týsdagur 21. september 2004síða 8
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 179 - 21. september 2004
Nr. 179 - 21. september 2004
15
Skráseting Føroya hevur í
dag skrásett niðanfyri
standandi smápartafelag:
Skrásetingar-nr. Sp/f 3849
Navn: Sp/f
Timburhandilin Sand
Adressa: 210 Sandur
Kommuna: Sands Kommuna
Stovningardato: 13.09.2004
Viðtøkudato: 13.09.2004
Kapitalur: Kr. 295.000,00
Inngjaldingarháttur:
Kontant kr. 80.000,00 til kurs
100 og kr. 285.000,00 í
øðrum virðum til kurs 100.
Stovnarar: William Sand
Davidsen, 210 Sandur og
Niels Johannus Tjaldrastein,
210 Sandur.
Stjórn: William Sand
Davidsen, 210 Sandur.
Tekningarreglur: Felagið
verður teknað av einum
stjóra.
Grannskoðari: Sp/f
Grannskoðaravirkið
Hermund Jacobsen, J.
Broncksgøta 16, 100
Tórshavn.
Roknskaparár: 01.01. -
31.12.
Fyrsta roknskaparár:
13.09.2004 - 31.12.2005
Endamál: Endamál felagsins
er at eiga og reka handil og
annað starv í hesum
sambandi.
Skráseting Føroya tann 17.
september 2004
Kristin Balle
_______________________
Frá S & K
felagnum
S & K felagið bjóðar til kunnandi fund í hølunum
hjá arbeiðarafelagnum Hæddini í Runavík miku-
kvøldið 22. 09.2004 kl. 20.00.
Skrá
Kunning um:
S & K felagið
lønarsáttmálan
eftirlønargrunnin
lívstryggingarskipanina
Eisini ber til at seta nevndini fyrispurningar.
Limir felagsins og annars øll áhugað eru væl-
komin.
Við á fundinum verður nevndin hjá S & K felag-
num og stjórin fyri eftirlønarskipanina.
Vinarliga
S & K felagið
Suðurstreymoyar
Javnaðarfelag
Uppstillingar-
fundur
2. og 3. uppstillingarfundur til kommunuvalið 2004
verður mikudagin 22.september kl.20.00.Fundurin
verður í hølunum hjá Starvsmannafelagnum, J. H.
Schrøtersgøta 9.
Øll eru vælkomin.
Nevndin
Virkisbygningur
til sølu!
Virkisbygningurin á matrikulnr. 118b á havnar-
lagnum í Oyndarfirði verður við hesum lýstur til
sølu.
Høvuðsbygningurin, har arbeiðshøll og kølirúm
eru, er: 18,4 x 32,8 m = 604 fermetrar. Síðu-
bygningurin har frystirúm, maskinrúm, toilettir,
kantina og skrivstova er, er: 4,2 x 32,8 m = 138
fermetrar. Soleiðis er talan um 742 fermetrar
tilsamans.
Byggiár 1980.
Høvuðskonstruktiónirnar eru stálrammur. Út-
veggirnir eru løtt sandwich element sum eru
klødd innan og uttan við litaðum stáli. Ímillum er
bjálvað við skúmi.Tekjan er stálprofilplátur undir
(loft) og omaná (tak).Z-profilar av stáli eru ásir og
bjálva er við mineralull.
Aðrir upplýsingar bygninginum viðvíkjandi fáast
frá borgarstjóranum á tel.: 22 37 14
Møguligar umsóknir skulu verða bygdarráðnum í
hendi í seinasta lagi 5. okt. 2004
Bygdarráðið tilskilar sær rætt at velja ímillum tey
innkomnu boðini, ella einki at taka.
Oyndarfjarðar kommuna
Flogvøllurin forðar hotellinum
Ætlaða útbyggingin á
Hotel Vágum verður í
løtuni tarnað av, at
flogvøllurin ikki
hevur nútíðarhósk-
andi innflúgvingar-
tól. Hotellið fær ikki
bygt sum ætlað, tí
bygningurin kemur
upp fyri radarsignal-
ini hjá flogvøllinum
HOTELBYGGING
Edvard Joensen
Vágar:
Ein útbygging av Hotel
Vágum, verður helst ikki,
sum eigararnir hava ætlað,
tí tað fer at órógva inn-
flúgvingartólini hjá flog-
vøllinum. Ætlaði bygning-
urin fer at forða radarsign-
alunum, sum flogvøllurin í
dag nýtir.
