mánadagur 24. oktober 2016síða 30
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 43 • 24. OKTOBER 2016
6
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Vágar
Vilmund Jacobsen
H
in 1. januar komandi ár hevur
Vága kommuna, sum fevnir um
Sandavág, Miðvág og Vatns
oyrar, átta ár á baki. Borgarstjóri
seinastu fýra árini hevur verið Rósa
Samuelsen, sum í átta ár var borgar-
stjóri í Sandavágs kommunu fyri sam
anleggingina í Vágum.
Umframt at vera borgarstjóri í
Sandavágs kommunu, var hon árini
2004 til 2008 eisini forkvinna í Før
oya Kommunufelag.
– Upprunaliga var eg ímóti sam
anlegging í Vágum, men sum frá leið
sá eg fleiri og fleiri fyrimunir, eitt nú
við at styrkja umsitingina, serliga við
tekniskari leiðslu í einari samanlagdari
kommunu.
Rósa á ting
Á løgtingsvalinum hin 19. januar í
2008 varð Rósa Samuelsen vald á
Føroya løgting og valdi ikki at stilla
upp aftur á kommunuvalinum seinni
sama ár.
Tvey fylgjandi løgtingsval varð hon
vald, og árini 2008 til 2011 var hon
landsstýriskvinna í sosialmálum.
Eftir tíðina sum landsstýriskvinna
var hon árini 2011 til 2015 forkvinna
í løgtingsins trivnaðarnevnd.
– Eftir tíðina sum borgarstjóri í
Sandavágs kommunu fór eg í januar
í 2008 við heilum huga upp í lands
politikk. Sum borgarstjóri og forkvinna
í Føroya Kommunufelag hevði eg sæð,
at tað vóru nøkur øki, eg ikki kundi
røkka sum kommunalpolitikari.
Hjartamálini hjá Rósu
Rósa Samuelsen dylur ikki, at henn
ara hjartamál í landspolitikki – og
hesi skjótt fýra árini sum borgarstjóri
í Vága kommunu – eru børnini, tey
ungu, barnaverndarøkið, endurvenj
ingarøkið, heimatænastan og eldra
økið í breiðari merking.
– Bæði sum lands- og kommunal
politikkari havi eg lagt dent á hesi øki
og havi verið við til at taka hond um
hesi viðurskifti. Men, tað tekur tíð, tá
nógv er at fara um.
Hon vísir á, hvussu borgarar yngri
enn 67 ár eru fyri vanbýti í skipanini.
Hesi viðurskifti eru enn ikki komin upp
á pláss, og dømir eru um borgarar,
sum fella uttan fyri tær tænastur, ið
samfelagið annars veitir.
Rósa Samuelsen er rættiliga nógv
upptikin av spurninginum um skipaða
endurvenjing og rehabilitering fyri
fólk, sum hava verið fyri likamligum
hóttafalli, arbeiðsskaðum, ferðslu
óhappum og øðrum – við tí úrsliti, at
tey mistu førleika og inntøku.
– Endurvenjing og endurmenning
skal verða eitt tilboð til bæði ung við
skerdum førleika og til fólk, sum eru
67 ár og eldri. Føroyar hava nú eina
endurvenjingar- og endurmenningar
lóg, sum stórur tørvur hevur verið á.
Tíverri eru tað fólk sum ikki fáa nøkt
andi venjingartilboð ella stuðul.
Borgarstjórin sigur, at tey hava
verið á fundi við Almannaverkið, har
tey hava biðið um samstarv, men
Almannaverkið hevur ikki gingið
teimum á møti, og nú hava tey biðið
um fund við landsstýriskvinnuna í al
mannamálum.
Í góðum hondum
Rósa Samuelsen vísir á, at tá hon
vendi aftur til kommunalpolitikkin fyri
fýra árum síðan, var tað ikki minst tí,
at henni dámar tað kommunalpolit
iska arbeiðið sera væl og ikki minst, nú
fleiri øki eru løgd út til kommunurnar
at umsita er hetta serstakliga áhuga
vert.
