mánadagur 24. oktober 2016síða 32
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 43 • 24. OKTOBER 2016
8
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Vágar
Vilmund Jacobsen
Á
vitjan í Vágum var Vikublaðið
inni á gólvinum í Vága Flog
havn, har stjórin, Jákup Sverri
Kass, vísti okkum snotuligu og góðu
umstøðurnar í skrivstovupartinum í
ovaru hæddini.
Meðan vit spáka runt í bygningin
um, sóu vit eisini venjingarhølini – ella
motiónsrúmið – sum øll tey, ið starv
ast í bygninginum, hava atgongd til.
Her eru avgjørt góðir møguleikar
hjá teimum, sum starvast á skrivstov
unum, at lætta sær á og íðka tað, tey
hava hug til.
Inni á skrivstovuni hjá stjóranum
fellur prátið náttúrliga á, at SAS til
várs fer at flúgva millum Danmark og
Føroyar.
– Jú, tað eru flogfeløg, sum sein
astu árini hava víst Føroyum áhuga,
og vit hava havt fleiri vitjanir av
flogførum og fólki, umboðandi ymisk
feløg. Millum tey stóru feløgini, sum
hava vitjað í Vágum við flogfari, eru
eitt nú Lufthansa. Áhugi er fyri Før
oyum, men tað tekur tíð, og nú er so
greitt, at SAS kemur higar.
Tað sigur stjórin í Vága Floghavn.
»Køkan« verður størri
Jákup Sverri Kass ivast onga løtu í, at
ferðafólkatalið á Føroyaleiðini fer at
veksa nógv, tá kapping verður á far
leiðini.
– Í sínari tíð søgdu eisini umboð
fyri SAS, sum vóru einsamallir um
Ålborg í nógv ár, at grundarlag var ikki
fyri fleiri feløgum. Men, í dag flúgva
eini sjey ymisk feløg upp á Ålborg, og
SAS er har framhaldandi.
Hann væntar, at »køkan« at flúgva
upp á Føroyar eisini fer at veksa – við
størri kapping á farleiðini.
– Eg haldi, at vit kunnu vænta
okkum lægri ferðaseðlaprísir og eina
enn betri tænastu, sum fer at gagna
øllum.
Jákup Sverri Kass vísir á, at tað
eru eins nógv fólk til arbeiðis í Vága
Floghavn – antin nógv ella lítið er at
gera. Tað eru nøkur krøv, sum skulu
fylgjast, og tey eru galdandi bæði við
nógvari og minni ferðslu.
– SAS hevur lagt seg á fyrrapart
arnar allar dagar uttan leygardag, og
fyrrapartar er lítil ferðsla, sigur hann.
Hetta er úrslitið
Meðan vit vitja í skrivstovupartinum í
Vága Floghavn, vísir stjórin á, at her
eru umleið 4.000 fermetrar av gólv
vídd, og sjálvur terminalurin er umleið
3.700 fermetrar.
– Umframt fráfaring og komu und
ir tí sermerkta takinum, hevur Vága
Foghavn eisini fleiri leigumál.
Jákup Sverri Kass sigur, at leigað
verður út til Felagið Vágar, 62N, Avis,
avgreiðsluna hjá Atlantic Airways og
Taks. Aðrir leigarar eru Posta við sínari
vøruavgreiðslu og løgreglan.
– Vit hava alla okkara umsiting í
skrivstovubygninginum, og vit hava
brandstøð, verkstað og sweeper-bil
hús til okkara kavaruddingaramboð.
Jákup Sverri Kass vísir á, at tað
var hetta, sum pengarnir, ið Vága
Floghavn hevði at ráða yvir hesaferð,
rukku til.
– Vit hildu okkum innan fyri fíggj
arligu karmarnar, og hetta er tað, vit í
fyrstu syfti fingu burtur úr. Høvdu vit
hava størri fíggjarligt rásarúm, hevði
ivaleyst okkurt verið øðrvísi.
Hann leggur aftrat, at tornið á
flogvøllinum júst er umbygt og dag
ført við nýggjum tólum fyri 4,5 mil
jónir krónur.
Stórt parkeringsøki
Í løtuni verður arbeitt við at byggja
út parkeringsmøguleikarnar hjá Vága
Floghavn, og hetta er ein íløga á stív
liga 40 miljónir krónur.
– Við útbyggingini fáa vit fleiri enn
400 parkeringspláss aftrat, soleiðis at
hesi fara úr 360 upp í fleiri enn 800,
sigur Jákup Sverri Kass.
Vága Floghavn hevur umleið 37
ársverk, harav talið av brandmonnum,
ið flestu eru handverkarar og gera
ymiskt handverksarbeiði, er 25.
– Tað eru eins nógv fólk til arbeiðis í Vága Floghavn - antin nógv ella lítið er at gera, sigur stjórin, Jákup
Sverri Kass, sum væntar, at nógv fleiri fólk fara at ferðast loftvegis, nú kapping verður á Føroyarutuni
Størri kapping gevur
eina størri »kaku«
- Eg haldi, at vit kunnu vænta
okkum lægri ferðaseðlaprísir
og eina enn betri tænastu,
sum fer at gagna øllum, sigur
stjórin í Vága Floghavn
– Vit hildu okkum innan fyri fíggjarligu
karmarnar, og hetta er tað, vit í fyrstu
syfti fingu burtur úr. Høvdu vit hava
størri fíggjarligt rásarúm, hevði ivaleyst
okkurt verið øðrvísi, sigur Jákup
Sverri Kass, stjóri í Vága Floghavn