Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-21, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. september 2004síða 7

‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 179 - 21. september 2004 Nr. 179 - 21. september 2004 13 TÍðINDASKRIV frá Føroya Skúlabókagrunni "Hvat hevur tú lært í skúlanum?" Tíbetur spyrja bæði for- eldur og lærarar soleiðis hvønn dag, og tíbetur krevja tey flestu eitt nøkt- andi svar. Vit, sum fáast við at útvega undirvísingar- miðlar, eru komin til ta nið- urstøðu, at tá ið námsfrøði, undirvísing og undirvísing- armiðlar eru á føroyskum og taka støði í tí heimi, sum næmingurin kennir, fær næmingurin mest burturúr - serliga í teimum yngru flokkunum. Eisini úti í heimi er rákið tann næmingalagaða frá- læran. Læribøkur, eisini roknibøkur - eitt nú í Dan- mark - taka fleiri og fleiri dømir og myndir inn í tekstin, sum donsk børn kenna júst frá sínum gerandisdegi. Tað er sjálvt námsfrøðiliga grundar-lag- ið, sum verður lýst í t.d. formælunum í donsku bók- unum, at næmingurin skal kunna identificera seg við tann heim, sum verður lýst- ur í støddfrøðibókunum. Tí er danskt, norskt, íslendskt o.a. undirvísingartilfar ó- viðkomandi í sínum upp- runaformi í Føroyum. Slík stevna er trupul at fremja í verki í Føroyum. Tí bæði heimliga umhvørvið eins væl og heimurin allur sum hann er, broytist alla tíðina, og tørvurin á dag- førdum og nýggjum undir- vísingartilfari er støðugt vaksandi, samstundis sum fíggjarligu játtanirnar til endamálið eru støðugt minkandi. Tá ið Skúlabókagrunn- urin í hesum føri velur at geva sítt íkast til eitt orða- skifti um føroyskt undirvís- ingartilfar, so er tað til tess at rætta ymsar misskilj- ingar, sum verða endur- tiknar í orðaskiftinum, og til tess at upplýsa um ein part av tilfarinum, sum før- oyskir lærarar og onnur hava skrivað. Tilfar, sum mong, eftir orðaskiftinum at døma, ikki vita um. Endamálið er eisini at gera vart við, at Skúlabóka- grunnurin veit um tørvin á nýggjum undirvísingar- miðlum, og at skipaðar útgávuætlanir eru og verða lagdar fyri t.d. nýggjum støddfrøðibókum, soleiðis at ein fullfíggjað og endur- nýggjað støddfrøðisbóka- røð til allan fólkaskúlan er tøk í 2009. Fyrst til føroysku stødd- frøðibókarøðina, Sigma/ Skygni Í 1987 varð farið undir at skriva føroyskar stødd- frøðibøkur til allan fólka- skúlan. Tað eydnaðist við góðum lærarum og góðari fyriskipan at geva bøkurnar út ár um ár til 1995. Meginreglan var, at so nógv rokning og støddfrøði sum møguligt skuldi taka støði í gerandisdegi barn- anna, samstundis sum roynt varð at evna til ein hósk- andi føroyskan málburð. Stórur dentur varð lagdur á, at støddfrøðibókarøðin skuldu lúka øll tey fakligu krøv, sum eru ásett av myndugleikunum. Dagførdar roknibøkur Í 1999 var øll útgávuheildin eftirmett á fundi við stødd- frøðilærarar úr øllum land- inum, og tóktist semja vera um, at tørvur var á broyt- ingum og dagføringum. Síðani tá er grunnurin eftir skipaðari ætlan farin undir hetta arbeiði. Til næmingarnar í fyrsta skúlaflokki eru undir felagsheitinum "Vit rokna" komnar út "Talbók", "Plussbók" og "Minusbók". Eisini er telduforritið "At rokna" útkomið, og nevnast kann ískoytistilfarið "Stutt- lig