Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-24, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. oktober 2016síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 24. oktober 2016 · Nr. 122 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 1 til 6 FÓTBÓLTUR SKORAÐI TVEY MÁL – MEN ONKI VARÐ VIÐURKENT Tað finnast valla nógv fordømi um, at ein verjuleikari skorar tvey mál í sama dysti, sum bæði blíva kolldømd. Hetta var tó veruleikin hjá verjuleikaranum hjá AB, Sørin Samuelsen, í gjár. Í fyrra hálvleiki skoraði kemparin í AB-verjuni tvey mál, ið tó blivu kolldømd orsakað av frísparki og av tí orsøk, at bólturin hevði verið uttanfyri baklinjuna DYSTURIN HESA VIKUNA 3 HEÐIN STENBERG Fyrsta og síðsta málið fekk hann ikki gjørt stórvegis við. Viðv. máli nummar tvey, so hevði hann møguliga kunnað bjargað, men skotið hjá Lava var eisini sera hart. 5 SØRIN SAMUELSEN Kundi blivið útvístur, tá ið hann gjørdi brotsspark, men annars var talan um frálíkt avrik frá kemparanum í AB-verjuni. Skoraði tvey mál, ið bæði blivu kolldømd, og harafturat sýndi hann mangan sera gott verjuspæl. Ein av teimum betru hjá AB í ár. 2 DIMITRIJE JANKOVIC Tað sæst, at 40 ára gamli serbin er komin upp í árini. Spældi ikki væl í fyrra hálvleiki, og hann bleiv fullkomiliga runnin um koll av Lava í samband við máli nummar tvey. Útskiftur í hálvleikinum. 3 KÁRI NIELSEN Seinastu dystirnar hevur garvaði miðvallarin spælt í miðverjuni. Vardi ofta væl, men telur niður fyri hann, at hann fullkomiliga varð settur av av Lava, tá ið Víkingur avgjørdi dystin. 3 JÓNAS STENBERG Ein tann størsta ímyndin av AB hevði eitt javnt avrik á vinstra bakki, har avrikið kanska bleiv eitt sindur lakari í seinna hálvleiki. Fekk eisini eitt gult kort. 3 BÁRÐUR OLSEN Er blivin betri og betri ígjøgnum árið. Hevði nakrar góðar takklingar á miðvøllinum, men var tó ikki serliga eyðsýndur sum heild.  3 DAN Í SOYLU Arbeiðssamur leikari, sum á fyrsta sinni hevur spælt fast í Effodeildini ár. Hevði eitt sera gott langskot í fyrra hálvleiki, har hann var óheppin ikki at skora. Ein leikari, ið AB skal royna at varðveita, tí hann hevur góð fótbóltsár framman fyri sær. 2 RASMUS DAN SØRENSEN Eitt sindur líka sum Símun Samuelsen. Var ikki nóg nógv við í dystinum og bleiv eitt sindur ósjónligur. 2 SÍMUN SAMUELSEN Fínt avrik í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki bleiv hann, líka sum nógvir av liðfeløgunum, rættiliga ósjónligur. 4 PATRIK JOHANNESEN Hevur verið besti maður hjá AB í ár, og tað er sjálvsagt, at hann fer til B36, tí í 1. deild hevur ein slíkur leikari onki at gera. Kempaði væl og skoraði málið til 1-1. 3 SÍMIN HANSEN Helt til tíðir væl upp á bóltin og hevði kunnað skorað í seinna hálvleiki. Annars gjørdi hann ikki nóg nógv til at fáa meira enn 3. 2 DION SPLIDT Kom inn á høgra bakk, sum ikki er hansara vanliga pláss. Tað sást aftur, Dion tyktist ikki at trívast á óvanliga plássinum. 2 JOBIN DRANGASTEIN Spældi síðsta hálva tíman, men Víkingur hevði yvirtakið, so tað var ringt hjá honum at gera nakran serligan mun.  TEITUR OLSEN  Ov stutt inni at fáa eina meting SPÆLARAMETING Neli Heldarskarð Sunnudagin 18. september tyktist tað sum, at Víking­ ur og allar fót­bólts­føroyar mistu ta síðstu vónina fyri at vinna fyrsta føroya­ meistara­heitið í søgu felags­ ins. KÍ hevði júst vent hóttandi tapið til sigur í sjálv­ari yvir­tíðini í dysti ímóti Víkingi í Sarpugerði, og nú vóru klaksvíkingar fýra stig framman fyri Víking, og somuleiðis vóru bert fýra umfør eftir. Tað tyktist ikki at vera nakar ivi um, at føroya­meistara­ steypið fór til Klaks­víkar, meðan víkingar enn eina­ ferð máttu iðra seg um, at vanliga plasering­in ímillum tey fremstu  enn eina­ferð ikki rakk til