Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-21, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. september 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 179 - 21. september 2004 Nr. 179 - 21. september 2004 11 Tá blokkurin bleiv skorin við 366 milliónum um árið, var formaðurin í Búskaparráðnum endurgivin fyri at siga, at almennu útreiðslurnar áttu at minka tilsvarandi. Løgið nokk verður hetta ikki endurtikið, nú tosað verður um sparingarnar í miðfyrisitingini. Eisini tykist tað løgið, at arbeiðsloysi nú knappliga er nakað, man skal ansa eftir, tá eini 20 fólk í almennu miðfyristingini verða uppsøgd. Tað er altíð harmiligt, tá sovorðnar avgerðir verða tiknar, tí at tað eru mannalagnur, tað handlar um, men neyðugt er at spara, og er blokkniðurskurðurin uppá eina millión um dagin ein av orsøkunum til, at reimin má spennast í almennu Føroyum, fyri at kunna halda sam- felagshjólini koyrandi við framhaldandi at raðfesta íløgur høgt. Skattinntøkugrundarlagið kemur at verða lægri, í næstu framtíð, og kann hetta ikki koma óvart á nakran, ið hevur fylgt gongdini í vinnuni seinastu tíðina. Lat tað verða sagt, at arbeiðsloysi er ein hóttan og ein trupulleiki, ið politikararnir hava plikt at gera okkurt við. Tað er tó løgið at byrja at ávara móti arbeiðsloysi, nú tá eini 20 fólk í miðfyrisitingini verða uppsøgd, tá vit sein- astu árini hava verið vitni til 120 uppsagnir í Vági, 30 í Sørvági og meiri enn 100 uppsagnir í alifyritøkum aðra- staðni í landinum. Tá rækjuvinnan var til umrøðu, tá var formaðurin í búskaparráðnum endurgivin fyri at siga, at hesi fólk bara skuldu finna sær okkurt annað at gera, har tað loysir seg betur. Hví kann hetta so ikki gera seg galdandi fyri ein tann mest vælútbúna bólkin í føroyska samfelagnum kundi verið spurt? Her rýkur ketan av í argumentatiónini. Tað átti, í teoriini væl at merkja, at verið ólíka lættari hjá einum persóni við góðari útbúgv- ing at finna sær "okkurt annað at gera", enn ein ófak- lærdur persónur, ið hevur siglt við rækjubáti í 20 ár. Arbeiðsloysi er ein hóttan, og tí er tað alla æru vert, at Landsstýrið ætlar at halda fram við almennum íløgum í røktarheimsbygging o.s.fr., tí ringvirkningarnir eru stórir og væl spreiddir út um landið. At fólk flyta av landinum í krepputíðum hava vit sæð fyrr, og má hetta ikki endurtaka seg, men at hesi fólk so koma at mangla, tá búskapurin veksur aftur, er einki søguligt belegg fyri. Heldur síggja vit søguligani sæð ein ótrúligan mobilitet báðar vegir, tá føroyski búskapurin sveiggjar. Í blaðnum í dag er ein áhugaverd kronikk, har víst verð- ur á munin millum Føroyar og Ísland, tá tað ræður um tað vælútbúnu arbeiðsmegina. Í Føroyum situr ein stórur partur og arbeiðir fyri tað almenna, meðan vinnan er stóravtakari í Íslandi. Spurninguri er tí: At almenna miðfyrisitingin nú sigur fólki úr starvi, kann tað ikki gerast ein vinningur fyri føroyska vinnu, við tað, at hesi fólk nú vera tøk hjá privata arbeiðsmarknaðinum og kunnu skapa virðir har? Hetta vildi í hvussu so er verið í tráð við tað, ið Búskaparráðsformaðurin fyrr hevur sagt. Eitt land við 48.000 íbúgvum eigur at kunna klára seg við einari umsiting uppá 140 