Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-24, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. oktober 2016síða 19

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 24. oktober 2016 · Nr. 122 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 1 til 6 FÓTBÓLTUR Til lukku til Víking, ið hevur vunnið fyrsta føroyameistaraheitið í søgu felagsins. Størsta, flottasta og mest rørandi plussið var, tá ið Jákup Vatnhamar Olsen, sum er sonur fyrrverandi næstformannin hjá Víkingi, Ólav Olsen, sála, slapp at taka ímóti steypinum saman við beiggja sínum. Klassi! Ringt at seta fingurin á nakað. Bæði liðini góvu áskoðarunum ein góðan dyst, men fyri AB er tað keðiligt, at liðið ikki er byrjað at fáa úrslit fyrr enn nú í endanum, tá ið tað var ov seint at bjarga sætinum í bestu deildini. Tað kostar niðurflyting og leygardagsfótbólt. YVIR 60.000 Í KASSAN HJÁ AB Áskoðaramet varð sett á Argjum. Sambært formanninum hjá AB, Martin B. Dalsgarð, vóru yvir 800 rindandi áskoðarar til dystin. Eitt atgongumerki kostar 80 krónur, og hetta merkir, at umleið 64.000 krónur eru komnar í kassan hjá AB. Fyrrverandi áskoðarametið til dyst á Argjum var 550 rindandi áskoðarar. Síðani skulu allir áskoðarar, ið ikki rindaðu fyri dystin, leggjast afturat 4 GEZA TURI Í fyrra hálvleiki hevði hann tvær sera góðar og týdningarmiklar bjargingar, ið bjargaðu Víkingi frá at koma afturum. Í seinna hálvleiki mundi hann tó kostað eitt mál, men Víkingur  og Geza sluppu við skrekkinum 4 GERT HANSEN Víkingur misti Bárð Hansen til Fremad Amager, men tað hevur ikki bilað nógv, tí at Gert Hansen er ein tann besti avloysarin, sum finst til ein høgra bakk í Føroyum. 4 ATLI GREGERSEN So eydnaðist tað loksins hjá liðskiparanum í Víkingi í mong ár, Atla Gregersen, at vinna FM. Brendi brotsspark, men annars hevði hann saman við viðleikarunum sera gott tak á dystinum í seinna hálvleiki. 3 ERLING JACOBSEN Gott avrik av miðverjanum, sum er kontantur og ger tað, ið neyðugt er. Mundi eisini skorað eitt flott mál, tá ið hann rann framvið, men varð steðgaður í evstu løtu. Telur niður, at hann saman við Hans Jørgen átti sín part av málinum hjá AB.  4 HANUS JACOBSEN Raski vinstri bakkurin var júst líka støðugur, sum hann plagar at vera. Gott avrik, og er góður bæði í verju- og álopsstøðu.  3 HANS JØRGEN DJURHUUS Gott avrik av uppruddaranum á miðuni, sum millum annað vann bóltin, tá ið Lava setti punktum. Telur tó niður fyri hann, at hann og Erling Jacobsen høvdu eina misskiljing, ið kostaði mál. 5 SØLVI VATNHAMAR Ein av teimum allarbestu í Effodeildini í ár. Skapar nógv frá sínum plássi á miðvøllinum, og hann var skjótur á returinum, tá ið Atli Gregersen brendi brotsspark. 4 SORIN ANGHEL Enn eitt gott avrik frá veteraninum. Vann nógvar nærdystir og luftbóltar. Leikandi hjálparvenjarin eigur sín avgjørda part av, at Víkingur vann FM í ár. 3 FILIP DJORDJEVIC Ikki so øgiliga sjónligur. Hevði onkra roynd í fyrra hálvleiki, har han hevði kunnað skorað. 3 HANS PAULI SAMUELSEN Sendi Lava avstað, tá ið Víkingur fekk sítt brotsspark. Annars gjørdi hann ikki so øgiliga nógv um seg, men Hans Pauli fær altíð okkurt slag av ávirkan. 6 ANDREAS LAVA OLSEN Júst sum í síðstu viku skoraði hann tvey mál og hevði avgerandi ávirkan, ið gjørdi, at Víkingur vann FM. Eisini vann hann eitt brotsspark. Í hesum dystinum rann hann AB-verjuna um koll í báðum førum, tá ið hann skoraði. Kropsliga er hann yvirmentur í mun til aðrar. 