týsdagur 21. september 2004síða 5
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 179 - 21. september 2004
Nr. 179 - 21. september 2004
9
MARKNAÐARRÁK
Ein lækking í amerikanska
árliga prísvøkstrinum, ódn-
in Ivan og eitt vánaligt ídn-
aðarálit
í
Philadelphia
fingu donsku lánsbræva-
renturnar at lækka, so tær
stundum, í farnu viku, vóru
á lægsta stigi síðan apríl
mánaða. Rentan á danska
10 ára statslánsbrævinum
liggur í dag á 4,36% sum er
0,05%- stig lægri enn fyri
viku síðan. Partabrøvini
ávirkaðust hinvegin ikki
stórvegis av hendingunum
og liggja í dag á leið á sama
stigi sum fyri viku síðan.
Týdningamesta hending-
in í farnu viku varð kunn-
gerðin um prístalsvøksturin
í USA. Hóast ein væntaðan
árligan prístalsvøkstur á
2,8% gjørdist hesin 2,7%.
Tann lági prísvøksturin í
USA staðfestir, at hóast
høgan oljuprís, hevur hesin
ikki ávirkað prísvøksturin
avgerðandi.
Vánaligu tølini undan
rentufundinum í amerik-
anska tjóðbankanum ídag,
fara neyvan at ávirka av-
gerðina hjá teimum um at
hækka leiðandi rentuna í
1,75%. Prísvakstrargongd-
in ger, at marknaðurin met-
ir størri sannlíkindi vera
fyri, at tjóðbankin kann
fara at tálma rentuhækking-
ini í tíðini sum kemur, tí
einki bendir á, at prísvøkst-
urin leggur trýst á amerik-
anska búskapin og harvið
skundar undir rentuhækk-
ingar í úrtíð. Hóast útlitun-
um fyri einum hægri ár-
ligum prísvøkstri í Týsk-
landi, lækkaðu evropisku
og donsku lánsbrævarent-
urnar, tí hesar eru neyvt
tengdar at tí amerikansku.
Hesa vikuna koma ikki
nógv lyklatøl úr USA, so
marknaðirnir fara serliga at
leggja seg eftir, hvat tjóð-
bankin, á rentufundinum,
sigur um ferðina á rentu-
hækkingunum. Verða tekin
um, at ferðin kann verða
sett niður, vil hetta fáa
renturnar og dollaran at
lækka.
Kaupthing metir fram-
vegis, at lánsbrævarentur-
nar fara at hækka komandi
tíðina, men oljuprísurin og
amerikonsk prísvakstrartøl
fara framvegis at ávirka
marknaðirnar. Yvirgangs-
atsóknir vilja tó framhald-
andi elva til óvissu og
kunnu
sostatt
ávirka
gongdina á virðisbræva-
marknaðunum.
Um tríggjar vikur byrja
roknskaparkunngerðirnar
fyri 3. ársfjórðing. Útlit eru
fyri góðum roknskapum og
kunnu hesir fáa partbrøv at
hækka.
Rentuhækkingar í andgletti
Vika 39, 2004
www.kaupthing.fo
Fríggjakvøldið hand-
aðu tveir miðnáms-
skúlanæmingar borg-
arstjóranum í Vági
507 undirskriftir. Hesi
507 hava skrivað und-
ir eina áheitan um at
flyta Miðnámsskúlan
úr Vági til Hovs. Nú
fara tey at savna fleiri
undirskriftir
POLITIKKUR
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Àki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Miðnámsskúlanæmingar í
Vági hava savnað undir-
skriftir fyri at flyta Mið-
námsskúlan í Vági til Hovs.
Hetta hendir í kjalarvørr-
inum av fundinum millum
landsstýrið og Vágs Býráð,
har landsstýrið legði fram
hugsanir um røktarheim í
Vági, um ein skúladepil
verður bygdur í Hovi, ið
eisini skal fevna um mið-
námsskúla.
Klokkan 19 fríggjakvøld-
ið handaðu stigtakararnir
borgarstjóranum í Vági,
Jógvani Krosslá, tær 507
undirskriftirnar. Ingibjørg
Thomsen úr Sandvík, og
Sunniva
Mortensen
av
Tvøroyri, siga, at tað eru
ikki bert fólk úr norðara
partinum í Suðuroynni, ið
hava skrivað undir, men eis-
ini úr t.d. Vági og Sumba.
Tær báðar tóku stig til
innsavningina og kundu
fríggjakvøldið handa borg-
arstjóranum heilar 507
undirskriftir.
Jógvan Krosslá, borgar-
stjóri, takkaði teimum báð-
um, men hansara viðmerk-
ing er annars, at tá Vágs Bý-
ráð á fundinum við lands-
stýrið havnaði hugsanunum
um røktarheim í staðin fyri
miðnámsskúla, so var hetta
ein einmælt avgerð. Og
undirskriftirnar
tekur
býráðið til eftirtektar, men
hetta broytir ikki støðu-
takanina hjá Býránum.
