Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-21, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. september 2004síða 2

‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 180 - 22. september 2004 Nr. 180 - 22. september 2004 3 UTTAN ÚR HEIMI Kerry hvessir orðalagið Demokratiska forsetavalevnið í USA, John Kerry, hevur hert álopini á George W. Bush, forseta. Kerry hevur serliga hert orðalagið, tá tað snýr seg um kríggið í Irak og bardagan ímóti yvirgangi. Í einari røðu á lærda háskúlanum í New York mánadagin segði hann, at Bush hevur gjørt fleiri álvarssom mistøk, sum hava gjørt USA veikari, og hann legði forsetan undir at hava leitt landið út í eitt dýrt kríggj, sum ikki sær út til at fáa nakran enda. Hann legði afturat, at vánaligt handalag hjá stjórnini er høvuðsorsøkin til tað, sum hendir í Irak. Eins og fleiri ferðir fyrr legði hann eisini Bush undir at hava villleitt amerikanska fólkið, tá hann grundaði, hví USA mátti leypa á landið. Sjálvur heldur John Kerry, at USA eigur at biðja al- tjóða samfelagið hjálpa sær at fáa skil á viðurskiftun- um í Irak, at størri dentur skal leggjast á at skipa ein ir- akskan trygdarher, og at endurbyggingin skal leggjast betur til rættis. Hann verður afturvaldur Alt bendir á, at palestinski forsetin, Yasser Arafat, verð- ur afturvaldur, tá palestinar aftur skulu á val næsta ár. Ein veljarakanning, sum bleiv kunngjørd í gjár, vísir, at 46,2 prosent av teimum spurdu ætla sær at atkvøða fyri Arafat. Aðalskrivarin í Fatah-deildini á Vestara Áarbakka, Marwan Barghouti, fær 11,9 prosent, men hann sleppur neyvan at stilla upp, tí hann situr fangi í einum ísraelskum fongsli. Teir, sum koma honum næst, eru tveir leiðarar í felagsskapinum Hamas, sum fáa ávikavist 8,6 og 8,0 prosent av atkvøðunum. Men veljarakanningin vísir eisini, at teir víðgongdu islamistarnir fáa størri og størri undirtøku ímillum pal- estinar. 33,8 prosent siga seg styðja ta meiri hóvligu Fat- ah-rørsluna hjá Arafat, men 31,5 prosent siga seg vera til reiðar at styðja Hamas ella felagsskapin Heilagt Kríggj. Prestur ákærdur fyri fólkamorð Fyri fyrstu ferð hevur altjóða krígsbrotsmannadómstól- urin fyri Rwanda ákært ein katólskan prest fyri at hava tikið lut í fólkadrápinum, sum kostaði meiri enn 800.000 mannalív í Rwanda í 1994. Tann 41 ára gamli Athanase Seromba er ákærdur fyri at hava verið við til at skipa fyri einum álopi, sum kost- aði 2.000 tutsium lívið. Tutsiarnir høvdu fjalt seg í ein- ari kirkju, men tað hjálpti ikki. Tá so tutsiarnir tóku valdið í Rwanda, flýddi presturin av landinum og bú- setti seg í Italia, har hann fekk starv sum prestur í einari bygd nærhendis Toscana. Men fyri tveimum árum síðani gav hann seg yvir til krígsbrotsmannadómstólin, og síðani hevur hann sitið í varðhaldi. Seromba sigur seg kortini vera ósekan, og hann sýtti fyri at møta í rættinum, tá dómstólurin viðgjørdi ákær- una ímóti honum mánadagin. Hetta er fyrstu ferð, at dómstólurin hevur ákært ein prest, men aðrir dómstólar í Rwanda hava fyrr dømt fleiri prestar fyri at hava tikið lut í fólkamorðinum. Tvær nunnur eru eisini dømdar fyri