hósdagur 27. oktober 2016síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 28. OKTOBER 2016
SOSIALURIN 124
11
SÓLVIT E. NOLSØ
Vit hava roynt at fingið fatur
í Kristinu Háfoss, landsstýris
kvinnu í fíggjarmálum, men hon
er stødd uttanlands í arbeiðs
ørindum. Vit vildu fáa eina við
merking frá henni um samgongan
hevði nakra ítøkiliga ætlan at gera
nakað við málið.
Hans Kári Vang, fulltrúi í
Fíggjarmálaráðnum sigur, eftir
ætlan skuldi Fíggjarmálaráðið
hava fund við Handilsvinnu
felagið í vikuni, men hann er út
settur fyribils.
– Hatta er ein reint politiskur
spurningur, um mann skal varð
veita markið á kr. 300 ella ikki.
Eg dugi ikki at siga hvør tann
politiska støðan er í løtuni, men
tað er einki ítøkiligt lógaruppskot,
ið fyriliggur um málið og mann
hevur fundin við Handilsvinnu
felagið, áðrenn mann ger nakað
meir, sigur Hans Kári Vang.
Hans Kári Vang sigur, at
Handilsvinnufelagið sum so
hevur sama upplegg sum seinasta
ár. Føroyska handilsvinnan er fyri
mismuni vegna tað er toll- og
avgjaldsfrítt at keypa pakkar fyri
kr. 300 ella minnið og tey ynskja
tað avtikið. Hann kann tó ikki
siga nakað um hvat fer at henda,
tí málið er ikki viðgjørt nakað í
ráðnum enn
FÍGGJARMÁLARÁÐIÐ
SKAL VIÐGERA MÁLIÐ
SÓLVIT E. NOLSØ
Sambært heimasíðuni hjá Vinnu
húsinum er endamálið hjá Handils
vinnufelagnum at savna føroysku
handilsvinnu í ein vinnufelagsskap
at útinna felags áhugamál.
Tummas Hanus Dam er for
maður í felagnum. Hann sigur, at
í sær sjálvum er tað eingin trupul
leiki, at møguligt er at keypa á
netinum toll- og avgreiðslufrítt,
annahvørt at keypa pakkar fyri
undir kr. 300, ella undir kr. 2500, tá
ein sum ferðandi kemur til Føroyar.
– Tað einsta vit ynskja eru
felags treytir. Um mann vil hava
eina skipan har tað er møguligt at
keypa toll- og avgreiðslufrítt undir
ávísum treytum, so er tað í lagið,
men hví so ikki hava somu skipan
fyri handlarnar í Føroyum? Tað
er tað vit eftirlýsa, sigur Tummas
Hanus Dam.
Tummas Hanus Dam vildi
annars ikki gera stórvegis
viðmerkingar til málið enn, tí
felagið arbeiðir við at finna eina
loysn. Ikki fyrrenn komið var
fram til okkurt meira ítøkiligt,
vildu Tummas Hanus Dam ella
Handilsvinnufelagið viðgera málið
alment.
HANDILSVINNU
FELAGIÐ YNSKIR
JAVNAR TREYTIR
AT
UPP
keypir til arbeiðsbrúk. Størri lutir
keypir hann úr Føroyum.
– Tær smærru vørurnar,
eykalutir og annað, er ofta væl
bíligar at keypa á netinum.
Prísmunurin á einum eykaluti
kann ofta verða yvir 100%.
Eg keypi til dømis ikki teldur
á netinum, tí prísmunurin er
so lítil. Tað eru sjálvandi nógv
viðurskiftir, ið gera seg galdandi.
Føroysku fyritøkurnar hava ikki
eins stóra vørugoymslu sum e-Bay
og aðrar fyritøkur og tað ger tað
ringt at hava lægri prísir enn
kappingarneytarnir á netinum,
sigur Poul Laust Christiansen.
Tá ein t.d. keypir eina vøru
úr Kina, keypir mann hana
ofta næstan beinleiðis frá
framleiðsluvirkinum. Hartil skal
sigast, at t.d. kinesiska stjórnin er
so lagalig, at hon næstan beinleiðis
stuðlar framleiðslu so nógv, at tað
kostar nærum einki hjá teimum at
senda vøruna avstað og tí gerst
tað so bíligt, sigur Poul Laust
Christiansen.
Lætt og smidligt at
keypa á netinum
Ein stórur fyrimunur at keypa á
netinum framum at fara til handil,
er lætta mannagongdin. Poul
Laust Christiansen býr í Suðuroy
og tað er ikki altíð at hann hevur
møguleika at fara til ein handil at
keypa tað, ið hann skal hava.
– Á e-Bay og PayPal liggja allir
upplýsingar har, tá tú hevur lagt
teir inn. Tað vil siga, at tá tú fer
aftur inn á e-Bay, eftir at hava lagt
allar upplýsingar inn, so finnur
tú vøruna og trýstir einaferð á
ein knøtt og váttar keypið, so er
vøran keypt og er ávegis, sigur
Poul Laust Christiansen.
Nógv bíligt at keypa –
góðskan eisini hareftir
Eitt, ið mann skal gera sær greitt tá
ein keypir bíligt av netinum er, at
góðskan er er eftir prísinum. Tað
vil siga, at um tú keypir eitt cover
til telefonina fyri eini kr. 20, so
kann tú ikki vænta, at tað heldur
eins leingi sum eitt, ið tú kann
keypa í einum handli í Føroyum,
har tú einans fær originalar vørur.
– Tað má mann gera greitt.
Bíligari tað er, verri góðska er tað.
Tað er ein hægri risiko við at keypa
á netinum enn í einum handli.
Ofta er tað tó somikið bíligt, at
ein vøra hálvgum dettur sundur
skjótt ella gongur fyri, so keypir
mann ofta bara eina afturat, tí
tað er so bíligt, sigur Poul Laust
Christiansen.
solvit@sosialurin.fo