Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-25, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. oktober 2016síða 46

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN OKTOBER 2016 14 ANDREA ÁRTING Andrea Ársting var fødd tollaksmessudag í 1891, og hon doyði 30. mai í 1988. Hon er kend fakfelagsforkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag í 40 ár, frá 1937 til 1977. Andrea Árting var ein av fyrstu føroysku kvinnunum, ið stillaði upp til løgtignsval. Tað var í 1940, tá hon var valevni hjá Loysingarflokkinum, hon varð tó ikki vald. Tá ið Tjóðveldisflokkurin varð stovnaður í 1948 var hon ein av trúføstu stuðulunum hjá flokkinum. Hon var sitandi sum fakfelagsforkvinna í Føroya Arbeiðarafelag til 1977, og var eisini nevndarlimur í Føroya Arbeiðarafelag størstapartin av tíðini, har hon var nevndarlimur frá 1940 til 1958. Samráðingarnar um somu konufólka- og mannfólkaløn vóru tær seinastu í forkonutíð hennara. Andrea var heiðurslimur og fekk løn svarandi til formanslønina restina av lívinum, til hon andaðist í 1988 96 ára gomul. Dugnaliga Christa Reynheim er farin undir eina heldur øðrvísi verkætlan. Við at tekna kendar undangongukvinnur varpar Christa Reymheim ljós á feminismu og á javnstøðu. Her eru teknirøðirnar av Feministisk