týsdagur 21. september 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 180 - 22. september 2004
Nr. 180 - 22. september 2004
11
Hóast tað enn ikki er greitt, hvussu nógv, ið verður
skorið av fíggjarlógini 2005, so er tað uttan fyri
allan iva, at talan er um rættiliga stórar upphæddir.
Tað er ósemja um, hvørjar fylgjurnar av hesum
skerjingum eru fyri borgara og vinnulív. Hinvegin
ber tað ikki til at siga, at hesar skerjingar als ongar
fylgjur hava. Tá skorið verður á fíggjarlógini, so
gongur tað út yvir onkrar tænastur til borgarar og
vinnulív. Hesum sleppst ikki uttanum og hetta kann
ikki burturforklárast við politiskum uttanumtosi,
soleiðis, sum summi hava havt lyndi til.
Tann stóri spurningurin í øllum hesum snýr seg um
orsøkirnar til skerjingarnar. Tað, sum almenningurin
fær at vita, er hetta, at inntøkurnar í 2005 og fara at
tróta. Tí má skerjast! Men hví minka inntøkurnar í
2005? Hví er minni til almenna húsarhaldið kom-
andi fíggjarár? Hóast nógv politiskt uttanumtos, so
eru tríggjar meginorsøkir til minkandi almennu
inntøkurnar. Hesar orsøkir eru: minkaði blokkurin,
ætlaði skattalættin og búskaparligu trupulleikarnir
hjá ali- og rækjuvinnunum.
Tað sindrið av orðaskifti, ið higartil hevur verið um
minkandi inntøkurnar, hevur at kalla bert snúð seg
um búskapartrupulleikarnar. Hetta er spell, tí hetta
gevur almenninginum eina skeiva mynd av støðuni.
Hartil kemur, at sum støðan er nú, fáa myndug-
leikarnir lítið og einki gjørt við hesa orsøkina. Men
so er tað blokkniðurskurðurin. Tað er løgið, so lítið
hendan orsøkin fyllir í orðaskiftinum. Tað tykist,
sum øll nú hava gloymt, at undanfarna samgonga
skar 366 milliónir kr. av heildarveitingini. Henda
upphædd manglar tí í ár og fer eisini at mangla
næsta ár og næsta ár aftur.
Undanfarna samgonga eigur tískil eina stóra ábyrgd
av teimum trupulleikum, ið standast av minni
inntøkum hjá tí almenna. Hetta tosar eingin um í
dag, hvør so enn orsøkin er. Men hvat so við skatta-
lættanum? Vanligt er, tá landskassa trýtur pening, at
farið verður út til skattgjaldaran og brúkaran eftir
peningi. Men henda leið er heldur ikki gangandi, tí
at samgongan eftir valið bant seg yvir fyri velj-
arunum til ein skattalætta.
Skattalættin kostar sjálvsagt eisini almenn arbeiðs-
pláss. Tað er tó soleiðis, óansæð hvat man heldur um
hendan lætta, at hesin lætti er ein avtala. Skattalættin
skal tí ikki síggjast í isolatión, tí sum partur av hes-
ari politisku avtalu verður samhaldsfasti hækkaður.
Tað hevði kanska verið betur at havt heilt fríar ræsur
viðvíkjandi skatti, nú tá blokkniðurskurðurin veru-
liga sansar at, men ein avtala er ein avtala og avtalur
mugu haldast, hóast man kanska hevði kunnað
hugsað sær eina øðrvísi disponering á fíggjar-
politiska økinum í núverandi støðu.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Blokkur og skattalætti
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Hans Kárason Mikkelsen
hans@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Johan Petersen
Ein viðmerking um bein-
leiðis feillýsing í SvF í
samband við endursending
av bankakanningini, fær
bæði Ivan Niclasen og
Ronnie Thomassen at leypa
uppfrá. Hin fyrri við at
leggja meiri í viðmerking
mína, enn hon var. Hin
seinni - hann sum hevur
verið við til at gera sokall-
aðu »dokumentarsending-
arnar« um bankamálið - við
beinleiðis sitatfuski. Hann
náði tú meg!
Tá ið sendingarnar um
bankamálið blivu endur-
sendar í SvF herfyri, lýsti
Ivan
Niclasen
við,
at
bankamálið kom at kosta
føroysku skattgjaldarunum
2,7 mia. kr. punktum!
