týsdagur 25. oktober 2016síða 15
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mikudagur 26. oktober 2016 · Nr. 123
Sosialurin
KOMMUNUVALIÐ ✗
Tróndur Sigurðsson
Formaður í Býggi og
Býarskipanarnevndini
“Rossagøtur
nar eru eitt
fantastiskt ak
tiv hjá havn
arfólki”.
So
leiðis segði ein
maður, eg møtti nú ein dagin.
Orðini eru enn eitt herðaklapp
til avrikið hjá sit-andi býráði,
sum hevur gjørt fleiri gøtur
hetta valskeiðið.
Dagliga – og ikki minst
í vikuskiftunum – ganga
hundraðtals fólk eftir rossa
gøtunum, sum eru gjørdar úr
Marknagilin, út í Havnardal,
runt Fjallið, niðan á Syrða
dalsgøtuna og omanaftur á
ríðibreytina.
Harafturat er gøta gjørd
av Velbastaðvegnum fram
við Sandá og niðan móti
vatnbrunninum. Haðani er
gøtan framvið Ánni í Bráð
anshellli gjørd av nýggjum,
eins og gøtan niðan á Bøllu
reyn og oman á Varða lutvíst
er bøtt og annars gjørd av
nýggjum.
Tað hevur verið áhuga
vert hjá mær at hava verið
formaður í Byggi- og býar
skipanarnevndini
hetta
seinasta valskeiðið, og gjørt
mítt til at fáa hesar hes
ar gøturnar gjørdar. Um
havnarborgarar aftur velja
meg í býráðið, er eitt av mál
unum mínum at byggja út
gøtukervið upp aftur meira,
tí hetta er fólkaheilsa í verki.
Havnardalur og náttúran
runt Havnina er ein perla, og
hana skulu havnarfólk fáa
høvi at njóta upp aftur meira
– til gongu, á rossabaki, við
barnavogni ella á súklu.
Sjálvur vil eg virka fyri
at halda fram í stigum at
gera gøtur fram við Sandá
– úr Sandagerði og heilt út í
Havnardal. Í Havnardali er
tann stóra viðarlundin við
at koma fyri seg. Hon skal
koma í hetta gøtukervið, so
vit fáa eina samlaða heild við
gøtum, viðarlund og øðrum
náttúruøkjum, har havnar
fólk kunnu njóta fríløtur.
Eg eri somuleiðis sinnaður
fyri at víðka gøtukervið
út um Havnina. Gøta er úr
Havnardali, um Sandá og
niðan á Velbastaðháls. Hað
ani mæli eg til at gera gøtu
oman til Velbastaðar – til
gongufólk og rossafólk.
Kirkjubøgøtan er tíverri
illa farin frá Sandá og niðan
á Reynsmúlan. Henda gøtan
skal gerast aftur komandi
valskeið,
so
bæði
bæði
gongufólk
og
rossafólk
kunnu njóta hana.
Hugaligt var at taka ein
part av gøtukervinum í brúk
Mentanarnáttina í 2014. Við
reiðmanninum Poul Mohr
og reiðmanninum Leif Berg
á odda fóru útvið 50 fólk á
rossabaki og eini 100 fólk til
gongu frá Berghestum eft
ir nýgjørdari gøtu niðan á
Kleynsvarða, har reiðmað
urin Poul Hansen hugleiddi
um ross og náttúru.
Havnarfólk hava tikið
rossagøturnar til sín. Næsta
stigið verður at halda fram
við gøtunum og seta skelti
upp, sum vísa gøtur og stað
arnøvn.
Fleiri gøtur – fólkaheilsa í verki
Halla Samuelsen
býráðslimur og valevni
Javnaðarfloksins til
Tórshavnar býráð
Ókeypis buss
leiðin er eitt
s e r s t a k l i g a
væl
eydnað
átak. Fleiri enn
100.000 ferð
andi brúka bussarnar flestu
mánaðirnar. Kortini er rúm
fyri betringum. Bussar-nir eiga
at koyra fyrr á degi, seinni um
kvøldarnar og sunnudagar.
Fleiri orsøkir eru til, at
vit í Tórshavnar Kommunu
kunnu vera stolt av, at vit
hava
eina
skattafíggjaða
bussleið. Tað er munandi
betri fyri umhvørvið og
fyri fólkaheilsuna, at leggja
dent á felags ferðslu. Minni
ferðsla við privatbilum hev
ur eisini við sær, at tørv
urin á viðlíkahaldi av infra
kervinum gerst minni, eins
og t.d. børn og ung ikki eru
tengd at, at fáa foreldur
ella onnur at koyra seg. Tað
gevur báðum pørtum størri
frælsi og fleiri møguleikar.
