Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-21, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. september 2004síða 3

‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 179 - 21. september 2004 Nr. 179 - 21. september 2004 5 Tað eru ongar spar- ingar gjørdar á nýggja Smyrli sum gera umstøðurnar hjá ferðafólki verri og sum gera, at hann siglur seinni NÝGGI SMYRIL Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Tað eru ongar spar- ingar gjørdar á nýggja Smyrli. Tað staðfestir Strand- ferðslan. Annars hava seiglívað tíðindi gingið í Suðuroy um, at sparingar eru settar í verk umborð á nýggja Smyril, fyri at fáa hann biligari. Eitt nú skuldu sylind- arar verða spardir burtur á motorinum, so at hann kemur ikki at sigla tey 21 mílini, sum ásett varð. Men hetta avsannar Magnus Magnussen á Strandferðsluni, sum hevur eftirlitið við bygg- ingini. – Motorararnir eru langt síðani settir í og teir eru akkurát, sum ætlanin var. Motorarnir eru heldur ikki nakað, sum verður broytt so- leiðis í óðum verkum. Tað hava eisini gingið søgur um, at sitiplássini umborð eru ov vánalig. Smyril siglur mangan tíðliga um morgunin og tað er ongin loyna, at nógv ferðafólk seta stór- an prís uppá, at nógvir benkur eru umborð á Smyrli, so at tey fáa lagt høvdið niðurat eina løtu. Men nú verður sagt, at umborð á nýggja Smyrli eru bara stólar og ongir benkur. Men tað avsannar Magnus Magnussen eisini. Hann sigur, at tað eru uppaftur fleiri benkur umboð á nýggja Smyrli, enn tað eru umborð á Smyrli, sum nú siglur. – Tað eru nógv fleiri sitipláss sum heild um- borð á nýggja Smyrli. Tað eru fleiri stólar, men tað eru eisini nógv fleiri benkur, so møguleikar- nir fyri at leggja seg fara at verða nógv betri á nýggja Smyrli, enn teir eru á hesum. Men hann leggur aft- urat, at upprunaligavar ætlanin at tað skuldi ikki vera so nógvir benkur umborð. Men eftir ynski frá suðuroyingum er tað broytt. – Hetta er eitt dømi um ta ávirkan, sum brúkarin hevur havt á byggingina, sigur Magn- us Magnussen. Onki skil á arbeiðslagnum Annars er støðan við- víkjandi nýggja Smyrli rættiliga flótandi í løt- uni. Arbeiðsfólkið á Skipasmiðjuni er meiri og minni í verkfalli alla tíðina, tí teir vilja hava greiði á framtíðini. Skipasmiðjan í San Fernando í Spania, ar Smyril verður bygdur, er ein av skipasmiðjunum í IZAR samtakinum, sum í summar fekk álagt at betala ovurhonds stóra upphædd aftur, sum tað skuldi havt fingið í ólóg- ligum stuðuli úr spanska landskassanum. Ì tí sambandi hevur verið tosað um at lata onkrar skipasmiðjur aft- ur og at einskilja aðrar og tað skapar órógv hjá arbeiðsfólkunum. Hesndan seinasta tíðin hevur sostatt verið merkt av verkfalli. Annars skuldu ar- beiðsfólkið arbeiða fríggjadagin og í gjár, men so skuldi aftur til- tøk verða í dag og í morgin, har arbeiðið varð niðurlagt. Men í gáramorgunin møtti ongin til arbeiðis, fyrrenn klokkan 11 og teir fóru til húsar aftur longu klokkan 14. Í dag skuldi vera sama skilið. Sostatt er tað enn ongin, ið kann siga nakað um, nær nýggi Smyril verður liðugur. Men Strandsferðslan hevur ikki sáttmála við hesa einstøku skipa- smiðjuna. Sáttmálin er við IZAR samtakið, ið eigur nógvar skipa- smiðjur. Men enn er spurningurin um at sleipa Smyril onkra aðrastaðni, ikki við- gjørdur. Ongar sparingar á nýggja Smyrli – Nú