Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-21, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. september 2004síða 3

‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 180 - 22. september 2004 Nr. 180 - 22. september 2004 5 Stjórin í Fiskamarknaði Føroya sagt upp – Eg havi verið á Fiskamarknaði Føroya í átta ár. Hetta hevur verið ein áhugaverd og spennandi tíð.Vit hava havt gott og ógvuliga dugnaligt fólk, men tað skerst ikki burtur, at óvissan um bygnaðarbroyt- ingar seinastu tíðina hevur verið strævin, sigur John Nielsen, ið gevst sum stjóri á Fiskamarknaðinum við árslok FISKIVINNA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo John Nielsen er 40 ára gamal og útbúgvin fiski- vinnufrøðingur úr Noregi. Áðrenn hann tók við starvinum sum stjóri í Fiskamarknaði Føroya fyri átta árum síðan, var hann innkeypsleiðari á Føroya Fiskavirking við sæti í Saltangará, Tórshavn og á Toftum. Hetta starv hevði hann í stívliga tvey ár. John arbeiddi eisini út við 5 ár í Føroya Banka, har hann sat á vinnulívsdeild bankans. Gevst við árslok Eftir 1. januar 2005 verður John Nielsen ikki longur stjóri á Fiskamarknaði Føroya. Fyri stívliga fjúrtan døg- um síðan segði hann seg úr hesum starvi. Hann hevur tríggjar mánaðar uppsagn- artíð, og tað merkir, at hann verður leysur av Fiska- marknaði Føroya við árslok. John sigur, at uppsøgnin sum so einki samband hev- ur við ætlaðu bygnaðar- broytingarnar á Fiska- marknaði Føroya at gera. – Eg havi verið í hesum starvi nú í átta ár, og hetta hevur verið ein áhugaverd og spennandi tíð. Hinvegin skerst ikki burtur, at óvissan um ætlaðu bygnað- arbroytingarnar seinastu tíðina hevur verið strævin. Men vit hava havt gott og ógvuliga dugnaligt fólk, sigur hann. Fyrimunir og vansar John ásannar, at ætlaðu broytingarnar, sum hava verið uppá tal nú í eina tíð, líkasum hava sett alt í eina ávísa tómgongd. – Eg vil siga, at óvissan í ein ávísan mun hevur ging- ið útyvir trivnaðin á ar- beiðsplássinum. Tá ið bygnaðarbroytingar eru uppá tal, veit eingin, hvat spyrst burtur úr, og tí kann tað tykjast, sum alt hongur í leysum lofti. Tú fært ikki sett tær nøkur framtíðar- mál, tí tú veit ikki, um tú verður ein partur av virk- seminum, tá ið broyting- arnar eru framdar. Spurdur, hvat hann heldur um tær broytingar, sum vóru ætlaðar, men sum nú fyribils eru lagdar á hillina, tí Ráfiskaseljarafel- agið hevur tikið seg aftur, sigur hann: – Jú, eg dugi at síggja ávísar fyrimunir við eini nýggjari uppboðssølu, men eg dugi eisini at síggja nakrar vansar, sigur John. FMF heldur fram Stjórin væntar, at virksemið hjá Fiskamarknaði Føroya fer at halda fram óbroytt, nú alt bendir á, at Ráfiska- keyparafelagið og Ráfiska- seljarafelagið ikki eru samd um ætlanina longur. – Vit mugu bara ásanna, at avgerðin á eykaaðalfundi um at deila Fiskamarknaðin Føroya sundur í ein land- ingarpart og ein sølupart, er tikin á skeivum grundar- lagi. John vísir á, at ætlanin var, at Fiskamarknaður Før- oya skuldi eiga ein helming av nýggju uppboðssøluni og ráfiskakeyparar og rá- fiskaseljarar hin helmingin. – Men hetta verður nú fyrilbils av ongum, og tí vænti eg, at virksemið heldur fram sum higartil, sigur stjórin sum er rætti- liga sannførdur um, at hann gevst á Fiskamarknaði Før- oya við árslok. Nógvur línu- fiskur í Klaksvík Nøkur av línuskip- unum, sum eru heimahoyrandi í Klaksvík, hava gjørt rættiliga góð- ar túrar undir Ís- landi. Seinastu vik- una hava fýra skip landað millum 100.000 og 180.000 pund á Kósini FISKIVINNA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Seinastu vikuna hevur flakavirkið Kósin í Klaksvík keypt nógvan línufisk frá skipum, sum hava roynt undir Íslandi. Týsdagin í seinastu viku landaði Polar- stjørnan 180.000 pund, og seinasta fríggjadag var