fólk. Ber tað ikki til, so hava vit innrættað okkum skeivt. Politiski myndugleikin má gevast við at kopiera lóggávu, ið er ætlað til danska samfelagið og byrja at taka atlit til, hvussu lóggáva kann umsitast einfalt og bíligani. Keðiligu uppsagnirnar eiga at vendast til eina avbjóðing og ikki minst ein møguleiki fyri føroysku vinnuna. DAGSINS MEINING Sosialurin Vanlukka ella møguleiki? VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Hans Kárason Mikkelsen hans@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Annita á Fríðriksmørk tingkvinna fyri Tjóðveldisflokkin Letur løgmaður standa til og góðtekur verandi arbeiði við útlendingamálum, so hevur hann samstundis sagt, at mannagongdin er í lagi, nóg virðilig og nóg menninskjanslig. Tað, sum fer fram nú, rakar ikki bara politisku skipanina, men ósek fólk, sum ein fyri og annar eftir verða tikin upp við rót og send av landinum. Við rót er heldur ikki ov nógv sagt, tí tað er veruliga her, at fólkini eftir hondini hava fest røtur. Tey eru ikki til byrðu fyri nakran, tey nassa ikki, tey vilja bara arbeiða her og annars virka og liva sum familjur flest. Men, sambært landsstýrinum, eru tey ikki av tí føroyska mergjaða fólkaslagnum, og tí er ikki rúm fyri teimum. Løgmaður er hann, sum setur og loysir landsstýris- fólk úr starvi. Veit ikki hvørji minsta krøv, hann setir, fyri at ein kann verða sitandi sum landsstýris- maður. Men dømi um ein, sum tol ikki var til, var Jóhan Dahl úr Sambands- flokkinum. Hann varð koyrdur úr landsstýrisem- bætinum við tí grundgev- ing, at hann ikki gav lands- stýrinum neyðugan ar- beiðsfrið. Nú veit eg ikki, um løg- maður heldur, at útinnandi valdið av útlendingamálum gevur landsstýrinum ar- beiðsfrið. Men tað gevur í øllum førum ikki føroying- um og enn minni útlend- ingum sálarfrið. Tað koma stútt og støðugt tíðindi um, at nú er aftur ein útlending- ur koyrdur av landinum. Fólk, sum hava fest røtur her, børn sum duga og brúka føroyskt sum sítt móðurmál, børn sum bara hava føroysk vinfólk, vaks- in fólk sum hava framúr góð arbeiðsevni og hegni verða uppá strípu koyrd av landinum. Men sigur landsstýrið, føroyingar eru av slíkum slag, at tað helst ikki má blandast við onnur. "Her býr eitt merkja fólkaslag" syngja sumbingar. Men eitt eigur landsstýrið at vita, at tað føroyska fólkaslagið verður ikki leingi mergja, um vit hava sum mál at byrgja okkum inni og ræð- ast alt útlendskt og ræða tað av landinum. Er landsstýrismaðurin ikki undir umsiting: Herfyri var landsstýrismað- urin tikin til forhoyr hjá umboðum fyri hinar flokk- arnar í samgongu. Evnið var útlendingapolitikkur samgongunnar. À fundin- um fekk landsstýrismaður- in at vita, at so leingi nýggj avtala ikki var gjørd, skuldi hann halda seg til førda útlendingapolitikkin, sum var galdandi áðrenn sitandi samgonga tók við. Lands- stýrismaðurin var soleiðis settur undir umsiting. Tá hugsaði eg við mær sjálvum: "Gud viti, hvussu leingi ein landsstýrismaður kann føra ein politikk, sum hinir í samgonguni vilja hava, men sum ein sjálvur er ímóti, men sum hann kortini hevur evstu ábyrgd av". Og nú í vikuni síggja vit so landsstýrismannin í útlendingamálum í sínum egnu skóm aftur, og