Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-21, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. september 2004síða 7

‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 180 - 22. september 2004 Nr. 180 - 22. september 2004 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar. Einans 58 dagar er tað sum skilir ímillum tíðina, har vit høvdu báðar abbar okkara hjá okkum, til báðir høvdu lagt árarnar inn. Fyri okkum abbabørn hava abbarnir báðir havt stóran týdning, og vit hava havt nógvar ser- ligar, læruríkar og stuttligar løtur saman við teimum, og sjálvandi eisini meira álvarssamar løtur. Hóast at tað í eina tíð hevur staðið okkum greitt, at tann tíð sum var máld út til báðar abbar okkara her á fold var um at verða farin, og vit tí ikki vóru ófyrireikaði, so hevur tað ikki gjørt sorgina og saknin nakað lættari at bera. Vakri sálmurin »Slættasti sjógvur og bratt- astu bylgjur« varð sungin í kirkjuni til jarðar- ferðina hjá báðum abbunum, og hann hóskaði væl til báðar, sum høvdu havt sjógvin sum lívsstarv sítt. Longu sum ungir krossaðust vegir teirra tá teir vóru til skips saman, og knýttu teir tá lív- langt vinarband. Lagnan vildi tað eisini so- leiðis, at vegir teirra aftur krossaðust seinni í lívinum, tá tvey av børnum teirra - foreldur okkara - funnu saman. Fyri okkum vóru abbi í Sandavági og abbi í Sørvági hvør á sín hátt nakað serligt. Og at teir eisini í eygunum á øðrum, sum kendu teir áðrenn okkara tíð, vóru serligir, hava vit mangan hoyrt. Abbi í Sandavági var næstelstur av 6 systkjum. Bert 13 ára gamal fór abbi í 1935 til prest at biðja um at blíva fermdur, so hann kundi sleppa til skips. Sum bert 20 ára gamal fór abbi á skiparaskúla, og sum 23 ára gamal hevði hann tikið skiparaprógv, og fekk bein- anvegin skip at føra - "Royndina Fríðu" úr Sandavági. Neyðugt var við serloyvi til tann bert 23 ára gamla skiparan, sum eftir tá gald- andi reglum var ov ungur at verða skipari. Seinni í lívinum tók abbi lut í undangongu- arbeiðinum við rækjuveiðu á opnum havi og við at menna eina føroyska rækjuvinnu. Umframt at verða ein av lyklapersónunum í felagnum sum átti "Høgafoss", keypti hann saman við øðrum eisini egið rækjuskip. Og tað er eisini soleiðis vit minnast abba í Sandavági. Alt hansara lív snúði seg um fiski- skap, og hann sat mangan hugsunarsamur og grundaði yvir hvussu nú best kundi fáast burturúr hesum ella hasum fiskiskapinum til gagns fyri manning, land og skip, í nevndu raðfylgju. Og hann nýtti eisini eitthvørt høvi til at læra okkum meira um fiskivinnu, antin við at fortelja okkum søgur frá síni tíð á sjó- num, ella við at taka okkum við oman á kaiuna at hyggja at ymsu fiskasløgunum, tá bátar lógu og landaðu. Og mangan tók hann okkum við at fiska seið á Oyrargjógv, har hann stillisliga smíltist tá veiðuhugurin fekk yvirtakið á okkum, og vit royndu at syfta so nógvar seiðir sum møguligt. Abbi var so sera góður við øll síni abba- børn, og vit fingu okkara ríkiliga lut av hans- ara góða barnalyndi. Hann gav sær altíð stundir til abbabørnini, og hansara stillisliga lyndi gjørdi, at vit altíð kendu eitt serligt slag av tryggleika tá vit komu at vitja hann og ommu í Sandavági í hugnaliga heiminum á Plógv, har tey altíð høvdu matin standandi kláran til okkara tá vit komu. Sjúka fór av álvara at merkja abba í Sandavági og abba í Sørvági um somu tíð, og tann 12. juli var tímaglasi hjá abba í Sanda- vági runnið. Abbi í Sørvági var tann 8. av 12 systkjum. Sum tannáringur upplivdi abbi í Sørvági ta serligu tíðina sum 2. heimsbardagi førdi við sær til Sørvágs, og hann hevur mangan fortalt okkum søgur frá hesi tíðini. M.a. tá hann og ein vinmaður goymdu seg undir kaiuni í Sørvági tá eitt týskt flogfar bumbaði har 