týsdagur 25. oktober 2016síða 48
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN OKTOBER 2016
16
Danjal av Rana
Alt tað vit vita um, hevur tað verið
vanligt, at ein partur av føroyingum hava
verið burturstaddir í arbeiðsørindum
í longri ella styttri tíðarskeið. Fyri tað
mesta hevur talan verið um sjómenn,
sum kunnu vera burtur heimanfrá í
mánaðir, áðrenn teir koma heim aftur
til síni kæru. Seinastu árini er tað vorðið
alsamt meiri vanligt, at føroyingar í
vinnu á landi eisini hava leitað sær
uttanlands, einamest til Noregs.
Føroyskir elektrikarar og handverkarar
hava í mong ár arbeitt í Noregi og
føroyska skattaskipanin er í ávísan mun
tillaga til teirra.
Seinastu árini hava tó eisini
alsamt fleiri kvinnur leita sær út um
landoddarnar. Serliga er talan um
sjúkrasystrar og ljósmøður, og Hon
hevur hitt eina teirra.
Heidi Zachariassen er 46 ára gomul
og starvast til dagligt sum ljósmóður
á Landssjúkrahúsinum. Hon trívist
ómetaliga væl her í Føroyum, men
seinastu árini hevur hon javnan arbeitt
nakrar vikur í Noregi, fyrst og fremst í
Oslo, Bergen og Haugesund.
– Eg haldi tað vera ómetaliga
spennandi at sleppa á arbeiða á størri
sjúkrahúsum við nógv meiri virksemi
og nógv fleiri barnsburðum enn á
Landssjúkrahúsinum, sigur hon.
Hon greiðir frá, at tað er ymiskt,
hvussu føroysku kvinnurnar finna
størvini í Noregi. Onkrar fara einsa
mallar, men sjálv hevur hon valt at fara
gjøgnum eina avloysaraskrivstovu í
Danmark.
– Eg kenni meg tryggari á hendan
hátt. Skrivstovan tekur sær av tí mesta
av tí praktiska, syrgir fyri ferðaseðlum
og íbúð, eins og tryggingum av ymiskum
slag, sigur Heidi Zachariassen.
Heidi Zachariassen greiðir frá, at eftir
at ein hevur søkt og er góðtikin sum
avloysari, fær ein leypandi teldupostar
um leys størv á ymiskum sjúkrahúsum.
– So er tað upp til mín at søkja. Tað
er ymiskt, hvussu nógv størv eru leys,
tað minnir nógv um sesongarbeiði.
Serliga um summarið er stórur tørvur á
avloysarum, sigur hon.
FJØLBROYTTAR UPPLIVINGAR
Hon dylur ikki fyri, at tað fíggjarliga
loysir seg sera væl at arbeiða í Noregi,
men tað er ikki einasta orsøkin til, at hon
fer til Noregs.
– Eg haldi tað vera sera læruríkt at
arbeiða í Noregi. Talið á barnsburðum
er nógv hægri har enn her heima. Vit
uppliva tí nógv meiri og nógv fleiri
ymiskar støður enn her í Føroyum. Vit
uppliva eisini fleiri ferðir, at alt ikki
gongur heilt sum tað skal ella at barnið
er sjúkt. At uppliva hesar støðurnar í
Noregi, ger okkum betri førar fyri at
møta teimum, um tað sama skuldi hent
her í Føroyum, sigur hon.
Á Landssjúkrahúsinum verða umleið
600 børn fødd um árið. Á sjúkrahúsinum
í Haugesund, har Heidi Zachariasen
hevur verið nakrar ferðir, verða 1.600
børn fødd um árið. Á A-hus uttan fyri
Oslo verða 6.000 børn fødd um árið.
– Ein lækni her í Føroyum segði
einaferð við okkum, at vit skuldu helst
taka ímóti 100 børnum um árið, fyri at
varðveita okkara førleikar á økinum.
Tað er eingin kjansur at náa tí talinum í
Føroyum. Her í Føroyum eru vit kanska
við til fimm barnsburðar upp á tvær
vikur. Á A-hus kunnu vit taka ímóti
trimum ella fýra børnum á einari vakt. Tí
haldi eg, at tað er gott fyri okkum, at fara
nakrar túrar til Noregs at arbeiða. Eg føli,
at eg gerist ein betri ljósmóðir, sigur hon.
Heidi Zachariasen sigur, at henni
tykist, at føroyingar eru væl umtóktir
sum starvsfólk í Noregi.
– Norðmenn halda okkum vera sera
arbeiðssom. Tað er kanska sjálvsagt, tí
vit koma jú yvir fyri at arbeiða og so
koyra vit á, meðan vit eru har. Vit eru
ikki komin fyri at síggja nakað ella vitja,
so vit hava fáar frídagar, meðan vit eru
har, sigur hon.
ÁVIRKAR IKKI ARBEIÐI HER HEIMA
Tað er í størstan mun í ferium og í sam
band við avspáking, at føroysku kvinn-
urnar fara til Noregs at arbeiða. Er tað
ikki ein andsøgn í at nýta tíðina, ein skal
hvíla seg í og koma fyri seg aftur, til at
arbeiða enn meiri í?
– Tað er strævið at arbeiða í Noregi.
Eingin ivi um tað. Vit hava eisini tosað
um tað á Landssjúkrahúsinum, men har
er eingin, sum sigur, at vit ikki skulu
fara. Tað verður bara væntað av okkum,
at vit eru úthvíldar, tá vit møta aftur til
arbeiðis. Einaferð fór eg til Noregs móti
endanum av frítíðini. Eg kom aftur úr
Noregi sunnukvøld og fór til arbeiðs
á Landssjúkrahúsinum mánadag. Tað
angraði eg skjótt. Ein er sera troyttur, tá
ein kemur heimaftur, sigur hon.
– Eg havi tað kortini soleiðis, at tá eg
Á einari vakt í Noregi tekur Heidi Zachariasen ímóti fleiri børnum enn
eina viku heima í Føroyum. Tó at tað er strævið, vildi hon ikki verið tað
fyri uttan. Tað er eitt slag av førleikamenning, sigur hon
Ger meg til eina
betri ljósmóðir
»Eg havi tað kortini soleiðis, at tá eg havi
verið í frið eina tíð, so má eg sleppa út aftur.
Eg veit, at innan okkara yrki henda so nógv
frambrot og framstig, og eg ynski at síggja
tað, at læra meiri um tey. Í Føroyum fer altíð at
vera avmarkað, hvat vit kunnu bjóða, tí nýti
eg møguleikan at sleppa aðrastaðni at læra
meiri«