Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-27, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. oktober 2016síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 28. OKTOBER 2016 SOSIALURIN 124 8 STRONGD peng­um. Coaches av ymiskum slag skulu inn at siga okkum, hvussu vit skulu arbeiða betur og effektivari. Almenn starvsfólk skulu skráseta, hvussu tey arbeiða og í heila tikið vilja vit hava meira fyri minni. Men merkir tað so, at vælferð­ ar­samfelagið Føroyar er høv­uðs­ orsøkin til, at vit sum tjóð eru farin á eina kollektiva sjálvmorðsferð, har vit pressa okkum sjálvi og onnur so nógv, at vit ikki klára at liva upp til tað, spyrji eg sálar­frøð- ingin og haldi meg hava fingið eina góða søgu. – Tað er ein prikkur í putli­spæl­ inum. Tað er eingin loyna, at tað eru serliga lærarar, peda­gogar, sálar­frøðingar, sjúkra­røktar­frøð- ingar, sosialráðgevar, læknar og líknandi fakbólkar, sum eru raktir av strongd, sigur Suni Poulsen og heldur fram. – Mítt yndis poeng á hes-um økinum er, at meðan politik­ arar­nir stríðast fyri at skapa effektiviseringar, stovns­menn­ ing­ar og hvat veit eg, so offra vit starvsfólkini á vegnum. Vit eru eisini blivin so tilvitað um, at leiðslan hevur stóran týdning. So vit lesa øll bøkur upp og niður um ymiskar leiðsluformar, og so innføra leiðararnir ymiskar stovningsmenningar ætlanir fyri fyritøkurnar, uttan at tey í roynd og veru hava førleikarnar til tað. Øll gransking innan fyri hetta við stovnsmenning vísir, at tær flestu fullkomiliga miseydnast, m. a. av tí at tey, sum standa fyri stovnsmenningini, hava ikki førleikarnar til tað, sigur Suni Poulsen. Tað síðsta poengið hjá Suna Poulsen er, at vit krevja meira og meira av okkum sjálvi. – Vit spæla í veruleikanum við upp á tað. Vit skulu gerast meira effektiv, fáa nýggj skeið og menna okkum alla tíðina og annars eru vit ónøgd. Fært tú strongd av øllum trýstinum, so ert tú veikur, tú dugir ikki at planleggja, ella tú ert for engageraður, sigur Suni Poulsen og vísir á, at nýggjasti trendurin er, at fyritøkur eru farnar at senda fólk á skeið í mótstandsføri. So ein kompleksur spurningur, mugu vit staðfesta. Men svarið – ja, tað er í roynd og veru sera einfalt. Peika eftir politikarum og stovnsleiðarum Skulu vit finna syndabukkin í hesum kjakinum, so skulu vit ikki leita serstakliga langt. Vit kunnu bara hyggja niðan á Vaglið og eftir Løgtinginum og landsstýrinum. Tað er har, helvtin av ábyrgdini liggur. Hin helvtin liggur hjá leið­ arunum. – Vit mangla eitt fakligt millum­ lið, sum hevur eina yvirornaða fakliga stýring. Í dag hava vit embætisfólk og onnur ovast uppi, sum síggja stovnarnar út frá tí fíggjarliga perspektivinum. Men tey hava kanska ikki nóg stórt forstáilsi fyri, hvussu tað er at vera pedagogur, lærari, lækni og so framvegis, sigur Suni Poulsen. Hyggja vit til Danmarkar, so síggja vit, at har eru munandi fleiri lið millum politikarnar og teir ymisku fakbólkarnar. Til dømis innan sjúkrahúsverkið eru tað regiónirnar í Danmark, sum eru fyrsta liðið frá sjúkrahúsunum. Síðani er tað sundhedsstyrelsen og at enda er tað politiska skipanin. Tað ger, at fólk við fakligari vitan sita og halda eina yvirskipaða stýring við økinum, so at fólkini eru