Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-21, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. september 2004síða 4

‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 180 - 22. september 2004 Nr. 180 - 22. september 2004 7 Menn hava skyldina, ongin áhugi, smábørn og fulltíðarstarv, fok- us er bara á toppkan- didatarnar, onki upp á hjartað og so framveg- is. Hetta eru bert nakrar av orsøkunum til at kvinnur ikki eru aktivar í politikki, sum vórðu nevndar á ópolitiska fundinum um politikk í Klaksvík mánakvøldið KVINNUR OG POLITIKKUR Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Klaksvík: Fundurin varð hildin í hølum Húsmøðrafelagsins, og um einar 50 kvinnur mundu vera tilstaðar. Rúna Sivertsen legði fyri við at greiða frá um ting- arbeiðið. Síðani greiddu aðrar kvinnur, sum eru aktivar í politikki frá sínum arbeiði, og ikki minst hvussu tað er at stilla upp, verða vald og síðani at byrja lívið sum politikkari. Tá tær vóru lidnar at greiða frá, var ein spurnarrunda og kjak um, hví so fáar kvinn- ur eru aktivar í politikki, og hvat kann gerast fyri at økja um talið á teimum. Nógv uppskot Bjørt Samuelsen, orðstýr- ari, bað áhoyrararnar koma við orsøkum til, at kvinnur ikki stilla upp. Har komu fleiri. Alt frá at kvinnur ikki yvirskoða tað við smábørnum, heimi og fulltíðarstarvi við síðuna av til at tær ikki tora inn í pol- itikkin, tí har mest sum bara eru menn. Hetta við monnunum og muninum á kynunum gekk eisini allatíðina aftur. Bæði á tí skemtiligu síðuni og tí meiri álvarsomu. Til tíðir hevði ein líkasum hug at minnast aftur á Pipar og Salt og teirra: Fyri tað um tú hevur tey betru argu- mentini, so havi eg rætt. Nógv tos var um, hvussu menn megna tað politiska arbeiðið, hvussu teir ikki ræðast eina mikrofon, hvussu teir ikki smæðast burtur við at føra seg fram, hvussu torført tað kann vera at fáa tey sokallaðu bleytu virðini ígjøgnum, tá ov fáar kvinnur eru í somu nevnd og so framvegis. Álvarin í øllum hesum skal tó takast við fyrivarni, men sumt av tí lat veruliga til at vera ein trupulleiki í politiska ar- beiðinum, sambært luttak- andi kvinnunum á hesum fundinum. Ein av kvinnunum við pallborðið tók skemtandi til, at um ein vísti tó snildi og royndi at tosa um til dømis barnaansing sum ein part av einum vinnurekandi polit- ikki, so kundi tað gera tað lættari at fáa tað ígjøgnum. Tungt við fáum Felags fyri allar kvinnur- nar, sum luttóku á fundin- um var, at tær allar tosaðu um, at politiska arbeiðið var tungt, tá so fáar kvinnur eru aktivar. Eisini høvdu meginparturin av teimum av fyrstan tíð sagt nei, tá tær vórðu bidnar at stilla upp. Men tær løgdu dent á, at tað er bæði spennandi og áhugavert at arbeiða í politikki. Serliga tí tær kenna, at tær kunnu gera mun við at ávirka nøkur samfelagslig viðurskifti. – Vit hava nú til dømis verið tríggjar kvinnur í býráðnum í Klaksvík. Hóast onkur hevur sitið í minniluta og onkur í meiriluta, so hava vit altíð samstarvað væl, men tað er øgiliga tungt, tá vit bert eru tríggjar út av ellivu. Eg ivist ikki í, at tað hevði gjørt stóran mun, um býtið kanska hevði verið fimm og seks, segði Eyð- gunn Samuelsen, sum hevur sitið í Klaksvíkar býráði í átta ár. Hesum tóku bæði Jórun Høgnesen og Betta á Dalinum undir við. Betta og Eyðgunn komu í býráðið í somu setu, og tær løgdu dent á, hvussu væl sam- starvið teirra millum í nevnd hevur virkað, hóast tær eru í meiri- og minni- luta. Skúling Tosið snúði seg sjálvandi øgiliga nógv um, hvussu stórur grundleggjandi mun- ur tað er á monnum og kvinnum. Nógv varð ført fram, um hvussu menn tora betur enn kvinnur. Fleiri ferðir varð víst á, at hetta við at skula ella noyðast at hava tjekk á viðurskiftunum, áðrenn ein fer inn í tey, er kanska nak- að serliga, sum liggur til kvinnurnar heldur enn menninar. Jórun Høgnesen kom við hugskotinum, at tað kanska kundi hjálpt, um kvinnur byrjaðu í tí politiska arbeið- inum handan leiktjøldini. Hon greiddi frá, at tá tað kemur til arbeiðið í teimum ymsu feløgunum aftan fyri flokkarnar, er nógv at gera. Somuleiðis