uttan himpr blakar konu og dóttir av landinum, sum hava verið her í seks ár. Annað dømi hesa vikuna, er ein framúr kvalifeserað- ur maður, sum hevur verið her og gjørt eina føroyska- italienska orðabók. Og so- leiðis flutt móðurmál okk- ara yvir til italienskt. Ein framúr menning av ment- anarliga førleika okkara. "Men" sigur landsstýrið "vit hava ikki brúk fyri slíkum kapasiteti. Ùt við tær!". Og tað noyðist hann so eisini fyrsta dagin! Annað dømi er ein mamma í Runavík, sum hevur fingið durafjórð- ingin. Sonurin hevur fram- úr bóklig evni, tosar flót- andi føroyskt, og fekk topp- karakterir í Studentaskúl- anum. Men tað leggur Jógvan einki í. Tey eru ikki av ektaðum uppruna, og tí skulu tey útvísast! Nú sigi eg ikki, at fólk við evnum, sum skara framúr, skulu viðgerast øðrvísi enn onnur. Men dømini vísa, at landsstýris- maðurin dugir ikki at síggja tað góða og mennandi í at hava góð sambond við onnur og harvið eisini knýta vinar og ættarbond. Hugsið tykkum um før- oyingar sum eru búsitandi í øllum heimsins londum, fingu somu viðferð, sum vit sína útlendingum her heima. Mín áheitan er tí, at løg- maður tekur stig til, at tær útvísingar av útlendingum, sum landsstýrismaðurin higartil hevur tilmælt, verða uppafturtiknar til viðgerðar og útvísingin annulerað. Og um lands- stýrið so vil hava nýggja mannagongd viðvíkjandi arbeiðs og uppihaldsloyv- um, lat so mannagongdina, sum var áðrenn tit tóku við verða galdandi til ein nýggj er funnin. Heldur landsstýrismað- urin seg ikki til slíka avtalu í landsstýrinum, eigur hann ikki at fáa longt sítt arbeiðs og uppihaldsloyvi í Tinga- nesi! Í Tinganesi má Jógvan við Keldu ikki fáa longt sítt arbeiðs- og uppihaldsloyvi Anna Joensen Las viðmerkingina, Heri Mohr hevði í Sosialinum 18. sep., um nátthús á sjúkrahúsinum og fekk hug at skoyta nakað uppí. Var og vitjaði sjúkling, ið lá á hesum nýggja og snotuliga sjúkrahúsi, og sjálvandi mátti eg inn á vesi, at hyggja, hvussu har sá út. Óguvliga rúmligt og væl gjørt, men eg má siga, at eg gjørdist kløkk, tá eg sá tvær kontaktir á vegginum, sum skuldu brúkast at læsa og lata hurðina upp við. Við stórum bókstavum var skrivað at onnur kon- taktin var til at læsa hurðina við og hin at "LÆSA UPP" við. Eg spyrji bara, er mál- læran so nógv broytt síðani eg gekk í skúla, ella er okkurt skeivt her? Upp og aftur Heini Hátún Rættiligur røringur er kom- in í orðaskiftið, nú danir eru farnir undir at skipa soleiðis fyri, at samkynd í danska samfelagnum skulu fáa somu rættindi til samlív, sum fólk annars hava. Tað tykist sum, at stórur partur av føroyingum (serliga um- boð fyri trúarbólkar, men eisini almennu Føroyar) eru á einum máli um, at sam- kynd undir ongum umstøð- um skulu fáa hesar sømdir, tí at hetta skal vera í stríði við Guds orð. Okkara almenna trúgv kristindómurin, trúargrund- arlagið í føroyska samfe- lagnum, inniheldur so nógv góð boðorð, sunnar moralskar vegleiðingar og etiskar livireglur, sum kunnu stuðla og føra til eitt betri lív fyri tann einstaka og samfelagið sum heild. Men átrúnaðarligt trong- skygni og misskiltar tulk- ingar av trúarskriftum kunnu sum í hesum føri hava við sær beinleiðis ókristiligar fylgjur við skilaleysari