Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-21, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. september 2004síða 4

‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 179 - 21. september 2004 Nr. 179 - 21. september 2004 7 Fangaður í vindeyganum Leygarmorgunin um hálvgum fýra tíðina fekk løgreglan eina fráboðan um innbrot á SEV skriv- stovuna á Landaveg- num. Tað var SEV vakt- in, sum boðaði frá. Løg- reglan fangaði tjóvin, tá hann var á veg út aftur gjøgnum vindeygað. Hvat viðkomandi hevði tikið, segði søgan tó onki um. - sae – Lættvunnin oyru Einum manni eydnaðist at vinna nøkur lættvunn- in oyru leygarkvøldið á Platform. Fimm fólk komu inn í gongina í neðra í Platform. Tey ætlaðu sær í dans. Har stóð hesin maðurin fyri teimum og segði, at tað kostaði 100 krónur fyri hvønn, og so skuldu tey fáa stempul, tá tey komu uppá. Maðurin fekk so 500 krónur, og hini fóru upp gjøgnum trapp- urnar. Trupulleikin var bara hann, at tá tey komu uppá, kendu starvs- fólkini á Platform onki til, at nakar skuldi standa í neðra og krevja inn. Gjaldast skuldi við garderobuna. Tá hesi fólkini so fóru niður undir aftur, vóru mað- urin og tær 500 krón- urnar horvin. Løgreglan veit ikki nakað um, hvør viðkom- andi kann hava verið. - sae - Hótti við knívi Um hálvgum tvey tíðina sunnunáttina var knívur á lofti uttan fyri Kaggan. Ein maður hótti ein annan við knívi, men tað spældi alt væl av, og beinanvegin var friður aftur. Um fýratíðina varð ein maður sligin í and- litið. Hann bløddi illa úr nøsini og hevði brotið eina tonn. Maðurin fór á skaðastovuna, og sak verður somuleiðis skriv- að burtur úr hesum. Um hálvgum trýtíðina var herverk framt á ein bil í Tróndargøtu. Øll fýra dekkini vórðu skor- in upp. Løgreglan hevur onki at ganga eftir í málinum. - sae - Mótaframsýning í Mentanar- húsinum Í annaðkvøld - miku- kvøldið kl.20 - skipar 3.a á Studentarskúlanum á Kambsdali fyri stórari mótaframsýning í Ment- anarhúsinum í Fugla- firði. Handlarnir, ið luttaka eru úr Fuglafirði, Gøtu og Klaksvík. Klæðini, ið verða sýnd fram, vera frá inn- ast til uttast. Í steðginum eru køkur og kaffi at fáa til keyps. Øll eru hjartaliga væl- komin, heilsa tey av Kambsdalli. Seinasti motor- súkklutúrurin MOTORSÚKKLUR Tíðindaskriv Føroya MC skipar leygardagin fyri seinasta motorsúkklutiltakinum hesaferð. Nú heystið stendur fyri durun fer motor- súkklusesongin 2004 at halla, og fyri at markera hetta hevur Føroya-MC gjørt av at skipa fyri einum tiltaki, sum vit nevna Endatúrurin 2004. Talið á motorsúkklum er økt sera nógv seinastu árini og árið í ár er einki undantak. Veðrið fyrru helvt av summarinum var einki serligt, men seinna helvt hevur hyln- ast nógv betri, og nógvar motorsúkklur hava verið at sæð á vegunum kring landið. Føroya-MC hevur havt nógv tiltøk á skránni í ár, og tann seinasti stóri felagstúr- urin verður 25. septemb- er. Dentur verður lagdur á, at hetta tiltakið er fyri øll motorsúkkluáhugað, tær nýtist ikki at vera limur í nøkurm felag fyri at luttaka. Møtt verður á Shell Støðini við Ringvegin í Havn kl 11, koyrt verður kl 12, farið verður ein túr gjøgnum býin, síðani verður koyrt til Vágar- nar, har steðgað verður í umleið ein tíma. Har verða kaffi og køkur av fáa, umframt at onkur kapping verður. Aftaná verður koyrt aftur til Havnar. Veitsla verður um kvøldið í Kagganum. Meira um tiltakið kann lesast á heimasíðuni hjá Føroya-MC - www.foroya-mc.fo Í fjør fóru 50.000 krónur, sum komu inn til Skótahjálpina, til at byggja eitt skótahús í Nepal. Hendan verkætlanin er nú