týsdagur 25. oktober 2016síða 10
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 26. oktober 2016 · Nr. 123
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
MARCEDES BUSSUR TIL SØLU
Góðkendur til 48 ferðandi
Tlf 213420
Mogens Wraa
Býráðsvalið 2016
Boðað verður frá, at býráðsvalið 8. november 2016 verður
kl. 10.00-20.00.
Valt verður soleiðis:
• Fólk í Havn, Norðradali, Hoyvík og Koltri, á Hvítanesi
og Sundi velja í ítróttarhøllini á Hálsi
• Fólk á Argjum velja í róðrarneystinum á Argjum
• Fólk í Kaldbak og Kaldbaksbotni velja í skúlanum
í Kaldbak
• Fólk í Kollafirði velja í skótahúsinum í Kollafirði
• Fólk í Kirkjubø, Velbastað og Syðradali velja í skúlanum
á Velbastað
• Fólk í Hesti velja í bygdarstovuni í Hesti
• Fólk í Nólsoy velja í felagshúsunum hjá Ungmannafelagnum
Royndini í Nólsoy
Vart verður gjørt við, at valrætt
til býráðsvalið hava tey, sum:
• hava fylt 18 ár og annars lúka treytirnar fyri valrætti
og valbæri til Føroya løgting
• standa í fólkayvirlitinum í Tórshavn í seinasta lagi
2 vikur fyri valdagin
Ríkisborgarar úr hinum norðurlondunum kunnu, hóast teir ikki eru
valbærir til Føroya løgting, velja til kommunuval, um so er, at teir hava
havt fastan bústað í Føroyum seinastu 3 árini undan valinum.
Bert tey, sum standa á vallistanum, sleppa at velja.
Um onkur er komin á vallistan, sum ikki longur býr í kommununi,
sleppur viðkomandi ikki at velja.
Eisini verður boðað frá, at valkort til býráðsvalið eru send teimum, ið
standa á vallistanum. Um veljari ikki hevur fingið valkort, ella okkurt
annað er komið skeivt fyri, skal sum skjótast boðast Snarskivuni frá
hesum.
Harumframt verður boðað frá, at veljarar, ið sambært vallógini lúka
treytirnar fyri at greiða brævatkvøðu, kunnu atkvøða í Snarskivuni.
Sjófólk, sjúk og onnur, sum ikki kunnu koma á valstaðin, kunnu boða
frá í Snarskivuni, tlf. 302010, sum er opin vanliga dagar kl. 9.00-16.00,
tó fríggjadag frá kl. 9.00-15.00.
Vikuna undan valinum ber somuleiðis til uttanfyri upplatingartíðirnar
hjá Snarskivuni at boða frá á vakttelefon 212011.
Í seinasta lagi mánadagin 7. november 2016, kvøldið fyri valið, kunnu
brævatkvøður greiðast í Snarskivuni kl. 16.00-22.00.
Valnevnd Tórshavnar býráðs
torshavn.fo
UMHVØRVISÁRINSMETING
Í sambandi við at Elfelagið SEV hevur ætlan
at byggja eina nýggja orkustøð á Sundi við
fýra motorum á 9,25 MWe til framleiðslu
av ravmagni, hevur felagið gjørt eina
meting av, hvørji árin ætlanin kann ætlast
at fáa á umhvørvið.
Umhvørvisárinsmetingin er almenn og kann
síggjast á Umhvørvistovuni og á www.us.fo
Viðkomandi almenningur, áhugafeløg
og myndugleikar hava møguleika at koma
við viðmerkingum til umhvørvisárinsmetingina.
Hoyringsfreistin er 4 vikur.
Møgulig hoyringssvar skulu í seinasta lagi
mikudagin 23. november 2016 sendast til:
Umhvørvisstovan, Traðagøta 38, FO-160 Argir
ella til us@us.fo.
gevur bara meira
Fá meira
prent fyri
pengarnar
www.nema.fo/oki
Vilt tú vera við til at bjarga lívum, kanst tú
teknað teg hjá einum av blóðgevarafeløgunum
ella umvegis heimasíðuna www.gevidblod.fo
Fólk kunnu geva blóð 3. hvønn mánað.