tað sama. Kol gjørdist gull Kolanámið Svea á Svalbard er vorðið ein so góð inn- tøkukelda hjá norska ríkiskassanum, at nú hevur stjórn- in slept einari gamlari ætlan um at selja privatum ein part av náminum. Tað er heldur ikki so løgið. Fyri bara tveimum árum síðani mátti ríkiskassin lata náminum stóran stuðul fyri at halda lív í vinnuni, men í dag er myndin broytt, og nú verður roknað við, at Svea fer at hava einar 200 milliónir krónur í avlopi í ár. Tað kemst serliga av, at framleiðslan er vaksin nógv tey seinastu árini. Heimsins størsta námsfelag BHP-Bilton lá annars framvið at keypa Svea, men tað verður nú av ongum. Leiðslan í Svea er eisini sannførd um, at stjórnin hevur tikið ta røttu avgerðina. Hóast tað tekur einar fjúrtan dagar at telja atkvøðurnar aftan á forsetavalið í Indo- nesia, tykist tað longu nú greitt, at indonesar hava aftur valt ein general at stýra land- inum VAL Árni Joensen: fartekst@mail.dk Alt bendir á, at Susilo Bambang Yudhoyono fer at taka við sum indonesiskur forseti eftir Megawati Suk- arnoputri. Tað endaliga úrslitið kemur ikki fyrr enn einar fjúrtan dagar, men av teimum atkvøðunum, sum higartil eru taldar, eru 59 prosent til generalin og 41 til sitandi forsetan. Yudhoyono vann fyrra valumfarið, sum var í summar, men hann fekk kortini ikki meiriluta tá. Hann hevur undir val- stríðnum lovað at leggja størri dent á bardagan ímóti yvirgangi, men høvuðslyftið hansara var at útvega fleiri arbeiðspláss. Tað er eisini neyðugt, tí umleið 40 prosent av tí tilkomna fólk- inum í Indonesia hava einki at gera. Reuter skrivar, at Yud- hoyono hevur megnað at sannføra indonesar um, at hann er førur fyri at geva fólkinum eitt nýggjan pol- itikk, sjálvt um hann hevur verið ráðharri í stjórnini hjá Megawati Sukarnoputri. Hann er útbúgvin á amerik- onskum hernaðarskúla og hevur verið generalur í in- donesiska herinum, og hesi bæði hava ivaleyst givið veljarunum eina uppfatan av, at her kundu tey fáa ein sterkan mann til valdið, skrivar Reuter og leggur afturat, at heimsins størsta muslimska samfelag hevur brúk fyri einum sterkum leiðara í hesum tíðum. Men summi ivast í, hvussu sterkur hann er. Ein av fyrrverandi starvsbrøðr- um hansara hevur sagt, at Yudhoyono trívist betur í einum fundarhøli enn á vígvøllinum. Ein av verjunum hjá Saddam Hussein sig- ur, at fyrrverandi einaræðisharrin vil sleppa til Svøríkis SADDAM Árni Joensen: fartekst@mail.dk Í samrøðu við svenska blað- ið Aftonbladet sigur Gio- vanni di Stefano, sakførari, at Saddam Hussein vónar at fáa grið, og at hann síðani kann sleppa til Svøríkis at búseta seg. Sakførarin var mánadagin á fundi við tillagingarstjórn- ina í Bagdad, og har mælti hann stjórnini til at geva fyrrverandi einaræðisharr- anum grið. Giovanni di Stefano sigur við svenska blaðið, at irakska stjórnin hevur barra tvinnar kostir í at velja. Annaðhvørt skal Saddam fyri rættin nú, ella skal hann latast leysur. Sjálvur heldur di Stefano ikki, at tað finnast nøkur prógv fyri, at Saddam Hus- sein skipaði fyri hópmorð- inum ímóti kurdunum í áttatiárunum, og hann vísir eisini á, at eingi hópoyðing- arvápn