1. okt. 1941, og hvussu flogfari skjeyt eftir teim- um tá teir fóru at renna til hús. Abbi í Sørvági var ein ógvuliga opin og fyrikomandi maður, og tað tók honum ikki langa tíð at gerast vinur við fleiri av bretsku hermonnunum. Hann var nógv saman við teimum, og arbeiddi eisini til tíðir hjá teimum. Abbi í Sørvági dámdi væl at royna nakað nýtt, og hann var fleiri ferðir til skips við út- lendskum skipum - bæði í Íslandi og Noregi. Hann sigldi eisini í nógv ár við "Jegvan Elias Thomsen" við abba í Sandavági sum skipara, og við "Vesturvón, umframt øðrum føroysk- um skipum. Abbi í Sørvági hevði eisini fleiri ferðir egnan lastbil og útróðrarbát. Saman við ommu bygdi og rak hann eisini kaffistovuna Úti á Bakka í Sørvági í nøkur ár. Honum dámdi væl at ganga túrar, og hann fór mangan ein sunnudagstúrin út í Selvíkar ella niðan á Egg, og tað var næstan ikki dagur har hann ikki fór ein túr út á Bakka ella heim á Pálsoyruna at fáa eitt prát. Eisini abbi í Sørvági var so sera góður við okkum abbabørn, og tað var bókstaviliga við víðopnum ørmum og einum stórum smíli hann tók ímóti okkum tá vit komu á vitjan í heiminum hjá ommu og honum úti í Geilini, har áin og hagin eru nærmastu grannar. Og hann var skjótur upp á loft eftir góðgæti, sum hann altíð goymdi til okkara. Abbi í Sørvági var sera væl fyri hóast høgan aldur, til hann um jóltíðir í fjør fekk álvarssama sjúku. Men hann gav ikki upp, og hann gleddi seg í langa tíð til at fara eftir havhestaungum við pápa og okkum abbasynum. Men soleiðis skuldi tó ikki verða, tá tá tann tíðin kom vóru kreftirnar gingnar undan. Í okkara barnaeygum segði ella gjørdi abbi altíð okkurt stuttligt ella spesielt, og satt at siga hevur bæði byrjanin og endin á jarðar- lívið hansara styrkt okkum í fatanini at abbi var spesiellur, tí nú tímaglas hansara var runni út, var tað á júst sama ársdegi og sama viku- degi sum hann var føddur - týsdag 7. sep- tember. Báðir abbar okkara eru nógv saknaðir av okkum og restini av familjuni, og ikki minst av ommu í Sandavági og av ommu í Sørvági. Fyri okkum vóru báðir abbarnir nakað serligt og fyrimyndir, sum vit bert hava góð minnir um frá okkara barnaárum. Við orðunum í einum øðrum sálma sum sungin var til jarðarferðina hjá báðum abb- unum fara vit at lýsa frið yvir minni um abbar okkara. Minningarorð um abbar okkara "Tú fylgdi mær fyrst, tá í vøggu eg lá, og so tá eg stetlaði gólvinum á, og síðan tá omma meg tók á sítt knæ og lærdi meg har fyrstu bøn ið eg bað". Abbabørnini á Bóndaheygi í Havn Jóhan á Plógv Sandavágur Sigfred Hansen Sørvágur 16. januar 1922 12. juli 2004 7. september 1926 7. september 2004 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Dagurin 22. september. Mauritius, deyður umleið ár 300. Rómverskur herhøvdingi, sum saman við 6666 hermonnum í liði sínum (tebansku legiónini), ið allir vóru kristnir, varð tikin av døgum. Navnið merkir blámaður. Fríggjadagin, 18. juni 2004 fingu níggju maskinsmiðir skúlaprógvið á Tekniska Skúla í Klaksvík. Fremra rað, f.v.: Magni Midjord Petersen, Fuglafjørður, KJ Hydraulik, Atli Nielsen, Norðragøta, Normek, Andrias Johannes- en, Klaksvík, Klaksvíkar Sleipistøð, Bárður Kjeld, Saltangará, F J M, Hanni Højgaard, Rituvík, F J M. Aftara rað, f.v.: Jógvan Samson, Klaksvík, Klaksvíkar Sleipistøð, Per Suni Poulsen, Kunoy, Pomek, Thomas Finn Johannesen, Æðuvík, F J M, Mortan Sólheim Thomsen, Fuglafjørður, K J Hydraulik Tekniski Skúlin í Klaksvík: Níggju maskinsmiðir fingið skúlaprógv Sunnumorgunin gekk Niels Juel Arge fyri seinastu ferð oman eftir kirkjugólvinum í Christianskirkjuni sum klokkari. Ein sera rørandi løta, nú hann eftir 44 árum í tænastu, letur klokk- una yvir til versonin Hjørleif Poulsen