týsdagur 25. oktober 2016síða 8
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 26. oktober 2016 · Nr. 123
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Sosialurin
8
NEVNDARSESSIR
148 NEVNDIR
Í TÍ ALMENNA
GEIRANUM KOSTA
14 MILLJÓNIR
Almennu nevndirnar eru nógvar í tali og kosta nógv, men fleiri eru neyðugar fyri rættartrygdina
Árni Gregersen
Allar tær almennu nevndir
nar í Føroyum kunnu býtast
upp í fimm ymisk sløg.
Kærunevndirnar
fylla
nógv, men talan er eisini
um fýra aðrar bólkar: Um
sóknarnevndir,
óheftar
nevndir við lógarheimildum,
umsóknarnevndir, ráð og
nevndir, sum stýra løgfrøði
ligum eindum ( td. Atlants
flog)
762 fólk manna hesar al
mennu nevndirnar. Van-ligt
er, at limir í nevndum fáa
fasta samsýning ella fund-
arpening fyri fundirnar, lim-
irnir luttaka í.
Limirnir í nevndunum
í almennum partafeløgum
fáa vanliga munandi hægri
samsýning enn í øðrum
nevndum, har tey í fleiri
førum eisini fáa fastar mán-
aðarligar samsýningar.
Vinnumálaráðið er tað
aðalráð, sum hevur flestu
nevndarsessirnar og betalir
mest
í
nevndarsamsýn
ingum. Í 2013 fingu nevndar
limir í nevndum, sum vinnu
málaráðið
varðar
av
7,3
milljónir í nevndarsamsýn
ingum. Í hesum føri er bert
talan um fastar samsýningar,
fundarpeningurin er ikki
íroknaður.
Tað er sjálvandi ein frá
greiðing uppá, hví nevnd
arlimirnir í nevndum hjá
vinnumálaráðum fáa størstu
samsýningina. Vinnumála
ráðið hevur flestu nevnd
irnar í almennu partafe
løgunum, sum Atlantsflog,
Føroya Tele og Posta.
Tilsamans hevur vinnu
málaráðið ábyrgdina av at
manna 202 nevndarsessir,
mentamálaráðið 134 sessir,
fiskimálaráðið 122 sessir.
Hini ráðini var av færri
enn 100 nevndarsesum hvør.
Hvør sína uppgávu
Nevndirnar eru sum longu
nevnt býttar í fimm ymiskar
nevndir.
Kærunevndirnar taka sær
av kærum um avgerðir, sum
aðrir almennir myndugleikar
hava tikið. Sum dømi kunnu
nevnast
kærunevndin
í
almanna- og heilsumálum og
Fjølmiðlanevndin ella skatta
og avgjaldss kærunevndin.
Eitt annað verður nevnt
fyri óheftar nevdnir. Her
er ttalan um nevndir, sum
hava lógarheimild til at taka
sjálstøðug stig og tær haqva
til dømis eftirlit við ymiskum
abeiði.
Javnstøðunevndin er ein
slík nevnd eins og høvuðs
barnaverndarnevndin
og
kappingarráðið eru tað.
Eitt annað slag av almenn
um nevndum eru tær, sum
hava heimild at játta pen
ing. Tær verða nevndar
umsóknarnevndir. Nevndir
av hesum slag er til dømis
nevndin í mentunnargrunni
Landsins og nevndin fyri
Bústaðir.
Hetta eru nevndir, sum
játta pening ella lán til ym
iskt og millum hetta slag
ið av nevndum kann eisini
nevnast nevndin fyri Ílegg-
ingargrunnin fyri Føroyar.
Eitt annað slag av nevnd
um, sum eisini eru, eru ráð
Andras Róin, stjóri í Bústøðum er
formaður í nevndini fyri Posta. Tað fær
hann 13.000 krónur fyri um mánaðin
Niels Mortensen er formaður í
nevndini fyri Atlantsflog. Tað fær hann
20.000 krónur fyri hvønn mánað
Ómar Svavarsson er formaður fyri
Føroya Tele. Tað fær hann 21.000
krónur fyri um mánaðin
Finn Danberg er formaður í nevndini
fyri Føroya Lívstrygging. Tað fær hann
17.000 krónur fyri um mánaðin