mánadagur 24. oktober 2016síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 24. oktober 2016 · Nr. 122
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FYRI PÁPA MÍN
Tróndur Arge – Argir
Leygardagurin var serligur
og søguligur fyri øll kring
Víking,
men
fyri
Jákup
Vatnhamar Olsen var talan
um eina heilt serliga løtu.
Blíði og smílandi vongurin
hjá Víkingi misti brádliga
í summar pápa sín, Ólav
Olsen. Hann var íðin við
haldsmaður hjá Víkingi og
varaformaður í felagnum.
Eftir
dystin
lat
Atli
Gregersen, liðskiparin hjá
V í k i n g i ,
heiðurin
a
t
t a k a
móti
steypinum fara víðari til
Jákup Vatnhamar Olsen og
beiggja
hansara
Magnus
Vatnhamar Olsen.
Atli gav mær heiðurin
Tað var ein rørdur Jákup
Vatnhamar Olsen, sum tók
móti steypinum. Tað stóð
nógv á, tí hann visti ikki av
nøkrum fyri stutt framman
undan.
– Atli Gregersen kom
til mín, tá vit skulu upp
gjøgnum
trappurnar
og
sigur, at eg skal ganga aftast,
tí tað ger spælarin, ið tekur
móti steypinum. Tá stóð
nógv á, greiðir 20 ára
gamli vongurin frá og
leggur afturat:
– Tað fyrsta eg hugsaði,
var at eg mátti hava beiggja
mín Magnus við, sigur Jákup
Vatnhamar Olsen.
Brøðurnir báðir fingu
hvør sítt heiðursmerki,
áðrenn forsetin í Fót
bóltssambandin
um,
Christian
F.
Andreasen,
h a n d a ð i
t e i m u m
steypið.
– Tað
var ein
fantastisk
løta, og eg
rópti
bara
alt, eg orkaði,
tá vit lyftu
steypið, greiðir
leirvíkingurin
frá.
Saman við
øllum
við
haldsfólkun
um
kundu
teir fegnast
um,
at
V í k i n g u r
við
átta
árum
á
baki nú hevur vunnið sítt
fyrsta FM.
Fyri pápa mín
Jákup Vatnhamar Olsen er
róligur, tá hann fortelur um
hendingina í summar og
um pápa sín. Tað var leygar
dagin 13. august, at Ólavur
Olsen
brádliga
andaðist.
Víkingardagar vóru í Leirvík,
meðan Jákup V. Olsen sjálvur
spældi við næstbesta liðnum
í Gundadali. Av tí at Jákup
var í Havn, var hann fyrstur
á sjúkrahúsið. Har fekk hann
tey tungu boðini, og við eitt
hevði Jákup mist pápa sín.
– Pápi mín er orsøkin til,
at eg spæli fótbólt. Hann
hevur altíð stuðlað mær og
koyrt meg til venjing og dyst,
fortelur Jákup V. Olsen.
Hann var eisini ein stórur
partur av Víkingi, har hann
var
varaformaður.
Hann
var ein av eldsálunum í
felagnum, sum hevði stóran
týdning fyri hann.
–
Babba
var
øgiliga
spentur áðrenn dyst. Tað
merktu vit øll í húsinum, tí
hann bleiv øgiliga stillur, og
tankarnir vóru um dagsins
dyst. Tað vóru tær løturnar,
har tú veruliga legði til
merkis,
hvussu
stóran
týdning
Víkingur
hevði
fyri hann, fortelur Jákup V.
Olsen.
Áskoðararnir eru farnir
av vøllinum og spælararnir
hjá Víkingi gera klárt at fara
heim við FM steypinum,
meðan hann greiðir frá.
Hóast løtan er rørandi, er
tað eisini gleði og stoltleiki
at síggja í eygunum á Jákupi.
– Hetta er fyri pápa
mín. Hendan fer á grøvina
hjá honum í kvøld, sigur
leirvíkingurin
og
peikar
á
gullheiðursmerki,
sum
hongur um hálsin.
Jákup Vatnhamar Olsen
kom
á
vøllin
seinastu
minuttirnar og var mitt
í
rokanum,
tá
dómarin
bríkslaði fyri seinastu ferð.
Hóast tað var ein gleðisrúsur,
har
øll
fegnaðust
um
søguliga gullið hjá Víkingi,
kendi Jákup á sær at onkur
manglaði í rúgvuni.
– Eg føldi líkasum, at
har manglaði onkur. Tað
vildi verið so natúrligt at
deilt hesa løtuna saman við
honum, sigur 20 ára gamli
FM vinnarin.
So nógvum at takka
Fyri Jákup V. Olsen hevur
tað stóran týdning at vísa,
at hann er takksamur fyri
allan tann stuðul, sum
hann hevur fingið. Hann
er eyðmjúkur um, at tað
verður hugsað um hann
og familjuna, tá Víkingur
vinnur sítt fyrsta FM.
– Eg og familjan eru so
takksom fyri allan stuðulin,
sum vit hava fingið. Fyri
meg hevur Sølvi Vatnhamar
verið ein ótrúligur stuðul.
Spælararnir skulu eisini
hava eina stór tøkk fyri at
taka sær so væl av mær.
Teir hava verið raskir at
koma til kaffi og práta við
meg, sigur Jákup V. Olsen.
Síðani hann misti pápa
sín, hava tað eisini verið
dagar, har tað ikki hevur
verið møguligt at venja.
Eisini her hevur venjara
toymið víst sín stuðul.
– Eg má eisini takka
Sámal Erik Hentze. Tað
hevur ongantíð verið ein
trupulleiki, tá eg ikki havi
verið førur fyri ella ikki
kunna vant. Uttan tað, so
hevði eg nokk ikki verið
við í dag, sigur Jákup
Vatnhamar Olsen.
At enda sendir hann
eisini eina heilt serliga tøkk
til liðskiparan á liðnum, Atla
Gregersen, sum vísti stór
sinni og lat heiðurin fara
víðari til sín og Magnus.
Ólavur
Olsen
hevur
lagt nógv gott í sonin, tí
Jákup V. Olsen hevur spælt
tveir U21 landsdystir frá
byrjan og hevur spælt 18
landskappingardystir í ár.
trondur@sosialurin.fo
Jákup Vatnhamar Olsen tók saman við beiggja sínum Magnusi Vatnhamar Olsen
ímóti fyrsta FM steypinum í søguni hjá Víkingi. Pápi teirra, Ólavur Olsen, var
varaformaður og ein drívmegi í Víkingi tá ið hann brádliga andaðist í summar
Eyðvør Vatnhamar,
Magnus Vatnhamar
Olsen, Jákup
Vatnhamar Olsen,
Elin Vatnhamar
Olsen og Ninna
Vatnhamar Olsen