komin í gongd, og væntast kann, at skótahúsið stendur liðugt í næstum SKÓTAHJÁLP Tíðindaskriv Beinanvegin boðini komu frá Skótahjálpini um at partur av innsavningini skuldi fara til eitt skótahús í Thaiba, var farið undir at kanna sær byggilendi. Kommunan vísti á eitt øki, sum skótarnir skuldu fáa ókeypis. Men politiskur ruðuleiki í landinum førdi til, at kommunustýrini vóru av- tikin og brádliga hevði eingin heimild at geva ognirnar hjá kommununum burtur. Um verkætlanin skuldi gerast veruleiki mátti eitt grundøki keypast. Hetta gjørdi at kostnaðurin fyri verkætlanina hækkaði úr 30.000 upp í góðar 45.000,- kr. Hetta førdi eisini til at verkætlanin bleiv nakað seinkað; tí tá íð grund- stykkið var funnið og keypt, kom regntíðin og tá er ikki so lætt at byggja. Nú er byggingin byrjað og verður væntandi liðug í næstum. Økið liggur væl fyri, beint upp at kommu- nalum fríøki, og gevur góðar møguleikar fyri utt- andura ítriv. Nepalskt byggisnið Skótahúsið verður bygt eftir Nepalesiskum stand- ardi. Gólvið verdur stamp- að mold og veggirnir verða av múrsteini. Húsini verða ikki bjálvað, og eingin hiti innlagdur. Veðurlagið er so mikið gott, at tað er ikki neyðugt! Í stovuhæddini verður ein lítil íbúð sum skal leigast út so skótarnir kunnu hava eina inntøku. Á fyrstu hædd verður fundar- høli, skrivstova, goymsla, tekøkur og wc. Tekjurnar eru slættar og verða nýttar til alskins ítriv. Alt frá at spæla, gera mat og til at vaska sær. Vatn, kloakk og el er ætlað at fáa innlagt - tað er reint luksus. Vanliga bera tey vatnið til húsini. Wc er oftast ein skúrur úttanfyri við einum holi sum verður tyrvt so við og við. Elektrisitet er altumráð- andi, tí tað gevur teimun møguleika at hava fundir aftan á at tað dagliga ar- beiðið er liðugt, og tað er vorið myrkt. Tað vil geva fleiri børnum høvi at sleppa uppí part, tí nógv hjálpa foreldrinum at arbeiða so leingi tað er ljóst. Har verð- ur myrkt longu klokkan 7 á kvøldi. Ein skótarørsla Skótarørslan í Nepal byrj- aði fyri 50 árum síðani og er støðugt vaksin, so í dag eru 15.000 gentur og dreingir skótar. Bert ein skótarørsla er, og hevur hon limir úr øllum trúarbólkum og kastum. Nepal er eitt ógvuliga vakurt og fjølbroyt land, sum liggur millum Kina og India. Landið hevur bæði stórt láglendi, har rís og grønmeti verður dyrkað, og høg fjøll, har bert kavi er. Verðins hægsta fjall Mount Everest liggur í Nepal, og tað er umleið 10 ferðir hægri enn Slættaratindur. Landið er 3,5 ferðir størri enn Danmark, og har búgva 27 milliónir fólk. Tey tosa Nepali, men nógv skilja enskt. Stórir møguleikar eru í landinum fyri alskyns ítriv- um: fjallaklintring, haik í jungluni, river rafting, para shooting og nógv annað. Fátækradømi hevur tó gjørt, at skótarnir ikki hava megnað at skipa fyri altjóða legum; men teir hava stílað fyri fleiri stórum altjóða legum við upp til 1.000 luttakarum. Skótahjálpin í Føroyum skal hervið nýta høvi til at takka øllum tykkum, sum á ymiskan hátt hava verið við til at stuðla skótahjálpini í 2003, og soleiðis gjørt tað møguligt at fara undir eitt nýtt skótahús í Thaiba í Nepal, sum liggur beint uttan fyri høvuðsstaðin Kathmandu. Skótahjálpin gav 50.000 krónur til hesa verkætlan. Meira fæst at vita um Nepal á http://www.cia.gov/cia/pub lications/factbook/geos/np. html Skótahjálpin 20 ár: Skótahús í Nepal í gerð Skótaleiðarin Jagsishare á lendinum har skótahúsið verður bygt Goldið verður fyri byggilendi Skótafundur 21. september er heimsins alzheim- ersdagur ALZHEIMERSDAGUR Alzheimer´s Disease International (ADI) hevur