pluss-tøl" og "Stuttlig minus-tøl". Í 2003 og í 2004 eru Skygni-bøkurnar til 8. og 9. skúlaflokk kom- nar út í spildurnýggjum líki, og ætlanin er, at øll støddfrøðibókarøðin skal verða endurnýggjað innan tey næstu 5 árini. Fakliga í ordan Eftir at hava samanborið føroysku Sigma/Skygni- bøkurnar við ein heilan hóp av donskum og útlendskum støddfrøði-systemum, er Skúlabókagrunnurin komin til ta niðurstøðu, at við teimum endurnýggingum, sum eru farnar fram og framhaldandi fara fram, lýkur bókarøðin tey fakligu krøvini til støddfrøðifrá- læru í føroyska fólkaskúl- anum. Harafturat viðger bókarøðin ein hóp av ser- føroyskum fyribrigdum so sum grindabýti, fiskivinnu, alivinnu, ítrótt og mentan, eins og bókarøðin viðger viðurskifti í Hetlandi, Íslandi, Noregi, Danmark o.s.fr. Hvørjar læribókarøðir hin einstaki lærarin velur at brúka, fer grunnurin ikki at leggja seg útí, tað er ein avgerð sum skúli, lærari og foreldur eiga at taka í felag. Eitt frælsi, sum eisini Skúlabókagrunnurin metir sera høgt, og sum eigur at verða varðveitt. Og so til landalæruna Í grein í Dimmalættting tann 11. september 2004 viðger Randi Jacobsen, tíð- indakvinna, føroyskt undir- vísingartilfar undir heitin- um "Gamalt føroyskt fram um danskt". Í ljósinum av tí, sum er sagt frammanfyri, kundi yvirskriftin eisini verið "Gamalt føroyskt fram um óviðkomandi danskt". Í nevndu grein verður eisini annað undir-vísing- artilfar viðgjørt. Har stend- ur: "Tað eru ikki bara bøkurnar í støddfrøði, sum eru so gamlar. Nýggjasta føroyska landalæran er frá 60-árunum, og heimurin og heimsins lond síggja ikki líka út í dag." Vit hoyra mangan hesa mýtuna - henda pástandin, at einki føroyskt tilfar er til, og at tað sum er, er so gamalt. Men í hesum føri er tað ikki rætt. Tað er ein hópur av góðum og við- komandi tilfari gjørt til lærigreinarnar landalæra og náttúru og tøkni, og landa- lærubøkurnar frá 60unum, sum sipað verður til, eru ikki longur til sølu. Nógvar landalærubøkur Í 1997 varð nýggj lærigrein skipað, sum eitur "Náttúra og tøkni" frá 4. til 6. flokk. Henda lærigrein fevnir um tað, sum vit vanliga kenna sum landalæra, lívfrøði og alis/evnafrøði. Í 1999 kom út "Náttúra og tøkni 1, grundbók, arbeiðsbók og amboðskassi", og í 2001 "Náttúra og tøkni 2". Ikki fyrr enn í 7. flokki verður landalæra sjálvstøðug læri- grein. Umframt átta arbeiðs- hefti við høvuðsheitinum "Heimurin", og sum eru samskipað við føroyska "Heimsatlasið", er eisini yvirlitsverkið "Heimurin í hagtølum og evnum". Har- umframt eru ellivu ar- beiðshefti til "Árbók fyri Føroyar", hagtalsbók, sum verður givin út á hvørjum ári í samstarvi við Hag- stovu Føroya. Landalæru- alfrøðin "Heimsins lond" hóskar væl sum kunnandi yvirlitsverk í fólkaskúlan- um. Nevnast kunnu eisini sjónbondini "Vit í Norður- londum". Til framhalds- deild fólkaskúlans eru ætl- aðar tær báðar týddu tema- bøkurnar "Náttúra og um- hvørvi" og "Mentan og umhvørvi", báðar við før- oyskum arbeiðsheftum. Enn er at nevna tað grundleggjandi bókaverkið "Føroya jarðfrøði" eftir Jóannes Rasmussen, sum er skipað soleiðis, at bókin er nýtilig í undirvísing á ymiskum aldursstigum. Filmurin "Upphav Føroya 1-3", sum Jóannes Ras- mussen gjørdi saman