mánadagur 24. oktober 2016síða 31
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 43 • 24. OKTOBER 2016
7
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Vágar
eldraráðnum umvegis Vága Pensjón
istafelag er Lydia Laksafoss.
– Eldraráðið er samstarvs-og
hoyringspartur hjá stýrinum fyri
Heimatænastuna í Vágum, og vit hava
eitt sera gott samstarv, sigur borgar
stjórin.
Hon heldur, at kommunurnar í
Vágum á nógvan hátt hava gingið
undan, tá ræður um tey eldru.
– Stutt eftir aldarskiftið lótu
kommunurnar út spurnabløð til fólk
65 ár og eldri, tí vit vildu hava eldra
økið lýst, og vit vildu vita, hvør tørvurin
er. Niðurstøðan var, at tey eldru vilja
búgva heima í egnum húsi sum longst,
men at tey vilja á røktarheim, tá tann
tíðin kemur, at tey hava brúk fyri at
verða røktaði.
Rósa Samuelsen vísir á, at tað,
sum serliga vantar, tá ræður um tey
eldru, er ein bústaður millum heimið
og røktarheimið – kanska íbúðir – har
tey eldru búgva millum onnur.
– Tey eldru og gomlu trívast ikki
bara millum gomul fólk. Tey vilja eisini
hava samband við yngi fólk og børn,
leggur hon aftrat.
Námsfrøðilig ráðgeving
Tað eru Vága kommuna og Sørvágs
kommuna, sum mynda barnaverndar
tænastuna í Vágum, og kommunurnar
hava í felag valt at uppstiga tænast
una við tilsamans fýra fólkum í starvi
innan hesa tænastu, sum eisini veitir
familjuráðgeving og hevur sálar
frøðing í starvi.
– Barnaverndartænastan, sum
er tænasta til barnið og familjuna,
tekur hond um familjur, sum hava tað
trupult.
Í Vága kommunu hava tey eisini
námsfrøðiliga ráðgeving til dagstov
nar og frítíðarskúlar í kommununi, og
her starvast tveir námsfrøðingar.
– Her verður veitt faklig ráðgeving
til námsfrøðiliga innihaldið í arbeið
num á stovni. Endamálið við ráðgev
ingini er í fyrsta lagi at tryggja, at
øll børn í Vága kommunu hava eitt
gott og mennandi dagstovnatilboð.
Støðið verður tikið í, at børn hava tørv
á góðum relatiónum fyri at menna
seg á besta hátt, og vit vilja tryggja
børnum mest møguligt samspæl við
onnur børn.
Rósa Samuelsen vísir á, at náms
frøðiliga ráðgevingin altíð tekur støði
í førleikanum og styrkini hjá børnun
um, tí tað er her, at flestu menningar
møgleikarnir eru.
– Í skipanini verður stórur dentur
eisini lagdur á at styrkja tey vaksnu,
sum eru um børnini í tí dagliga, so tey
eru før fyri at bjóða børnunum eitt
gott og stimbrandi samspæl, leggur
hon aftrat.
Hon sigur, at Vága kommuna eisini
hevur samtykt tað, tey rópa barna
áskoðan fyri barnaøkið í kommununi.
– Hetta arbeiðið er ein avleiðing
av, at Vága kommuna á heysti í
2015 samtykti at gera eitt felags
virðisgrundarlag fyri alt barnaøkið í
kommununi. Endamálið er, at dag
stovnarnir skulu hava felags náms
frøðiliga mentan og mál, soleiðis
at øll fáa somu góðu tænastu. Tað
er eitt toymi av námsfrøðingum úr
øllum stovnum innan barnaøkið í
kommununi, sum hava orðað barna
áskoðanina í Vága kommunu.
Góð og dugnalig fólk
Rósa Samuelsen fegnast um, at
tey í Vága kommunu hava góð fólk
á barnaøkinum og í røktini, og tað
er ein sjálvfylgja, at skipanin gevur
hesum fólkum rúmd til at menna seg
og brúka sínar mennandi eginleikar.
– Bæði innan dagstovna-og eldra
økið hava vit góða ekspertisu, og eg
plagi at siga, at tað er tríeinigheitin,
sum skal ganga hond í hond. Talan
er um borgaran, sum skal hava tæn
astuna, tey avvarðandi og starvs
fólkið. Eitt eru karmarnir, og annað
er, hvat innihaldið í tilboðnum er.