eru funnin í Irak. Sambært verjanum heldur Saddam uppá, at hann ætlar sær at stilla upp, tá val ætl- andi verður í Irak í januar næsta ár. Ein kanning her- fyri vísti, at helmingurin av irakska fólkinum vil hava hann avrættaðan, meðan hin helmingurin vil hava hann aftur í forsetaembætið, sigur Giovanni di Stefano. Indonesar valdu aftur ein general Saddam vil til Svøríkis Susilo Bambang Yudhoyono, generalur, skal nú stýra heimsins størsta muslimska samfelag Saddam Hussein ætlar sær at stilla upp til valið í Irak í januar DJ á Oyrar- bakka DJ-SHOW Tíðindaskriv Tað er nakað síðani at DJ-showið hevur verið í Eydnuni á Oyrabakka. Men nú leygarkvøldið, 25. september, kl. 23:30 verður aftur DJ-SHOW og sjálvandi eisini Karaoke. Elin & Jákup og hini fara at rocka húsið og sum altíð duga tey sera væl at seta lív í. Íløgufelag til suðuroyingar ÍLØGUFELAG Jákup Mørk Talan verður tó ikki um nakran nýggjan masto- dont í føroyskum vinnu- lívi í fyrstu atløgu, tí við einum partapeningi á 2,5 mió kr. er tað langt ífrá, at P/F Kveiking, sum nýggja felagið eit- ur, kann taka kappingina upp við eitt nú Fram- taksgrunnin og Notio. Men sum skilst, so er tað so heldur ikki ætlan- in við nýggja felagnum. Suðuroyar Sparikassi er í fyrstu atløgu einsa- mallur stovnari av felag- num, og í tíðindaskrivi sigur Sparikassin, at ætlanin fyrst og fremst er at skapa betri fortreyt- ir hjá vinnuni. – Tað er eyðsæð, at nýggja íløgufelagið ikki kann lyfta størri verk- ætlanir einsamalt, men meiri sum eitt íkast til verandi fígging. Vón- andi kann felagið, sam- an við øðrum, koma tí hart trongda vinnulív- inum í Suðuroynni til hjálpar, verður millum annað sagt í tíðinda- skrivinum. Talan er tó ikki um eitt felag, sum bert skal gera íløgur í Suðuroynni. Íløgufelagið kann gera íløgur um alt landið, men tað er tó eitt ynski, at serlig atlit verða tikin til Suðuroynna, verður sagt. Nevndin í nýggja fe- lagnum er mannað við Eyðun á Rógvi, sum er formaður, Richard L. Thomsen og Poul Jo- hannes Joensen. Stjóri í nýggja felagnum er Marner Magnussen. Vágbingar skulu røra seg meiri og í vetur fara teir at ganga, renna, súkkla og at rógva, so nú er ongin umbering fyri at sita heima FÓLKAHEILSA Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Nú skulu vágbingar upp úr stólinum. Tað halda tey á kunn- ingarstovuni í Vági. Durita Brattaberg á kunningarstovuni ivast ikki í, at heilsutrupuleikarnir eru teir somu í Suðuroy sum aðrastaðni. – Vit røra okkum ov lítið, eta kanska ov nógv ella skeivan kost og hetta gevur sum kunnugt trupulleikar sum fiti, høgt blóðtrýst, høgt kolesterol og sukur- sjúku. Og nú ætlar Kunningar- stovan í Vági sær sostatt í hernað fyri at bøta um heilsuna hjá vágbingum Sostatt fara vágbingar nú undir eina sera forvitnisliga verkætlan til frama fyri fólkaheilsuna, sum helst ikki er roynd í Føroyum áður. Tiltøk verða hvørja viku fram til jóla og lagt verður til brots longu í kvøld, 22. september. Fyribils er ætl- anin at gevast um miðjan desember og øll tiltøkini byrja við kunningarstovuna í Gamla Skúla í Vági. Durita Brattanberg sigur, at endamálið við