Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-25, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. oktober 2016síða 44

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN OKTOBER 2016 12 Less is more? Eg royni at niðurbróta mín keðiliga óvana. Eg havi altíð lyndi at gera ov nógv burturúr tí matliga og søta, tá eg fái vitjan. Úrslitið er, at fleiri nippa til eitt sindur, og tí fer nógv beint í ruskspannina. Hví ikki heldur gera eitt sindur, sum øll nippa væl av? Nú skal eg vera vertinna fyri einum tubberware party, og tískil skal eg gera okkurt lætt afturvið einum drekkamunni. Avbjóðingin er at gera tveir møgu­leikar av onkrum, sum riggar saman við kaffi og te. Eitt er, at eg keypi skynsamt inn, men við tveimum smábørnum er tað jú eingin orsøk at gera so nógv burtur­ úr, at náttarsvøvnurin fer. Tí geri eg nýbakaðar bollar og og eina sera einfalda kaku. Í síðstu útgávu av HON fingu matvøruhandlarnir, Miklagarður og Á bestu skoðsmál. Hetta komst av tí at Miklagarður var einasti handil, sum hevði allar vørurnar, og Á var bíligast og hugsaði um matoyðsl í síni sølu. Tá viðmælti eg, at fyrst keypa inn í Á og síðani keypa vantandi vørur í Miklagarði. Hvussu verður nú? TORDISA BOLLAR 2 dl av Olju 2½ dl av vatni 2½ dl av Mjólk 2 Egg 4 Súpsk av sukri 2 pk av Ger 3 tsk av salti 1 kg av hveitimjøli DADLUKØKA VIÐ JARÐBER (UPPSKRIFT ÚR ODDVØRSA) Botnur 2 dl av sukri 2 dl av hakkaðum mandlum 200 g av dadlum 100 g av myrkari sjokolátu (minst 55 %) 1 dl av hveitimjøli 1 tsk av bakipulvuri Pynt Flødaskúm Jarðber EINFALT ÚRVAL ER MINNI MATOYÐSL HALDA Á OG MIKLAGARÐUR STÍLIN? Soleiðis gekk innkeypið av kaku- og bollatilfari Á 13 VØRUR Gott: Prísurin er í góða endanum. Minni gott: Eingin sjokuláta og eingin jarðber Í ALT 241.95 KR FK 14 VØRUR Gott: Einasti handil umframt Miklagarð, sum hevði sjokulátuna og prísurin var heilt okey. Minni gott: Nógvar vørur vóru ikki so logiskar uppsettar, so eg brúkti ov nógva tíð at leita. Í ALT 264,71 KR BÓNUS 13 VØRUR Gott: Sera góðir prísir Minni gott: eingin sjokoláta og jarðber Í ALT 227,75 KR MIKLAGARÐUR 14 VØRUR Gott: Eg fekk ta røttu sjokulátuna og breiðari úrval Minni gott: Ov nógvar vørur, sum eru nakrar krónur dýrari enn aðrastaðni Í ALT 281,60 KR INN 13 VØRUR Gott: Tey høvdu 13 vørur, tað hevði eg ikki væntað hesuferð Minni gott: Í dýra endanum, og eingin sjokuláta og jarðber Í ALT 264,30 KR Innkeypslisti til tubberwarekvøld 15 vørur