Jákup B á Klaksvík við 150.000 pundum. Mánadagin í hesi vik- uni var Núpur inni við 120.000 pundum og Helena, sum er fyrrver- andi Fuglfirðingur, hevði 100.000 pund. Øll skipini hava verið undir Íslandi, og megin- parturin av veiðini er longa, brosma og nakað av toski og hýsu. Umframt veiðina hjá línuskipunum, hevur Kósin í Klaksvík eisini keypt upsa frá Beta í Saltangará. Havsins skor- steinar Djúphavið goymir nógv loyndarmál. Granskarar hava funn- ið nakrar umleið 60 metra høgar, hvítar "skorsteinar" á botnin- um í Atlantshavinum, sum vera hildnir at hava samband við innara partin av jørðini. Granskarar siga, at úr hesum skorsteinum streymar vatn sum er 350 hitastig. -v. – Óvissan um framtíðina hevur gingið útyvir trivnaðin á arbeiðsplássinum. Tá ið bygnaðarbroytingar eru uppá tal, veit eingin, hvat spyrst burtur úr, og tí kann tað tykjast, sum alt hongur í leysum lofti. Tú fært ikki sett tær nøkur framtíðarmál, tí tú veit ikki, um tú verður ein partur av virkseminum, tá ið broytingarnar eru framdar, sigur John Nielsen, stjóri Stóri kranin hjá Skipas- miðjuni var týsdagin fyri einum óhappi. Undir ar- beiði nærhendis gomlu Marinustøðina, sum nú eitur Tjarnargarður, megn- aði undirlendið ikki at halda til trýstið frá stóra ar- beiðstólinum, sum fyrst smokkaði nakað niður, áðr- enn kranin sjálvur koppaði. – Vit kunnu bara stað- festa, at kranin er koppað- ur, og tað er einki serligt hjá okkum, sigur Poul Mohr, stjóri á Skipasmiðjuni. – Tíbetur hendi ikki nakar skaði, uttan á kranan sjálv- an, sjálvandi. Hevði hann koppað móti onkrum húsum ella tað, ið verri er, so kundi talan verið um heilt stóran skaða, so tað var kortini hepni í óhappinum, sigur skipasmiðjustjórin. Kranin kostaði nýggjur hálva fimtu millión, so tað er einki at ivast í, at kostn- aðurin av umvælingini er stórur, men sum Poul helt fyri, so er hann væl tryggj- aður. -jm Koppaður krani Hevði hann koppað móti onkrum húsum ella tað, ið verri er, so kundi talan verið um heilt stóran skaða, so tað var kortini hepni í óhappinum, sigur Poul Mohr Mynd: Jens Kristian Vang Nógv á einum stað Arbeitt verður við at menna tænastudeplar kring landið, har borgarin fær høvið at avgreiða fleiri ørindi á einum stað. Mest sannlíkt verður tað Postverkið, ið fer at taka sær av hesum deplum. Bretar nevna hetta »One stop shop« TÆNASTA Edvard Joensen Arbeitt verður við eini ætl- an um almennar tænastu- deplar kring landið. Ætl- anin skal latast landsstýris- manninum við vinnumál- um, sum vónar at kunna hava uppskotið við á lands- stýrisfund um hálvan okto- ber. Bjarni Djurholm, lands- stýrismaður, sigur, at mett verður hóskandi at leggja slíkar deplar í samband við Postverk Føroya, sum er stovnur, ið hevur deildir kring landið, eins og stovn- urin er í broyting í løtuni. Talan kann vera um at leggja avgreiðslur, sum fyrr hava verið gjørdar á fleiri stovnum í eitt nú høvuðs- staðnum, saman á ein sovn onkrastaðni úti í lokal- økinum. Ætlnain er at býta landið í fleiri stór øki, og so leggja ein slíkan avgreiðsludepil á eitt stað. Sum dømi kann nevnast, at ein suðringur kann fara á eina skrivstovu í Suðuroy at avgreiða eini trý ymskk mál, hann skuldi gingið á tríggjar stovnar í Havn til at avgreitt. Slíkt sum at út- fylla eitt oyðiblað, heinta einahvørja váttan ella slíkt, sum ikki krevur beinleiðis málsviðgerð, sigur Bjarni Djurholm. Hann sigur, at tey, sum arbeiða við hesum uppskot- inum, hava skeitt at eini enskari skipan, sum bretar nevna »One stop shop«, har hugskotið júst er at savna fleiri tænastur á einum stað. Nakað, sum líkist tí, er longu at finna á Snarskivuni hjá Tórshavnar Kommunu, vísir Bjarni Djurholm á. Hann leggur dent á, at enn er alt á fyrireikingarstøði, og at slíkt sum at flyta tæanstur, má viðgerast saman við teimum