Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-27, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. oktober 2016síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 28. OKTOBER 2016 SOSIALURIN 124 9 TEMA: Keyp á netinum Alt fleiri keypa vørur umvegis alnótina og tað er einki, ið bendir á, at gongdin fer at venda LÆGRI MINSTAMARK ENN Í DANMARK OG NORRA SÓLVIT E. NOLSØ A lt fleiri keypa vørur um­ vegis alnótina og tað er einki, ið bendir á, at gongdin fer at venda. Tvørturímóti, so veksur hon ár undan ári. Sambært hag­tals­ grunnin­um hjá ES, Eurostat, hevur nøkur áhugaverd hagtøl hesum við­víkjandi: Fyri árið 2015 vórðu tað 67% av teimum, ið eru í aldursbólkinum 16-74 í ES londunum, ið brúktu alnótina dagliga. Av teimum, ið brúka alnótina dagliga, vórðu tað í 2015 uml. 66%, ið regluliga keyptu og bíløgdu umvegis alnótina. Talið er vaksandi hvørt ár og seinastu uml. 10 árini er tað voksið við eini 15%. Klæðir og útgerð til ítrótt var tað mest vanliga, sum fólk bíløgdu. Vit hava ikki líknandi hagtøl í Føroyum, men Posta sigur í tveimum teim undanfarnu árs­ frá­greiðing­un­um, at tað verða alt fleiri, ið keypa sína vørur á netinum. Í árs­frá­greiðingini 2015 stendur, at meðan nøgdin av brøv­ um er alsamt fallandi, veksur talið á bræva­pakkum skjótt vegna inn­ lendis og millum­landa net­handil. Danir fría atgongd í ES Tað er torført at gera eina rættvísa samanbering millum lond og teirra skipanir í hesum førum. Øll lond hava síni atlit, fyrilit og avtalur at halda seg til. Vit hava tó hugt nærri at hvussu skipaninar eru samansettar í Norra og Danmark í mun til okkara. Um tú bíleggur ein pakka til Føroya úr einum øðrum landi, so sleppur tú undan tolli og mvg, um pakkin hevur eitt tollvirðið, sum er undir kr. 300. Fraktin skal roknast uppí virðið. Tú rindar eitt toll­avgreiðslu­ gjald á kr. 58 um fakturavirðið er undir kr. 3000. Prísurin fer uppá kr. 112 um fakturavirðið er yvir kr. 3000. Í báðum førum er talan um faktura, sum eru ásettir til tvær tollingarreglur. Um tú hevur fleiri tollreglur, rindar tú kr. 12.50 pr. tollingarreglu. Innflutningur, ið »við vinnu­ ligum enda­máli verða fram­leiddar til sølu«, er ongantíð frítikin fyri avgjøld, hóast fakturavirðið er undir kr. 300. Í ‘Løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi’ eru langir listar av vørum, ið ikki eru frítiknar og tað spennir heilt frá lakresvørum, til borðvín til bensin. Í Norra rinda bílagdar vørur, ið hava eitt ásett fakturavirðið undir kr. 350 (íroknað frakt og trygging) ikki toll- og avgreiðslugjøld. Um virðið á pakkanum fer uppum kr. 350 verður mvg á 25% lagt omaná. Alkohol og tubbak eru tó undantikin hesar reglur og rinda altíð avgjøld. Nógvar av teimum vørum, ið verða nógv bílagdar rinda hesi avgjøld, matur og klæðir eru íroknað, men nógvar aðrar vørur eru tó undantiknar hesa reglu og eru toll- og avgreiðslufríar. Ein danskari rindar ikki mvg og toll á vørum, ið viðkomandi bíleggur úr ES londum. Vørur og pakkar, ið sami danskari bíleggur úr einum landi uttanfyri ES, hava eitt mark á kr. 80. Pakkar og vørur hvørs virðið er oman­fyri kr. 80, rinda mvg, toll og innflutningsgjald. Mvg er ásett til 25%, innflutningjald kr. 160 og tollurin er ásett eftir virðinum á pakkanum. Munur á um tú bíleggur pakka ella er ferðandi Tað er ein stórur munur á hvussu nógv tú rindar um tú bíleggur ein pakka heim ella tú kemur til Føroya aftur, kanska eftir eina feriu. Sum víst omanfyri, so kann tú sleppa toll- og avgjaldsfrítt um pakkin hjá tær hevur eitt virði undir kr. 300. Hinvegin, so fær tú vørur toll- og avgjaldsfrítt í land, ið kunnu hava eitt virði upp til kr. 2500. Tað er galdandi bæði tá tú kemur loftvegis ella sjóvegis. Tað framgongur ongastaðni hvussu nógv sølan í handlunum umborð á Norrönu, flogførunum og á flogvøllinum er, men tað vitan fyri øll, at tann sølan er ikki smávegis. Tí er tað ein ávísur ójavni í skipan­un­um, ið er til stóran fyrimun fyri feløgini, ið kunnu flyta ferðafólk. Myndugleikar kúrrir um málið Vit hava sett okkum í samband við Posta, Handilsvinnufelagið og Fíggjarmálaráðið um hetta málið. Eingin vil siga nógv um málið, tí tað annhvørt ikki er avgreitt enn ella skal málið viðgerðast seinni og tí vilja tey ikki gera viðmerkingar. Vit vita tó, at gongd er á málinum og spurningurin er ikki avgreiddur enn. Fìggjarmálaráðið hevur enn ein ósvaraðan spurning frá Handilvsinnufelagnum, ið hevur ligið í ráðnum síðan í fjør, tá felagið heitti á umsitingina og fíggjarmálaráðharran um at finna eina loysn, soleiðis at handilsvinnan í Føroyum ikki var fyri vanbýti vegna ov lagaligar treytir til nethandil í mun til føroyskar handlar. solvit@sosialurin.fo