hósdagur 27. oktober 2016síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 28. OKTOBER 2016
SOSIALURIN 124
10
TEMA: Keyp á netinum
SÓLVIT E. NOLSØ
Jørgen Niclasen var fíggjarmála
ráðharri í fjør, tá Handilsvinnu
felagið heitti á Fìggjarmálaráðið
um at gera broytingar í lógini,
so tað ikki var gjørligt at keypa
vørur á netinum og innflyta
tað toll- og avgjaldsfrítt, um
upphæddin tilsamans var undir
kr. 300.
– Eg fekk áheitanir frá Handils
vinnufelagnum um at avtaka
markið á 300 krónur og frá Posta
um at seta markið upp á 2500
krónur. Tað, sum er trupulleikin
við hasum 300 krónunum, tað er,
at um tú avtekur tað og tú kemur
við pakka, sum kostar 100 krónur
og tú skal brúka galdandi reglar,
so skal tú ikki bara betala 25% í
mvg, so skal tú betalar gatt-toll,
30 krónur til TAKS, 40 krónur til
Posta, t.v.s at kostnaðurin fyri
pakkan fleirfaldast áðrenn tú
fær hann. Tí segði eg við TAKS,
at tey máttu finna ein smidligari
máta at gera tað uppá. T.d. at
gera eina skipan, har pakkar
rindaðu 25% í toll, uttan mun til
upphæddina. Tað segði TAKS ikki
verða gjørlig, tí tað fór at rigga
illa umsitingarliga, sigur Jørgen
Niclasen.
Jørgen Niclasen sigur, at tað
er lítil ivi í, at markið á kr. 300 er
kappingaravlagandi. Hinvegin
ber illa til at áleggja fólkið, ið
keypa ein pakka fyri eini kr. 100,
eina rúgvu av gjøldum. Jørgen
Niclasen sigur, at ítøkliga roynd
hann at fáa eina skipan, har øll
blivu javnsett og rindaðu hasar
25% toll á allar pakkar. Taks ivaðist
nógv í tí umsitingarliga partinum
av ætlanini og arbeiðið endaði
við at draga út og tá valstríðið
byrjaði, kom málið ikki víðari og
tí komu vit ikki á mál við tí, sigur
Jørgen Nicalsen, fyrrverandi
landsstýrismaður í fíggjarmálum.
VIT KOMU IKKI TIL EINA
LOYSN Á MÁLINUM
SÓLVIT E. NOLSØ
Tað hevur fyrr verið frammi, at
Posta ynskja markið á kr. 300 sett
upp til kr. 2500, ið er loyvda upp
hæddin, ið tú kann hava við tær í
land, tá tú ferðast annahvørt við
Norrönu ella Atlantic Airways. Tá
Sosialurin í fjør viðgjørdi evnið, var
ført fram, at Posta hevði framsett
hetta ynski til Fíggjarmálaráðið, tí
tey mettu hendan ójavnan at verða
ein vansa fyri Posta.
Stjórin í Posta, Joel undir Leitin
um, sigur, at Posta hevur onga
almenna støðu til málið. Tey hava
ikki viðgjørt málið og vilja tí ikki
gera fleiri viðmerkingar.
Í ársfrágreiðingini frá 2013
stendur annars, at »markið á kr. 300
pr. sending, íroknað flutning, er ein
forðing fyri at keypa uttanlands á
netinum. Hetta markið átti at verið
hækkað, í minsta lagið upp til kr.
2500 pr. sending, fyri veruliga at
givið føroyingum møguleika at
keypa úr øllum heiminum«.
POSTA YNSKIR
MARKIÐ Á KR.
300 UPP
SÓLVIT E. NOLSØ
E
in skal ikki leita í langa
tíð, fyri at finna eitt
gott tilboð uppá vørur
á netinum. Hartil er tað
rættuliga ómakaleyst at finna
vøruna, sum tú skal hava og fáa
hana skjótt og væl avgreidda til
hurðina heima hjá tær sjálvum.
