Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-21, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. september 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 180 - 22. september 2004 Nr. 180 - 22. september 2004 9 Í sambandi við, at dagheimið fyri minnisveik nú letur upp, sóknast Alz- heimerfelagið eftir gomlum lutum til heimið MINNISVEIK Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo – Tað eru heilt sikkurt nógv fólk kring landið, ið hava ymiskt gamalt liggj- andi við hús. Tey vita ikki hvat tey skulu gera við tað, men vilja ikki tveita tað burtur. Tá er tað upplagt at koma til okkara við tí, heldur Sigrun Mohr, for- maður í Alzheimerfelagn- um fyri. Vanta innbúgv Dagheimið, sum letur upp 18. oktober hevur fingið stuðul til umvæling av hús- inum, og raksturin verður býttur helvt um helvt ímill- um landið og Tórshavnar kommunu. Men teimum vantar enn innbúgv, og tí er alt væl- komið, serliga um tað er frá tíðarskeiðnum frá 1920'unum til 1960'ini. – Vit ætla, at tey gomlu og minnisveiku, sum koma at vera her, skulu kenna seg heima, og tí savna vit gamalt innbúgv inn. So um onkur hevur eina pena lampu ella ein stól ella kanska okkurt køksbúnýti, so eru tey vælkomin við tí, sigur Sigrun. Fleiri fyrimunir við gomlum Umframt at tað gerst hugnaligari inni, um inn- búgvið er gamalt, so eru eisini fleiri fyrimunir við tí. – Royndir vísa, at tað er stimbrandi fyri tey minnis- veiku, um gomul minni verða kallað fram í hugin, greiðir Sigrun frá. Hetta fyribrigdið við at nýta minnið, verður á fakmáli nevnt »remini- scens«, og tað snýr seg um tilvitað at seta ting, ið kunnu ávirka minnið til tað betra, inn í gerandisdagin hjá teimum demensraktu. Ætlanin er tí at royna henda fyribyrgingarhátt á dagheiminum. Við at hava gamlar lutir frá umleið 1920-1960, sum tey demensraktu kenna aft- ur, versna tey kanska ikki so skjótt, sum tey annars vildu gjørt. – Tí fara vit, sum sagt, nú undir av savna inn gamlar, hugnaligar lutir, sum kunnu hava samband við barnaár, skúlagongd, kríggið, útferðir, trúgv, køkslutir, ja, snøgt sagt alt, sum kann minna tey á lív- ið, bæði hjá mannfólkun- um og konufólkunum, greiðir Sigrun frá. Serliga mangla teimum tó til dømis eina stovu- klokku, ljósakrúnu og lam- pettir, postalín, málningar, broderaðar dúkar og inn- búgv. Alneyðugt er, at lutirnir eru í góðum standi. Tikið verður ímóti lutum týsdagin 5. Oktober kl. 13.00-18.00 á Dalavegi 4 í Havn, har dagheimið eisini fer at verða. Eisini ber til at siga Alz- heimerfelagnum frá, á tlf 313102 ella 228004 ger- andisdagar kl. 09.00-16.00 frá 5.- 8. oktober. Innsavnan av gomlum lutum Miðstøðin fyri minnisveik letur upp Í longri tíð hevur Alz- heimerfelagið arbeitt við ætlanini um at fáa eitt dagheim fyri fólk við demenssjúku. Ætl- anin er eisini at hava ymiskt annað virk- semi.Verkætlanin er um at koma undir land, og um hálvan oktober letur mið- støðin upp MINNISVEIK Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo 18. oktober letur dagheimið fyri demenssjúk endiliga upp. – Nú er eftirhondini langt síðani, at ætlanin varð til, staðfestir Sigrun Mohr, for- maður í Alzheimerfelagum, og greiðir frá øllum stríðn- um tey hava havt, fyri at fáa dagheimið tikið í álvara. Nógvar umsóknir til fleiri landstýrismenn, lyfti um stuðul, men síðani