Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-24, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. oktober 2016síða 36

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 43 • 24. OKTOBER 2016 12 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Vágar Vilmund Jacobsen S une Jacobsen, borgarstjóri í Sørvágs kommunu, hevur drúgv­ ar royndir, bæði í kommunal- og landspolitikki, og tað eru liðin fýrati ár, síðan hann fyrstu ferð læt seg stilla upp til eitt kommunuval. Hetta var sama ár, sum hann byrjaði sum ný­ útbúgvin lærari við Sørvágs skúla. – Eg varð biðin um at standa á list­anum hjá tásitandi borgarstjóra, Dánjali Tavsen, og tá atkvøðurnar vóru taldar, var eg komin í bygdaráðið. Sune Jacobsen dylur ikki fyri, at valsigurin hetta árið í november hevur verið við til at mynda hansara lív. – Tey fyrstu tvey valskeiðini frá 1976-1984 vóru merkt av kollveltandi broytingum í vinnulívinum, og tá vóru kommunurnar ein aktivur partur at stuðla skipakeypi, flakavirki, ísvirki og byggibúgving á bryggjuni. Sum ungur var hann virkin í kapp­ róðri, fótbólti og flogbólti í fleiri ár, og tá hann eisini kom at hava ein virknan leiklut í vinnulívinum, helt hann tað vera rætt ikki at stilla upp aftur á kommunuvalinum í 1984 - eftir tá at hava sitið í bygdaráðnum í átta ár. Uppí landspolitikk Úr kommunalpolitikki fór Sune Ja­ cob­sen upp í landspolitikk. Hann sat á Føroya løgtingi árini 1988 til 1990 og árini frá 1994 til 1998. Sune Jacobsen upplivdi eisini at vera formaður í fíggjarnevnd løg­ting­ sins ein part av kreppuárunum tíðliga í nítiárunum, og á nógvan hátt var henda tíðin kanska tann minst spenn­ andi í hansara landspolitiska lívi. – Vit fingu boð frá donsku stjórn­ ini um, at javnvág skuldi verða aft­ ur á fíggjarlógini í 1998, og tað var eingin løtt uppgáva eftir stóru sam­ felagskreppuna. Neyðugt var at skerja allastaðni, og tað var ikki ser­ liga hugaligt. Tað positiva við hesi tíð­ini var, at fiskiskapurin eftir toski knapp­liga tók seg uppaftur, og hetta var nakað, vit ikki høvdu droymt um kundi henda so knappliga. So stóran týdning hevði góði fiskiskapurin og ring­virkningarnir, sum hetta skapti kring um í Føroyum, at við árslok í 1997 var løgtingsfíggjarlógin komin á rætt­kjøl aftur. Aftur í bygdaráðið Eftir at hava verið burtur úr bygda­ ráðs­politikki í fleiri ár, valdi Sune Jacob­sen fyri tólv árum síðan - og aft­ur hesaferð eftir áheitan - at stilla uppaftur til kommunuval í Sørvágs kommunu. – Mítt høvuðshjartamál var skúlin, sum tá trongdi til eina hjálpandi hond. Fyrsta stigið á leiðini var Gamli skúli. Næsta stigið var sjóvarhitin, og síðan dagføring av øllum teimum gomlu bygningunum og tannlæknastovuni. Borgarstjórin vísir á, at tað síðsta í mun til dagføringina av skúlanum verður boðið út í hesum døgum, og tá er tað arbeiðið, sum byrjaði sum ein skipað dagføring yvir trý valskeið, lokið. – Jú, tað fløvar at hava verið partur av hesum arbeiði, sum nú loksins er við at koma undir land, sigur Sune Jacob­sen. Sum kommunal-og landspolitikkari og sum vinnulívsmaður hevur alt tað vaksna lívið hjá Suna Jacobsen snúð seg um at samstarva við fólk og hava við fólk at gera. – Í løtuni er tað mítt fremst mál at sleppa at verða við til at gera skúlan og Heimið á Sýnini liðugt – ja, eg vil siga, at tað hevði verið krúnan á verk­ inum, sum borgarstjórin tekur til. Sum kommunalpolitikari hevur hann øll árini havt rættiliga stóra undirtøku, og á kommunuvalinum sein­ast fekk hann ikki færri enn 133 at­kvøður, sum er ein dygg álitisváttan í Sørvágs kommunu – og einki av hin­ um valevnunum er komið honum í hálv­an skógv, sum tey plaga at siga. – Eg eri sera glaður og takksamur fyri tann dygga stuðul, eg havi fingið í okkara kommunu, og hetta hevur givið mær treysti at halda fram - og enn einaferð eri eg til dystin fúsur, sigur borgarstjórin, sum hevur latið seg stilla uppaftur á kommunuvalinum hin 8. november. Avrik og hjartamál Sune Jacobsen er fegin um teir karmar, sum barnaansingin í kommununi hev­ ur, og hann fegnast um alla ta fríðkan, sum er framd í Sørvági og øðrum bygd­um í kommununi. – Vit hava reint og gott vatn, og vinnulívið hevur góðar karmar. Tað er mítt hjartamál, at smærru bygdirnar í kommununi ikki verða gloymdar, eins og tað er mítt hjartamál, at vit hava útstykkingar í øllum bygdum. Borgarstjórin fegnast um fríøkið á Stakka og alla ta fríðking annars við snøggum laðingum og øðrum, sum gjørt er kring um í kommununi, tí alt hetta er við til at skapa trivna og hugna. – Í sínari tíð var eg við til at savna inn pening til kappróðrarneystið, og tá ítróttarhúsið við fótbóltsvøllin varð bygt, var eg formaður í bygginevndini. Tá ítróttarhúsið stóð liðugt um aldar­ skiftið, var eingin skuld av týdningi í húsinum, og húsið varð bygt uttan stuðul frá kommununi. Sune Jacobsen vísir á, at tá SÍ fór at taka sær av flogbólti og 07 Vestur fekk fótbóltin, seldi SÍ húsið til 07 Vestur. – Nú er húsið vorðið útbygt og um­ bygt. FSF, Fótbóltssamband Føroya, hevur latið nakað – og kommunan hev­ur fíggjað restina, sigur hann. Hava hildið aftur Sune Jacobsen sigur, at í skjótt farna kommunuskeiði hevur verið hildið nak­að aftur í íløgum, samstundis sum goldið er niður á skuld. – Við árslok 2013 var nettoskuldin hjá Sørvágs kommunu umleið 23 miljónir krónur. Við árslok 2014 var hon umleið 20 miljónir – og við árslok 2015 var nettoskuldin komin niður á umleið 14 miljónir krónur, sum svar­ar til umleið 35 prosent av einari álíkn­ ing. Borgarstjórin sigur, at tey í veru­ – Í løtuni er tað mítt fremst mál at sleppa at verða við til at gera skúlan og Heimið á Sýnini liðugt - ja, eg vil siga, at tað hevði verið krúnan á verkinum, sigur Sune Jacobsen, borgarstjóri í Sørvágs kommunu Dyggi stuðulin gevur mær dirvi og áræði - Eg eri sera glaður og takksamur fyri tann dygga stuðul, eg havi fingið í okkara kommunu, og hetta hevur givið mær treysti at halda fram - og enn einaferð eri eg til dystin fúsur, sigur borgarstjórin, Sune Jacobsen