nógv at læra, legði hon afturat. Sjálv var hon formaður í Norðoya Tjóðveldisfelag, áðrenn hon stillaði upp. – Eg haldi so avgjørt, at tað kundi verðið eitt slag av politiskari skúling at arbeitt aftan fyri fyrst. Tí man kann veruliga fáa nógv við og læra nógv av tí arbeið- inum. So um ein kvinna hevur áhuga, men ikki torir so væl, kundi hetta verðið ein góð byrjan, helt Jórun fyri. Álvari og gaman – Allar kvinnurnar, sum sita her í kvøld, hava, sum tit síggja, lært ikki at verða bangnar, tá tær fáa eina mikrofon í hondina. Men uttan iva hava tær einaferð verið tað, helt Bjørt Samu- elsen, fyri. Hon var eisini skjót at leggja afturat, at tað ikki er galdandi bert fyri kvinnur. Hetta var eisini nakað, sum tær royndu at fáa fram. At tær sjálvar einaferð vóru bangnar. Men at har er nógv og góð hjálp at heinta, um ein dugir at finna hana og taka í móti henni. Onkur vísti á, at tað ikki var so lætt bara at stilla upp. Ein mátti eisini hava okkurt upp á hjartað. – Haldið tykkum framat. Tað er onki at vera bangnar fyri, og um tit onki hava upp á hjartað frammanund- an, so fáa tit tað, segði ein harðmælt Mamy Dahl Sør- ensen, og láturin rungaði í salinum. Luttakararnir á fundinum greiddi hvør í sínum lagi frá, hvussu tað bar til, at júst tær vórðu uppstillaðar. Nógv av tí vakti miklan lát- ur, og serliga Betta á Dalin- um, sum kom nakað tilvild- arliga upp í politikk fyri átta árum síðani. Hon greiddi frá, hvussu tað var at koma púra óvæntað í bý- ráðið og enntá í meirilutan. Hennara frásøgn var sera undirhaldandi, og hon fekk tað at ljóða stuttligt og lætt. MENNandi fundur Fingu nógv burturúr Fundurin vardi í tríggjar tímar, og sum sagt vóru tað mest politikararnir, sum høvdu orðið. Teirra uppg- áva hetta kvøldið var jú at eggja kvinnum til at fara upp í politikk ella fyri tað minsta stilla upp til eitt val. Sjónarmið vóru eisini frammi um, hvat kann gerast fyri at fáa fleiri kvinnur upp í politikk. Onkur helt, at tað er púra logiskt, at fyri at fleiri kvinnur skulu verða valdar, so mugu so nógvar sum gjørligt stilla upp. Hetta hildu aðrar ikki vera so sjálvsagt og vístu til dømis á listar, har einar fýra kvinnur hava verið á. Men tá so valúrslitið kom, var ongin teirra vald. Men til- samans var talið á atkvøð- um nóg mikið til meira enn eina kvinnu. Onki ítøkiligt uppskot um loysn upp á júst hetta kom fram, men tosið gekk aftur og fram um orsøkirnar til hetta. Endamálið við fundin- um, sum varð hildin undir heitinum "Tað er bara eitt menn", var at fáa fleiri kvinnur at stilla upp og at verða valdar. Um tað enda- málið varð nátt mánakvøld- ið er ilt at siga nakað um, men í øllum førum mundu flestu kvinnurnar fara út aftur nakað klókari og meira vitandi um politiska arbeiðið hjá kvinnum enn frammanundan. Allar lótu í øllum førum væl at fund- inum. Jórun Høgnesen helt at enda fyri, at um hesin fund- urin hevði fingið onkrar kvinnur at stilla upp, so hevði hann næstan nátt sínum endamáli, sum er at fáa fleiri kvinnur valdar. Týsmorgunin varð greitt, at semja ikki fekst millum Team 85 og Tjóðveldis- flokkin. Tískil fellur málið til dóms RÆTTARMÁL Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Í tvær vikur hava partarnir sitið og roynt at fingið eina semju í málinum. Týsmorgunin var freistin úti, og tá fekk dómarin boð um, at tað ikki var eydnast at fáa eina semju í lag. Tí skal dómarin nú koma við einum úrskurði í málinum. Johnny Gaard, stjóri á Team 85, sigur, at hann ikki ynskir at gera nakra viðmerking til sjálvt semingsuppskotið. Hann dugir heldur ikki at siga nakað um, hvussu dóm- urin kann fara at ljóða. – Nú er tað jú upp til dómaran, og tá er vón- leyst at siga nakað, sigur hann og leggur afturat, at tað ikki er vist, at dóm- urin verður tað seinasta orðið í málinum. – Um dómurin verður kærdur, so kemur hetta málið jú at koyra í eina tíð afturat, sigur hann. Johnny Gaard sigur, at her talan um eitt prinsipp, sum hansara fyritøka ikki vil víkja frá. Hann er stjóri á einari fyritøku, og tá ein vøra verður bíløgd, so er tað vanligt, at viðkomandi