valt at halda hendan dagin til heiðurs fyri dr. Alois Alzheimer (14.06.1864 - 19.12.1915), sum í 1906 lýsti heilasjúkuna, ið seinni varð kallað upp eftir honum. Men dagurin er eisini ein átroðkandi áminning til okkum øll um, at talið av fólki við demens økist ógvisligt kring allan heimin, og mett verður, at 18 millión- ir fólk nú líða av demens- sjúku, og ADI vil gera vart við, at tað hevur skund at fara til verka, og heitir tí á fólk við demens og teirra familjur, fólk innan heilsuverkini, Alz- heimerfeløgini og tey stýrandi í samfeløgunum at smoyggja upp ermar. Alzheimerfelagið í Før- oyum hevur síðani sein- asta Alzheimerdag rokkið stórum málum í arbeiði okkara at royna at bøta um korini hjá teimum dementu og teirra avvarð- andi. Onkur lærdi okkurt av leikinum „Svíkja vit Hannis”? sum vit skipaðu fyri. Vit hava staðið fyri útbúgvingini av 18 de- menssamskiparum - ein serútbúgving í, hvussu ein eigur at fara um tey minnisveiku og teirra av- varðandi, bæði hvat røkt, ráðgeving og stuðli við- víkir. Og nú fara vit í gongd við eini royndarverk- ætlan: Ein miðstøð fyri minnisveik, har upp til átta mobil fólk við de- mens fara at halda til um dagin. Og í sama húsi verður ein miðstøð fyri ráðgeving um demens fyri fólk, ið hava brúk fyri tí. Royndirnar frá hesari verkætlanini skulu leggj- ast fram á Norðurlendsk- ari ráðstevnu, ið verður í Føroyum í 2006, har Alz- heimerfelagið er vertur. Frá Australia til Alaska - kring allan heimin - fara túsundtals fólk at gera vart við seg hendan dagin fyri at vekja ans fyri teim- um minnisveiku og teirra viðurskiftum og royna at fáa meira ferð á gransk- ing, viðgerð og serkunn- leika á øllum økjum, sum snúgva seg um hendan partin av heimsins íbúgv- arum, fyri at steðga øk- ingini av fólki við de- mens, tí sum gongdin er, verður talið um 25 ár dup- ult av tí, tað nú er. Tað er ongin tíð at missa. Fríggjakvøldið 24. september klokkan 20.30 skipa ung úr Kristnastovu fyri evangeliskum møti í Føroyahúsinum MØTI Tíðindaskriv Vanliga er møti fríggja- kvøld í Kristnastovu, men av og á eru eisini møtir í Føroyahúsinum. Hettar hevur sjálvandi fleiri fyri- munir við sær. Føroyahúsið liggur mitt í býnum, og har passa dupult so nógv fólk inn sum í Kristnastovu. Andrew Berghamar, sum starvast sum trúðboðari uttanfyri Keypannahavn, kemur at tala, og harum- framt verður m.a nógvur tónleikur eisini á skránni. Hetta fríggjakvøldið verður sjálvandi onki møti í Kristnastovu. Meira fæst at vita við at vitja heimasíðuna hjá Kristnastovu, sum er www.kristnastova.dk, ella við at vitja heimasíðuna hjá Føroyahúsinum, www. faroehouse.dk Rúnar Reistrup Fríggjadagin var móttøka í Føroyahúsinum í sam- bandi við at nýggja ferða- skrivstovan My Faroe læt upp. Therese Turidardóttir Kreutzmann, sum eigur og rekur nýggju ferða- skrivstovuna, er ikki ókend innan føroysku ferðavinnuna. Hon hevur millum annað verið leið- ari á ferðaskrivstovuni hjá Atlantic Airways í Kast- rup. Maður Therese, Niels Kreutzmann, var eitt stutt skifti sølu- og marknaða- stjóri á Smyril Line. Ferðavinna í Føroyahúsunum Therese Turidardóttir Kreutzmann stjóri fyri My Faroe saman við manninum Niels Kreutzmann uttan fyri Føroyahúsið í Keypmannahavn, har nýggja ferðaskriv- stovan heldur til. »Eingin tíð at missa« Kristnastova í Føroyahúsinum Hóast veðurgudarnir ikki vístu seg frá síni bestu síðu, so var undirtøkan til fólka- heilsurenningina leygardagin tann størsta, ið nakrantíð hevur verið til eina skipaða rennikapping í Føroyum. TERJI NIELSEN terji@sosialurin.fo Ikki færri