Hóast hann visti at vit
fingu 1,5 mia. kr. endur-
goldnar frá dønum og ein
banka, sum eisini er verdur
1,5 mia. kr. í dag.
Tá ið SvF endursendir
hesar sendingar og leggur
upp til, at hyggjarin kann
meta um sendingarnar í
baksýninum við tí vitan, vit
hava um málið í dag, er al-
neyðugt, at SvF ikki kemur
við hálvum sannleikum.
Eftirmíni meting kundi SvF
eins væl sagt í samband við
3-ára dagin fyri álopinum á
World Trade Center, at
10.000 fólk lótu lív (tað
talið varð einferð nevnt),
hóast vit í dag vita, at talið
var 2.750!
Sitatfusk
Ronni
Thomasen,
sum
saman við Høgna Hoydal
gjørdi sendingarnar um
bankamálið, siterar bein-
leiðis skeivt! Hann siterar
meg fyri at hava skrivað um
bókina hjá Richard Mikkel-
sen, at hon "gevur eina
veruliga meting"av banka-
málinum, hóast eg skrivaði,
at "biðja teir hyggjarar, sum
veruliga vilja gera sær eina
meting um bankamálið,
eisini at skoyta til hina síð-
una og lesa áhugaverdu
bókina hjá Richard Mikkel-
sen Færøerne i bankkrisens
tegn". Hvussu kanst tú hava
álit á eini sending, sum er
gjørd av einum journalisti,
sum ikki er førur fyri at
sitera skrivligar keldur
rætt?
At leiðslan í Føroya
Banka við Jørn Astrup
Hansen á odda er dugnalig,
skal eg als ikki avnokta,
men kanska hava donsku
kreppuloysnirnar og Ric-
hard Mikkelsen eisini ein
part av skuldini av, at før-
oyska samfelagið kom so
skjótt aftur á føtur!
Kaj Leo Johannesen
Sambandsflokkurin
At
Tjóðveldisflokkurin
roynir at nýta eitt og hvørt
høvi til at seta kýlar í
ríkisfelagsskapin, er einki
nýtt. Men sigast má, at
flokkurin hevði ikki eydn-
una við sær, tá hann í farnu
viku, undir síni ævigu
stremban eftir at finna
nýggjar kýlar, gloymdi eitt
av vallyftunum frá seinasta
løgtingsvali.
Tjóðveldisflokkurin
segði undan valinum, at
marknaðarkreftirnar í Før-
oyum høvdu verið settar til
viks, og at politikarar
høvdu stýrt vinnuni. Fyri
hetta, segði flokkurin, at
skattgjaldarin hevði rindað
milliardir fyri miseydnaðar
politiskt stýrdar vinnu-
ætlanir, men at nú skuldi
virkast fyri, at politikarar
ikki skuldu stýra vinnuni
longur.
Men mánadagin í farnu
viku gloymdi Tjóðveldis-
flokkurin hetta vallyftið, tá
hann sendi eina almenna
áheitan til løgmann, um at
mótmæla, at danska stjórn-
in kærir avgerðina, um at
ES setir kvotur á laks.
Tjóðveldisflokkurin
bað
harvið løgmann um at gera
sítt til, at politikarar, við
handilsforðingum,
skulu
sleppa at stýra vinnuni,
meðan fríu marknaðar-
kreftirnar verða settar til
viks.
Í fleiri ár hava føroyingar
roynt at sloppið av við út-
flutningskvotur og aðrar
forðingar á ES-marknað-
inum, júst fyri at markn-
aðarkreftirnar skulu sleppa
at virka frítt, og tí vildi tað
verið í andsøgn við førda
politikkin, um vit nú fóru at
mótmæla, at kvoturnar
verða avtiknar.
Tað er ábyrgdarleyst av
Tjóðveldisflokkinum
at
mæla til, at landsstýrið
salar um, einans tí at hetta
gevur løtuvinning her og
nú, og fyri at seta kýlar í
ríkisfelagsskapin. Vit eiga
tvørturímóti framhaldandi
at berjast fyri, at allar hand-
ilsforðingar verða tiknar
burtur, og fyri øktum
samstarvið við onnur lond.
Samstarv
er
vegurin
fram!
Erkvisnir journalistar!
