Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-25, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. oktober 2016síða 9

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 26. oktober 2016 · Nr. 123 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 NEVNDARSESSIR gevandi nevnd­ir­nar. Her­ undir kemur Búskapar­ráðið og Fíggingargrunnurin, men eisini Fiskidaganevndin er ein av hesum nevndunum. Seinasti bólkurin er sjálv­ støðugu nevndirnar. Hetta er til dømis nevndirnaar í almennu partafeløgunum, so sum Búnaðargrunnurin, Føroya Grunnurin 1971 og nevndin fyri Vága Floghavn og Føroya Tele. Samsýninarnar Fyri tey flestu, sum sita í onkrum av hesum nevnd­ um, er samsýningin fundar­ peningur. Fyri fundir, sum eru styttri enn tríggjar tímar verða 540 krónur latnar. Vara fundirnir yvir tríggjar tímar, men undir fimm tímar er smasýningin 1080 krónur og er talan um longri fundir, so verða 1620 krónur latnar. Tilsamans vóru í 2013 goldnar 2,8 milljónir fyri hetta slag av samsýningum. Størru upphæddirnar eru føstu samsýningarnar. Og dýrastu nevndirnar eru tær, sum vinnumálaráðið hevur undir sær. Hyggja vit eftir, hvørj­ar nevndir geva bestu sam­sýn­ ingarnar, so fær forkvinnan í Framytaksgrunninum ein fasta samsýning uppá 13.500 krónur um mánaðin. Saman við samsýningini til hinar fýra limirnar kostar nevndin tilsamans 42.000 krónur um mánaðin. Ein onnur dýr nevnd er nevdin í partafelagnum Atlantsflog. Hon kostar til­samans 75.000 krónur, harav 20.000 krónur fara til formannin og 15.000 krónur til næstformannin. Hinir fýra nevndarlimirnir fáa 10.000 krónur í part hvør. Fleiri almennar trygg­ ingar­nevndir eru og tær kosta rættuliga nógv. For­ mað­urin í Føroya Lívs­trygg­ ing fær 17.000 krónur um mánaðin. Toppskorar í samsýning­ um eru tey, sum sita í nevnd­ ini í Føroya Tele. Formaðurin fær 21.000 krónur um mán­ aðin og nevndin kostar til­ samans 88.500 krónur hvønn mánaða. Posta betalir eisini sín­ um nevndarlimum væl. For­ maðurin fær 13.000 krónur um mánaðin og nevndin við øllum seks limunum kostar 56.500 krónur um mánaðin. Fleiri ókeypisnevndir Sjálvt um nógvar nevndir kosta nógv, so eru fleiri nevndri, har limirnir ikki einisinni fáa fundarpening. Mest vanligt er, at fólk fáa fundarpening og at for­mað­ urin kanska fær eina minni upp­hædd. Tað sum er vert at leggja afturat, er, at tey sum manna nevndirnar í stóran mun eru alment sett starvsfólk, sum fáa fundarpening fyri teirra virksmi, hóast tey sita í føstum almennum starvi. (Kelda: Løgmansskrivstovan) Marjun Eystberg fær 13.500 krónur fyri at sita sum forkvinna í Framtaksgrunninum Henrik Møller og Høgni D. Joensen fáa 13.000 krónur í part um mánaðin fyri at sita í Vanlukkutryggingarráðnum Bergur Poulsen er formaður í nevndini fyri teimum báðum undirsjóvartunlunum, sum eru á veg. Fyri tað fær hann 16.000 krónur um mánaðin