við sjónvarpinum, er hentur at brúka saman við bókini. S a m p r e n t s b ø k u r n a r "Rúmdin", "Jørðin" og yvirlitsbókin "Grót og steinar" eru eisini hentar í landalærufrálæruni. Saman við Bókadeild Føroya Lær- arafelags gav Grunnurin í 2003 út "Veður og tíðindi í Føroyum 1875-2002", og er ætlanin at gera arbeiðsupp- gávur við støði í hesari bókini. Í nýggju lesiætlanini verður tað lagt upp til, at næmingarnir sjálvir, í samstarvi við læraran, úr ymsum keldum læra at finna sær relevant tilfar. Hetta er ein partur av menningini av næmingun- um. Viðkomandi undir- vísingartilfar Lat tað við hesum orðum vera nóg mikið á hesum sinni. Ætlanin var í stuttum at beina burtur ávísar mis- skiljingar, eins og ætlanin var at vísa á týdningin av, at undirvísingarmiðlar grun- sins eru viðkomandi, taka støði í tí heimi, sum børnini kenna, og at málið er før- oyskt, móðurmálið hjá børnunum. Viðkomandi lærdómur er grundarlag undir allari menning og búning hjá børnum. Óvið- komandi lærdómur verður í besta føri gloymdur og í ringasta føri ein forðing í samstarvinum millum lær- arar og næmingar. Er tað onkur, sum hevur hug at kunna seg meira um ta undirvísingartilfar, sum Føroya Skúlabókagrunnur gevur úr, so ber til at leita inn á heimasíðu okkara www.fsg.fo. Alexendur Jespersen, formaður í Skúlabóka- nevndini Helena Dam á Neystabø, leiðari á Føroya Skúlabókagrunni felagsligum rættvísi. Hetta merkist serliga, tá ið ein tulkaður sannleiki um Guds orð nú aktivt verður brúktur sum argument fyri at dis- kriminera tey samkyndu. Ræðumyndirnar nú, tá ið orðaskifti um tey sam- kyndu gongur, eru nógvar. Kirkjan er um at syndrast, menniskjan er um at fara fyri bakka, samfelag og heimur eru á veg í avgrund- ina o.s.fr. Men fá ella eingi vísa á HVÍ soleiðis er. Hvat er til dømis vandin við, at samkynd kunnu kunnu liva í skrásettum parlagi? Fer Gud at fordøma samfelagið fyri tað? Er nakar vandi fyri at homoseksualitetur fer at breiða seg sum ein farsótt ? Verður tað ein fylgja, at menniskjan ikki megnar at reprodusera seg? Er homo- seksualitetur ikki heldur eitt avbrigdi í einari náttúru, sum annars millum dýr og millum menniskju er eyðmerkt av so ófatiliga nógvum variatiónum? Føroyar eru eitt lítið sam- felag við nógvum sosialum eftirliti. Í mun til onnur lond hevur føroyska sam- felagið verið fyri lutfalsliga avmarkaðum mentunarlig- um fjølbroytni. Illa er t.d. statt við kvinnuumboðan, har avgerðir verða tiknar - nakað, sum umframt aðrar orsøkir, eisini møguliga er eitt úrslit av okkara kristnu lívsáskoðan. Tað er soleiðis at undrast á, at fólk enn í dag í brúdleypum uttan at blunka kvøða ramliga við um, hvussu kvinnan sam- bært teim heilagu skriftum skal vera manninum undir- givin. Moralsk dogmatisma hevur tíverri fínar umstøður her heima. Siðaliga eftir- ansingin, sum er partur av almenninginum og okkara institutiónum, ger sítt fyri at handhevja siðbundnar moralskar lógir uttan eyga fyri teimum syrgiligu, sosialu fylgjum, hetta dagliga fær. Tey samkyndu líða heilt víst undir hesum. Tey flestu mugu krógva burtur tann týðandi part av sínum kenslum, sum kyns- lívið ber í sær, tí teimum skal ikki verða loyvt at liva soleiðis, sum tey eru skapt til. Tey fáu