hevur lands- stýrið sligið plenuna javnt snøgga og nú fer tað at geva fíggjar- nevndini plenuklipp- aran til at sláa gras- plenuna lidnað, sigur formaðurin í Starvs- mannafelagnum SPARINGAR Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Borgarligu kreftirnar í samgonguni og í privatu vinnuni hava vunnið! Hetta er greiði dómurin, sum formaðurin í Starvs- mannafelagnum, fellur yvir sparingarnar hjá landsstýr- inum í almennu umsiting- ini. Starvsmannafelagið er nógv tað størsta fakfelagið á almenna arbeiðsmarkn- aðinum. Og formaður fe- lagsins, Gunnleivur Dals- garð, hevur onga sum helst virðing fyri teimum spar- ingum, sum landsstýrið nú hevur boðað frá í mið- fyrisitingini. Hann ivast ikki í, at hetta er eitt tiltak, sum tær borg- arligu kreftirnar í sam- gonguni og í føroyska vinnulívinum, hava kroyst landsstýrið til. – Og tíverri er lands-stýr- ið boygnað. Men sparing- arnar eru sostatt eina og aleina settar í verk fyri at tekkjast borgarligu kreft- unum í samgonguni og í vinnulívinum. Sparingar uttan mið ella mál Formaðurin í Starvsmanna- felagnum finst hvassliga at mátanum,sum landsstýrið hevur sett sparingarnar í verk upp á. – Landsstýrið hevur ikki gjørt eina nágreiniliga kanning av miðfyrisitingini fyri at kanna eftir, hvørji arbeiðsøki møguliga kunnu sparast burtur, og hvussu fyrisitingin kann skipast eftir sparingarnar. – Tað verður rætt og slatt als ikki hugt eftir, hvar í fyrisitingini tað eru ov nógv fólk. – Ístaðin fer landsstýrið púra hugsjónarleyst runt við plenuklipparanum og klippur plenuna javnt snøgga, uttan nakað sum helst mið ella mál. Og Gunnleivur Dalsgarð heldur eisini, at boðskap- urin hjá landsstýrinum er púra greiður. – Boðskapurin er, at nú hevur landsstýrið gjørt sítt fyri at spara í almennu fyri- sitingini og nú væntar landsstýrið at eisini fíggjar- nevndin og Løgtingið eisini sítt. – Sostatt hevur landsstýr- ið nú handað fíggjarnevnd- ini plenuklipparan til at gera fleiri sparingar við. Tí Stúrir Gunnleivur Dalsgarð stórliga fyri, at tað verða enn fleiri spar- ingar hjá tí almenna. – Men nú verður tað bara Annfinn Kallsberg og fíggjarnevnd- in, sum skulu føra plenu- klipparan og sláa gras- pleuna lidnað - tvs, seta fleiri sparingar í verk. Borgarligur kreftirnar fríari ræsur Gunnleivur Dalsgarð ivast ikki í, at sparingarnar fara at lækka støðið í almennu fyrisitingini. Og tær fara somuleiðis at gera umstøð- urnar hjá starvsfólkunum verri. Hann sigur, at tey, sum arbeiða í almennu fyrisit- ingini, hava nóg mikið at gera frammanundan og tað sigur seg sjálvt, at tey fara ikki eisini at átaka sær arbeiðsuppgávurnar, sum tey, ið eru koyrd til hús, høvdu. – Tað hevur altíð verið eitt endamál hjá borgarligu kreftunum at gera fyri- sitingina veikari og tað er nú eydnast. – Sostatt er nú slóðað fyri, at borgarligu kreftirnar í samfelagnum fáa fríari teymar til at gera, sum tær vilja. – Tað er sjálvsagt ein ynskistøða hjá privatu vinnuni, at almenna fyrisit- ingin er veik, so at vinnan er verður sterkari enn fyri- sitingin. Tað setir vinnuna í eina sterkari støðu mótvegis al- mennu fyrisitingini. – Eitt dømi er fiski- vinnan, har ein íslendskur fiskifrøðingur varð boð- sendur, sum hevur tann rætta boðskapin, heldur enn at dúva upp á eina sterka, føroyska fiskirannsóknar- stovu. – Eitt annað dømi er Heilsufrøðiliga