– Eg brenni fyri øllum tí sosial
politiska økinum, ikki minst fyri dag
stovnaøkinum, sum lagt varð út til
kommunurnar at umsita um aldar
skiftið – og fyri eldraøkinum, sum
kommunurnar í Vágum hava eitt gott
og gevandi samstarv um.
Borgarstjórin í Vága kommunu
fegnast um, at Heimið á Sýnini nú
verður dagført, soleiðis at umstøð
urnar har verða nógv betri, enn tær
nakrantíð hava verið áður.
– Tey gomlu í Vágum eru í góðum
hondum. Umframt góðu umstøðurnar,
sum nú verða á Heiminum á Sýnini,
hevur Vága kommuna eisini keypt
sethúsini hjá Ivani Johannesen, sála
og konu hansara, Sannu Johannesen.
Hetta eru eini vanlig, men stór sethús,
og her er eitt bútilboð til minnisveik,
sum eru mobil. Húsini eru hugnalig, og
fólk stórtrívast.
Borgarstjórin sigur, at onkur, sum
býr í Ivanshúsi, hevur sagt seg hava
tað so gott, at viðkomandi hevur
gloymt, at hann er farin at gloyma!
Hon vísir á, at tá ræður tey minnis
veiku, er tað løtan, sum telur og sum
gevur teimum vælveru og lívsgóðsku.
– Vit hava havt hetta tilboð í Ivans
húsi í umleið eitt ár, og tað hevur rigg
að ógvuliga væl, tó at húsini hvørki eru
bygd, ei heldur umbygd til endamálið.
Spegla sær í lívinum
Rósa Samuelsen fegnast eisini um
dagtilhaldið, sum er í barnagarðinum
Miðgarði í Miðvági, og hvussu væl
tað riggar at hava børn og eldri undir
somu lon.
– Tá vit í summar høvdu vitjan av
íslendska
mentamálaráðharranum,
Illugi Gunnarsson, var hon saman við
Rigmor Dam, landsstýriskvinnu og
vitjaði barnagarðin og dagtilhaldið,
har eg vegna kommununa tók ímóti.
Illugi Gunnarsson var sera hugtikin av,
hvussu væl tað riggar at hava børn og
eldri undir somu lon. Børnini kunnu
koma inn í dagtilhaldið, og tey hava
eisini aktivitetir saman við teimum
eldru. Tey syngja saman, spæla, baka,
og gleðast um at møtast. Tað er
javnan, at børn eisini bara renna inn
á gólvið fyri at heilsa upp á lurta eftir
morgunandakt og fáa eitt klemm.
Rósa Samuelsen vísir á, at tá ís
lendski mentamálaráðharrin vitjaði,
segði ein kvinna í dagtilhaldinum, at
»her spejler vi os i livet...«.
– Í samband við eldraøkið kann
leggjast aftrat, at stýrið fyri Heima
tænastuna í Vágum, har eg eri for
kvinna, hevur gjørt samstarvsavtalu
við Vága Pensjónistafelag um at virka
sum eldraráð fyri kommunurnar í Vág
um.
Hava gingið undan
Leiðari fyri Heimatænastuna í Vágum
er Halldis Joensen, og forkvinna í
– Tey eru mong, sum ósjálvsøkið brúka burtur av sínari frítíð til at gera tað liviligt
og attraktivt í Vága kommunu – alt frá tí yngsta til hin elsta, og eg vil nýta høvi at
takka teimum øllum fyri tað, sigur Rósa Samuelsen, borgarstjóri í Vága kommunu
Í Vága kommunu
spegla tey
sær í lívinum
– Tey eldru og gomlu trívast ikki bara millum gomul
fólk. Tey vilja eisini hava samband við yngi fólk og børn,
og tað er stuttligt at síggja, hvussu væl dagtilhaldið í
barnagarðinum Miðgarði riggar, sigur borgarstjórin
–Nógvar uppgávur og avbjóðingar liggja eisini fyri framman á ferðslutrygdarøkinum, bæði
hvat viðvíkur sjálvari ferðsluni í kommununi og gongufólki, sigur Rósa Samuelsen