útihýsan av medmenniskjum úr sam- felagsheildini. Fólk, sum soleiðis einvíst taka sær rættin til út frá hini heilagu skrift at gera úrskurð um, hvat ið er Guds orð og vilji, eiga at gera sær greitt, at Halgabók í stóran mun er úrslitið av einari niðurskrivingar-, tulkingar- og útvalstilgongd, framd í 4. øld, har eisini máttmiklir politiskir aktørar vóru við til at velja partar burtur úr einari stórari mongd av yngri og eldri handritum og út frá hesum at seta bíbli- una saman. Frægir kirkju- fedrar vóru við í hesum vala verki; men vit eiga at hava í huga, at har eisini vóru menn og myndugleik- ar, sum meira vóru moti- veraðir at skapa og viðlíka- halda sínar egnu politisku og persónligu fyrimunir og vald. Sostatt er Guds orð, sum tað er umboðað í tekst- unum, í sínari samanseting eisini merkt av slíkum áhugamálum og samfelags- viðurskiftum, sum vóru tá. Øldir eru runnar, síðan henda tilgongd fór fram. Menniskjaligi hugaheim- urin er víðkaður, samfeløg hava ment seg, og sosialt skapti veruleikin, sum støð- ugt broytist eftir tíð og stað, verður altíð eyðkendur av tí mentan, hann virkar í. Tulkingar kunnu tí ongan- tíð gerast objektivar. At tvíhalda um ein avgjørdan og endaligan sannleika við grundarlagi í hesum bíb- ilsku frumtekstum kann tí ikki vera rætt. Í hesum sambandi eiga vit eisini at minnast til, at nógvir ræðuleikar hava verið framdir av myndug- leikum við bíbliuni sum amboð. Til dømis hevur kvinnan verið eitt offur gjøgnum tíðirnar. Kvinnur, ið á ymsan hátt vóru ein hóttan, vórðu forfylgdar, demoniseraður, píndar og avrættaðar í Guds navni. Hetta var í stóran mun alment góðkendur veruleiki í miðøldini í Europa, hóast slík tulking av Guds orði má sigast at hava verið heilt burturvið. Vísindamenn, sum royndu at vísa á, at heimurin var ikki settur saman soleiðis, sum kirkjan vildi vera við, vóru eisini offur. Fordøming og fornoktan av homoseksualiteti er ann- að dømi um, hvussu kirkju- ligir myndugleikar gjøg- num tíðirnar hava undir- trykt instinkt, tilgongdir og tørvir sum liggja næst m e n n i s k j a m e rg i n u m . Vakurleiki, list, stuttleiki, mannakroppurin, kvinnu- ligheit, og vísundaligt vit og skil o.s.fr. eru menn- iskjalig fyribrigdi, ið hava verið hildin niðri av øllum alvi. Hetta er neyvan tí at Gud vil tað, men heldur tí, at nøkur umhvørvi hava framt hetta, annaðhvørt av ótta fyri tí ókenda, ella fyri at verja egið vald og polit- isk áhugamál. Tíbetur er tað sum nevnt so, at samtíðar sannleikin hevur tað við at broytast, so hvørt sum samfelagið vísir vilja og dirvi at seta krit- iskar spurningar. Og tíbetur hava humanisma, toleransa, næstrakærleiki og høvi til atfinningar havt við sær, at nógv samfeløg eru vorðin betur at liva í. Men nógvir ræðuleikar verða tíverri enn í dag framdir í Guds navni víða hvar í heiminum. Í Føroyum eru vit komin langt og okkara samfelag er vorðið rættiliga frælst og framkomið. Men nakað er eftir á leiðini, til vit røkka fullum trúarfrælsi og sam- Leivur Hansen býráðslimur Mentamálanevndin hjá býráðnum tók eina skeiva avgerð við at broyta aldursbýtið á børnunum á dagstovn- unum. Tað munnu tey flestu, ið hava fylgt við orða- skiftinum um hetta mál, vera