Starvsstov- an, sum ikki fær arbeiðs- umstøður til at røkja sínar eftirlitsuppgávur mótvegis vinnuni. – Sostatt fær privata vinnan fríari ræsur at bera seg at, sum hon vil. Sam- stundis ger tað fyrisitingina veikari mótvegis ávirkan frá politikarum. Men Gunnleivur Dals- garð ávarar staðiliga ímóti at gera fyrisitingina veikari. – Eitt samfelag, sum ikki hevur eina sterka og væl- virkandi fyrisiting, er politiskt sjúkt. Tað er bara at líta aftur í áttatiárini, tá ið fyrisitingin var alt ov veik til at til at standa politikarum og vinnulívi kurl. – Úrslitið sóu vit eisini, leggur hann afturat. –Tíverri boygnaði landsstýrið fyri trýstinum frá høgrakreftunum í samgonguni og í vinnuni.Úrslitið er sparingar, sum onki skil er í, er eirindaleysi dómurin, sum formaðurin í Starvsmannafelagnum fellur yvir sparingarnar í almennu fyrisitingini Nú skal Anfinn Kallsberg sláa grasplenuna lidnað – Av tí, at ansingar- tørvurin ikki longur verður ein trupul- leiki, fara dagstovnar- nir framyvir at hava ein øðrvísi leiklut, enn teir higartil hava havt. Tað halda teir fýra fyrireikararnir av stórari ráðstevnu, sum varð hildin um vikuskiftið RÁÐSTEVNA Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo – Tíðin, sum børnini hava saman við starvsfólkinum í dagstovnunum, hevur ógvuliga stóra ávirkan á, hvussu børnini fara at verða sum eldri. – Dagstovnarnir hava sera nógv at siga fyri upp- alingina og persónsmenn- ingina hjá børnunum, og tí er tað ikki líkamikið hvørji starvsfólk eru í dagstovn- unum. – Samfelagið er í støðug- ari menning, og tað er al- neyðugt, at dagstovnarnir fylgja við í menningini, og ikki halda fast í gamlar vanar, bert tí teir eru gamlir vanar. Millum annað hetta kom fram á stórari ráðstevnu um trivnað hjá børnum, sum var hildin í Norðurlanda- húsinum um vikuskiftið. Luttakarar vóru pedagogar og starvsfólk á dagstovnum um alt landið, og millum fyrilestrahaldararnar vóru kendu Erik Siegsgaard og Margrethe Brun Hansen. Tað vóru tær fýra, Mai- britt Simonsen, Turið Horn, Poula Eidesgaard og Jórun Niclasen, ið skipaðu fyri. Stovnarnir nýggjan leiklut Spurdar, um leikluturin hjá dagstovnunum er um at broytast, svara tær sum við ein munn, at tað er hann avgjørt. Tær siga seg allar rokna við, at nú ansingartørvurin er um at verða fyltur, fer leikluturin hjá stovnunum eisini at broytast. – Fyrr tóku foreldrini gleðiliga við einum og hvørjum stovnsplássi, tey fingu. Tey kundu ikki tilláta sær at seta nøkur krøv, tí tey vóru glað, bara tey fingu ansingarpláss. Men nú er tørvurin nøktaður, og for- eldrini fara nú at kunna velja hvønn stovn tey ynskja. Tey fara at seta krøv og seta spurnaðartekin við ymisk ting, sum vit starvs- fólk kanska ikki hava givið okkum far um fyrr, greiða tær fýra frá. Tær eru samdar um, at tað er ein gott at hava foreldur, ið seta krøv, tí tað ger, at starvsfólkið á stovn- unum ikki kann »sovna« í arbeiðnum. Og tað hjálpir teimum at síggja, hvar orkan skal setast. Fyrr vóru ansingarstovn- arnir ein praktisk loysn fyri foreldrini, soleiðis, at tey sluppu aftur til arbeiðis, men nú er meiri fokus sett á børnini og hvat tey gera um dagarnar. –Innihaldið er vorðið umráðandi, og allir stovnar leggja dent á at gera dagarnar so góðar sum gjørligt fyri børnini, halda tær fýra. Børnini eru í stovnunum einar 8-9 tímar dagliga, og