Burtur við handilsforðingum
Hildur
Eyðunsdóttir
býráðslimur fyri
Tjóðveldisflokkin í
Tórshavnar kommunu
Tað er synd at siga at
bussleiðin hevur fingið
høga raðfesting í Tórs-
havnar kommunu. Eitt
tað fyrsta sum hendi tá í
hendan býráðssamgong-
an tók við, var at skerja
bussleiðina. Í minnilut-
anum mæltu vit heldur
til at økja um og styrkja
bussleiðina.
Meirilutin vildi verða
við, at bussleiðin bleiv
so lítið brúkt, og tí var
tað spill av pengum at
lata bussar koyra túrar
sum tørvur ikki vísti seg
at vera á.
Slíkar grundgevingar
halda ikki. Tað er heldur
so at bussarnir koyra ov
sjáldan, og at ruturnar
ikki hóska nóg væl hjá
mongum, serliga goml-
um og illa gongdum.
Tað er so avgjørt neyð-
ugt við eini sera væl út-
bygda bussleið í høv-
uðsstaðnum. Býurin er í
dag stórur í vavi og tí er
hjá nógvum langt at fara
í gerandisdegnum. Fyri
at fólk skulu velja at
brúka buss í staðin fyri
egnan bil, er neyðugt at
bussleiðin nøktar tørvin
hjá fólki.
Fleiri túrar
Sum er, koyra bussarnir
hálva hvønn tíma, og
bert eina ferð um tíman
um kvøldi. Skal buss-
urin vera eitt veruligt
val, er hetta als ikki
nøktandi.
Bussarnir
mugu í minsta lagi koyra
tjúgunda hvønn minutt,
og um nýtslan økist,
uppaftur títtari. Sjálv-
andi eigur bussleiðin
eisini at koyra rímiliga
títt á kvøldi. Bæði børn
og vaksin ganga til
fundir, ítrótt og øll
møgulig onnur tiltøk um
kvøldarnar, men tá ber
illa til at lýta á bussin,
og tað mest vanliga er, at
foreldrini
liggja
og
koyra børnini aftur og
fram. Hví ikki heldur
eggja børnunum til at
nýta almenna ferðslu, og
læra tey, at tað er minst
líka hugnaligt at ferðast
saman við øðrum.
Summi halda kanska
at hetta ljóðar í so frelst,
men álvaratos. Skulu vit
gera okkum nakra vón
um at tálma ferðsluni,
og vilja vit at nakar
grønur blettur skal verða
eftir í býnum, heldur enn
at enda sum parkerings-
pláss, so mugu vit taka
okkum um reiggj nú.
Endurskoða bussleiðina
Tí eigur bussleiðin sum
skjótast at verða endur-
skoðað. Vit eiga at læra
av royndum úr øðrum
londum eisini. Læra
hvussu
tey
kanna
ferðslutørv, og hvat tey
megna at reka bussleið
fyri. Yvirhøvur skulu vit
royna at taka bussleiðina
upp til veruliga viðgerð
við opnum sinni, og
spyrja okkum sjálv eina-
ferð enn, hvussu tað ber
til at bøta um bussleið-
ina. Nýtast eitt nú allir
bussar í einari øktari
bussleið at vera líka
stórir? Ber til at finna
heilt
aðrar
loysnir,
møguliga okkurt sum
liggur millum hýru-
vognar og bussar, at
hava afturat regluligu
leiðunum?
Ferðslukjak er tiltrongt
Eg veit at nógv eru sum
ynskja at menna eina
betri ferðslu í Havnini,
og eg vil heita á tykkum
um at siga tykkara mein-
ing, tí okkum tørvar eitt
veruligt alment kjak, um
ferðslu og trivnað í høv-
uðsstaðnum.
Ein verulig bussleið
VIÐMERKINGAR
Tom Silvurdal
Vágur 16.09.04
Nei takk, harra fyrrverandi
borgarstjóri
Mannbjørn
Tausen.
Hvørja orsøk skuldi eg
sum vágbingur havt at
gingið tínari umsókn á
møti?
Eg eri vágbingur, havi
gingið á HF í Vági, fyri síð-
ani at nomið mær útbúgv-
ing sum verkfrøðingur í
Danmark.Eftir lokna út-
búgving fluttur heim aftur
til Vágs, við familju.Setti
búgv í Vági.Tá kreppan
kom til Føroya, var tú borg-
arstjóri í Vági. Í hesum
sambandi var tú bæði í
útvarpi og sjónvarpi og tos-
aði um okra størsta arbeiðs-
pláss
Polarfrost.