Í Vága kommunu er eisini heilsu
depil við læknum, fysioterapi, økis
psykiatri, kostráðgeva, heilsusystir,
jarðarmóðir og heimasjúkrasystir -
allar hesar funktiónir í einum bygningi.
– Fólk kunnu fáa allar hesar tæn
astur við at fara inn gjøgnum eina hurð
og soleiðis sleppa frá at fara til Havnar.
Eg haldi, at fólk eru ómetaliga glað
fyri hesar tænastur. Fyri at veita eina
uppaftur betri tænastu verður arbeitt
við at gera ein læknaviðtaluportal, so
fólk kunnu avgreiða ymisk viðurskiftir
heimanífrá. Henda skipan er á gáttini,
sigur Rósa Samuelsen.
Stórar avbjóðingar
Borgarstjórin sigur, at stóra av
bjóðingin hjá Vága kommunu í løtuni
er at útvega grundstykki til fólk, sum
ætla sær at byggja.
– Bæði í Vatnsoyrum, Sandavági
og Miðvági er gongd í nýggjum út
stykkingum. Útstykkingin í Miðvági
fevnir í fyrsta lagi um 12 grundstykki,
men her eru longu 15 fólk á bíðilista.
Í Sandavági fevnir útstykkingin í fyrsta
lagi um 11 grundstykki, og her eru
fleiri enn 11 fólk á bíðilista. Í Vatns
oyrum fáa vit fýra nýggj grundstykki,
harav tvey eru umbiðin.
Rósa Samuelsen sigur, at áðrenn
farast kann víðari í Miðvági, skulu
landsmyndugleikarnir góðkenna býar
planin.
– Sandavágur hevur ein dagførdan
býarplan, og tá góðkenningin er fingin
fyri Miðvág, verða økini í so máta javnt
stillaði. Arbeiðast má javnan við at
dagføra býarplanin.
Borgarstjórin metir, at ein av
uppgávunum hjá nýggja býráðnum í
Vága kommunu verður at samanbinda
býlingarnar í Miðvági, soleiðis at part
urin Norðuri í Heiðum verður knýttur
oman móti bygdini og at samanbinda
Miðvág og Sandavág.
– Nógvar uppgávur og avbjóðingar
liggja eisini fyri framman á ferðslu
trygdarøkinum, bæði hvat viðvíkur
sjálvari ferðsluni í kommununi og
gongufólki. Vit hava nógv belastaðar
vegir, og innkoyringin til skúlan á
Giljanesi er ikki í lagi. Her er ætlanin at
fáa eina rundkoyring, sum væntandi
eisini kann knýtast í eina nýggja út
stykking. Í mestu ferðsluni her í
Sandavági fáa vit nú eina rundkoyring,
og ætlanin hevur verið at gera eina
gøtu oman fyri vegin yvir á Giljanes.
Tað verður arbeitt við at gera eina
ferðslutrygdarætlan fyri kommun
una, har stórur dentur verður á at
komuviðurskiftini til skúlan á Giljanesi
og skúlan í Miðvági. Hetta arbeiði er
boðið út.
Hon vísir á, at Vága kommuna
hevur ein dugnaligan tekniskan leið
ara, sum eisini er útbúgvin ferðslu
trygdargrannskoðari.
– So, hetta økið hjá okkum er í
ógvuliga góðum hondum. Tó noyð-
ast vit at ásanna, at nøkur ting kunnu
gerast her og nú, og onnur mugu
liggja í einari langtíðarætlan. Undir
strikast skal, at vit hava nógv og sera
dugnalig starvsfólk í kommununi.
Ósjálvsøkið arbeiði
Borgarstjórin
í
Vága
kommunu,
Rósa Samuelsen, fegnast um øll tey
góðu og dugnaligu fólk, sum kring
um í kommununi gera eitt gott og
ósjálvsøkið arbeiði – tað veri seg
innan ítrótt, mentan, samkomur og í
pensjónistafelagnum.
– Her eru mong, sum brúka burtur
av sínari frítíð til at gera tað liviligt og
attraktivt í Vága kommunu - alt frá tí
yngsta til hin elsta, og eg vil nýta høvi
at takka teimum øllum fyri tað, leggur
hon aftrat.
– Eg brenni fyri øllum tí sosialpolitiska økinum, ikki
minst fyri dagstovnaøkinum, sum lagt varð út til
kommunurnar at umsita um aldarskiftið - og fyri
eldraøkinum, sum kommunurnar í Vágum hava eitt
gott og gevandi samstarv um. Børnini og tey gomlu í
Vágum eru í góðum hondum, sigur Rósa Samuelsen