enn 565 fólk gjøgnumførdu stóru fólka- heilsurenningina, sum Almanna- og Heilsumála- stýrið skipaði fyri saman við felagnum fyri frælsan ítrótt í Havn, Bragdinum, í Havn leygardagin. Fleiri settust aftur Hóast 565 fólk er met fyri slíka rennikapping í Før- oyum, so kundi talið verið væl hægri, tí samanlagt høvdu ikki færri enn 809 fólk boðað frá luttøku. Fleiri teirra setust óivað aftur, tí veðrið var ófanta- ligt í høvuðsstaðnum leyg- ardagin við nógvum vindi og nógvum avfalli. Tó skal sigast, at júst tá ið farið varð undir renningina, var ein lítil skái, sum kom væl við hjá teimum mongu luttakarunum. Einaferð áður hava enn fleiri fólk tikið lut í einum rennitiltaki í Føroyum. Tað var, tá ið undirsjóartunnilin lat upp í 2002, men tað tiltakið var ikki skipað sum ein kapping. Landsstýrismaðurin fegin um undirtøkuna Tað var landsstýrismaðurin í almanna- og heilsu- málum, Hans Pauli Strøm, ið hevði tikið stig til til- takið, og hann var sjálvsagt ovurfegin um stóru undir- tøkuna. – Eg haldi tað verða heilt fantastiskt, at so nógv fólk vóru við. Eg má siga, at eg var púra paff, tá ið eg sá stóru manna- múgvuna, sigur Hans Pauli Strøm, ið sjálvur var mill- um teir 565 luttakararnar. – Tað var eitt ómetaliga væl- eydnað tiltak, og tað var stuttligt at síggja, hvussu væl alt gekk, hóast luttak- aratalið var so høgt, sigur landsstýrismaðurin. Í sambandi við tiltakið var eisini skipað fyri ym- iskum inni í badminton- høllini, har til bar eitt nú at fáa mált blóðtrýstið og fáa kunning um ymisk heilsu- viðurskiftir. Ein stór hoppi- borg var sett upp inni í høllini, har børnini kundu halda sær at gaman, meðan tey vaksnu gingu runt og hugdi nærri at tí ymiska, ið var sýnt fram, ella bara fingu sær eitt prát. – Tað var ótrúliga hugna- ligt at ganga runt inni í høllini og práta við fólk, tí øll vóru í so góðum lag, og eg haldi, at tað riggaði stak væl, at rennitiltakið var skipað bæði sum ein kapp- ing og sum eitt rennitiltak fyri øll. Hetta gjørdi tað møguligt at taka lut við eitt nú barnavogni, og tað tókt- ist, sum um hetta var nakað, ið fólk hava saknað, sigur Hans Pauli Strøm. Sum nakað heilt óvanligt í sambandi við rennitiltøk í Føroyum, vóru kvinnurnar hesaferð í meiriluta millum luttakararnar. Vanliga plaga menninir hava heilt greiðan meiriluta, men so var ikki hesaferð, og tað er óivað tí, at tiltakið ikki var skipað sum kapping burturav, sigur landsstýrismaðurin. Eisini var talið av børnum, ið vóru við, óvanliga stórt. – Ikki færri enn 280 børn vóru við í fólkaheilsurenn- ingini, og tað er ómetaliga stuttligt, heldur Hans Pauli Strøm. Kring alt landið Hans Pauli Strøm dylur ikki fyri, at Almanna- og Heilsumálastýrið ætlar at gera fólkaheilsurenningina til eitt afturvendandi tiltak. – Tá ið undirtøkan var so mikið góð í so vánaligum líkindum, prógvar hetta, at tað er eitt kærkomið tiltak. Ætlanin hjá okkum er so eisini at skipa fyri líknandi tiltøkum kring alt landið, so at tað ikki einans eru fólk í miðstaðarøkinum, ið hava møguleika fyri at verða við, sigur Hans Pauli Strøm. Nær hesi tiltøk verða á skránni kring landið, veit landsstýrismaðurin ikki enn, men ætlanin er, at tað skal verða í komandi ári, og tiltøkini skulu fyriskipast í samráði við tey lokalu feløgini fyri frælsan ítrótt, sigur hann. Metstór undirtøka til fólkaheilsurenningina Landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum, Hans Pauli Strøm, ið her hitar upp undan startinum á fólkaheilsurenningini, var ovurhonds fegin um stóru undirtøkuna til tiltakið. mynd: Jens Kr. Vang C M Y K 7 6