mánadagur 24. oktober 2016síða 37
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 43 • 24. OKTOBER 2016
13
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Vágar
leikanum hava konsolisera komm
ununa hesi fýra árini, tí stórar íløgur
lógu fyri framman, eitt nú dagføringin
av Heiminum á Sýnini og liðugtgerðin
av skúlanum.
– Yvirfyri ÍSF, Ítróttarsambandi Før
oya, hava vit eisini bundið okkum til at
gera teir fasilitetir við fótbóltsvøllin,
sum neyðugir eru, og her verða umleið
tríggjar miljónir krónur settar av fyri
2017 til nýtt graslíki.
Hann leggur aftrat, at krøvini hjá
FSF eru, at fótbóltsvøllurin verður
breiðkaður, og vøllurin skal hava nýggj
ljós.
Skatturin lækkar aftur
Sune Jacobsen vísir á, at tá ræður um
Heimið á Sýnini, eru landskassans
partur og parturin hjá kommununum í
Vágum ávikavist 15,75 og 15,75 mil
jónir krónur.
– Vit hava goldið umleið 100.000
krónur um mánaðin, soleiðis at tá
hetta árið er liðugt, hava vit tvey ár og
átta mánaðir eftir at gjalda. Nú verður
so tosað um at leggja einar fimm
miljónir krónur aftat í ellisheimið,
sum eftir einum lykli skulu deilast
millum báðar kommunurnar í Vágum,
og fyri okkara part verða hesar umleið
2 miljónir krónurnar ætlandi settar á
fíggjarætlanina fyri 2017.
Sune Jacobsen sigur, at tá íløgan
í Heimið á Sýnini stóð fyri framman,
varð skattaprosentið í komununi
hækkað við 0,7, soleiðis at henda
íløgan ikki ávirkaði aðrar íløgur.
– Tá íløgan í ellisheimið er goldin,
verður skattaprosentið lækkað aftur,
um meiriluti tá verður fyri tí, sigur
borgarstjórin.
Sune Jacobsen fegnast
um fríøkið á Stakka
og alla ta fríðking
annars við snøggum
laðingum og øðrum,
sum gjørt er kring um í
kommununi. – Alt hetta
er við til at skapa trivna
og hugna, sigur hann
Mynd: Vilmund Jacobsen
– Yvirfyri ÍSF, Ítróttarsambandi Føroya, hava vit eisini bundið okkum til at gera teir fasilitetir við fótbóltsvøllin, sum
neyðugir eru, og her verða umleið tríggjar miljónir krónur settar av fyri 2017 til nýtt graslíki, sigur borgarstjórin
Mynd: Vilmund Jacobsen