týsdagur 25. oktober 2016síða 60
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN OKTOBER 2016
28
Danjal av Rana
Um talan er um brownie, fudge, lagkøkur ella eina ganska gemena skuffukaku
hevur minni at siga – ein má hava møguleikan at fáa sær eina sjokolátukaku
saman við kaffikoppinum ella hvat ein nú drekkur.
Tað var í 1764, at James Baker fann út av, hvussu ein fær malið kakaobønir til
sjokolátu. Fyrstu 40 árini var sjokolátan ein luksusvøra úr Suðuramerika, men tí Conrad
van Houten í 1828 fann út av, hvussu ein fær trekt feittið úr sjokolátuni og gjørt tað til
pulvur.
Síðani annan veraldarbardaga hevur sjokolátukakan spakuliga tikið yvir køkuborðið,
og tað verður væntað, at bakaríir, konditaríir og kaféir hava eina sjokolátukøku til
kundarnar.
HON hevur verið og smakkað sjokolátukøkur. Fimm ymiskar køkur stóðu á
borðinum, frá Brell, Café Kaspar, Kaffihúsinum, Café Umami og Nummar 12.
Sum heild má sigast, at standurin hvat sjokolátukakum viðvíkur er heldur skuffandi.
Fleiri av teimum fari eg ikki at keypa aftur undir nøkrum umstøðum, meðan eingin av
køkunum hevur tað heilt serliga, tað, sum fær meg at gleða meg til næsta bitan og sum
ger, at eg havi hug at fara aftur sum skjótast.
Vit hava mett køkurnar eftir trimum krøvum, á einum stiga frá eitt til seks:
Sjón: Útsjóndin er fyrsta fatanin ein fær av kakuni. Útsjóndin skal vera góð nokk til
at geva mær hug at keypa køkuna og sjálvandi eisini at eta hana.
Smakkur: Sjálvandi vigar smakkurin mest. Kakan skal smakka sjokolátu, uttan
keðiligan hjásmakk. Tað bilar sjálvandi ikki, um onkur annar smakkur er afturat
sjokolátuni, men tað skal sjálvandi vera við vilja.
Tjúkd: Hvussu kennist kakan í munninum? Tað velst sjálvandi um, hvørt kakan er
ein fudge kaka ella brownie. Tó skal hon helst ikki vera ov turr.
EIN HVØR KAFÉ VIÐ VIRÐING
FYRI SÆR SJÁLVARI MÁ HAVA
EINA GÓÐA SJOKOLÁTUKØKU Á
MATSKRÁNNI
Brownie við ísi
frá Café Kaspar 35 krónur
Hon sær eitt sindur turr út, men synet bedrager,
sum danir siga. Kakan næstan smeltar á
tunguni. Er fantastiska kremut og deilig, men
tað verður næstan ov nógv av tí góða, tá kakan
er um hálvetin. Tey hava rakt ómetaliga væl við
steikingini, tí talan er einans um eina heilt tunna,
men vælsmakkandi steikiskorpu.
Tað er ein góður søtur sjokolátusmakkur av
kakuni, men har er eitt vet av einum súrum
hjásmakki, sum trekkir eitt sindur niður.
Kakan verður serverað við vaniljuísi, sum er eitt
sera frískt íslett. Eg haldi tó, at kakan var so søt,
at vaniljan í ísinum fánaði burtur.
Lagkaka frá
Nummar 12 32 krónur
Ein av tveimum kakum í royndini, sum ikki er
egingjørd. Longu frá byrjan av, er ein eitt sindur
ivasamur. Kakan sær eitt sindur turr út, og fløtin
sær gummikendur út. Og hesaferð svíkur sjónin
ikki. Kakan er turr sum ein breyðskorpa og fløtin
er gummi.
Sjokolátusmakkurin er so gott sum fráverandi.
Mesti smakkurin var í kakaopulvurinum, sum lá
oman á fløtanum. Og tað er altso ikki gott nokk.
Sjokulátakøkur
Gateau Marcel frá Kaffihúsinum
45 krónur
Kakan frá Kaffihúsinum er uttan iva tann, sum sær best út. Liturin er tiltalandi, hon er pyntað
við sjokolátukringlum og sjokolátupulvuri og nærmast skríggjar Keyp Meg. Kakan er ein tunnur
sjokolátukakubotnur undir einum sjokolátukremi.
Sum heild er kakan rættiliga kleiggjut. Kakan er lekkur og luftig og botnurin smakkar heilt ómetaliga
væl, meðan kremið kanska manglar eitt sindur. Kakan hevði verið enn betur, um har var meiri botnur og
minni krem.
Lagkaka frá Smyri
breyðsbúðini 40 krónur
Kakan frá Smyrjibreiðsbúðini er innbjóðandi, men
tá hon er á tallerkinum og ein sær botnarnar,
síggja teir eitt sindur turrir út. Hon er tó ikki heilt
so turr at eta, men har er kortini alt ov nógv at
tyggja. Tá (stóra!) stykkið er hálvetið, tími eg ikki
at tyggja meiri.
Botnurin skuffar tó í smakki. Har er eingin
sjokolátusmakkur yvirhøvur í botninum. Kremið
smakkar tó sera væl. Sum heild er smakkurin á
kakuni á eini leið, men kemur altso fult og heilt
frá kreminum omaná og millum botnarnar.
Sjón: 5
Smakkur: 4
Tjúkd: 4
Heild: 4
Sjón: 3
Smakkur: 3
Tjúkt: 5
Heild: 3
Sjón: 2
Smakkur: 1
Tjúkd: 1
Heild: 1
Sjón: 3
Smakkur: 2
Tjúkd: 2
Heild: 2
Sjokolátakaka við
ljósari sjokolátu frá
Café Umami 35 krónur
Eins og kakan frá Nummar 12 er hendan heldur
ikki egingjørd. Hon er vakurt pyntað, men kortini
síggja kremið og ljósa sjokolátan heldur turr út, tá
stykkið er komið á tallerkin.
Í munninum er hon góð og mjúk, men ein bíðar
líkasum eina løtu eftir sjokolátusmakkinum. Hann
kemur at enda, men kanska nakað seint.
Í botninum er so gott sum eingin sjokolátu
smakkur, einans eitt lítið ánilisi, tá ein svølgir.
Sjokolátulokið smakkar heldur ikki nakað serligt
av sjokolátu. Ein hevur hug at siga, at hvíta
sjokolátan var góð, men samstundis var hon eisini
heldur vamlislig, meðan sjokolátukremið tíverri
hevði hendan keðiliga súra hjásmakkin.
Sjón: 4
Smakkur: 2
Tjúkd: 4
Heild: 3