sam- gonguslit, nýggjar umsókn- ir, noktandi svar, og tógvið stríð, fyri endiliga at koma so langt. Játtanin er nú fingin, helvtin verður goldið av kommununi og helvtin av landinum. Fyrst bert dagheim Fyrst og fremst er ætlanin at hava eitt dagheim fyri tey minnisveiku. Heimið skal virka fyribyrgjandi ímóti, at minnið viknar enn meir, tað skal syrgja fyri, at tey minnisveiku fáa ein virknan gerandisdag, og eisini sum ein umlætting fyri avvarandi. Alsheimerfelagið hevur fingið ein leigusáttmála uppá eini gomul sethús á Dalavegnum, miðskeiðis í Havnini, sum fyribils er settur til tvey ár. Møguleiki verður tó at leingja hann, tá hann gongur út. Trý starvsfólk vera til ar- beiðis, sum øll eru útbúgv- in til at arbeiða við de- menssjúkum. Pláss verður fyri átta minnisveikum í senn. Ætl- anin er tó at býta plássini ímillum eini 12 minnisveik, sum so koma at skiftast um at vera á heiminum. – Tað er prógvað, at um tey minnisveiku fara á ell- isheim, versna tey ógvuliga skjótt. Har sita tey bara passiv, og fáa alt borið upp í hendurnar. Um tey til dømis ikki síggja ein pakka av mjøli í eina tíð, er ógvuliga skjótt til, at tey gloyma hvat mjøl er, greiðir Sigrun frá. Tað er sera týdningar- mikið, at tey arbeiða við tí førleika, tey hava, so tey ikki missa hann. Tískil verða tey minnisveiku á dagheiminum tikin við í gerandisting, so sum at fara til handils og at gera døg- verða. – Tað eru nógv torleika- stig av demens. Av tí, at tey gomlu skulu vera so virkin sum gjørligt á heiminum, kunnu vit ikki taka tey inn, sum eru heilt illa fyri. Tey, ið ikki eru gongufør fáa heldur ikki komið, tí her eru trappur í húsinum og eingin lyfta, greiðir Sigrun Mohr frá. Miðstøð fyri sinnisveik Men ætlaninar hjá Alz- heimerfelagnum steðga ikki við hesum. Tey hava nevniliga eisini stungið út í kortið, at gera húsið um til eina miðstøð fyri minnisveik og av- varandi. Ein ráðgevingarstova skal fáast í lag, sum fólk úr øllum landinum skulu kunna venda sær til við spurningum og ivamálum. Ætlanin er eisini, at sam- skiparin skal kunna fara út í heimini at rágeva og veg- leiða. Um kvøldið, tá tey minn- isveiku eru farin av dag- heiminum aftur, skal húsið kunna nýtast til avvarandi bólkar, fundarvirksemi og skeiðsvirksemi fyri bæði avvarandi og fakfólk. Í vikuskiftunum er ætlan- in at hava húsið opið í nakr- ar tímar til café, soleiðis at bæði minnisveik og av- varandi kunnu koma at fáa sær ein drekkamunn og eitt prát. Tað verður leiðslan í Alzheimerfelagnum, sum kemur at reka miðstøðina. Tey hava sett eina nevnd, sum arbeiðir sjálvboðin við miðstøðini fyri tey minnis- veiku. Í nevndini sita Sigrún Mohr, formaður og avvar- andi, Sofus Joensen, næst- formaður og lækni á psyk. deplinum, Erna Háberg, skrivari og sjúkrarøktar- frøðingur, Randi Absalon- sen, kassameistari og av- varandi og Siborg Arge, nevndarlimur og avvarandi. • Demens er felagsheitið fyri nógv ymisk sjúkueyðkenni, sum koma av evnafrøðiligum broytingum í heilanum. • Hesar broytingar føra so líðandi við sær, at tann sjúki m.a. fær ilt við at fata, leggja til rættis, skilja og halda skil á ættarliðum • Umleið 60% av teimum, sum koma undir heitið dement, hava Alzheimer • Demens kann koma, um heilanum vantar ilt ov leingi. T.d. orsakað av heilabløðing og blóðpropp- um. Alkohol kann eisini vera demens fremjandi • Tablett viðger fæst, sum tálmar sjúkuni. Jú fyrr sjúkan verður staðfest, jú betur virkar viðgerðin. • Eingin viðgerð er, sum kann lekja sjúkuna heilt, og hon heldur á at versna alt lívið. FAKTA - DEMENS Sigrún Mohr, formaður í Alzheimerfelagnum og Erna Háberg, sum verður dagligur leiðari av miðstøðini fyri minnisveik, her uttan fyri húsini á Dalagøtu 4 Mynd: Jens Kristian Vang Familju- renning í Vágum Fyrst í komandi mánaði verður skip- að fyri einum tiltaki við renning, heilsu- kanning og fyrilestri vesturi í Vágum FAMILJUTILTAK Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Tað tykist sum um, at til- takið fólkaheilsurenning, sum almanna- og heilsu- málaráðið skipaði fyri herfyri, hevur givið fólki kring landið hug til at skipa fyri líknandi tiltøk- um. Felagið fyri frælsan ítrótt í Vágum, Frælsi, fer 2. oktobur at skipa fyri einum líknandi tiltaki, har øll eru vælkomin. Fleiri teinar Rennitiltakið verður býtt upp í fleiri teinar. Børn og motiónistar renna ella ganga tveir kilometrar. Vaksin og veterarnar hava møguleikan at velja, um tey renna fimm ella fimt- an kilometrar. Styttri tein- urin er frá skúlanum á Giljanesi norður til Keypssamtøkuna og heimaftur, meðan longri teinurin er frá skúlanum og heilt til Vatnsoyrar, áðrenn leiðin aftur gong- ur til skúlan á Giljanesi. Tiltakið byrjar klokkan 12, og byrjanarnummur- ini fáast við skúlan ein tíma undan renningini. Luttøkugjaldið er 20 krónur fyri børn, og 50 krónur fyri vaksin. Tó skal ein familja í mesta lagi gjalda 100 krónur. Trý tey fremstu í ein- støku kappingunum fáa heiðursmerkir, men allir luttakararnir fáa eisini minnisbræv. Borðreitt verður kakao og bollum. Heilsukunning Bæði undir renningini og aftaná verður høvi hjá fólki at fáa mált blóð- trýstið og annars fáa kunning um heilsu, kost og rørslu, og hvønn týdn- ing tað hevur fyri lívs- góðskuna. Fyrireikararnir av tiltak- inum siga í tíðindaskrivi, at tað er púrasta upp til einstaka luttakaran, um hann ella hon velur at ganga ella renna teinin. Endamálið er at fáa fólk út at røra seg. Tilmelding til tiltakið fer fram á heimasíðuni hjá frælsum ítrótti í Føroyum, www.athletics.fo, innan 30 septembur. Tryggir skúlavegir Tórshavnar Komm- una hevur sett hol á eina verkætlan, sum hevur til endamáls at gera skúlavegirnar í Havn tryggari FERÐSLUVIÐURSKIFTI Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Tey, sum hvønn morgun fara framvið kommunalu skúlunum í Havn, vita, hvussu skjótt nógvir bilar koyra á hesum økjum. Nú er býráðið farið undir at gera ymisk tiltøk, sum hava til endamáls, at bilførarar- nir verða noyddir at seta ferðina niður uttan fyri skúlarnar. Vegabungur og upplýsing Borgarstjórin í Havn, Jan Christiansen, greiðir frá, at Tórshavnar Kommuna hev- ur latið gjørt eitt upprit viðvíkjandi ferðsluviður- skiftunum í kommununi. Uppritið vísir týðuliga, at ferðslan við kommunalu skúlarnar er í so nógv, og harafturat er ferðin eisini í so nógv á skúlavegunum. Tískil er býráðið farið undir at gera ymisk tiltøk fyri at bøta um hesi viður- skifti. Jan Christiansen sig- ur, at fyrst og fremst verður sjónlig kunning, so sum skeltir, ljós og frámerki gjørd, sum skal gera bilfør- aran varnan við, at her skal ansast serliga væl eftir. Harafturat verða vegabung- ur gjørdar. Talan er um seks metrar breiðar bungur, har