Umframt Vágs Býráð,
hava tær báðar eisini sent
løgmanni
og
løgtings-
monnunum Hendrik Old og
Johan Dahl, undirskriftirnar
Savna fleiri
undirskriftir
Síðani
undirkrisftirnar
vórðu handaðar, hava tær
báðar gjørt av at halda fram
við innsavningini.
Tær siga, at tær hava
fingið so nógvar áheitanir
frá fólki, sum onkusvegna
ikki hava fingið høvið til at
skriva undir, at tær nú fara
at taka innsavningina upp-
aftur.
Adressan hevur fyri tað
mesta ligið í ymsum handl-
um og tað hevur gjørt, at
tað eru mong, sum ikki
hava havt høvi til at skriva
undir.
Tær siga, at áheitanirnar,
tær hava fingið, vísa, at tað
er rættiliga nógv fólk
afturat, sum kundu hugsað
sær at skriva undir og tey
halda tað er rætt at tey
eisini fáa møguleikan.
Sostatt fara tey nú at
ganga hús úr húsi í ymsum
bygdum í Suðuroy fyri at
geva fólki høvi til at skriva
undir.
Undirskriftir savnaðar fyri skúla í Hovi
Sunniva Mortensen, høgrumegin, og Ingibjørg Thomsen,
handaðu fríggjakvøldið borgarstjóranum í Vági, Jógvani
Krosslá, 507 undirskriftir frá fólki, sum vilja miðnámsskúlan
fluttan í ein skúladepil í Hovi
Mynd; D. Olsen
Ráfiskakeyparafela
gið hevur boðað
Fiskimálaráðnum
frá støðuni og gjørt
greitt, at nú má
politiski myndug-
leikin áseta neyð-
ugar reglur í lógum
og kunngerðum –
reglur, ið hava
sama endamál sum
semjan, ið var
gjørd millum Rá-
fiskakeyparafelagið
og Ráfiskaseljara-
felagið
UPPBOÐSSØLA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Á
heimasíðuni
hjá
Vinnuhúsinum er grein
um nýggju støðuna inn-
an uppboðssølu í Føroy-
um.
Í greinini verður sagt,
at arbeitt hevur verið við
reglum sum áseta góðar
og tryggar karmar fyri
sølu og landing av rá-
fiski.
- Hetta arbeiði var í
summar komið so langt
áleiðis, at semja var um
stovnan av uppboðssøl-
uni. Viðvíkjandi reglum
um sølu og landing av
fiski var eisini semja um
allar meginspurningar,
og Fiskimálaráðið hevur
fingið upprit við lýsing
av hesum sendandi frá
báðum pørtum.
Greinskrivarin harm-
ast um ta vend, sum
hetta málið fekk, tá ið
ein meiriluti av seljarun-
um vrakaðu hesar ætl-
anir.
- Vit kunnu staðfesta,
at viðurskiftini, sum nú
eru galdandi á føroyska
rávørumarknaðinum,
virka ímóti, at fiskur
verður meirvirkaður á
føroyskum fiskavirkj-
um. Støðan er trupul hjá
øllum fiskavirkjunum,
nøgdirnar av óvirkaðum
fiski, sum fer av land-
inum, eru støðugt vaks-
andi, og stóri taparin er í
síðsta enda føroyska
samfelagið.
Í greinini verður sagt,
at Ráfiskakeyparafelag-
ið hevur boðað Fiski-
málaráðnum frá støðuni
og gjørt greitt, at nú má
politiski myndugleikin
áseta neyðugar reglur í
lógum og kunngerðum –
reglur, sum hava sama
endamál sum semjan, ið
var gjørd millum feløg-
ini.
Nevndin í Føroya Rá-
fiskakeyparafelag stend-
ur sostatt fast við um-
røddu semju við Rá-
f iskaseljarafelagið,
sjálvt um fleiri virkir
fara so langt sum at
krevja landingarskyldu
av øllum feskfiski.
Í greinini á heimasíð-
uni hjá Vinnuhúsinum
verður sagt:
- Í stuttum kann sig-
ast, at tað, sum felagið
metir verða neyðugt er,
at -
* allur feskur fiskur,
sum verður veiddur og
landaður, skal stødd-
ar- og góðskuskiljast
* allur fiskur, sum fer
heilur av landinum,
skal av loyvishavara
seljast um góðkenda
uppboðssølu í Før-
oyum, støddar- og
góðskuskildur.
* skipan má gerast sum
eisini umfatar djúp-
vatnstrolararnar,
so
hesi skip koma undir
somu reglur fyri sølu
og landing sum onnur
Ráfiskakeyparafelagið
sigur seg at enda einki
hava ímóti, at útlend-
ingar keypa fisk á før-
oyskari uppboðssølu á
jøvnum føti við føroysk-
ar keyparar, treyta av
omanfyri nevndu regl-
um.