fólka- heilsuverkætlanini í Vági er at gera tað at røra seg til ein natúrligan part av gerandis- degnum. – Vónandi kann hetta fáa fólk at broyta hugburð og vanar til tað betra. Hon sigur, at tiltakið er fyri øll, ung sum gomul og tey, sum eru við, kunnu antin ganga, renna ella súkkla. Ganga, renna og rógva Hvørt onskvøld verður skipað fyri gonguferð ymsastaðni í Vági. Hetta eru lutfalsliga lættir túrar, sum øll klára, hvør í sínari ferð og ætlanin er at leggja til brots, sama, hvussu veðrið er, tí tað er alt innan- bíggja. Upplýsing hevur stóran týdning og tí fáa luttakar- arnir eisini eitt eitt gott orð við á vegnum undan hvørj- um túri. Tá fara sjúkrarøktarfrøð- ingar, heilsufrøðingar, fysioterapeutar, læknar, kostráðgevarar, tannrøkt- arar ella onnur í heilsuverk- inum at hava eina stutta framløgu um ymisk evni í sambandi við heilsu, kost og rørslu. Durita Brattaberg sigur, at tiltakið er ókeypis. Fyrsti gongutúrurin verð- ur í kvøld klokkan 19 og byrjað verður við kunning- arstovuna í Vági. – Gingið verður yvir um Sandin, yvir til Verkstaðið á Bakka, eftir ovara vegnum vestur til Kráir og eftir gøtuni vestur á Vatnið og síðani vestur á Eiðið. Hvønn leygardag klokk- an 14 verða grindabátarnar flotaðir. Fyrstu ferð verður nú leygardagin. Fráferðin er altíð úr neystunum, har hvør einstakur bátur stend- ur. Túrurin varir ein-tveir 2 tímar og róð verður eftir veðrinum og har eru øll vælkomin at royna seg við ár í hendi, bæði konufólk og mannfólk í øllum aldri. Men hvønn mánað verð- ur eisini skipað fyri einum longri gongutúri eftir onkr- ari varðagøtu í Suðuroy. Gongutúrarnar eftir varðagøtunum byrja leyg- ardagin 16. oktober. Tá verður farið úr Vági til Fámjins. Tann 13. novemb- er verður gingið úr Víkar- byrgi til Akrar og seinasti túrurin í ár verður 11. de- sember, tá ið gingið verður úr Akrabergi til Sumbiar og niðan á Hestin. Bussur koyrir av kunn- ingarstovuni til gongustað- ið og koyrir aftur á Kunn- ingarstovuna eftir loknan gongutúr. Durita Brattaberg heldur, at trivnaður er eisini um- ráðandi í heilsufremjandi tiltøkum. Tí er ætlanin, at hittast á Bakkanum eftir hvørt tiltak Nú skal pulsurin í Vági fáast upp Suðuroyingar hava gingið nógv í summar. Nú er ætlanin at halda fram í vetur, men ikki kann væntast, at veðrið altíð fer at vera líka gott sum her. Men so er bara at lata seg í, sigur Durita Brattaberg í Kunningarstovuni í Vági ÚTGÁVA tíðindaskriv »Urbscriptum. Fimtan tekstir« eitur nýggj bók eftir Firouz Gaini. Fimtan tekstir um sjey býir í Evropa. Napoli, Paris, Moskva, St. Pætursborg, Barcelona, Keypmanna- havn og Tórshavn. Tekstir- nir hava staðið í føroyskum bløðum 1999-2004. Tekst- irnir snúgva seg um mentan og list, søgu og samleika, longsul og ferðing. Sjey býir á útgávu FRAMSÝNING tíðindaskriv 23 ára gamla Sigga í Hoyvík hevur málninga- framsýning í Smiðjuni í Lítluvík 23. til og við 29. september. Fyrsta dagin er framsýningin opin frá kl. 16 til 20, og hinar dagarnar er opið frá kl. 14. Sigga málar við olju, og hevur sum tema til hesa framsýn- ingina valt naknar kvinnur í alskyns aldri og formum. Kvinnur í Búna C M Y K 3 2