samd um. Tess fyrr nevndin við- urkennir hetta, tess fyrr kunnu vit fáa hesi viður- skifti aftur í rættlag. So ístaðin fyri at klandrast um, hvør ið hevur bestu svøvngáv- urnar í nevndini, eigur Heðin Mortensen sum formaður sum skjótast at fylgja áheitanini frá starvsfólkunum á Dag- stovninum í Hoyvík og endurskoða broytingar- nar, herundir eisini ta sokallaðu "poeng"-skip- anina. Hetta eigur sjálvandi at verða gjørt í neyvum samstarvi við allar stovnarnar, so vit fáa eina so góða, virðiliga og haldbara loysn sum gjørligt á hesum máli. Broytingin í aldurs- býtinum, sum kom í gildi eftir summarfrítíð- ina, er heilt greitt til bága fyri bæði børn og starvsfólk - ja, "gongur út yvir menningina og trivnaðin hjá børnun- um", sum starvsfólkini vísa á. Somuleiðis nervar hetta setanarviðurskift- ini hjá starvsfólkunum somikið, at tað verður upp aftur truplari at fáa fólk at støðast í hesum arbeiði. Neyðugt er tí at rætta hetta mistak sum skjót- ast.. Lekur millum teori og praksis Loyvi mær í hesum sambandi eisini at heita á Mentamálaráðið um sum skjótast at taka stig til, at starvsfólkabýtið á stovnunum samsvarar við ásetingarnar í lógini um dagstovnar og dag- røkt. Har stendur svart upp á hvítt, at hetta býtið skal "í minsta lagi verða 2/3 til námsfrøðinga- tímar og í mesta lagi 1/3 til hjálparfólkatímar". Sum flestum kunnugt er støðan beint tann øvugta á flestu stovnum í løtuni. Høvuðsorsøkin er, at alt ov fáir næmingar verða tiknir inn á Lær- ara- og Pedagogskúlan - bert einir 20 um árið. Tað skurrar ikki sørt í mínum oyrum javnan at hoyra í tíðindunum, at kommunurnar bróta lógina, tí tær ikki liva upp til krøvini um ar- beiðsbýtið á stovnunum. Veruleikin er tvørtur- ímóti, at myndugleikin, ið ásetir hesi krøv við lóg, í roynd og veru sjálvur hevur skyldina av, at so er, og tí kann av sonnum sigast, at her lekur millum teori og praksis. Fyritreytin fyri, at kommunurnar kunnu liva upp til lógina, er sjálvandi, at útbúgvin fólk eru til størvini, og hesum hevur Menta- málaráðið og tann til eina og hvørja tíð sitandi landsstýrismaður í mentamálum alla á- byrgdina av. So vónandi síggja vit bæði skjótt og brátt eisini ein munandi bata á hesum øki. Aldurs- og starvs- býtið á dagstovnum Jógvan við Keldu landsstýrismaður Fjølmiðlafólk og parla- mentarikarar hava serliga skyldu til at viðgera mál á ábyrgdarfullan og virði- ligan hátt Lógin er strong Tað er ikki Jógvan við Keldu, men danska Fólka- tingið, sum hevur samtykt útlendingalógina - og Før- oya Løgting hevur tvær ferðir seinastu 5 árini tikið undir við, at lógin í Føroy- um skal vera so at siga tann sama sum í Danamark. Lógin er kend víða um lond fyri at vera strong, tað kunnu vit skjótt verða samd um, men hon er tann gald- andi lógin í Føroyum á øki- num, og tí er tað mín fremsta uppgáva sum landsstýrismaður at syrgja fyri, at hon verður hildin. Og lógin er soleiðis, at arbeiðsloyvi eru fyribils. Tey skulu og kunnu enda, um støðan hja vinnuni ella á arbeiðsmarknaðinum broytast. Loyvini galda vanliga fyri eitt ár í senn. Tá enda loyvini. Vil útlend- ingurin verða longur, skal hann søkja av nýggjum. Alt hetta fær hvør einasti út- lendingur at vita skrivliga, tá hann