tí slepst heldur ikki undan, at eitt ávíst uppalingarar- beiði áliggur starvsfólkin- um á stovnunum. – Tað slepst ikki undan, at vit hava eina sera stóra ávirkan á børnini, tí tey eru jú hjá okkum allan dagin, hvønn dag. Og tá tosa vit um teir bestu tímarnar av degnum, siga tær. Tær leggja tí dent á, at tað tí er sera týdningarmik- ið at foreldur og dagstovnar megna at supplera hvønn annan og samstarva, fyri at gera trivnaðin hjá børnun- um so góðan sum gjørligt. – Á hesi ráðstevnuni, hava fyrilestrahaldararnir givið okkum nøkur góð amboð at nýta í gerandis- degnum. Vit hava fingið nøkur ráð um, hvussu vit fáa alneyðuga samstarvið við foreldini í lag, siga tær. Vanta námsfrøðingar Teir fýra fyrireikararnir vóna, at vaksandi krøvini til dagstovnarnar fara gera stóra tørvin á pedagogum í Føroyum enn sjónligari. – Í Føroyum verður barnagarðsarbeiði mett at vera nakað, sum ein og hvør kann gera. Holdning- urin er, at um tú ikki veitst hvat tú skalt gera, jamen so kanst tú altíð fara í ein barnagarð, tí tað arbeiðið klára øll, sigur Turið. Tær rista allar við høvd- inum og staðfesta, at hatta er ein rættiliga vandamikil hugsan. Tíðin í barnagarðin- um er sera týdningarmikil fyri framtíðina hjá børnun- um, og tær sláa fast, at tað tí ikki er líkamikið hvør er um børnini. Tað er eitt arbeiði, sum krevur kompetancu. – Av tí, at starvsfólkið í dagstovnunum hevur eina so stóra ávirkan á hugsan- inar hjá børnunum, er tað ikki líkamikið hvør tað er, sum arbeiðir har. Men okk- ara størsti trupulleiki er, at vit í Føroyum bert taka ein pedagogflokk inn um árið, og tað er langt frá nóg mikið til at nøkta tørvin, greiðir Maibritt frá. Tað verður mælt til, at tveir triðingar av starvsfólk- inum á stovnunum skulu vera pedagogar og ein trið- ingur skal vera starvsfólk. Men sum tað er í dag, er býtið akkurát øvugt. – Tað er ógvuliga óhepp- ið, men tað vísir seg bara ikki at vera politiskur vilji til at økja um talið á peda- gogflokkum. Politikararnir tykjast enn halda, at dag- stovnarnir bert eru til, fyri at foreldrini skulu kunna arbeiða, sigur Jórun. Ovurstórur tørvur Tær fýra siga, at dagstovn- astarvsfólkið stendur við eini ógvuliga stórari ábyrgd, og við dagligum trupulleikum, sum kunnu vera sera torførir at loysa. Tí hildu tær tørv vera á eini ráðstevnu sum hesari. – Stóri áhugin fyri hesari ráðstevnuni vísir heilt greitt, at okkum veruliga tørvar at seta fokus á nøkur ting í okkara arbeiði. Starvsfólkini á dagstovnun- um hungra eftir, at arbeiðið verður tosað ígjøgnum, tað sást tú týðiliga um tú eyg- leiddi áhoyrararnar undir fyrilestrunum, sigur Turið. Tær fýra siga, at tær vistu um tørvin, men tær høvdu als ikki væntað, at hann var so ovurhondsstórur. Tað hevur tikið teimum hálvtannað ár at fyrireika ráðstevnuna. Orsøkin til longu fyrireikigartíðina er, at tær vildu hava barnaser- frøðingarnar og rithøvund- arnar Margrethe Brun Han- sen og Erik Siegsgaard við, og tey eru umbiðin langt fram í tíðina. – Tey hava bæði tvey skrivað nakrar ógvuliga viðkomandi bøkur, sum vit kenna her í Føroyum. Tey hava somu hugsan um børn og uppaling, og tey hava royndir í at vera við á rástevnum, tí vildu vit hava tey bæði við, greiða teir fýra fyrireikararnir frá. – Vit vistu, at áhugin var til staðar, men vit høvdu kanska roknað við eini 200 fólkum. So tað