Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-18, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. september 2004síða 27

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Heri Mohr Í SKÁANUM nr. 172 og 173 svarar cand.theol. Tórður Jóansson upp á nak- rar spurningar, sum vórðu settir honum í SOSIAL- INUM nr. 131. Fyrst at siga, at hetta at geva fólki svar, tá ið spurt verður, er góður siður, og tað var tessvegna ongantíð ivi um, at Tórður fór at geva skilagott svar, og tað gjørdi hann so eisini bæði væl og virðiliga. Fyri hetta hevur hann uppiborið stóra tøkk, og hana fær hann við hes- um. Hann, ið hetta skrivar, hevur í nøkur ár, áðrenn verandi landsstýrið kom, skrivað nógv lesarabrøv um samfelagsspur ningar, spurningar sum hava rel- atión til sosiala tryggleikan í Føroyum og so statt við- koma hvørjum mansbarni. Hesi brøv høvdu beinleiðis ella óbeinleiðis adressu til tá førda politikkin, men nei, tað var sum at sláa í eina dýnu. Tøgn sum í grøvini. Av teimum 7 deyðssynd- unum er tann fyrsta: Hug- móð. Í framkomnum lond- um, har demokratiið ræður, fara hugmóðiligir politikar- ar og teirra ráðgevar í myrkrið og gloymskuna. Øðrvísi í Føroyum! Viðvíkjandi orðunum feria og frí, so má tað haldast, at ein persónur, sum hevur fingið frí (day off), er ikki farin í feriu, og at sami persónur, sum hev- ur fingið feriu (holiday) av- spákar ikki frídagar. Frí og feria merkja, hví ein persónur ikki er til ar- beiðis. Og so er tað varmin, sum ongan góðan eigur. Alt broytist, eisini veðurlagið, men valla finst nakar turist- ur, sum kann siga seg hava vitjað Føroyar í tropiskum hita, sjálvt um ÚF og SvF hvønn dag fráboða, hvussu hitin er í Føroyum. Um okkara leiðir er tað varmi ella kuldi, sum er í luftini. Vit siga tó onkuntíð, at her er heitt, sum í h……; og enn er tað loyvt at biðja børnini koma inn í varman og verma seg, ella, far undir dýnuna við varma- dunki, tað plagar at hjálpa. Ì Bretlandi og á tí europe- iska meginlandinum skilja tey ímillum hita og varma, og tað gjørdu vit eisini til einaferð miðskeiðis í farnu øld, t.v.s. fyri hálvtrýss árum síðani, men so tók tann fjákuta undirluta- kenslan mótvegis tí danska málinum rættiliga dik á seg, samstundis sum skilafólk arbeiddu við at tillaga tað føroyska málið til nútíðina. Hetta villist í stirvnari, fortíðar orðadyrk- an og bábyloniskum fløkj- um. Nógvir føroyingar, eis- ini løgtingsmenn, hava trupulleikar við at skilja føroyskt og tessvegna ilt við at málbera seg í skrift og talu. Vandamálið verður ikki loyst, fyrr enn tann føroyski skúlin aftur fer at læra børnini tað latínska alfabet- ið, tillagað tað føroysku tunguna - og fremmanda orð, sum koma inn á okk- um, serliga úr Bretlandi og øðrum størri londum á meginlandinum. Lands- stýrismaðurin við menta- og skúlamálum eigur skjótast at lýsa fylgjandi bókstavar sum partar av tí føroyska alfabetinum: c, w, x og z. Ikki fyrr enn tað er gjørt, kunnu vit aftur fara at læra okkara børn ABC´ið og stava orð rætt. Vit føroyingar hava nógv lániorð úr Bretlandi (Skot- landi) - hugsa bara um øll orðini, sum komu við sluppunum fyri meira enn 100 árum síðani. So hví ikki »lána« og brúka orðið nurse (nørs) í staðin fyri sjúkrasystur, sum Tórður mælir til? Mær vitandi eitur ein yvirsjúkrasystur sister í Bretlandi, so vit liggja nær UK í hesum spurningi. Men áðrenn starvsheitið sjúkrasystur skal fara í søg- una, eigur orsøk og niður- støða at verða lagt fyri sjúkrasystrafelagið til um- mælis. Ordnung muss sein!. Fyrst í h. mð. skrivaði DIMMALÆTTING eitt sindur um tann nýggja sjúkrahúsbygningin, sum Landssjúkrahúsið fer at taka í nýtslu um stutta tíð. Blaðið skrivaði, at har er alt so vakurt og væl gjørt, at »tað er sum at koma í ann- an heim«. Greitt verður frá, hvussu framkomið alt fer at verða, tá ið innbúgv, tól o.a. er komið, og liðugt og klárt er at taka ímóti sjúklingum. Eftir øllum at døma fer sjúkrahúsið tá at liggja javnt við ella kanska eina lítla bátslongd framman fyri tey, sum vit vanliga plaga at sammeta okkum við. Fer tað nú tað? Í greinini lesa vit eisini, at »millum hvørja stovu er eisini eitt baðirúm og nátt- hús. Hurð er til báðar síð- ur…« Nátthús!! Hvussu skal tað skiljast: - Hevur sjúkrahúsið fing- ið nátthús og bukku millum hvørja stovu, til tess at okk- ara langommur og langabb- ar, um tey fara at spøkja har um leið, ikki skulu ivast í, hvar tey kunnu loysa sær buksurnar, tí tey høvdu nátthús og bukku, meðan tey vóru á foldum, men slíkt er farið í søguna fyri langt síðani. Gamla sjúkrahúsið (1925) hevði valla nakað nátthús. - Ella er tað so galið, at WC og Toilett eru/verða bannlýst orð á okkara sjúkrahúsum ? Um tað er satt, tað sum blaðið hevur skrivað um nátthús á tí nýggja sjúkra- húsinum, so eigur lands- stýrismaðurin við heilsu- málum at steðga ørskapin- um beinanvegin. Sjúkrahús við nátthúsum VIÐMERKINGAR 52 Nr. 178 - 18. september 2004 Nr. 178 - 18. september 2004 53 C M Y K 53 52 HEILSANIR Góði Karstin og Djóni Hjartaliga tillukku við døguønum. Djóni tann 9. sept. og Karstin tann 20. sept. Heilsan babba og mamma Góði tit bæði Hjartaliga tillukku við lítlabeiggjanum. Gud signi tykkum, Omma og abbi Til Edith Kristinu og Jóhann Sofus Lukku og gleði á tykkara 2 og 4 ára degi. Jesus pápi signi tykkum. Bestu heilsanir Karla-omma Til Edith Kristinu og Jóhann Sofus Hjartaliga tillukku á 2 og 4 ára døgunum 15. og 22. sept. Muss og klemm. Heilsan gubbi og mammubeiggi Góði Óðin og góða Marin Hjartaliga tillukku við føð- ingardøgunum 19. sept. og 19. okt. Jesus pápi signi tykkum. Omma og abbi á Norðurrás Góði Sonni Hjartaliga tillukku á 15 ára degnum 18. sept. Jesus signi framtíð tína. Heilsan mamma, babba, Súni, Ása og Mary i