Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-21, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. september 2004síða 2

‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 179 - 21. september 2004 Nr. 179 - 21. september 2004 3 UTTAN ÚR HEIMI Haiti undir í vatni Gloprarregn elvdi um vikuskiftið til vatnflóð í Haiti, og sambært myndugleikunum eru minst 57 fólk druknað. Ringast stendur til í landspartinum Artibonite har norðuri í landinum, tí har fór áin Laquinte upp um bakkarnar og legði stór øki undir í vatni. Nógv hús skolaðu burtur, og bæði vega- og telefonsambandið slitnaðu. At kalla allur býurin Gonaives stendur undir í vatni, og myndugleikarnir siga, at fleiri fólk í býnum eru ikki komin afturíaftur. Umleið 380 fólk í býnum eru flutt á sjúkrahús. Tað nógva avfallið í Haiti komst av tropiska storm- inum Jeanne, sum undan vikuskiftinum herjaði í Dom- inikanska Lýðveldinum, sum er hin parturin av oynni Hispaniola. Arbeiðspláss í vanda Vandi er fyri, at 375.000 donsk arbeiðspláss verða niðurløgd tey næstu árini, annaðhvørt tí at tøkni fer at gera mannahendur óneyðugar, ella tí at danskar fyri- tøkur velja at flyta sítt virksemi til onnur lond. Tað er niðurstøðan í einari kanning, sum stovnurin Rambøll Management hevur gjørt. Christian Bason, sum starvast á stovninum, sigur við danska útvarpið, at talan er um einki minni enn eina kollvelting á danska arbeiðsmarknaðinum. Hann sigur, at nógv arbeiðspláss í træ- og pappírsídnaðinum eru í vanda, og at tað sama er galdandi fyri tey, sum gera innbúgv. Heldur ikki tey, sum arbeiða í jarn- og metalvinnuni, kunnu kenna seg trygg, sigur Christian Bason. Donsku fakfeløgini siga seg longu kenna sviðan av, at fleiri fyritøkur velja at flyta sítt virksemi til lond í Eysturevropa ella Asia, tí at arbeiðsmegin er bíligari har. Lillian Knudsen, sum er formaður í Kvindeligt ar- bejderforbund, sigur, at tey flestu ófaklærdu arbeiðs- plássini í Danmark fara at hvørva eftir fáum árum. Haider tapti Tann víðgongdi eysturríkski politikarin Jørg Haider og flokkur hansara vóru fyri einum lemjandi ósigri á ein- um landspartavali sunnudagin. Val var í landspartinum Vorarlberg, og har fekk Fræls- isflokkurin hjá Haider bara 13 prosent av atkvøðunum ímóti meiri enn 27 prosentum á valinum fyri fimm ár- um síðani. Harafturímóti fekk tann konservativi Fólka- flokkurin hjá Wolfgang Schússel, forsætisráðharra, eitt gott úrslit. Flokkurin fekk 55 prosent av atkvøðunum, og tað var níggju prosentstig meiri enn í 1999. And- støðuflokkarnir, Sosialdemokratarnir og Tey Grønu, fingu ávikavist 16,8 og 10,2 prosent. Undirtøkan hjá Frælsisflokkinum og Jørg Haider hevur verið støðugt minkandi síðani tjóðartingsvalið fyri fýra árum síðani. Tá fekk flokkurin 27 prosent av atkvøðunum og slapp í stjórnarsamgongu. Eiga at bíða við upphøgging Russisku myndugleikarnir hava gjørt av at høggja tað 252 metrar langa kjarnorkuherskipið "Admiral Ushakov" upp, men norski umhvørvisfelagsskapurin Bellona vil hava russar at bíða við tí. "Admiral Ushakov" er bygdur í 1980. Krússarin er eitt av teimum størstu herskipunum, sum russar hava, men tey seinastu fimm árini hevur hann ligið við bryggju í Arkhangelsk. Sambært russisku myndugleik- arnir eru kjarnorkureaktorarnir umborð á skipinum í lagi, og tað sama verður sagt um tær 20 kjarnorkura- kettirnar, sum krússarin hevur. Kortini vilja russar sleppa at høggja krússaran upp nú. Norski umhvørvisfelagsskapurin Bellona hevur