týsdagur 25. oktober 2016síða 14
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 26. oktober 2016 · Nr. 123
14
Sosialurin
Jógvan Arge
varaborgarstjóri úr Tjóðveldi
Fjølbroytt og blómandi vinnu
lív er fortreyt
fyri
fram
burði og fólk
sins
trivnaði.
Fortreytin eru
góðir
karm
ar at virka undir, so tey, sum
reka vinnu, kunnu menna og
vaksa um sítt virksemi.
Tjóðveldi vil tryggja hesar
karmar. Tað merkir eitt nú
góðar
atkomumøguleikar
og parkeringspláss, skjótari
viðgerð av loyvum og hjálp
og stuðul til íverksetan og
nýggjar vinnur.
Havnirnar í kommununi
eru týðandi arbeiðspláss og
okkara portur til útheimin. Tí
eiga tær áhaldandi at verða
nýtíðargjørdar. Havnin í Havn
er miðdepil fyri føroyskari
sjóvinnu. Fyri Tjóðveldi er
umráðandi, at Vestara bryggja
framvegis hýsir virksemi, ið er
knýtt at sjónum.
Í miðbýnum í Havn er
neyðugt at gera tað liviligari
hjá handilsvinnuni. Komm
unan eigur atkrevja útvent
virksemi, soleiðis at bygn
ingar og handilshøli ikki
standa tóm ella myrk.
Áleikandi neyðugt er, at
kommunan sum skjótast fær
til vega fleiri parkeringspláss
í býnum til frama fyri ein lív
ligari bý.
Kreativar
vinnur
eru
framtíðar vinnur. Tí verður
Nýskapanarhúsið Hugskotið
styrkt og ment.
Ferðavinnan er horna
steinur undir nógvari hand
ils- og tænastuvinnu. Havnin
eigur enn sum áður at vera
ein miðdepil, har ferðafólk
trívast. Ferðavinnan verður
ment uttan at órógva og
oyða náttúruna, og Visit
Tórshavn fær umstøður at
menna tilboð til ferðafólk. .
Vit eiga nógvar perlur í
Tórshavnar kommunu. Vit
mugu eisini gagnnýta oyggj
ar og bygdir, ið eru serliga
áhugaverdar í ferðavinnu
høpi. Saman við bygdar
fólkinum og øðrum áhug
aðum verður ferðavinnan
løgd til rættis og ment.
Tórshavnar
kommuna
er
størsta
landbúnaðar
kommuna í Føroyum. Atlit
mugu takast til landbúnaðin,
eitt nú skunda undir viðgerð
av loyvum til virksemi og út-
og umbyggingar.
Kommunan eigur eisini
eftir førimuni at stuðla und
ir møguleikarnar hjá land
búnaðinum at taka upp aðrar
tættir so sum ferðavinnu.
Filmsvinnan kann menn
ast til eina týðandi vinnu í
Føroyum. Tí stuðlar Tórs
havnar kommuna enn sum
áður hesi vinnu. Áhugafe
lagnum Klippfisk verða viss
aðir góðir karmar. Vit eru
til reiðar at útvega neyðugu
fortreytirnar fyri, at Films
húsið verður í Havn.
Vinna og trivnaður eru
tvær síður av somu søk. Tjóð
veldi vil bæði!
X við E.
Vinnulívið má blóma
Høgni Joensen
Valevni á lista C
“Tú Høgni, tað
er
ómetaligt,
sum Havnin er
blivin hugna
lig. Øll trøini
og øll tey grønu fríøkini. Tað
er virku-liga hent nakað tey
síðstu árini”.
Orðini eigur ein havn
armaður, sum hevur búð
meginpartin av lívi sínum
á flatlondum. Nú hann var
komin aftur á klettarnar,
fegnaðist hann um ta “Dei
ligu Havn”.
Tórshavnar
kommuna
skal halda fram við hesi kós
at leggja av øki til viðar
vøkstur og frílendi, har fólk
kunnu hugna sær og stytta
sær stundir.
Ein stór ætlan er gjørd
saman við landsstýrinum
fyri Hoydalar. Kommunan
hevur verið sinnað at seta
pening av, men landið hevur
hildið aftur. Komandi býráð
má fáa landið við í hesa ætl
anina, so hon kann blíva
veruleiki.
Árliga
umhvørvisvikan
og pakkarnir við runnum
og trøum frá kommununi
eggjar fólki at gróðurseta, og
hon skal avgjørt halda fram.
Ein størri framtíðarætlan
um fríøki og grøn øki millum
býlingar eigur at verða løgd,
so at øll í Havn bara hava
nakrar hundrað metrar til
eitt grønt øki, eins og gjørt
verður í eitt nú Reykjavík.
Harafturat eigur Tórshavnar
býráð av álvara at hugsa um
at lata uppaftur ein part av
Havnará “fyri at fáa gamla
og tiltikna áartutlið aftur í
miðbýin”, sum skilagóð fólk
hava tikið til.