Keyparar standa
fast við semjuna
Mang bendir nú á, at
nýggja uppboðssølan,
sum Ráfiskakeyparar
og Ráfiskaseljarar
ætlandi skuldu stovna
saman við Fiska-
marknaði Føroya,
fyribils er farin fyri
bakka
UPPBOÐSSØLA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í eina tíð hevur verið arbeitt
við at stovnað eitt nýtt upp-
boðssølufelag, sum Rá-
fiskakeyparafelagið og Rá-
fiskaseljarafelagið skuldu
eiga helvtina av, meðan
Fiskamarknaður
Føroya
skuldi eiga hina helvtina.
Í hesum sambandi hevur
nevndin í Fiskamarknaði
Føroya samtykt at býta
fyritøkuna uppí tvey, so-
leiðis
landingarparturin
verður ein og søluparturin
ein annar.
Formaðurin í Føroya
Fiskimannafelag, Óli Ja-
cobsen, sum seinastu árini
hevur verið nevndarfor-
maður í Fiskamarknaði
Føroya, hevur sambært
grein á heimasíðuni hjá
Vinnuhúsinum stuðlað til-
gongdini við einari nýggj-
ari uppboðssølu av fullum
huga.
Føroya Fiskimannafelag
telist millum parteigararnar
av Fiskamarknaðinum.
Bakkaði út
Egil Olsen, formaður í Rá-
fiskakeyparafelagnum, sig-
ur, at orsøkin til, at keypar-
ar og seljarar ikki vunnu
undir land á hesum sinni,
var, at nevndin í Ráfiska-
seljarafelagnum eftir ein
fund herfyri boðaði frá, at
meiriluti var ikki í felag-
num fyri at taka undir við
fyriliggjandi uppskoti um
uppboðssølu.
- Vit fingu ongar aðrar
grundgevingar enn, at Rá-
fiskaseljarafelagið hevði
viðgjørt hetta á fundi, og at
ein meiriluti í felagnum
avgjørdi at bakka út. Eg
veit tí ikki ítøkiliga, hví
hetta endaði soleiðis. Sum
formaður í Ráfiskakeyp-
arafelagnum, helt eg eins
og Árni Joensen, formaður
í Ráfiskaseljarafelagnum,
at stevið millum feløgini
var gott. Nú seljarafelagið
hevur vrakað uppskotið, iv-
ist eg í, um teir, sum um-
boðaðu felagið í spurning-
inum um felags uppboðs-
sølu, hava havt sítt bakland
í lagi, tá ið teir samráddust.
Egil Olsen sigur, at Rá-
fiskaseljarafelagið fer at
hava ein eykaaðalfund, har
felagið fer at taka málið
uppaftur.
- Eg eri ógvuliga harmur
um, at vit ikki náddu á mál
við eini nýggjari uppboðs-
sølu, nú vit vóru komin so
langt og semja vísti seg at
vera um meginreglurnar.
Støðan óbroytt
Spurdur, hvat nú hendir við
Fiskamarknaði Føroya, um
Ráfiskaseljarafelagið ikki
broytir støðu og verður við
í eini nýggjari uppboðs-
sølu, sigur formaðurin í
Ráfiskakeyparafelagnum:
– Tað dugi eg ikki at siga
í løtuni, men eg vænti, at
Fiskamarknaðurin koyrir
sum higartil – og so verður
neyvan
nøkur
broyting
beint fyri stavn.
Egil Olsen sigur, at Rá-
fiskaseljarafelagið hevur
ikki tosað endaliga um,
hvat gerast skal, um støðan
hjá Ráfiskaseljarafelagnum
verður óbroytt.
– Nú bíða vit í fyrsta lagi
eftir, at nýggjur fundur
hevur verið í seljarafelag-
num, sigur hann.
Nýggja uppboðssølan
fyri bakka
Árni, John og Óli
Sosialurin royndi í gjár at fáa viðmerkingar frá Árna
Joensen, formanni í Ráfiskaseljarafelagnum, John
Nielsen, stjóra á Fiskamarknaði Føroya og Óla
Jacobsen, formanni í nevndini fyri Fiskamarknaði
Føroya, men hetta eydnaðist ikki fyri evsta mark hja
blaðnum.
Vit fara at venda aftur til spurningin um nýggju
uppboðssøluna, sum tykist vera farin fyri bakka, í
blaðnum í morgin.
-v.
– Eg vænti, at Fiskamarknaður Føroya koyrir sum higartil – og so verður neyvan nøkur broyting beint fyri stavn, sigur Egil
Olsen, formaður í Ráfiskakeyparafelagnum
Egil Olsen er ógvuliga harmur um, at Ráfiskakeyparafelagið
og Ráfiskaseljarafelagið ikki náddu á mál við eini nýggjari
uppboðssølu, nú feløgini vóru komin so langt og semja vísti seg
at vera um meginreglurnar
C
M
Y
K
9
8