eisini rindar fyri hana, sigur hann púra av- gjørdur. Johnny er greiður yvir, at hetta kann koma at verða dýrt fyri tapandi partin í hesum málinum. Men kortini vil hann ikki víkja frá prinsippinum. – Vit koyra hetta málið, tí vit vilja hava teir peng- arnar, sum vit hava rætt til. So einfalt er tað, sigur Johnny Gaard, stjóri á Team 85. Nær dómur fellur í málinum er ikki greitt. Tað tekur ta tíð, sum dómarin nýtir til at koma til eina niðurstøðu. Men tá hugsað verður um, at dómarin kom við einum semingsuppskoti, at so kann verða, at dómurin ikki liggur so langt frá tí. Ongin semja Nú er greitt, at ongin semja fekst í málinum millum lýsingarfyritøkuna Team 85 og Tjóðveldisflokkin. Tískil skal dómur fellast í málinum Hóast Elin Linden- skov tvíhelt um, at hon ikki stillaði upp á sama lista sum Tórfinn Smith, verða bæði nøvnini eftir øllum at døma at síggja á listanum hjá Javnaðarflokkinum til kommunuvalið. Elin Lindenskov vón- ar, at Tórfinn Smith ikki verður valdur KÚVENDING Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo – Eftir at hava fingið hópin av áheitanum um at stilla upp aftur til býráðs- valið í Tórshavnar komm- unu havi eg valt at stilla upp aftur fyri Javnaðar- flokkin, hóast at eg hevði avgjørt ikki at stilla upp, um Tórfinn Smith var á listanum. Hetta geri eg, tí eg vil arbeiða fyri stevnu Javnaðarflokksins í Tórs- havnar býráð, og tí eg eri góð við Javnaðarflokkin. Í tíðindabrævi til fjøl- miðlarnar ger býráðslim- urin hjá Javnaðarflokkin- um, Elin Lindenskov, greitt, at hon ætlar sær at stilla upp fyri Javnaðar- flokkin uttan mun um Tórfinn Smith verður á listanum. Elin og Tórfinn hava stóran part av val- skeiðnum verið í opnum stríði, tí Tórfinn Smith miðskeiðis í valskeiðnum valdi at fara upp í meiri- lutan í Tórshavnar býráð, meðan Elin Lindenskov framhaldandi var í minni- lutanum. Eftir avgerðina hjá Tór- finni slerdi Elin fast, at hon ikki ætlaði sær sama uppstillingarlista sum Tórfinn Smith aftur. Kort- ini er vent í holuni. Sjálvssøkin vongur –Tað er einki dulsmál, at tað er ein sjálvsøkin vongur í Suðurstreymoyar Javnaðarfelag. Hesin vongur leggur einki í flokkin ella floksins stevnu. Tað snýr seg bara um at fáa nakað burtur úr personliga.Við ikki at stilla upp hevði eg givið hesum veingi gróðrarlík- indi. Tað vil eg ikki, stendur skrivað í tíðinda- brævinum. Spurd, hvussu sterkur hesin vongur er í Suður- streymoyar Javnaðarfel- ag, svarar Elin, at vongur- in fyrst og fremst umfatar Tórfinn Smith og nakrar afturat honum, men talan er kortini um ein smalan bólk í Suðurstreymoyar Javnaðarfelag. Tórfinn ikki veljast Á seinasta býráðsvalið fekk Javnaðarflokkurin í Havn tvey umboð vald í Tórshavnar býráð. Elin Lindenskov fekk 392 atkvøður, meðan Tórfinn Smith varð næstur henni við 244 persónligum at- kvøðum. Tað er neyvan at taka munnin ov fullan at siga, at samstarvsviljin hjá Tórfinni og Elini ikki hevur verið av teimum bestu farna valskeiðið. Kanst tú veita vissu fyri, at starvið verður betri um bæði verða afturvald? Eg kann sjálvandi ikki veita vissu fyri, hvat Tór- finn finnur upp á, tí hann hevur svikið áður svikið flokkin, men persónliga eri eg sinna at samstarva, so politikkurin hjá Javn- aðarflokkinum aftur kem- ur í fremstu røð, vísir Elin Lindenskov á. Vónar tú at Tórfinn verður valdur? Nei tað geri eg ikki, tí hansara framferðarháttur hevur skatt flokkin al- mikið. Sárini eru ikki ólekjulig, men eg vóni, at hann hvørki stilar upp ella at hann verðurvaldur. Eg vóni hinvegin, at flokkur- in fær fleiri kvinnur vald- ar í býráðið, sigur Elin Lindenskov Elin kúvendir Rúna Sivertsen, fyrrverandi løgtingskvinna, Jórun Høgnesen, forkvinna í mentunarnevndini í Klaksvíkar býráði, Eyðgunn Samuelsen, formaður í sosialu nevnd í býráðnum, Betta á Dalinum, býráðslimur og Mamy D. Sørensen, sum hevur sitið nógv á tingi, greiddu frá um kvinnu og politikk Betta á Dalinum, sum kom nakað tilvildarliga upp í politikk, hevði eina skemtiliga frásøgn um, hvussu tað var brádliga at gerast ein partur av Klaksvíkar býráði C M Y K 7 6