Tískil er tað ógvuliga
gleðiligt,
at
bussarnir
í
kommununi verða so nógv
brúktir. Men nakrar forð
ingar eru, sum gera at ikki
øll kunnu brúka bussin.
Fleiri skulu møta til arbeiðis
áðrenn bussarnir byrja at
koyra, og somuleiðis eru fólk,
sum ikki eru liðug, fyrr enn
bussarnir eru givnir at koyra.
Hesi fáa sjálvandi ikki brúkt
bussarnar.
Um
vikuskiftini
hava
fólk ikki minni brúk fyri
bussinum. Kanska skal okk
urt keypast, ein er boðin
út til fólk, ella ein arbeiðir í
vikuskiftinum. Ja, fleiri fólk
eru beinleiðis tengd at buss
unum. Tak eitt nú eldri fólk,
sum fegin vilja fara í kirkju,
á
møti,
til
ítróttartiltak
ella annað, ein sunnudag.
Fleiri teirra hava ikki bil
ella koyrikort, og setast
tískil aftur. Støðan er tann
sama hjá nógvum familjum,
sum ikki hava ráð til bil, og
hjá fólki, sum bera brek av
ymsum slagi, ið ger at tey
ikki kunnu koyra sjálvi. Hjá
hesum fólkum er brúk fyri,
at bussarnir koyra meira
leygardagar, og at bussarnir
koyra sunnudagar.
Vit eiga sum kommuna
at veita øllum eitt munagott
tilboð allar dagar í vikuni. Og
her kann kommunan betra
um umhvørvið og trivnaðin
í einum og sama tiltaki.
Tí vil eg arbeiða fyri, at
bussleiðin blívur eitt tilboð,
sum í størst møguligan mun
nøktar tann tørvin, ið hin
einstaki hevur brúk fyri.
Allar dagar í vikuni.
Bussar allar dagar í vikuni
Mildrid á Lógv
skúlastýrisforkvinna
Valevni fyri Tjóðveldi í
Klaksvíkar kommunu
Størsta verk
ætlan
hjá
K l a k s v í k a r
kommunu er
n ý b y g g i n g
av fólkaskúl
anum. Sum øllum kunnugt
er 1. byggistig farið í gongd
í
summar.
Skúlaøkið
er
vorðið eitt byggipláss og tí
merkt av tí ruðuleika, sum
tílíkt hevur við sær. Tað vil
so vera. Nógv foreldur eru
av góðum grundum bangin
fyri trygdini hjá børnunum,
serliga um morgunin, tá tey
koma í skúla. Tað eru nógvir
bilar, og ferðslan er óskipað.
Hetta átti at verið syrgt fyri,
áðrenn skúlin byrjaði aftaná
summarfrítíðina.
Ferðslan
Skúlastýrið hevur í brævi til
kommununa hin 31. august
2016 gjørt vart við ferðslu
trupulleikan, har víst varð á
tey økir og teir trupulleikar,
ið eru ymsastaðni á skúla-
økinum. Tá ið einki var
hent í málinum, og foreldur
framvegis vóru ørkymlaði
og ótrygg við støðuna, heitti
skúlastýrið hin 19. oktober
aftur á Klaksvíkar kommunu
um
at
finna
loysnir
á
ferðslutrupulleikunum
beinanvegin.
Skúlastýrið
fær svar, at málið krevur
tvær
býráðsviðgerðir,
og
at tann næsta verður um
eina viku, sum vit væntandi
fáa svarskriv upp á aftaná.
Men nú, ið kommunuvalið
nærkast, er borgarstjórin
farin í bløðini við hesum
máli og hevur lovað at loyst
tað beinanvegin. So vónandi
verður hetta í lagi skjótt, men
hetta kundi verið gjørt betur.
2. og 3. byggistig
Tá 1. byggistig, sum er nógv
tað størsta, er liðugt vænt
andi við skúlaársbyrjan 2018,
so er ætlanin at halda áfram
við teimum eftirstandandi
gomlu bygningunum. Hesir
eru gamlir og framvegis
merktir av fukti. Eg sat sjálv
í byggibólkinum, og vóru vit
fleiri, sum vístu á hendan
trupulleika.
Soppavøkstur
var á gamla Ziskatrøð, ið varð
reinsaður fyri sopp, ábøtir
framdar og blásarar settur
upp at turka í kjallaranum.