samkyndu, sum frælst og opið tora at liva við sínum íborna seksuali- teti, hava tað ikki lætt. Hetta eru alt menniskju, ið mugu fornokta seg sjálvan, og tá ber illa til at vera eydnuríkur. Betur verður tað ikki, tá ið sjálvkravd umboð fyri tann "einasta bíbilska sannleikan" lýsa homoseksualitet sum eina sjúku, ið tey vilja reka burt- ur eins og óreinar andar. Fakta er, at homoseksu- alitetur hevur altíð verið ein partur av fólkamentanum kring í heiminum. Hann var soleiðis útbreiddur í grikska samfelagnum, sum hugsjónarliga gjørdist støði undir romversku mentan- ini, har eisini kristindóm- urin fekk sítt skap. Nógv gott ( politiskt, listarligt, skipanarligt o.s.fr.) rann av hesari frælsu mentan, sum er grundarsteinurin undir tí framkomna vesturheimi, vit eru ein partur av. Persónliga havi eg vin- fólk uttanlands, ið eru opið samkynd. Hetta eru sera framkomin og tolerant menniskju, sum liva í skrá- settum parlagi. Í teirra sínámillum samlívi og teirra viðurskiftum við onnur er seksualiteturin ikki nakar trupulleiki. Tað, sum telur er, at menniskju eru eydnurík og í tráð við seg sjálvan í tann mun, tað ber til. Fortreytin fyri hes- um er eitt frílynt samfelag, har menniskju uttan at verða sett til dóms av øðrum kunnu liva saman og skipa sær sína tilveru sam- bært teimum tilelvingum og eginleikum, sum Skap- arin hevur lagt í tey. VIÐMERKINGAR Nøkur orð um undirvísingarmiðlar - íkast til orðaskiftið um føroyskar skúlabøkur Framhald av síðu 11 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Dagurin 21. september. Matteus. Ápostulin og evangelisturin Mat- teus. Halgisøgan veit at siga, at tá ið ápostlarnir skiltust, fór Matteus til Etiopiu og boðaði evangeliið har. Er helst ein av teimum, sum á kirkjubøstólunum er avmyndaður við bók í hendi. Kongurin í Etiopiu læt hann taka av døgum. Bíbilska navnið merkir Guðs gáva. Jákup í Lopra sjeytifimm Í dag, 21. september, fyllir Jákup Joensen - eisini kendur sum Jákup í Lopra, 75 ár. Jákup er kendur vinnu- lívsmaður, hevur havt fleiri skip eins og hann eisini hevur verið í gistingar- húsvinnuni, tá hann keypti Hotel Føroyar í Havn, sum tá æt Hotel Borg. Jákup Joensen er ættaður úr Sumba. Hann er sonur Paulu S og Poul S. Joensen. Hann tók studentsprógv í 1950, skiparaprógv í 1953, stýrimansprógv í 1965 og skipsføraraprógv í 1956. Hann sat í bygdarráðnum í Sumba í nøkur ár, og í 1994 varð hann valdur á ting fyri Sambandsflokkin í Suðuroyar valdømi - har sat hann til valið í 1998. Mikudagin 22. sept. kl. 17.30 byrjar AWANA aftur í Ebe- nezer í Havn. AWANA er barna- og ung- dómsarbeiði, og er hetta triðja árið, at tað er í Føroyum TÍÐINDASKRIV Byrjað var fyri tveimum árum síðani við gentum og dreingjum úr fyrsta og øðrum flokki. Í fjør kom so triði flokkur aftrat, og í ár kemur so eisini fjórði flokkur við. Endamálið við AWANA er at náa børnini við evan- geliinum um Jesus Kristus, og at læra tey at tæna Hon- um. Hetta verður gjørt við sangi, bíbliusøgum og spæli. Børn úr fyrsta til fjórða flokk verða kallaði Neistar. Hesi verða so býtt í bólkar, kallaðir Tøtlarar, Reikarar og Klintrarar, og til hvønn av hesum bólkum er ein arbeiðsbók. Við at loysa uppgávur úr arbeiðsbókini og læra seg brot