ein tríggjar metrar breiður gonguteigur verður gjørdur á. Vegurin verður lyftur eitt lítið sindur, og tað skuldi verið nóg mikið til, at bil- førarar seta ferðina niður, sigur Jan Christiansen. Raðfest skúlavegirnar Tað er longu farið undir ar- beiði at gera hesi tiltøk. Alt arbeiði verður gjørt í sam- ráð við løgregluna, og veganevndin hjá Tórs- havnar Býráð hevur gjørt eina raðfesting av teimum ymisku skúlunum, alt eftir hvussu stórur tørvurin er á øktari trygd á vegunum kring skúlarnar. Fyrst verður arbeitt við Argjaskúla, og síðani við Venjingarskúlan. Harum- framt er ætlanin, at slíkt ar- beiði skal gerast við Gula Skúla við Landavegin, Nonnuskúlan, Kommunu- skúlan, Adventistaskúlan og Eysturskúlan næstu tíðina. – Nú er tað óivað onkur, sum saknar onkran skúla, men hetta verður gjørt við allar skúlarnar í kommun- uni, men hesir eru teir, ið standa fyrst á listanum, sigur Jan Christiansen. Borgarstjórin í Havn er sannførdur um, at nýggju tiltøkini verða ein bati fyri tryggleikan á skúlavegun- um í kommununi. Í løtuni verður síðsta hond lagd á tilbygning hjá Føroya Egg á Velbastað. Ætlanin við nýggju hølunum er at hava fleiri hønur, og harumframt eru ætl- anir um at fara undir slátur av hønunum við sølu fyri eyga ØKT VIRKSEMI Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Skjótt verður tað væntandi gjørligt hjá føroysku brúk- arunum at keypa føroyskar hønur til matna í matvøru- búðunum kring landið. Føroya Egg á Velbastað er í holt við at byggja út, og í nýggju hølunum er millum annað ætlanin at hava eitt sláturvirki. 3200 hønur afturat Nýggi tilbygningurin hjá Føroya Egg skal standa klárur 8. novembur, tí tá koma ikki færri enn 3200 nýggja hønur til landið, sum Føroya Egg skal hava. Við teimum nýggju hønun- um kemur stovnstalið hjá Føroya Egg upp á góðar 10000 hønur. Stjórin hjá Føroya Egg, Anfinn Brekkstein, sigur, at tað gongur væl at sleppa av við eggini. – Tað tykist sum um, at føroyski brúkar- in hevur funnið út av, at nú ber til at fáa nývorpin egg í Føroyum, og tað er sjálv- sagt ein trygd fyri brúkar- an, at so er, sigur hann. Fara undir slátur Í einum parti av nýggja til- bygninginum skal slátur- virki gerast. Sum nú er, verða hønurnar, tá ið tær eru ov gamlar, burturbeind- ar, men við sláturvirkinum er ætlanin, at farast skal undir at selja føroyskar hønur til matna, sigur Anfinn Brekkstein. Hvussu prísurin á føroysku hønunum fer at verða í mun til útlendsku kappingarneytarnar, dugir Anfinn Brekkstein ikki at meta um enn. – Nú gera vit virki klárt, og tá ið alt er komið upp á pláss, ber betur til at gera neyvar út- rokningar, sigur hann. Einki verður upplýst um prísin á nýggja tilbygning- inum, men stjórin á Føroya Egg sigur, at eftir hansara tykki er fermetraprísurin ikki høgur, men hinvegin er kravda útgerðin til slátur- virki rættuliga dýr. Tað er sp/F Búsetur, ið hevur stað- ið fyri arbeiðinum hjá Føroya Egg á Velbastað. Føroya Egg økir um virksemi Tá ið nýggju hønurnar, ið skulu búleikast í nýggja tilbygninginum, koma til Velbastaðar, hevur Føroya Egg fleiri enn 10.000 hønur. mynd: Jens Kr. Vang Í Tróndargøtu við Kommunuskúlan er mangan rokaligt í ferðsluni. Her verður í næstum gjørd vegbunga, ið skal minka um ferðina á bilunum, ið fara framvið Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 9 8