Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-24, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. oktober 2016síða 22

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 24. oktober 2016 · Nr. 122 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jóannes Hansen Tað felagið, ið skrivar undir sátt­mála við Sámal Erik Hentze ella Bagga, sum hann verður nevndur, hevur styrkt um fyritreytirnar at vinna FM – í hvussu so er fyrsta árið hann heldur um stýrisvølin í felagnum og kanska eisini fyrsta árið, eftir at hann er farin úr felagnum. Leygardagin vann Víkingur FM fyri fyrstu ferð í níggju ára longu ella rættari sagt stuttu søguni hjá felagnum. Onkra ferðina undan­farnu árini hevur verið vónað, at tað skal eydnast. Víkingur hevur fimm ferðir vunnið steypa­ kappingina, men tað var ikki fyrr enn leygardagin, at tað eydnaðist at vinna FM. Hetta er fyrsta árið, at Sámal Erik Hentze er venjari í Víkingi. – Hetta var ein serligur dagur. Vit vistu, at tað fór at vera strevið, men vit høvdu neyðuga álitið á okkum sjálvum, og tíbetur vísti tað seg at ganga, staðfestir nýggi FM venjarin. Hvussu upplivdi tú dystar­ gongdina? – Tað ræður um at hava tunguna mitt í munninum og beinini væl plantað á jørðini, um tað skal eydnast at avrika optimalt. Fyrstu stóru løtuna vóru vit okkara ringastu fíggindar. Mót­ støðu­menninir vóru longu fluttir niður. Tí høvdu teir alt at vinna og einki at tapa, meðan tað hjá okkum vendi beint øvugt. Fyrstu løtuna vóru vit naivir, men tíbetur eydnaðist tað at leggja okkum framum undan steðginum. Í um­klæðingar­ rúminum hugdu vit inn í eyguni á hvørjum øðrum fyri at finna út av, hvar vit vóru, og hvat tað her snúði seg um. Tað gekk væl betri eftir steðgin, men tað var ikki fyrr enn vit skoraðu til 3-1, at eg kendi meg vísan í, at nú fóru vit at vinna FM, sigur Sámal Erik Hentze. Lava var avgerandi? – Talan hevur alt árið verið um liðavrik. Um tað skal eydnast at vinna FM, so er neyðugt, at onkur hevur x-faktor, og tað er eingin ivi um, at hjá okkum er tað Andreas Lava Olsen, sum hevur hesa ávirkanina, sigur Víkinga venjarin. Royndirnar eru góðar Tølini siga, at tað roynist væl, tá ið Bagge tekur við sum venjari, og at tað eisini roynist væl, tá ið hann biður farvæl. Sum nýggjur HB venjari var Bagge í 2009 við til at vinna FM. Eftir kappingarlok helt hann seg ikki hava stundir og um­støður at halda fram í venjara­sessinum. Hann legði frá sær, men HB endur­vann FM í 2010. Tá var tað við Kristján Guðmunds­ son og seks tey seinastu umførini við Juliani Hansen sum venjara. Í 2014 var Sámal Erik Hentze nýggjur venjari í B36. Tað gekk upp á stás, tí B36 vann FM. Tað kom púra óvæntað, tá ið Sámal Erik nakrar vikur eftir kappingarlok boðaði frá, at hann hevði ikki umstøður og stundir at halda fram sum venjari. Eyðun Klakstein var nýggjur B36 venjari, og í 2015 eydnaðist tað at endurvinna FM heitið. Tað ræður um at vera uppsettur Fyri stuttum boðaðu Vík­ing­ ur og Sámal Erik Hentze frá, at samstarvið teirra millum er longt, so tað eisini fevnir um 2017. Við royndunum frá HB og B36 í huga er tað upplagt at spyrja venjaran, sum hevur syrgt fyri, at Víkingur nú er føroyameistari, um hann nú ætlar at gevast í Sarpugerði: – Vit hava undirskrivað sáttmála fyri næsta ár, og hann halda vit okkum til. Hvussu tað fer at eydnast valdast fyrst og fremst um, hvussu uppsettir vit vera. Mær dámar væl typurnar á liðnum og øll tey, sum eru kring liðið, og eg vóni, at tað fer at kennast, at allir eru eins væl uppsettir, sum teir hava verið í ár. Um tað verður soleiðis, so verður tað stuttligt! Nú verður europeiska meist­ ara­kappingin á skránni? – Í ár havi eg bara fokuserað upp á møguleikan at vinna FM. Nú fara vit eisini at fokusera upp á møgu­leikan í europeisku meistara­ kappingini. Tað hevur ljóðað, at tit ætla at styrkja um liðið. Hvat sigur tú um, at Adeshina Lawal er á veg úr Fuglafirði og til Víking? – Tað mást tú spyrja formannin í felagnum um. Tað ljóðar, at Fróði Benjamin­ sen skal spæla við Víkingi næsta kappingar­ár? – Fróði verður 39 í desember, so hann hevur aldur at spæla við Víkingi, skemtar væl upp­lagdi og fegni Sámal Erik Hentze, sum hevur megnað sum venjari at vinna trý FM heiti – við HB í 2009, við B36 í 2014 og Víkingi í 2016. Umhugsa støðuna Sorin Anghel hevur verið næsti maður hjá Sámal Erik Hentze. Tað var hann á Argjum í fjør, og tað hevur hann verið í Sarpu­ gerði í ár. Tá ið kappingin var gott og væl hálvrunnin, varð Sorin Anghel partur av miðvøllinum, har hann í langa endaspurtinum, tá ið talan hevur verið um finalu omaná finalu, varð lykla­ spækari: – Ætlanin var ongantíð at eg skuldi spæla við. Eg luttók eitt sindur í venjingunum, og áðrenn eg visti av, var eg partur av liðnum. Tað eri eg glaður fyri. Eg eri 37 ára gamal, og tað kennist á kroppinum, tá ið talan er um tættar og teprar dystir. Eg veit ikki, hvussu tað verður næsta ár. Nú fari eg at hugsa meg um, sigur fegni hjálparvenjarin, sum var við í tólv landskappingardystum. Víkinga málverjin, 42 ára gamli Geza Turi, var sannur brandur á Argjum: – Vit fegnast um, at tað endiliga eydnaðist at vinna FM, eftir at eg havi verið í Sarpugerði í ellivu ár. Eg umhugsi at gevast at spæla, men tað dregur í hitt borðið, at Víkingur næsta kappingar­ ár skal spæla í europeisku meistara­kapping­ini. Tað verður stór av­bjóðing! FÓTBÓLTUR BAGGE KLEKIR MEISTARALIÐ Fyri triðju ferð er tað eydnast Víkinga venjaranum fyrsta árið í nýggjum felag at vinna FM