Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-24, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. oktober 2016síða 38

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 43 • 24. OKTOBER 2016 14 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Vágar Lokali timbur­handilin sum fevnir um alt landið – Vinnufólk í Vágum hava altíð verið undangongufólk, men vit hugsa sjáldan um tað. Tað sigur Jarnhold Nattestad, søluleiðari í Sandavágs Timburhandli, ið heldur at vágafólk kunnu vera stolt av teirra vinnulívið S íðani 1973 hevur Sandavágs Timburhandil verið virkin bæði lokalt og runt landið sum veitari av byggitilfari. Timburhandilin leggur sjálvsagt stóran dent á at kunna veita alt vanligt tilfar, so sum timbur, bjálving, klæðing og tekjur. – Afturat hesum, hava vit, seinastu árini, ment eina byggibúð við alsamt vaksandi úrvali. Umframt vanligt til­ far sum skrúvur, besløg, amboð og annað tílíkt, hava vit eisini eitt stórt úrval av HVS-vørum, til nýbygging og umvælingar annars. sigur Jarnhold Nattestad, ið leggur afturat. – Útkoyring av vørum er ein hin mest týðandi partur av tænastuni hjá Sandavágs Timburhandli. Fleiri ferðir um dagin koyra bilar okkara kring alt landið við vørum, bæði til smáar umvælingar og umbyggingar til stórar verkætlanir. Í stórari menning Sandavágs Timburhandil hevur sein­ astu árini ment seg at vera at ein fyri­ tøka, ið fyrst og fremst hevur virkað og selt í nærumhvørvinum í Vágum, til í dag at vera ein stóru fyritøkunum, ið veitir vørur til nakrar av teimum størstu byggiverkætlanunum kring alt landið. – Seinnu árini hevur fyritøkan staði í stórum vøkstri. Við tað at vega­sambandið er broytt hjá okkum á oynni, hava møguleikarnir hjá okkum vera størri og fleiri, vísir Jarnhold Nattestad á og leggur afturat. – Vit hava verið við í nógvum av teimum stóru verkætlanunum kring landið síðstu árini, og eru veit­arar til fleiri av teimum størstu byggi­fyri­ tøkunum í Føroyum. Sjálvur hevur Jarnhold Nattestad arbeitt í fyritøkuni í seks ár, og er fyri­ tøkan hesa tíðina vaksin munandi. – Tá eg byrjaði her í 2010 vóru vit 5 fulltíðar starvsfólk í fyritøkuni, meðan hetta talið í dag er meiri enn tvífalt so stórt. So aktiviteturin er økt­ ur øgiliga nógv, sigur Jarnhold Natte­ stad. Tað var Magni Thomassen, ið stovnaði fyritøkuna í 1973, men er tað í dag sonur hansara, Albert Ari Thomassen, ið er stjóri í fyritøkuni, ið seinastu árini hevur upplivað ein øgi­ liga stóran vøkstur í virkseminum. – Vit eru ein sjálvstøðugur timbur­ handil, og eru ikki ein partur av eini danskari ketu, tí vit føla, at upp á tann máta, so hava vit frælsi til at veita okkara kundum bestu vøruna til besta prísin, tí vit eru ikki bundnir til ein ávísan veitara, greiðir Jarnhold Nattestad frá. Kunnu vera stolt Sjálvur er Jarnhold Nattestad tó ikki bilsin yvir góðu gongdina hjá Sanda­ vágs Timburhandli. Vága­mað­urin met­ir nevniliga, at vinnulívið í Vágum altíð hevur gingið á odda. – Vit í Vágum kunnu saktans vera stolt av okkara vinnulívið. Vinnu­ fólk í Vágum hava altíð verið undan­ gongufólk, men vit hugsa sjáld­an um tað. Vit hava ikki bara Sanda­ vágs Timburhandil, men eisini Luna, H-Dygd, J. K. Joensen og aðrar fyri­ tøkur, ið ganga á odda, sigur Jarnhold Natte­stad, og heldur fram. – Vilma framleiddu vørur burturúr seyðaskinnum, niðursjóvingarvirki Kovin brutu burturúr nýggjum, flutn­ ingsfeløg bæði á sjógvi og landi, fleiri reiðarí og so framvegis. Vit hava prógv­að fer eftir fer, at vágafólk sakt­ ans kunnu spæla við bæði í Føroyum og á heimsmarknaðinum, sigur Jarn­ hold Nattestad. Jarnhold Nattestad