hósdagur 27. oktober 2016síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SÓLVIT E. NOLSØ
M
illum annað bleiv
spurt um hvussu
ofta tey keyptu á
netinum og hvat
tey keyptu á netinum.
Tað eru somu atlit at taka
til hesa kanning, sum við øllum
øðrum spurnarkanningum
og tíverri kann hon ikki
sammetast við almenn hagtøl.
Tað er eisini torført at gera
nakrar avgjørdar niðurstøður
frá hesum tølum, men út frá
teim úrslitum, ið vit hava
fingið, so sæst at umleið 34% av
teim spurdu keypt á netinum
seinastu vikuna. Tað er eitt
samlað miðaltal av øllum
aldurbólkunum í kanningini.
Ein triðingur
keypt á netinum
seinastu vikuna
Tilsamans høvdu uml. 34% av
teim spurdu keypt onkra vøru
av netinum seinastu vikuna.
Uml. ein fjórðingur, ella
25%, høvdu verið á netinum og
bílagt vørur seinasta mánaðin.
Síðani minka tølini fyri tey
longru tíðarbilini millum hvørt
keyp á netinum.
Tað er ringt at staðfesta ein
týðiligan mun á monnnum og
kvinnum á hvør keypir oftari,
men hugt á aldursbólkar sæst
ein týðiligur munur. Har eru
tað tey 25-44 ára gomlu, ið
liggja væl omanfyri restina
í keypi seinastu vikuna og
seinastu tvær vikur.
FLEIRI KEYP
Á NETINUM
Miðlahúsið hevur gjørt eina spurnarkanning saman við spyr.fo, har
spurt verður um keyp á netinum. 300 fólk vórðu spurd úr øllum
landinum og í trimum aldursbólkum: 15-24 ár; 25-44 ár; 15-80 ár
Nær keypti tú seinast á netinum?
FRÍGGJADAGUR 28. OKTOBER 2016
SOSIALURIN 124
12
TEMA Keyp á netinum