før fyri at gera sítt arbeiði innan ásettu karmarnar. Hóast ein tílík skipan sjálvandi eisini ger mistøk, so eru hetta betri fyritreytir fyri skynsamari stýring av teimum føroysku viðurskiftunum. Ófatiliga einfalt at lekja strongd Meðan man fær hug at blíva mót­ fallin av støðuni, so er tað komiska í øllum hesum, at tað í veruleikanum slett ikki er so trupult at viðgera strongd. Suni Poulsen sigur, at tað er ein tríbeinað viðgerð, sum kann taka bróðurpartin av strongd burtur. – Vit skulu hava sálarfrøðiliga hjálp til strongdsjúklingar. Síðani skulu vit hava okkurt kropsligt. Til dømis fysioterapi, meditatión, yoga ella líknandi. Og tað síðsta og kanska mest umráðandi er, at vit skulu hava eina sosialráðgevara funktión inn at hjálpa fólki at koma aftur á arbeiðsmarknaðin. Hesin skal saman við arbeiðsgevaranum og tí strongd finna fram til, hvør besta loysnin er fyri júst handan persónin, sigur Suni Poulsen. Tað kann vera, at viðkomandi starvsfólk byrjar hálva tíð ella møtir um morgunin og fer heim, tá ið tað gerst ov nógv. – Tað vigtiga í hesum er, at tað eru fólk við røttu fakligu førleikunum, sum veita hjálpina, sigur Suni Poulsen. Men um tað er so einfalt at loysa trupulleikan, hví gera vit tað so ikki? – Ja, tað er ein spurningur, sum er torførur at svara. Eg veit tað satt at siga ikki, sigur Suni Poulsen og leggur aftrat. – Eitt er, at tað er torført at staðfesta strongd, tí tað líkist øðr­ um sjúkum. Men um tað er tung­ lyndi ella strongd ella angist, so eru sera ymiskir viðgerðarhættir, sum rigga, sigur Suni Poulsen. Men hesin hátturin at lekja strongd er einfaldur, nógv bíligari enn tað vit gera í dag, og nógv betur fyri sjúklingin, arbeiðsplássið og tað almennu skipanina. So hvat er tað vit bíða eftir? – Ja og hvør hevur ábyrgdina av tí, spyr Suni Poulsen og heldur fram. – Fakfelagssamstarvið – tað er Starvsmannafelagið, Lærara­fe­ lag­ið, Pedagogfelagið, Føroyskir Sjúkra­r­øktarfrøðingar og Havnar Arbeiðs­kvinnufelag – hava arbeitt við hesi avbjóðing. Og saman fingu tey sett ein serfrøðing í Ar­ beiðseftirlitið at taka sær av sálar­ liga arbeiðsumhvørvinum. Hetta er eitt stórt stig rætta vegin – eitt gott úrslit fyri øll starvsfólk í Føroyum. – Tey næstu líka so týdningar­ miklu stigini eru, at vit upp­ar­ beiða røttu viðgerðina til tey, ið rakast av strongd. Og ikki minni týdningarmikið, at vit fáa arbeiðs­ gevarnar – serliga teir almennu – at taka ábyrgd fyri, at teir aktuelt slíta fólk niður, alt ov ofta til við ólukkuligum avleiðingum so sum fyritíðarpensión ella enntá deyða, sigur hann. BARBARA@SOSIALURIN.FO Mítt yndis poeng á hesum økinum er, at meðan politikararnir stríðast fyri at skapa effektiviseringar, stovninsmenningar og hvat veit eg, so offra vit starvsfólkini á vegnum. Vit eru eisini blivin so tilvitað um, at leiðslan hevur stóran týdning. So vit lesa øll bøkur upp og niður um ymiskar leiðsluformar, og so innføra leiðararnir ymiskar stovningsmenningar ætlanir fyri fyritøkurnar, uttan at tey í roynd og veru hava førleikarnar til tað. Øll gransking innan fyri hetta við stovnsmenning vísir, at tær flestu fullkomiliga miseydnast, m.a. av tí at tey, sum standa fyri stovnsmenningini, hava ikki førleikarnar til tað Suni Poulsen