Vágs
kommuna megnaði onki at
gera við hesa støðu, virkið
var komið í, hetta kann stutt
sigast at vera niðurstøðan
av tínum samrøðum við
fjølmiðlarnar tá!
Sum øllum kunnugt bleiv
kreppan í Føroyum bara
verri og verri. Tað sá ikki út
til at nakað kundi gerast
fyri at venda gongdini. Fyri
meg, sum var byrjaður sum
sjálvstøðugur enteprenørur
beinanvegin, eg kom aftur
til Vágs, gjørdist støðan
eisini ótolandi longri tíð ið
gekk, uttan at útlitini fyri
tann føroyska búskapin
batnaðu.
Men fyri meg sjálvan
kom vend í, tá í undirritaði
tók stig til at fara uttan-
lands at arbeiða, heldur at
halda fram í Vági, uttan at
hava nakað at gera.
Tíðarskeiðið jan 95 til
juni 04 havi eg verið
noyddur at arbeiða uttan-
lands, orsakað av arbeiðs-
loysi í Suðuroy - ikki í
Vági!
Øll hesi árini hevur
familjan verið eftir í Vági,
og børnini eru vaksin upp
her.
Hesi 10 árini eg havi
arbeitt sum sjálvstøðugur
uttanlands, hava nógvir
vágbingar havt arbeiði hjá
mær, umframt suðringar og
norðingar annars.
Síðan 15. juni í ár havi eg
arbeiði í Suðuroy, sum
býarverkfrøðingur á Tvør-
oyri. Mítt tíggju ára tíðar-
skeið í Danmark er fyribils
at enda. Men hóast heim-
komin, hava mínar kon-
taktir verið við til at skaffa
15 monnum í Suðuroy
arbeiði í Danmark. Hesir
menn búgva flest allir í
Vági, og mugu fara frá
teirra konum og børnum til
Danmarkar at vinna sær
pening, fyri at svara hvørj-
um sítt í Vági.
Hesir menn gráta vón-
andi heldur ikki um mið-
námsskúlin liggur í Vági
ella Hovi – nei harra
Tausen – hesir menn gráta
heldur tí at teir noyðast at
fara burtur frá sínum
nærmastu, fyri at svara
sínar skyldur sum borgarar
í Vági-Suðuroy.
Eg vil við hesum skrivi
vísa á, at fram um mentan,
kemur arbeiðspláss.
Fólk, sum hava arbeiði,
skapa mentan, og hava ráð
til at gjálda fyri mentanar-
virksemi.
Fólk, sum ikki hava ar-
beiði, hvat slag av mentan
skapa tey? Man hetta kann
kallast "Dagdrívarament-
an", er tað hettar slagið av
mentan, tann núverandi
tjóðveldisideologurin
í
Vági tosar um í sínari grein
í Sosialinum?
Vil tjóðveldisflokkurin í
Vági, ikki skaffa arbeiðs
pláss til Vágs/Suðuroy?
Vil tjóðveldisflokkurin í
Vági heldur hava mentan
fram um arbeiðspláss?
Kann Vágs bygd skaffa
35 lærarir til miðnáms-
skúlan?
Kann Vágs bygd skaffa
35 borgarir til at starvast á
einum komandi ellisheimi?
Hví
kann
tjóðveldis-
leiðslan í Vági ikki vera
meira "diplomatisk" og fáa
meira burtur úr eini vitjan
av løgmanni og tveimum
landsstýrismonnum, enn at
geva hesum ein frammaná
og senda hesir retur til
Tinganes?
Hetta kundi eg grátið um,
harra Tausen.
Mannbjørn, okur eru
suðringar og Vágur er ein
bygd í Suðuroy.
Hvar almenn størv verða
løgd í Suðuroy, er okkum
suðringum líkamikið. Hesi
almennu
størv
skapa
møguleika fyri at teir av
okum suðringum, sum hava
tikið eina útbúgving, uttan
fyri Suðuroy, fáa møgu-
leika fyri at koma heim-
aftur!
Miðnámsskúlin í Suður-
oy er størsti útflytari av
lærdómi úr Suðuroy.
Allur okra gløggasti ung-
dómur verður mentur á
miðnámsskúlanum,
fyri
síðani at fara av oynni,
antin til Havnar ella í flest-
um førum av landinum.
Hvussu skulu okur í fram-
tíðini fáa hetta okra "gløgg-
asta" avkom aftur til Suður-
oyar.
