Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-25, síða 49
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. oktober 2016síða 49

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 SOSIALURIN OKTOBER 2016 havi verið í frið eina tíð, so má eg sleppa út aftur. Eg veit, at innan okkara yrki henda so nógv frambrot og framstig, og eg ynski at síggja tað, at læra meiri um tey. Í Føroyum fer altíð at vera avmarkað, hvat vit kunnu bjóða, tí nýti eg møguleikan at sleppa aðrastaðni at læra meiri, sigur Heidi Zachariasen. – Tað er ein týðiligur munur millum at arbeiða á størri sjúkrahúsum sum Storken í Bergen ella A-hus í Oslo og so á Landssjúkrahúsinum ella sjúkrahúsinum í Haugesund. Á stóru sjúkrahúsunum hava tey lyndi til at vera meiri ágangandi móti barnakonunum. Tey eru skjótari at seta tær í gongd, skjótari at geva teimum epidural. Á minni sjúkrahúsunum letur ein ting taka ta tíð, tey taka, sigur hon. – Eg haldi eisini, at barnakonurnar í Haugesund minna meiri um tær føroysku, enn tær í Oslo. Tær hava ein heilt annan holdning til pínu. Eg haldi tað hevur okkurt at gera við smærri støð mótvegis størri støðum, at í smærri støðum, sum í Føroyum, eru vit meiri hardcore, sigur Heidi Zachariasen. SKUNDAR SÆR HEIM Flestu munnu minnast sjómanssangin við niðurlagnum, Vit sigla heim, ein sjómans yndisorð, og hevur ein verið burturstaddur í longri tíð er ikki torført at ímynda sær, at sangurin sigur sann­ leikan. Hvussu er hjá hesum mamm­ unum, sum fara frá børnum sínum til Noregs at arbeiða? Heidi Zachariasen hevur ein drong, sum er 19 ára gamal og tvær gentur, sum eru 12 og 7. Maðurin siglir úti. – Sjálvandi leingist man, og ein kennir seg eitt sindur einsamalla, meðan ein er har, men tá ein arbeiðir so nógv, gongur tíðin skjótt. Eg eri so heppin, at eg havi nógva familju, sum kann taka sær av børnunum, meðan eg og maðurin eru burtur, sigur hon. Júst børnini eru tó orsøkin til, at hon ikki plagar at vera longri burtur enn tvær vikur í senn. – Tað krevur nakað av fyrireiking, áðrenn ein fer avstað og at ting eru løgd til rættis, men við góðari hjálp, gongur tað væl. Eg haldi tó sjálv, at tvær vikur er ríkiligt at vera burtur frá børnunum. Skrivstovan bjóðar einum at taka familjuna við sær, um ein skal vera burtur í eitt longri tíðarskeið. Tá finna tey eisini bústað til alla familjuna. Tá ein einans er har í tvær vikur, er í veruleikanum ikki tíð til at taka sær av familjuni, so tá nyttar lítið at taka tey við sær, sigur hon. – Eingin ivi er tó um, at hetta er eitt slag av førleikamenning fyri okkum. Norðmenn eru rættiliga frammaliga innan heilsuverkið. Tað, at vit kunnu arbeiða í størri toymum við so nógvari og fjølbroyttari útgerð, er heilt víst gott fyri okkum, sigur Heidi Zachariasen. Myndir: Álvur Haraldsen