Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-25, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. oktober 2016síða 47

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 SOSIALURIN OKTOBER 2016 teknirøð Ruth Smith og Andreu Árting, sum tú kanst lesa meira um á síðuni. Komandi útgávurnar av HON fara at hava fleiri tekningar frá Christu RUTH SMITH Ruth Smith varð fødd 5. apríl 1913 í Vági og doyði 26. mai 1958. Hon var málari og teknari. Ruth Smith verður mett at vera ein hin týdningarmesti koloristurin í føroyskari myndlist. Hóast skeið hennara sum listakvinna varð stutt – hon doyði í druknivanlukku í 1958 – bert 45 ára gomul – kom hon at seta sín dám á málningalistina. Í 1930 fór Ruth Smith til Danmarkar, har hon ætlaði at læra til sjúkrasystir. Hon fekk arbeiði í vaskarínum á Diakonissestiftelsen í Keypmannahavn, men tá ein av sjúklingunum á staðnum sá hennara skitsur, setti hann hana í samband við listakonuna Bizzie Høyer. Ruth gjørdist næmingur á Høyers tegneskole í 1933-34, og í 1936 varð hon upptikin á Kunstakademiets Malerskole, sum næmingur hjá Aksel Jørgensen professara. Hesin Aksel Jørgensen helt nógv um gávurnar hjá Ruth Smith og skal hava sagt, at sjálvsmyndir hennara vóru millum tær bestu í norðurlendska listarheiminum. Í 1943 varð Ruth Smith liðugt útbúgvin.