3 GUNNAR VATNHAMAR Kom inn síðstu 25 minuttirnar, tá ið Víkingur skuldi verja leiðsluna. Hevði eitt skot, ið ikki var av besta slagnum, men annars var talan um eitt fínt avrik. JÓN KROSSLÁ POULSEN:  Ov stutt inni at fáa eina meting. JÁKUP VATNHAMAR OLSEN: Ov stutt inni at fáa eina meting SPÆLARAMETING í hús. Fyrr ella seinni mátti Víkingur vinna FM. Dysturin Áskoðaramet varð sett leygar­dagin á Argjum, tá ið Víking­ur skuldi spæla hendan týdningar­mikla og søgu­liga dystin. Víkingur byrjaði væl og legði seg eisini á odda, tá ið Sølvi Vatn­hamar skeyt brots­sparks­returin frá mis­eydnaðu royndini frá Atla Gregersen í mál. Brots­sparkið vann Andreas Lava, tá ið Sørin Samuelsen feldi hann. Sørin Samuelsen var síðsti maður, og tí hevði hann neyvan kunnað klagað, um hann hevði fingið reytt kort. Hann slapp tó við einum gulum korti, og harvið var spenning­ur­in í dystinum varðveiddur. AB vaknaði tó eftir leiðslu­málið til Víking. Argja­menn arbeiddu seg væl inn aftur í dystin, og tá ið 20 minuttir vóru farnir tók tvøra­maðurin Patrik Johannesen, ið spældi sín síðsta dyst fyri AB á hesum sinni leygar­dagin, av møgu­leik­an­um og javnaði til 1-1 eftir, at miss­kiljing hevði verið ímillum tveir Víkinga- leikarar. Víkingur fór tó til hálv­ leiks við einari leiðslu. Og enn einaferð var tað Andreas Lava Olsen, sum vísti, at tá hann verður sendur av­ stað til kapp­renning við verjuleikarum mót­støðu­ liðsins, so er hann full­ komi­liga yvir­mentur. Filip Djordjevic sendi Lava avstað 10 minuttir áðrenn hálv­ leik, og tá hevði 40 ára gamli Dimitrije Jankovic ikki ein livandi møgu­leika at renna kapp við krút­sterka leir­ víking­in­um. Lava rann seg í góða støðu og smekkaði bóltin í málið til 2-1. Í seinna hálvleiki var sig­ ur­in hjá Víkingi ongantíð veru­liga í vanda. AB megnaði ikki at spæla seg til upp­ lagd­ar mál­møgu­leikar, og ístaðin var tað aftur Andreas Lava, sum setti hol á føroya­meistara­veitsluna hjá Víkingi, tá ið hann av­ gjørdi dystin. Sum ein annar Bergkamp setti Lava fyrst Kára Nielsen fullkomiliga av, og síðani fór hann spelandi ímóti Heðini Stenberg í AB- málinum. Við eitt sindur av stríði fekk hann bóltin inn um strikuna til 3-1, sum gjørdist endaliga úrslitið. Víkingur er føroyameistari 2016 - hjartaliga til lukku við tí! Aftur leygardags­ fótbóltur á Argjum Stórt og gott er tað fyri Víking at vinna FM, men á Argjum er tað tann umvenda verð, tí at fyri fyrstu ferð síðani 2012 verður AB ikki at síggja í Effo­deildini í komandi kappingar­ári. Talan hevur verið um eitt strævið kappingarár fyri argja­menn. Undan kappingar­árs­byrjan var satt mannfall í besta hópinum hjá felagnum, og tað hevur sæst aftur á úrslitun­um í ár. Hópurin hevur verið rættiliga smalur, og eisini hevur tað verið ein trupul­leiki, at leik­ar­ar­nir ikki vóru nóg væl saman­ spældir. Nú verður vónað á Argjum, at tað ikki verða ov nógvir leikarar, ið fara at royna seg aðrastaðni. Sum skilst er ætlanin í AB nú at royna at varðveita tað fólkið, sum er, og síðani er ætlanin, at fleiri av felagsins egnu, ungu leikarum í størri mun skulu kappast um plássini á besta liðnum. Undir øllum um­støðum er AB helst favo­ rittur at vinna 1. deild í kom­ andi kappingarári. AB-Víkingur 1-3 (1-2) 0-1: Sølvi Vatnhamar 11. 1-1: Patrik Johannesen 20. 1-2: Andreas Lava Olsen 34. 1-3: Andreas Lava Olsen 79. Dómari: Dagfinn Forná AB: Heðin Stenberg – Sørin Samuelsen, Kári Nielsen, Dmitrije Jankovic (Dion Splidt, 46.), Jónas Stenberg – Bárður Olsen, Dan í Soylu – Rasmus Dan Sørensen (Jobin Drangastein, 60.), Símin Hansen (Teitur Olsen, 76.), Símun Samuelsen – Patrik Johannesen Gult kort: Sørin Samuelsen, Símin Hansen, Jónas Stenberg Venjari: Trygvi Mortensen Víkingur: Geza Turi – Gert Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen – Sorin Anghel, Hans Jørgen Djurhuus – Philip Djordjevic, Sølvi Vatnhamar, Hans Pauli Samuelsen (Jákup Vatnhamar Olsen, 90.) – Andreas Lava Olsen (Jón Krosslá Poulsen, 87.) Gult kort: Hans Jørgen Djurhuus Venjari: Sámal Erik Hentze Mynd: Sigmar Mørkøre G AR VÓRU