nakað meistara­ heiti. Men nakað av tí mest sjarmerandi og spenandi við fót­bólti er, at tað gongur so ómetaliga skjótt báðar vegir. Tú veitst ongan­tíð reiði­liga framman­undan einum dysti, hvat dysturin fer at enda við. Hetta er helst eisini ein orsøk til, at fleiri av okkum elska fót­bólt og gera so nógv burtur­úr tí. Leygar­dagin 22. oktober 2016 varð sorgin, ið hevði lagt seg yvir Víking bert ein mánaða framman­undan, vend til stórfingna gleði, tá ið Víkingur kortini vann sítt fyrsta føroya­meistara­heiti. Víkingur vann allar sínar síðstu fýra dystir, meðan KÍ snávaði í tveimum um­ førum. Ikki kann staðfestast annað enn, at skjótt kunnu fortreytirnar broytast. Tað eru óivað fleiri góðar or­søkir til, at eitt sera væl rikið felag sum Víking­ ur vinnur FM 2016, men vit velja at siga, at tað ser­ liga er venjarin hjá Vík­ingi og hópurin, ið er fyltur við royndum og svangum fót­bólts­leik­ar­um, sum eru høvuðs­orsøkir­nar til meistara­heitið. Venjarin Undan hesum kappingar­ árinum valdi Víkingur at skifta venjaran út. Sig­fríður Clementsen fór úr starvi, og fyri hann kom Sámal Erik Hentze, ella Bagge, sum hann verður nevndur. Hetta vísti seg at vera ein sera skila­góð av­gerð av Víkingi. Sigfríður Clement­sen hevði gjørt eitt gott arbeiði framman­undan, har steypa­ sigrar í steypa­kappingini vóru fastir tættir. Men tað eydnaðist ongan­tíð veru­liga hjá Sigfríði at fáa Víking heilt niðan á ovasta tindin, og tí valdi Víkingur at royna okkurt nýtt undan hesum kappingar­árin­um. Við Sámali Erik Hentze á bonkin­um visti felagið, at maðurin veit, hvussu man vinnur meistara­heitið. Í 2009 og 2014 blivu ávíka­vist HB og B36 føroya­meistarar við Bagga á bonkin­um. Tí­ skil skuldi tað eisini verið væl møgu­ligt, at Víkingur, sum hvørt ár telist ímillum tey bestu, fór at vinna sítt fyrsta meistara­heiti. Møguleikin at vinna FM tyktist tó eisini at vera farin longu í summar­steðginum. Tá var Víkingur heili sjey stig aftanfyri KÍ eftir 16 umfør. Men útyvir ósigurin á heima­vølli ímóti KÍ 18. september hevur Víkingur gjørt reint borð og vunnið hinar 10 dystirnar. Víkingur er ikki komið sovandi til meistara­heitið, og sigast má, at Bagge fekk leikararnar at avrika sítt allar besta, tá ið føroya­meistara­vónin næstan var køvd burtur. Royndirnar Í hópinum hjá Víkingi eru ein rúgva av royndum leik­ ar­um, ið hava rætta hug­ burðin, evnini og góð avrik at vísa á. Hetta ger, at leikar­ ar­nir eru vitandi um, hvat krevst fyri at vinna. Tó má eisini sigast, at vann Vík­ing­ ur ikki FM í ár, so er iva­samt, um summir av leik­ar­un­um nakran­tíð fóru at upp­liva tað sum leikarar. Atli Gregersen og Hans Jørgen Djur­huus eru dømi um tvær eld­sálir, sum hava verið í felagnum í nógv ár og verið við til nógvar sigrar í steypa­kappingini. Hetta eru tó eisini leikarar, ið við sínum ávíkavist 34 og 37 árum ikki júst eru ársungar longur. Ein annar royndur maður, sum hevur gjørt góðan mun í ár, er somuleiðis 37 ára gamli Sorin Anghel, ið var leikandi hjálparvenjari. Síðani eru menn sum 26 ára gamli Erling Jacobsen, 29 ára gamli Andreas Lava Olsen og ikki minst 30 ára gamli Sølvi Vatnhamar, ið við sínum avrikum eisini hava verið slóðarar fyri, at tað skuldi bera til hjá Víkingi at vinna FM í ár. Allir hesir menn, Sorin Anghel undantikin, hava verið í Víkingi í nógv ár. Teir hava vunnið fleiri steypa­ kappingar­sigrar, fingið smakk fyri meira, og nú er fyrsta meistara­heitið komið VENJARIN OG ROYNDIRNA LYKLARN Víkingur: Í vikuskiftinum vann Víkingur fyrsta føroyameistaraheiti í søgu felagsins. Helst eru fleiri góðar orsøkir til meistaraheitið hjá teimum ljósabláu, men tvær av hesum eru venjarin, ið Víkingur hevur, og teir royndu leikarar, sum manna besta lið felagsins