landsstýrismonn- um, sum hava tær ávísu tæn- asturnar sum sítt øki. Líkt er til, at fleiri smá bygdarposthús fara at lata aftur nakað skjótt. Ístaðin koma so stórir tænastudeplar, sum skulu hýsa posthúsi og øðrum almennum tænastustovnum kring landið Mynd: Edvard Joensen Bygt verður upp í handilin hjá Føroya Keypsamtøku í Mið- vági. Sjálvur handilin fer at vaksa við eini helvt ÚTBYGGING Edvard Joensen Mivági: Føroya Keypsamtøka í Vágum byggir út. Handilin hevur leingi verið og trong- ur, og nú verður hann víðk- aður við umleið helvtini av gólvvíddini afturat. Tað hevur leingi verið eitt ynski um at fáa handilin víðkaðan, tí ov trongt er, sigur Ingi Joensen, sum er leiðari í FK í Miðvági. Nú er stigið so tikið, og handilin fer at vaksa við eini helvt. Ingi Joensen sigur, at tá Vágatunnilin lat upp, merktu tey ein vøkstur í kundatalinum í Keypsam- tøkuni í Miðvági. Kunda- talið hevur lagt seg í eina støðugari legu nú, men er framvegis væl hægri, enn tað var, áðrenn tunnilin lat upp. Talan er í ávisan mun um fremmandafólk, sum hava ørindi á flogvøllinum og so keypa inn, áðrenn tey fara til hús aftur. Útbyggingin, sum nú verður gjørd, skal væntandi vera liðug seinast í novem- ber, sigur Ingi Joensen. Bygt verður upp í handilin suðureftir. Verandi veggur verður so tikin niður, og allur handilin, sum hann er, verður innrættaður av nýggjum, sigur Ingi Joen- sen. Talan verður um heilt nýtt innbúgv eisini, sigur hann. Hvat útbyggingin fer at kosta samlað, veit hann ikki at siga nágreiniliga enn, men sjálvur bygning- urin fer at kosta umleið eina milión. So kemur inn- búgv og slíkt aftuat. FK í Vágum byggir út Bygt verður upp í handilin hjá Føroya Keypsamtøku í Miðvági. Útbyggingin fer at víðka gólvvíddina við eini helvt Mynd: Edvard Joensen Arbeiðið upp á at gera vestara inntak- ið til Gásadalstunn- ilin er boðið út, og tilboðini innkomin SAMFERÐSLA Edvard Joensen Farið verður undir at gera inntakið til Gásadalstunn- ilin Gásadalsmegin í ár, sigur Oyvindur Brimnes, stjóri á Landsverki. Biðið er um tilboð upp á arbeiðið, og onkur til- boð eru komin, sum støða nú fer at verða tikin til, sigur Oyvindur Brimnes. Men játtanin til ar- beiðið er so mikið lítil, at tað verður bara arbeitt øðrumegin í senn. Hesa- ferð verður farið undir at gera vestara inntakið, sig- ur hann. Eisini er biðið um til- boð upp á part av vega- gerðini oman fyri Skála, og har er støðan sum í Gásadali. Tilboð eru at taka støðu til, men heldur ikki har røkka pengarnir serliga langt, og als ikki til at gera arbeiðið liðugt. Oyvindur Brimnes sigur, at allar játtanir hjá Landsverki verða brúktar í ár, uttan tann til arbeiðið í samband við tunnils- gerðina í Suðuroy. Har hevur gingið í so striltið at bora, at teir verða ikki lidnir við ætl- aða setningin ár, sigur stjórin á Landsverki. Tilboð í Gásadali Tilboð eru komin inn upp á arbeiðið at gera tunnils- inntakið í Gásadali liðugt Vestmanna Komm- una hevur sagt tveimum fólkum úr starvi, tí viðlíka- haldsarbeiði og slíkt, sum gerast skuldi, er liðugt fyri í ár KOMMUNUTÍÐINDI Tveir tímaløntir arbeiðs- menn hjá Vestmanna Kommunu hava fingið at vita, at einki arbeiði er til teirra restina av árinum. – Tað kemst av, sigur Gunn Joensen, borgar- stjóri í Vestmanna, at játtanin, vit hava sett av til slík arbeiði í ár, er brúkt. Tað, sum gerast skuldi, er gjørt, og so er ikki meira, vit kunnu brúka hesar menninar til í løtuni, og tískil hava teir fingið uppsøgnina. Gunn Joensen hevur boðað frá, at hon stillar ikki upp aftur til komm- unuvalið í heyst. Hon sigur, at hon veit ikki fyri vist, hvussu vorðið er við upstilling í Vestmanna, men sigur seg hava frætt, at einir tríggir listar skulu vera á veg. Ein kvinnulisti er teirra millum, sigur hon seg hava fingið at vita. ej Játtanin brúkt C M Y K 5 4