FRÁFARINGARLØTA Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Klaksvík: Gudstænastan sunnumorgunin var heilt serlig, tí hetta var seinastu ferð, at Niels Juel Arge var klokkari. Niels Juel Arge byrjaði at ringja í kirkjuni longu sum 14 ára gamalur fyri 65 árum síðani. Kristi himm- als-ferðardag hin 20. mei 1939, tá ið hann avloysti pápa sín. Síðani ringdi hann fyri hann, tá ið pápin sigldi undir krígnum og annars ikki kundi, til Niels Juel Alla halganna sunnu- dag 1960 varð innsettur sum fastur klokkari. Hann fór alment úr starv- inum tann 1. august, men sunnudagin takkaðu kirkju- tænarar, prestar og kirkju- fólkið honum fyri trúgva og drúgva tænastu. Løtan var sera rørandi, og vakurt var at síggja Niels Juel ímillum báðar deknarar íklæddir føroyska búnanum gangandi eftir gólvin-um, tá gudstænastan var av. Niels Pauli Danielsen, sóknarprestur, hevði præ- dikuna hendan dagin. Hann endaði hana við at bera fram takkarkvøðu til Niels Juel og konu hansara, Eiu. – Tað er við sorgblídni, at vit nú siga farvæl við hetta virki tykkara, men sam- stundis við takksemi og sannføring um, at fasti sessur tykkara her í kirkjuni fer ikki at standa tómur, segði Niels Pauli Danielsen millum annað. Hugnaløta Eftir gudstænastuna var hugnaløta í kirkjukjallaran- um, har formaðurin í kirkjuráðnum, Ólavur í Mittúni helt røðu. Hann takkaði Niels Juel fyri hansara trúfesti øll árini bæði í gomlu kirkjuni og so Christianskirkjuni. Hann bar eisini fram takkarkvøðu til Eiu, konu Niels Juel, og helt skemti- liga fyri, at tað mangan mundi hava verið eitt stríð hjá henni at halda Niels Juel so fínan og hampu- ligan. Síðani fekk Niels Juel eina gávu handaða og frúan fekk blómur. Sjónliga rørd sótu tey bæði har, og sorg- blídni lýsti av teimum. Tá hugnaløtan var av, heilsaðu øll fólkini uppá høvuðspersónin, áðrenn farið varð til hús. Ein mansaldur sum klokkari er farin í søguna. 65 ár síðani hann ringdi fyrstu ferð, og nú í einum aldri av 80 ár, letur hann klokkuna til onnur at røkja, meðan hann fer at njóta sítt lívsins kvøld. Í juli hevði, Sigmund Nolsøe, húsasmiðjur á Tvøroyri, starvast hjá Spf. Peturi Hammer í 30 ár. Øll árini hevur hann havt nóg mikið at gera og hevur ongnatíð verið ar- beiðsleysur. Sigmund er føddur og uppvaksin í Trongisvági, og hann er sonur Jonnu f. Strøm í Kelduni og Petur Nolsøe í Garðinum, bæði úr Trongisvági. Hann er giftur Oddny Hovgaard Oman Lon í Hovi, og eiga tey tvær døtur. Sigmund sigur, at hann hevur trivist væl í arbeið- num og hevur havt ein sera lagaligan arbeiðs- gevara. Sigmund er bæði ítrótt- armaður og náttúru- menniskja. Í mong ár spældi hann á liðnum hjá TB og var í 70-unum og 80-unum við at vinna eini fimm meistarheiti. Eisini er hann kendur haruskjútti og hevur vunnið fleiri steyp. Petur Hammer sigur um Sigmund, at hann er ein pliktuppfyllandi og sera hegnigur handverk- ari. Hann hevur altíð møtt stundisliga til ar- beiðis og hevur verið við til at avlært nógvar ungar menn. Ein rørandi løta Niels Juel Arge, konan, Eia og Jacob Magnussen, prestur, sum røkti prestastarvið í Klaksvík frá 1973 til 1980. Niels Juel var sera fegin at sleppa at heilsa upp á ein av teimum mongu prestunum, sum hann hevur tænt fyri Formaðurin í kirkjuráðnum, Ólavur í Mittúni helt røðu í kirkjukjallaranum eftir gudstænastuna, har hann takkaði Niels Juel fyri drúgva tænastu og handaði honum gávu Sigmund 30 ára starvsdag Sigmund Nolsøe, til vinstru, fær eitt gullur frá arbeiðs- gevara sínum, Peturi Hammer, fyri góða og trúgva tærnastu í 30 ár 95 ár Hósdagin 23. september verður Anna Jensen, Hell- urnar, 95 ár. Dagurin verður hildin saman við børnunum. 70 ár Hósdagin 23. september verður Johanna Berthelsen, Strendur 70 ár. Dagurin verður hildin heima frá kl. 18. C M Y K 13 12