Um bíleggur hana úr USA ella
Kina ger næstan ikki mun.
Veitingartíðin er ofta ógvuliga
lagalig og prísurin hartil lágur.
Tað eru nógv, ið taka av hesum
tilboði og hjá nógvum er tað fyrsta
staðið tey kanna, um okkurt er til
taks, ið skal útvegast.
Poul Laust Christiansen eigur
og rekur fyritøkuna Ctrl Sp/f, ið er
ein KT-fyritøka.
Hann keypir nógv á netinum.
Nógv av tí hann keypir eru lutir,
ið honum tørvar í samband við
arbeiði, men barnaklæðir og annað
verður eisini keypt á netinum.
Fyrr var ov dýrt at
keypa á netinum
At hava eitt minstamark á kr.
300 áðrenn ein skal rinda toll og
avgjøld er gott, sigur Poul Laust
Christiansen. Áðrenn nakað mark
var ásett, gjørdist tað ofta ov dýrt
til at loysa seg at keypa á netinum.
– Tá markið fór frá 0 uppá 300
var tað ein góð broyting. Eg keypi
og smáar og bíligar lutir, ið kosta
millum 50 og 100 krónur. Um eg
til dømis keypti okkurt fyri 100
krónur, komu so nógv avgjøld
og avgreiðslugjøld á, at tað reella
gjaldið, tá alt var talt uppi, var
langt omanfyri 100%. Tað gjørdist
tað ógvuliga besverligt, sigur Poul
Laust Christiansen.
Minstamark fyri
hvat loysir seg
Poul
Laust
Christiansen
sigur, at eftir hansara metan
er markið á kr. 300, eitt
minstamark fyri hvat loysir seg
at arbeiða við umsitingarliga
hjá myndugleikunum. Um hvør
einasti pakki skal kannast, uttan
mun til upphædd og líknandi, so
er tað øgiliga skjótt at arbeiði ikki
loysir seg meir.
– Landið fær ikki nógv
burturúr eini lítlari upphædd. Tað
fer bara alt til umsiting. Eg trúgvi
hatta markið skal síggjast sum
ein bagatelgrensa fyri nær landið
fær so lítið burturúr tí, at tað ikki
loysir seg meira, sigur Poul Laust
Christiansen.
Poul Laust Christiansen
sigur, at fyri tað mesta, so fella
hansara keyp innanfyri kr. 300
markið á pakkum. Tað kemst
av tí, at hansara keypsmynstur
er smáir og bíligir lutir. Tískil er
tað ikki so viðkomandi fyri hann,
at argumentera fyri at hækka
markið upp til kr. 2500, hóast hann
kundi sæð fyrimunirnar við at
hækkað markið hjá Posta upp til
markið, ið Smyril Line og Atlantic
Airways arbeiða við.
– Tað kundi verið fantastiskt
fyri brúkarin við einum hægri
marki og ein góð kapping til
føroysku handlarnar, men eg
rokni við at nógv hevði blivið
keypt í Føroyum alíkvæl, tí m.a.
fraktin kemur afturat, sum
dýrkar keypið. Eg vænti tey flestu
høvdu framvegis keypt tær dýru
og stóru vørurnar í Føroyum.
Harumframt hevði tað nokk
kostað landskassanum ov nógv
um markið bleiv hækkað so nógv,
sigur Poul Laust Christiansen.
Hann sigur víðari, at tað ber
illa til at samanbera tað at ferðast
einaferð um árið og taka vørur
heimaftur við fyri kr. 2500 og
so at keypa fleiri ferðir um árið
fyri tær upphæddirnar umvegis
internetið.
Keypir ikki alt á netinum
Poul Laust Christiansen hevur
eina KT fyritøku. Tað mesta
hann keypir á internetinum er í
tí sambandi. Fyri tað mesta eru
tað smáir lutir og eykalutir hann
HJÁLPTI VÆL
MARKIÐ FÓR
Alt fleiri keypa vørur umvegis alnótina og tað
er einki, ið bendir á, at gongdin fer at venda