og skrift- støð úr Bíbliuni uttanat fáa tey ymisk heiðurmerki, krúnur og gimsteinar, sum tey kunnu seta á sína AWANA troyggju. AWANA undirvísingar- tilfarið er grundað á skrift- irnar, og í teimum trimum bókunum verða grund- leggjandi sannleikar um Gud, Jesus Kristus, frels- una og Bíbliuna lærdir. Stórur dentur verður lagdur á at minnast skriftstøð, og hesi trý árini fara børnini at læra og endurtaka meira enn 60 skriftstøð úr Bíbli- uni. AWANA byrjaði í USA í 1950, og í dag finst arbeið- ið í 110 londum runt allan heimin. Orðið AWANA kemur úr fyrstu bókstøv- unum úr ensku orðingini: Approved Workmen Are Not Ashamed, sum er tikið burturúr 2. Timoteusar- brævi 2,15. Á fundum í Neista- klubbanum sameina vit tað at læra og at hava tað stutt- ligt. Ein AWANA fundur varar í hálvanannan tíma og er býttur í tríggjar partar. Fyrstu løtuna verður sungið og sagt verður frá søgum og hendingum úr Bíbliuni, og lært verður um kristin lívsvirði. Síðani verður arbeitt í smærri bólkum við at læra seg skriftstøð og loysa upp- gávur. Tann síðsta hálva tíman verða børnini býtt í bólkar og spæla tey serligu AWANA spølini. Áðrenn farið verður til hús verða heiðursmerkini býtt út. Neisti er AWANA- maskotturin, sum kemur á vitjan av og á . Øll børn úr fyrsta til fjórða flokk eru hjartaliga vælkomin til AWANA í Ebenezer mikudagar kl. 17.30. So byrjar AWANA aftur … Kunngjørt verður, at okkara kæra mamma, omma, langomma og systir Bjørghild Jørgensen fødd Poulsen úr Havn andaðist á Landssjúkrahúsinum fríggjadagin 17. september, 76 ára gomul. Farið verður úr Landssjúkrahúskapellinum týsdagin 21. september kl. 18.00. Jarðarferðin verður úr Kirkjugarðskapellinum mikudagin 22. september kl. 13.00. Vegna tey avvarðandi Erling, Randi og Edna Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at Símun Karl Mikkelsen Úti í Grønlandi, Tórshavn andaðist í heiminum 17. september, 78 ára gamal. Jarðarferðin verður úr kirkjugarðskapellinum týsdagin 21. september kl. 13.00. Fyri tey avvarðandi Lillan, Kathrina, Carl Johan og Hans Marius Tøkk Hjartaliga tøkk fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi tá ið kæra systir, móðir, vermóðir, omma og langomma okkara Simona Mohr Vági andaðist og varð jarðað.Tøkk, øll tit, ið lótu blómur og kransar og góvu Eldrasambýlinum peningagávur. Serstakar tøkkir verða bornar Ólavi Rasmussen, presti, fyri góða og hjartanemandi gravtalu, og heimahjálpum, heimasjúkrasystrum og sjúkrahússtarvsfólkum, ið lættu um, meðan sjúka nívdi Simonu.Tykkum mongu, ið fylgdu hesi ediligu kvinnu til seinasta hvíldarstaðin og hjálptu okkum so væl í sambandi við ervið, heilsa og takka vit eisini. Vegna øll tey avvarðandi Jákup, Jóannes og Leivur Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at góði maður, pápi, svigarpápi, abbi og langabbi okkara Arnold Davidsen Toftir andaðist fríggjadagin 17. september, 84 ára gamal. Jarðarferðin verður í dag, 21. september, kl. 14.00 úr Fríðrikskirkjuni Vegna tey avvarðandi Henny Aloma, Hanus, Niclas, Annika, Harda og Fróði Tey sum vilja minnast Arnhold, kunnu lata eina peninga- gávu til Fríðrikskirkjuna, konto í peningastovnunum. Neisti er AWANA-maskotturin, sum kemur á vitjan av og á C M Y K 13 12