Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-25, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. oktober 2016síða 45

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 SOSIALURIN OKTOBER 2016 Bónus og Miklagarður er tað sama.... Ja soleiðis siga fólk, tá tey skulu greiða frá, hvussu eigaraskapurin hongur saman. Gamaní hevur Bónus kjøt frá Mikla­ garði og rættliga nógvar eins vørur, men prísurin er hvør sín. Um vit trekkja sjokulátuna úr Miklagarði burturfrá, sum kostaði 20 kr, so hava vit ein mun á 33,85 kr. Tað er nógv at spara fyri so at siga somu vørur. Tað er tí neyðugt at spyrja okkum, hví vit velja Miklagarð, tá vit við vanligum stakroyndum prógva, at prísurin er hægstur har. Koyrir Miklagarður prísin 1-2 krónur upp á vanligum vørum fyri síðani at veita besta úrvalið og til tíðir eisini góð tilboð? HAVA VIT IKKI AVTIKIÐ 25 OYRAÐ? Sum eitt dømi so kostar ein pakki av mjólk millum 10,95 10,75 11,10 og 11,25 krónur. Er tað bara eg, sum ikki skilji, hví man við lóg ikki setir prísir á alt eftir hvørjum myntum vit hava í okkara gjaldoyra? Mjólkin, sum kostar 11,10 kemur at kosta 11 krónur tá tú skalt gjalda við reiðum peningi, men spurningurin er, um hon kostar tað við gjaldskorti? Og hinvegin so kostar 10,95 mjólkin 11 krónur fyri ein, sum skal gjalda við reiðum peningi, men hon kostar eftir øllum at døma 10,95 við gjaldskorti. IKKI SØMU VØRUR HVØNN DAG Í VIKU? Fyri 14 døgum síðani gjørdi eg somu kaku, og tá fekk eg frísk jarðber. Men stutt undan tí leitaði ein vinkona eftir jarðberum og fekk eingin. Nær fáa vit so jarðber? Jú gaman í, eg veit at jarðber ikki hava háárstíð í oktobur/novembur. Men so inn í millum eru tey til keyps. Er tað kanska bert mánadag-týsdag, tá handlarnir júst hava fingið vøru. Ella eru tað følsk jarðber sum vit fáa, tá tey so eru at fáa. Eg veit ikki, men eri vís í, at næstuferð skal eg ikki seta nøsina eftir at fáa frísk jarðber, men ganga við nøsuni beint móti frystaranum. MÍTT DISCOUNT VIÐMÆLI HESUFERÐ Flestu handlarnir selja okkum dygdar­ vørur fyri ein hægri prís og síðani minni góðar vørur fyri ein bíligan penga. Men eg loyvi mær ofta at seta spurning við, um ikki merkini First Price, Coop og Gestus eru minst líka góð sum dýraru vørur eru. Meiningarnar eru allarhelst sera ymiskar um júst tað. Míni ráð eru at royna teg fram, tá tú keypir inn. Eg keypi ongantíð bara tær bíligastu vørurnar. Fyri nærum hvørt innkeyp eg geri, so royni eg eina nýggja vøru hjá omanfyristandandi merkjum. Um eg skuldi gjørt júst hetta innkeypið aftur t.d til ein bindiklubba, so hevði eg keypt inn í Føroya keypsamtøku (FK). Har fekk eg 14 út av 15 vørum, men hvør veit um tey ikki hava frísk jarðber næstuferð. KOM Í GONGD VIÐ TÍTT SKYNSAMA HÚSARHALD Tað er aldrin ov seint, men hví ikki bara byrja nú? Okkara húski hevur spart fleiri túsund krónur síðani vit tóku fingurin úr einum vissum staði. Knappliga hava vit pening til ymiskt, sum hevur verið útsett leingi. Tað er so friðsælt og lekkurt at ikki oyðsla longur. Tí skalt tú velja eitt skynsamt húsar­hald Tað snýr seg ikki um at venda hvørjari einasti krónu, tí tað heldur eingin út í longdini. Tað er sum at fara á ein kur, sum ikki er gjørdur til ein lívsstíl, men bert fyri eina stund. ENDAMÁLIÐ ER 1) At minka um peningaoyðslið tá vit keypa inn til húsarhaldið. 2) At minka um og hugsa meira um matoyðsl 3) At ótilvitað ella tilvitað fáa eina betur heilsu. FÍGGJARPOLITIKKUR Tú skalt gera tær eitt vikubudget. Ger tær greitt hvussu nógvar pengar tit hava ella vilja nýta til mat og húsarhaldstilfar um vikuna. Vanliga kenna vit eina fíggjarkontu at telja 30 dagar, men eitt vikubudget er lættari at halda skil á. Tað er týdningarmikið at koma í gongd, so tí kanst tú gera tær eina fyri­bils meting, hvussu tykkara fíggjar­ætlan skal síggja út, og síðani kunnu tit snikka hana til. Tó viðmæli eg, at tit royna fyrsta upp­leggið í eina heila viku. HVUSSU GERI EG Heilt einfalt, so kannar tú eftir hvørjar mánaðarligar útreiðslur og inntøkur tit hava. Hvat er eftir aftaná allar fastar útreiðslur eru farnar av? Tað er ymiskt hvussu nógv vit síðani velja at brúka til húsarhaldið. Ein tummilfingraregul er at 50% av tí sum er eftir fer til mat og húsarhaldsvørur. Hetta er bert ein tummilfingraregul,tí tað er so ymiskt, hvussu tungt fólk sita í tí og hvussu stór familjan er. Síðani deilir tú upphæddina, sum tú ert komin fram til í fýra. Finn tær fýra brævbjálvar fram og skriva t.d vika 44,45,46 og 47 á. Goym tríggjar av teimum burtur og legg nummar 44 kláran at brúka. Minst til, at tú nú ikki longur hugsar um dagin í morgin beint áðrenn tú leggur teg at sova. Nú ert tú eina viku frammanfyri innkeypið og undirmet ikki sunnu sálarligu heilsuna av hesum. Góða eydnu við skynsama húsarhaldinum Tú hevur nú gjørt bróðurpartin av uppgávuni, fíggjartýringin er klár hjá tær. Nú kemur næsta avbjóðingin, sum er sjálvt innkeypið. Les meira á www. facebook.com/skymsemi hvussu tú nú kemur víðari. Heidi Lava Elgeirsdóttir Soleiðis kemur tú í gongd Miklagarður og Bónus, potato potato ella potato tomato?