í fleiri ár roynt at avmarka vandan fyri dálking frá teimum gomlu sovjetsku kjarnorkuherskipunum, men Bellona heldur, at russar hava fleiri onnur før, sum eru í nógv verri standi enn "Admiral Ushakov". Eitt nú liggja fleiri kavbátar í Murmansk, og teir áttu ruuuar at høgt upp fyrst, sigur Bellona. Fyri fyrstu ferð í 36 ár hava teir týsku nýnaz- istarnir fingið um- boðan í einum lands- partatingi TÝSKLAND Árni Joensen: fartekst@mail.dk Veljararnir í týsku lands- pørtunum Sachsen og Brandenburg vístu sunnu- dagin, at teir eru sera mis- nøgdir við viðurskiftini í tí, sum fyrr var Eysturtýsk- land. Arbeiðsloysið har liggur um 20 prosent, og avgerðirnar hjá stjórnini at skerja tær almennu veit- ingarnar hava ikki bøtt um støðuna. Tí fingu sosialdemokrat- arnir ein frammaná, og tað sama hendi tí konservativa CDU, sum skipar lands- partastjórn í Brandenburg saman við sosialdemokrat- unum. Atkvøðurnar fóru ístaðin út á ytsta høgra og ytsta vinstra vong. Í Sach- sen fingu nýnazistarnir 12 umboð í landspartatingið, og í Brandenburg fekk tann gamli kommunistaflokkur- in stóra framgongd og næstan líka nógvar at- kvøður sum sosialdemo- kratarnir. Hetta er fyrstu ferð í 36 ár, at teir týsku nýnazistar- nir fáa umboðan í einum landspartatingi. – Valið í Sachsen er ein stórur sigur fyri tað týska fólkið, segði høvuðsval- evnið hjá nýnazistunum, Holger Apfel, sunnu- kvøldið. Avgerðin hjá Vladim- ir Putin, forseta at savna valdið í Russ- landi fer at gera russ- iska demokratiið veikari. Tað halda undanmenn hansara RUSSLAND Árni Joensen fartekst@mail.dk Í síðstu viku kunngjørdi russiski forsetin, Vladimir Putin, at hann ætlar sær at savna valdið í landinum. Eitt nú skal hann sjálvur til- nevna guvernørarnar í teimum einstøku landspørt- unum, valskipanin skal broytast, og forsetin skal hava betri eftirlit við fjøl- miðlunum. Endamálið er at styrkja Russland í bardag- anum ímóti altjóða yvir- gangi. Men nógvir russar ivast í, at yvirgangurin er tann veruliga orsøkin, og teir leggja Putin undir at útvega sær sjálvum alt valdið og at seta demokratiið til viks. Tey, sum mótmæla for- setanum, fáa nú stuðul frá tveimum kendum fyrrver- andi russiskum politikar- um. Mikhail Gorbatjov, sum var tann seinasti for- setin í Sovjetsamveldinum, og sum legði lunnar undir eitt demokratiskt Russland, sigur við blaðið Moskov- skie Novosti, at ætlanin hjá Putin er eitt afturstig fyri demokratiið. – Skalt tú berjast ímóti korrupsjón, mást tú hava eitt frælst tjóðarting og frælsar fjølmiðlar, men tað er tað øvugta, sum nú hendir, sigur Gorbatjov. Undanmaður Putins í russiska forsetaembætin- um, Boris Jeltsin, er samd- ur við Gorbatjov. – Skerja vit tey demo- kratisku rættindini, er tað yvirgangurin, sum hevur vunnið. Bara eitt demokrat- iskt samfelag skal berja yvirgangin niður, sigur Jeltsin við Moskovskie Novosti. Ein kendur russiskur við- merkjari, Aleksandr Golts, segði við útvarpið Ekho Moskvy sunnudagin, at Putin nýtir gíslatøkuna í Beslan sum eitt høvi til at beina fyri teimum seinastu leivdunum av demokratiin- um, sum russar fingu, tá Jeltsin var forseti. Ístaðin fyri at søkja at yvirgangs- monnunum, søkir hann at demokratiinum, segði Golts. Nazistar fáa aftur vald í Týsklandi Putin oyðileggur russiska demokratiið Seinasti forsetin í Sovjetsamveldinum, Mikhail Gorbatjov, og fyrsti forsetin í Russlandi, Boris Jeltsin, leggja Vladimir Putin undir at beina fyri demokratisku gongdini í Russlandi C M Y K 3 2