var luttak- aratalið, sum vit settu roknistykki upp eftir. Komu tað 200 fólk, høvdu vit framvegis skinnið á nøsini, greiðir Poula frá. Men áhugin vísti seg at vera umleið tríggjar ferðir so stórur. Ráðstevnan var fullteknað við fýrahundrað luttakarum, og tað vóru somuleiðis yvir 200 fólk, sum ikki sluppu við vegna plásstrot. Tær siga seg hava fingið nógvar positivar afturmeld- ingar. – Ráðstevnan hevur nom- ið við nøkur sera viðkom- andi gerandisting, sum vit ganga og stríðast við í tí dagliga. Allir fyrilestrarnir viðgjørdu aktuell ting, sum vit kendu okkum aftur í. Tað prógvaði láturin, sum rungaði í salinum, tá fyri- lestrahaldararnir komu við ymiskum dømum úr ger- andisdegnum, siga tær. Maibritt, Turið, Poula og Jórun hava fingið eitt sera stórt herðaklapp fyri ráð- stevnuna, og tað hevur givið teimum hug at skipa fyri einum líknandi tiltakið aftur. – Hvør veit, kanska vit finna uppá okkurt einaferð í framtíðini. Vit hava í øllum førum hug til tað, og nú hava vit eisini fingið nakrar royndir av at skipa fyri hesari ráðstevnuni. Og at áhugin og tørvurin er til staðar, er í øllum førum staðfest, siga tær at enda. Dagstovnar í stórum broytingum Jensia av Steinum, pedagog, Dagstovnurin á Løg- mannabreyt Mynd: Eydna Skaale Súsan Hvidbro, pedagog, Frítíðarskúlin Mynd: Eydna Skaale Hvat hevur tú fingið burt- urúr ráðstevnuni? – Eg havi heilt avgjørt fingið nógv burturúr. Man kennir til tilfarið, tí man hevur lisið bøkurnar, og tí er tað ógvuliga stutt- ligt at síggja og hoyra fólkini, sum hava skrivað tær. Og tað er avgjørt gott at verða mintur á, hvat tað er, sum vit hava lisið. Er tað tørvur á ráðstevn- um sum hesari? – Ja, tað er tað so heilt avgjørt! Okkurt líknandi kann gott vera aftur skjótt. Hvat hevur tú fingið burt- urúr ráðstevnuni? – Eg havi heilt sikkurt fingið nógv gott burturúr. Tað er nógv blivið sagt, sum tú ikki hugsar um í gerandisdegnum. Men sum tú hevut gott av at verða mintur á. Er tað tørvur á ráðs- tevnum sum hesari? – Ja, tað er tað heilt sikkurt. Bæði fyri peda- gogarnar og eisini fyri starvsfólkið. Hetta fær okkum at hugsa um, hvat tað egentliga er, sum vit ganga og gera í daglig- degnum. Hvat hava tit fingið burturúr ráðstevnuni? – Vit hava heilt sikkurt fingið nógv burturúr. Hetta hevur verið ógvu- liga viðkomandi, við evn- um, sum allatíðina eru aktuell. Vit blivu mint á, at vit hava ein stóran part av ábyrgdini fyri, hvussu børnini fara at verða, tá tey verða stór. Og tað er ógvuliga viktigt, at verða mintur á allatíðina. Vit hava eisini lært at skilja foreldrini eitt sindur betur. Tað er kanska eitt sindur spell, at foreldrini ikki eisini hava hoyrt hetta... Er tað tørvur á ráðstevn- um sum hesari? Ja, tað er so heilt avgjørt! Vit hava allatíð- ina brúk fyri at síggja, hvat tað er sum vit gera, og hví vit gera tað. Tað er gott at seta fokus á hvat er rætt og hvat er skeivt. Og øll hava fingið nakað burturúr, bæði pedagogar og starvsfólk, tey úr Havn og tey av bygd. Hildur Mikkelsen, starvsfólk, Dagstovnurin á Ternuryggi, Billa Simonsen, pedagog, Dagstovnurin á Ternuryggi, Birgit Dam Thomasen, pedagog, Barnagarðurin Vípan Mynd: Eydna Skaale Poula Eidesgaard, Turið Horn, Maibritt Simonsen og Jórun Niclasen, fyrireikarar av ráðstevnuni, sum var í Norðurlandahúsinum um vikuskiftið Mynd: Eydna Skaale C M Y K 5 4