Nógvar
milliónir
krónur
hava seinastu árini verið
brúktar
upp
á
hendan
bygning. Meiriluti var í bý
ráðnum fyri at varðveita
tann partin av skúlanum á
Ziskatrøð, ið vendir oman
og niðan sunnanfyri gamla
kirkjugarð.
Hetta
er
alt
lappaloysnir, tí sum nú er
lekur vatn inn í kjallaran,
so annaðhvørt má drenast
rundanum bygningin, áðr
enn hann verður renover
aður, ella má hann takast
niður. Í verandi líki verður
bert spurningurin um tíð,
til soppur aftur kemur í og
spreiðir seg uppeftir tí gamla
bygninginum og í ring-asta
føri víðari til nýggja partin
av skúlanum, sum verður
bygdur áfast gamla Ziska-
trøð.
Hóast, at nógvar milliónir
longu eru brúktar upp á
hendan
gamla
bygning
seinastu 20 árini, so er
hann langt frá góður enn.
Og spurningurin er um ikki
rætta loysnin vildi verið at
brotið hann niður og bygt
nýtt. Eg vil arbeiða fyri at
skilabesta loysnin verður
vald, tá vit koma so langt. Vit
mugu hugsa longur enn bert
nøkur fá ár fram. Skúlin má
kunna halda nógv ár fram
yvir.
Undirvísingartilfar
Okkara størsta tilfeingi er
eitt vælútbúgvið fólk, og
skúlin eigur tí at raðfestast
ovarlaga, ikki minst barna
skúlin. Hetta er mítt hjarta
mál, og eg vil arbeiða fyri,
at skúlin á Skúlatrøð og
hinir skúlarnir í Klaksvíkar
kommunu verða raðfestir
høgt. Her hugsi eg ikki bert
um nýbygningar og viðlíka
hald, men serliga útreiðsl
urnar til undirvísing, bøkur
og annað tilfar, sum verður
brúkt í skúlunum. Her hava
vit í fleiri ár ligið langt aftan
fyri nógvar aðrar skúlar í
Føroyum, soleiðis at játtanin
per næming hevur verið
av teim lægstu í Føroyum.
Seinastu tvey árini hevur
skúlin á Skúlatrøð fingið
eina eykajáttan áljóðandi
300.000 kr hvørt ári fyri
undirvísingartilfar.
Hetta
er eitt stórt stig á røttu kós
ini ímóti einum betri skúla
skapi. Um eg komi í bý
ráðið, vil eg arbeiða fyri, at
játtanin til skúlaskap verð
ur nøktandi fyri hvønn ein
stakan næming, soleiðis at
tann við serligum tørvi eisini
far bestu umstøður at virka
undir og mennast.
Næmingaráð
Á
skúlastýrisfundi
havi
eg lagt ynski fram um at
stovna
eitt
næmingaráð
fyri samanlagda skúlan, ið
loksins er stovnað. Hetta
fegnist eg sum forkvinna
um. Eitt næmingaráð lærir
næmingarnar at taka lut í
fólkaræðisligum samfelagi,
og gevur teimum høvi at
taka ábyrgd og fáa ávirkan
á egnan skúladag. Tað kann
hugsast, at eitt næmingaráð
kann koma at krevja fíggjar
ligt íkast fyri at kunna gera
okkurt munagott fyri skúlan.
Hesum vil eg heilhjartað
stuðla, um eg komi í býráðið.
Nýmótans skúli
Spennandi verður at fáa
nýggjan nýmótans fólka
skúla í Klaksvík við 22 nýggj
um flokshølum, 6 felags
økjum, 8 bólkarúmum, 8
vanligum vesum, tveimum
størri vesum, eini felagshøll/
matarhøll, miðlasavni, høli til
heimkunnleika, amfiteatri og
einum tónleika-leiklistapalli.
Við hesum góðu kørmum
fær okkara ungdómur bestu
møguleikar at virka undir og
mennast, samstundis sum
hetta verður eitt mennandi
og kveikjandi arbeiðspláss í
tráð við nútíðarsamfelagið.
Mest møguligt fyri
skattakrónurnar
Um eg verði vald í býráðið,
so vil eg gera alt fyri, at tú
sum borgari fært sum mest
møguligt
fyri
inngoldna
skattin. Her hugsi eg um, at
gamli Ziskatrøð bygningurin
má endurskoðast, soleiðis
at 2. og 3. byggistig skúlans
verður bygt skynsamt. Sum
foreldur hava vit krav upp
á heilsugóðar umstøður fyri
okkara børn, og at tað sum
kommunan brúkar okkara
skattakrónur upp á kemur
at halda í longdini.
Skúlin á Skúlatrøð