÍ,
og soleiðis var eisini í Fuglafirði.
Javnaði til 1-1 við brotssparkið,
og vann annars nógvar týðandi
luftbóltar, soleiðis at KÍ kundi
varðveita álopsstøðu.
3
TÓRUR JUSTESEN
Kom inn í hálvleikinum fyri
Semir Hadzibulic og var við til at
venda dystinu,. Hóast hann ikki
var so eyðsýndur, var avrikið gott.
5
NIELS PAULI
DANIELSEN
Avgerandi maðurin á liðnum hjá
KÍ. Hevði bert verið inni í nakrar
fáar minuttir, tá hann legði KÍ
á odda 2-1 og lítla løtu seinni
skoraði hann eisini til 3-1. Tað
avgjørdi dystin til fyrimun fyri KÍ.
SPÆLARAMETING
VUR VIÐ
Fyrsta stig hjá Mikkjal Thomassen sum KÍ
venjari, var at fáa KÍ aftur í oddin av føroyskum
fótbólti. Nú er annað stig at vinna sær fast
pláss millum tey ovastu liðini í Føroyum
ÍF-KÍ 1-3 (1-1)
1-0: Adeshina Lawal 12.
1-1: Páll A. Klettskarð br 38.
1-2: Niels Pauli Danielsen 56.
1-3: Niels Pauli Danielsen 57
Dómari: Lars Müller
ÍF: Elias Rasmussen – Dánjal Pauli Højgaard, John Daniel Guðjónsson (Dánjal á Lakjuni, 62.),
Ingi Sørensen, Alex José dos Santos – Andy Olsen, Kristoffur Jakobsen, Clayton Soares, Ari Ó.
Ellingsgaard (Hanus Eliasen, 88.) – Karl Løkin (Jóhan Petersen, 76.), Adeshina Lawal
Gult kort: Alex José dos Santos, Ari Ó. Ellingsgaard
Venjari: Símun Eliasen og Jákup Mikkelsen
KÍ: Kristian Joensen – Sørmundur Kalsø, Jonas Flindt Rasmussen, Mayowa Oladele Alli, Ísak
Simonsen – Heðin Klakstein (Niels Pauli Danielsen, 55.), Semir Hadzibulic (Tórur Justesen,
46.) Súni Olsen (Dávid Langgaard, 76.), Hjalgrím Elttør – Jóannes Bjartalíð, Páll A. Klettskarð
Gult kort: Tórur Justesen
Venjari: Mikkjal Thomassen
Iðrar seg mest um
málið hjá B36
Spurdur um hann kundi
valt ein einstakan dyst,
ella eina serstaka støðu
úr einum dysti, sum hann
kundi tonkt sær at spælt
umaftur, svaraði Jonas F.
Rasmussen.
– Hóast eg ikki sjálvur
spældi við á Argjum, er tað
sjálvsagt ein dystur, sum
vit allir iðra okkum nógv
um. Men um tú skalt kóka
tað niður í eina einkulta
støðu í einum einstakum
dysti, má eg siga, at tað er
málið sum B36 skorar til
2-2 í Klaksvík, har eg missi
mannin vekk tá innleggið
kemur, og har teir skora. Í
slíkum málum kennir man
seg samsekan, segði Jonas
F. Rasmussen.
Gleðir seg at fara
út í Evropa við KÍ
Tá vit at enda spurdu Jonas
F. Rasmussen, hvussu tað
bar til, at hann í farnu viku,
longdi sín sáttmála við KÍ,
hóast tað hevði ljóða at
hann ikki skuldi halda
fram í felagnum, svaraði
Jonas.
– Eg haldi at tit í
miðlunum
eru
nokkso
skjót
at
konkludera,
áðrenn ting eru avgreidd.
Eg trívist sera væl í býnum,
og eftir at hava tosa aftur
og fram við unnustuna hjá
mær, hildu vit bæði at tað
var ein skilagóð avgerð hjá
mær, at taka eitt ár afturat.
Vit skulu eisini út at spæla
evropeiskt komandi ár, so
tað er sjálvsagt ein eyka
gularót, at vita hvussu
langt tað kann røkka har,
segði Jonas F. Rasmussen
at enda.