Vísa tit mær álit á val
degnum tann 8. no-vember,
vil eg leggja alla orku í at fáa
ein uppaftur vakrari, hugna-
ligari og grønari høvuðsstað.
Set X við Høgna Joensen
Valevni á lista C
Grønur og fríður –
Tórshavnar býur (1)
KOMMUNUVALIÐ ✗
Bergunn Kass
Listi F
Uppskriftin var
prát,
drekka
muður og jóla
kaka.
Tá
eg
var
barn, var dagtil
haldið hjá ommu.
Abbabeiggjar, abbasysti,
Mona,
Rakul,
Annebeth,
Christian Høj, Klæmint á
Selatræ, Karl í Klaksvík – fyri
at nevna nøkur.
Øll hesi duttu oman á
beinkin hjá ommu, á veg á
posthúsið, á veg til handils
ella ávegis ommu.
Prátið var ivaleyst trúar
spurningar, samfelags-við
urskifti og leyst og fast í ger-
andisviðurskiftum
millum
tún og húski.
Minnist ikki hesi ‘gomul’
ella í øðrviti, men livandi til
tey stillisliga, møguliga aft
aná styttri sjúkralegu, løgdu
árarnar inn.
Samanhald, áhugi fyri
hvørjum øðrum, løtan og
nærvera var lívseyðkenni.
Omma bleiv 93.
Um fleiri við mær halda
hetta góða gamla vera eitt
supplement til tað, vit ídag
bjóða okkara eldru, har tað
mesta verður gjørt undir
so alment skipaðum viður
skiftum, ja, so eigur tað
at vera málið – at finna
nýggjar loysnir og rógva
aftur á tað betra, har fólkið
sjálvt setir dagsskrá og har
dagsinnihaldið er tema.
Citeri úr aðrari grein hjá
mær sjálvari – Absolutt neyð
ugt!
Har
nærdemokratiið
kemur við loysnum og týdn
ingarmiklum samfelags-lig-
um avbjóðingum, og har vit
menna heilt nýggjar fatanir
av kommunum. Kommunan
er ikki bara eitt system og
ein organisatión, men lokal
samfelagið og øll tey menn
iskju, sum her búgva.
og
Hesir nýggju uppgávuhættir,
politikkmenning og ar-beiði
við at fáa til vega ressourcir
í fólkinum og økja um nyttu
virðið av átøkunum, stillar
stór krøv til embætisverkið,
og stór krøv til tillaging,
dagføring og nýggjar ar
beiðshættir.
Vit hava ‘morgunfrúurnar’
í svimjihylinum, vit hava
sjavskvøldini
í
Posthús
kjallaranum, vit hava vest
menningarnar
í
Norður
landahúsinum – dømi um
felagsskap og dømi um odda
fólk og eldsálir, sum skulu
háttvirðast og hálovast.
Vit hava resussirnar, - eld
sálirnar, fólk í ymsum aldri,
felagsskapir, heim, høli, mat
arstøð, undirhald, mentan og
samferðslu.
Kommunala avbjóðingin
er at menna, og saman við
eldraráði og øðrum, fáa hesi
omanfyrinevndu ‘at spæla
saman’, - fáa hesi áhugað og
fáa hesi ‘tendrað’ uppá, at
eldraøkið skal blomstra.
Við framsóknarkvøðu!
Bonkurin hjá ommu
Hós. 27. okt.
Kókað neytakjøt •
Høsnarungalør •
Knettir
Frí. 28. okt.
Nakkasteik • Lasanja •
Høsnarungabringa
Leyg. 29. okt. Rullisteik
Mán. 31. okt. Fiskafrikadellur •
Bankikjøt
Týs. 1. nov.
Rivjasteik •
Grýturættur
Mik. 2. nov.
Stoktur fiskur •
Kjøtfrikadellur
Matskráin hesa vikuna
Matstovan í Hoyvík
Tel 660058
Frítt internet í matstovuni í Hoyvík
LÝSING
til kommunuvalið 8. November 2016
BRÆVATKVØÐUR
Veljarar í Runavíkar kommunu,
ið sambært vallógina lúka treytirnar fyri at
greiða brævatkvøðu, kunnu atkvøða
á býráðsskrivstovuni í avgreiðslutíðini
til og við 7. november 2016.
Tey, ið vegna sjúku ikki eru før fyri at
koma á valstaðin, kunnu boða
kommunuskrivstovuni frá á tlf. 417000
í seinasta lagi 7. november 2016 kl. 12.00.
VALKORT
Við hesum verður gjørt kunnugt,
at til kommunuvalið verða valkort
send øllum veljarum í kommununi.
Um onkur, ið heldur seg hava atkvøðurætt, ikki
hevur fingið valkort, ella okkurt annað er komið
skeivt fyri, skal verða sagt býráðsskrivstovuni frá
í seinasta lagi 7. november 2016 á tlf. 417000
Saltangará, 24. oktober 2016
Runavíkar býráð