Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-24, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. oktober 2016síða 23

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 24. oktober 2016 · Nr. 122 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen André Olsen Neli Heldarskarð Pætur E. Jensen KLUMMAN Tróndur sigur sína hugsan... Tróndur Arge Jákup á Borg spældi leygar­ dagin sín seinasta dyst í bestu deildini. Hann leggur nú gaggurnar á hillina og átekur sær venjara­leikutin í barn­dóms­felagnum. Hann trívist væl í fót­bólts­um­ hvørv­in­um og hevur tí av­ gjørt at blíva venjari. 36 ára gamli metmaðurin, sum skoraði sítt mál nummar 153 leygardagin, er til reiðar at standa einsamallur í Gundadali. Hann leggur lítið í metið, men málið leygardagin er tó serligt, tí nú hevur hann skorað í 21 kappingarárinum upp í slag í føroyskum fót­ bólti. Kennir spælireglurnar Tað er ikki ókent, at venjarar verða koyrdir í einum kappingar­árinum. Tað síggja vit eisini her í Føroyum. Tí kann tað verða vanda­mikið, at seta eina lokala legendu í venjara­stólin, um tað skuldi gingið galið. – Tað er nakað vit hava tosa um og eg kenni spælið og avleiðingarnar tað kann hava við sær, sigur Jákup á Borg, sum ikki væntar tað verður ein trupulleiki. – Eg hevði verið vónbrotin um tað hendi á sama hátt sum við Jan Dam í HB, men eg dugi ikki at síggja, at tað kann henda í B36, sigur Jákup á Borg, sum er í holt við A-venjara­prógvið hjá FSF. Hann er heldur ikki bangin fyri, at tað er ov tætt millum hann og spæl­ar­ar, sum í ár hava verið lið­felagir. – Tað hava vit eisini tosað um. Eg tosaði við fleiri spæl­ ara áðrenn eg tók av, men eg síggi tað ikki sum ein trupul­ leika. Eg havi sjálvandi fokus á tí, men tað er eitt sindur sum at vera stjóri. Tú kanst gott verða saman og flenna, men tú er framvegis stjóri. Eg havi ongantíð verið bangin fyri at siga frá. Eg haldi eisini at loysnin til eitt gott samstarv, er at vera tætt saman, vísir Jákup á Borg á. Málið er Evropa B36 hevur gjørt sáttmálar við flestu av spælarunum í hópinum, so tað er ikki pláss fyri fleiri broytingum. – Vit hava ein intaktan hóp, men tað er pláss fyri einum spenanndi spælari aftur­at. Vit hava einar tjúgu spæl­arar, sum hava sáttmála, sigur Jákup á Borg. Hann ynskir at seta egnar spælarar við, men vónin er at vera millum fýra tey fremstu. – Eg vil gjara seta spæl­ ar­ar við og byggja, heldur enn bara keypa inn. Fýra lið sleppa í Evropa, og tað ynskja vit at klára hvørt ár. Vit fara ikki at melda út, at vit skulu vinna FM, men eru vit dugnaligir, so hava vit fólkið til at klára tað, sigur Jákup á Borg. Deiligt at skjóta mál Tað hevði ikki eydnast Jákupi á Borg at skjóta mál higar­til í ár undan dystinum. Tí kom tað væl við, tá hann skoraði leygar­dagin í Gundadali móti TB. – Tað var forbannað deiligt. Eg leggi lítið í metið, men eg vildi skora, tí nú havi eg skorað í 21 kappingar­ár­um upp í slag. Tað var tað sum gjørdi, at eg tók ein spurt upp á 60 metrar yvir til B36 húsið. Eg kom ikki fyri meg, fyrr enn eitt korter seinni, sigur Jákup á Borg brosandi. Í sjálvum dystinum hugs­ aði Jákup á Borg ikki so nógv um, at hetta var seinasti dyst­urin, men tað merkti upp­taktina. – Upptaktin til dystin var serlig, tí eg hevði tíð at hugsa um, at hetta var seinastu ferð. Eisini í hálvleikinum náddi eg líka at hugsa um, at hetta var seinastu ferð, at eg fór at sita á hendan hátt, sigur Jákup á Borg. At enda takkar Jákup á Borg øllum áskoðarum og spæl­ar­um, sum hava sett sín dám at yrkis­leiðina hjá sær. trondur@sosialurin.fo Tað var bæði rørandi og gevandi at síggja brøðurnar Jákup Vatnhamar Olsen og Magnus Vatnhamar Olsen taka móti fyrsta FM steypinum í søguni hjá Víkingi. Teir eru synir Ólav Olsen, varaformanni og drívmegi í Víkingi, sum brádliga andaðist í summar. Víkingur hevur havt sínar avbjóðingar við at felagið er ein samanlegging millum GÍ og LÍF, men leygardagin sóu vit aftur, at tað í veruleikanum er ein stór familja. Tað er hugaligt at síggja hvussu nógv verður lagt fyri, at fáa alt at rigga í felagnum. Tað er eisini eitt tekin um at felagið er sunt, tá so nógvir av spælarunum hava spælt so leingi í felagnum. Ein spælari, sum er ein ímynd av familjuni í Víkingi er liðskiparin, Atli Gregersen. Hann hevur spælt við Víkingi síðani tað sá ljós í 2008. Seinnu árini hevur hann verið liðskipari. Tað er hansara uppgáva at taka móti steypinum, men gav heiðurin víðari til Jákup Vatnhamar Olsen og Magnus Vatnhamar Olsen. Tað sigur nógv um Atla Gregersen og Víking. Víkingur er eisini eitt av teimum feløgunum, sum hevur arbeitt miðvíst við at røkka oddinum í føroyskum fótbólti. Felagið verður rikið á skilagóðan hátt og hevur tað fíggjarliga væl. Felagið hevur verið stabilt og tað sæst eisini á eitt nú spælaraútskiftingini og venjaraútskiftingini, sum er sera lítil. Eitt nú er Sámal Erik Hentze bara triði venjari í søguni hjá felagnum, sum nú hevur átta ár á baki. Tað er ikki altíð neyðugt at seta ting upp í móti hvørjum øðrum. Tí skal hetta bara skiljast sum rós til Víking, tí tað eru eisini onnur feløg, ið klára seg væl. Tað eru eisin aðrir spælarar, sum vísa stórsinni, men løtan leygardagi var bæði rørandi og gevandi at uppliva. Til lukku við FM Víkingur Rós til Víking og Atla Gregersen KLÁRUR AT STANDA EINSAMALLUR Jákup á Borg skal saman við Fróða Clementsen venja B36 komandi kappingarár. Hóast hann er ein legenda í felagnum, so er Jákup á Borg til reiðar at seta seg í ein møguliga heitan venjarastól, har spælararnir vóru liðfelagir til fyri bara tveimum døgum síðan