fær arbeiðsloyvi, so hann veit, hvør neyðin kann gersast, um hann roynir at taka familjuna við hendanvegin. Fólk sum hava fingið serligt tilknýti til Føroyar, kunnu søkja um familju- samanføring. Fáa tey familjusamanføring, hava tey ikki brúk fyri arbeiðs- loyvi, tá hava tey stórt sæð somu rættindi sum tú og eg. Familjusamanføring snýr seg um menniskjalig atlit, arbeiðsloyvi eru bara um vinnulig og arbeiðslig við- urskifti. Soleiðis er lógin, og vit skulu halda lógina. Siðvenjan sum er Eg haldi meg júst til ta siðvenju, sum undanfarna landsstýri legði fast. Tað hevur kanska ikki verið sagt nóg greitt al- ment, so lat meg her enn einaferð sláa fast: Undan- farna landsstýri, sum Tjóð- veldisflokkurin var partur av, var samt við donsku myndugleikarnar, at sið- venjan sum var í Føroyum fram til á heysti í 2003, var farin av lagi, og at vit máttu koma aftur á beint. Landsstýrismaðurin sum legði upprit fyri landsstýrið um at fáa skil á, og um at Fútin hevði boðað frá at hann fór at missa tamar- haldið á støðuni, um ver- andi gongd helt fram, hann æt ikki Jógvan við Keldu, hann æt Høgni Hoydal. Tað var eisini Høgni Hoydal, sum mælti til, at táverandi Løgmálaráðið átók sær uppgávuna at fáa útlendingamálini aftur á beint - at samla øll útlend- ingamál á einum staði, og fáa skil á aftur. Landsstýrið tók undir við honum, so avgerðin varð sett í verk. Ikki tá hetta landsstýrið kom til men 1. januar 2004, soleiðis sum Landsstýrið hevði tikið undir við at tað skuldi vera. Eg eri samdur í teimum avgerðum, sum tá vórðu tiknar - men sjálvt um eg ikki hevði verið samdur, so hevði eg ikki havt annað í at velja enn at latið upp- ruddingararbeiðið halda fram, tí vit hava skyldu til at rætta tað, tá vit síggja at nakað er blivið skeivt í mun til lógina. Vit hava ikki loyvi at lata vera. Trýr Annita á Fríðriks- mørk mær ikki, so kann hon kanska spyrja for- mannin hjá sær, hann man vita nokkso nógv um mál- ið… Syndarligu lagnurnar - orðabókasmiðurin Tað er bæði skjótt og lætt at skriva hjartanemandi frá- sagnir um útlendingar sum noyðast av aftur landinum. Serliga, um tú ikki kann- ar málini nóg væl. Bæði eg og embætisfólkini í Inn- lendismálaráðnum hava ferð eftir ferð sæð okkum noydd at tala at, tí tíðinda- flutningurin hevur verið undir alt lágmark, men lítið hevur hjálpt. Eg verði ikki kunnaður um tað sum hendir í ein- staklingamálum, og soleið- is skal tað eisini vera; men av tí at rangar upplýsingar verða førdar fram - seinast í Degi og Viku hóskvøldið - skal eg siga, at umsitingin hjá mær upplýsir, at hon ikki hevur frámælt nakrari umsókn frá Gianfranco Contri. Vit kenna bert til eina umsókn. Hon varð viðmæld í skundi, og hon varð játtað. - Men tað forðar ikki fyri, at fjølmiðil eftir fjølmiðil leggur meg undir at vera atvoldin til at hesin fróðarmaður fer av landinum. Tað er - hjá tíðindafólki sum hjá Annitu - nógv lætt- ari at lata seg reka við streyminum uttan yvirhøv- ur at kanna málið. Fjølmiðlafólk eins væl og parlamentarikarar hava eina serliga skyldu at við- gera mál á ábyrgdarfullan og virðiligan hátt. VIÐMERKINGAR Svar til Annitu á Fríðriksmørk Føroyska samfelagið og tey samkyndu Framhald á næstu síðu C M Y K 11 10