Heldur tjóðveldisflokk-
urin í Vági, at við at føra
Vág fram sum "heimsins
nalva", so gerst Vágur
heimsins nalvi?
Nær vaknar tjóðveldis-
leiðslan í Vági?
Nær fara okur vágbingar
at ásanna at Vágur er ein
lítil bygd í Suðuroy langt
burtur frá Tórshavn!
Við øðrum orðum, Vágur
er í dag tann størsta bygdin
í sunnari helvt av Suðuroy,
eitt øki í stórari kreppi við
stórum
arbeiðsloysi
–
ongum vinnulívi.
Vágur hevur skyldu til at
taka upp samráðingar við
Føroya Landsstýri um øll
mál sum kunnu skapa ar-
beiðspláss til okum suðr-
ingar.
Vágur hevur ikki ráð til
at avvísa Føroya Landsstýri
í hesum máli. Vágur hevur
ikki ráð til at fleiri "for-
nermaðar greinir", sum
tykur koma við. Hesar
skapa øsing í bygdini mót-
vegis leiðsluni í Tinganesi.
Tjóðveldisflokkurin situr
ikki við landsins leiðslu í
dag.
Tjóðveldisflokkurin hev-
ur seinastu 30 árini, havt
borgarstjóran í Vági øll
árini, burtursæð frá einum
skeiði, har javnaðarflokk-
urin hevði leiðsluna.
Gamla býráðsskrivstov-
an, er kanska ein gott sym-
bol yvir hvussu gott tjóð-
veldiskongaríkið
Vágur,
hevur verið rikið síðan
1973?
Ætlar tjóðveldisleiðslan í
Vági at halda fram við
hesari kós, fullkomiliga
avskorin frá øllum, umgird
av fíggindum til allar síðir.
Hevur Vágur ongar vinir?
Kunnu hesir vinir, um
teir finnast, so ikki taka stig
til at fáa samráðingar í lag
millum Suðuroy og Tinga-
nes. Suðuroy og sjálvandi
Vági at frama.
Nógv ymisk mál til
frama fyri Suðuroy, eru at
tingast um nevnast kunnu:
1. Miðnámsskúli og Al-
menna og Heilsuskúli.
2. Eftirskúli fyri 9-10
flokk
3. Berghol Øravík-Hov
4. Terminalur á "oyði-
mørkini"Drelnesi 2
5. Flakavirki í Vági.
6. Bygdaleiðir í Suðuroy.
(orsakað av styttri teini
millum Vág og Tvøroyri
verður
yvirskotstíð,
hendan skal útnyttast til
frama fyri Suðuroy)
At enda í hesi grein vil eg
koma við eini áheitan til
landsstýrismannin í komm-
unumálum og blaðleiðsluna
á Dimmalætting og Sosial-
unum: Kunnu tykur al-
mannakunngera í tykra
blaði fyri okkum hetta:
1. Er eldraøki eitt lands-
mál ella eitt kommunu-
mál?
Prenta evt avrit av lóg-
ini/paragrafinum, har
hettar framgongur.
2. Hvør hevur sambært
skattalógini rætt til at
innkrevja skatt frá ok-
um borgarum til eldra-
økið?
Hevur landið innkrevj-
ingarrættin?
Hevur kommunan inn-
krevjingarrættin?
3. Um so er at landið hev-
ur innkrevjingarrættin,
hví letur so kommunala
eftirlitið ávísar komm-
unur nýta pening, sum
eru innkravdar til aðrar
komunalar uppgávur til
eldraøkið, ið er ein
landsuppgáva?
Borgarin verður jú hervið
"dupultskattaður" á eldra-
økinum, tað kann ikki vera
rætt!
Orsøkin til hesa áheitan
er, at tað framgongur í fleiri
greinum í tykkara bløðum,
at greinskrivarar ikki eru
greiðir yvir hetta og blanda
tingini saman.
Tað er møguligt at vág-
bingar uppfata mína grein,
sum ein ágang á tjóð-
veldisflokkin. Men hetta er
ikki so. Tríggjar av fýra
ferðum er mín krossur
settur við tjóðveldisflokkin.
Men hettar slagið av tjóð-
veldi, sum ført verður í
Vági, hevur ikki mína
undirtøku í dag.
Hetta kann ikki vera tað
slagið av tjóðveldi, Høgni
Hoydal, hevur at bjóða
okum føroyingum ella?
Grátið, bygdamenn!
C
M
Y
K
11
10