Eigararnir av Hotel Vág-
um hava ætlanir um at
bygja hotellið út. Biðið er
um at sleppa at byggja ein
tilbygning
í
tveimum
hæddum í ovara enda á
verandi hotelli. Men tað
sleppa tey ikki at gera sum
er, sigur Kári Hentze,
leiðari á Hotel Vágum.
Grundin er tann, at bygn-
ingurin verður so mikið
høgur, at hann fer at virka
sum ein skermur fyri radar-
signalunum, sum flogvøll-
urin, ið er granni hjá hotell-
inum, brúkar til innflúgv-
ingina yvir Sørvágsfirði.
Søgan um innflúgvingar-
tólini, ta sonevndu glíði-
breytina, sum í áravís hava
ligið niðurpakkað orsakað
av væntandi fígging til upp-
seting, er kend. Og alla hesa
tíðina hevur flogvøllurin so
brúkt ta gomlu skipanina,
sum ikki gerst meira tíðar-
hóskandi, sum árini líða.
Og nú vísir tað seg so, at
tann ætlanin, sum hotel-
leiðslan hevur fyri eini
útbygging á Hotel Vágum,
kann ikki gerast, tí av-
varðandi myndugleikar ikki
kunnu finna út av at út-
byggja flogvøllin tíðar-
hóskandi, sigur leiðarin á
Hotel Vágum.
Onnur
alternativ
eru
sjálvandi,
sigur
Kári
Hentze, men hendan ætlan-
in við tilbygningi í tveim-
um hæddum er tann, sum
teimum dámar best. Men
hon bíðar so í løtuni eftir
grønum ljósi frá SLV.
Roynt varð at fáa eina
viðmerking frá Finnboga
Niclasen, flogvallarovasta,
men hann var ikki at hitta,
áðrenn
blaðið
fór
til
prentingar.
Lítli Oskar slapp at
grava fyrsta flagið
oman av fyri nýggja
dagstovninum í
Sørvági
DAGSTOVNUR
Edvard Joensen
Sørvági:
Byrjað varð at grava út fyri
nýggja dagstovninum i Sør-
vági mánamorgunin. Tað
var Oskar, ið gongur í
barnagarðinum
Sýsluni,
sum slapp at grava fyrsta
flagið omanav, og Borgar-
hjørt, sum er leiðari í Sýsl-
uni, slapp at hjálpa til.
Tað var hátíðarløta hjá
børnunum í dagstovninum í
Sørvági, tá tey mánamorg-
unin øll komu niðan á
Mýrar at vera hjástødd, tá
arbeiðið upp á nýggja
dagstovnin varð sett í gond.
Fyrst gróvu Oskar og
Borgarhjørt fyrsta flagið
omanav, og síðan kom
Kristian við stóru gravi-
maskinuni og gjørdi eitt
rættiliga stórt hol í vøllin.
Eivin Jacobsen, borgar-
stjóri í Sørvági, sigur, at nú
verður jørðarbeiðið gjørt.
Tað er Kristian Olsen í Sør-
vági, sum ger tað. Restin
verður boðið út. Helt í hesi
vikuni, heldur hann, og
einaferð næsta heyst vænta
tey, at klárt verður at flyta
inn.
Tað fara umleið 100 børn
at ganga í nýggja dag-
stovinum, sum væntandi
fer at kosta út móti 10
milliónum.
Hotel Vágar fær í
næstum nýggja skip-
an, sum ger tað
møguligt hjá fólki at
síggja á internetin-
um, um nakað kamar
er tókt og samstundis
bíleggja beinleiðis
FERÐAVINNA
Edvard Joensen
Vágar:
Tað verður í framtíðini
lættari at biða um innivist á
Hotel Vágum. Væl at
merkja, um tú hevur inter-
netsamband. Tí skjótt fer at
bera til at bíleggja kamar
umvegis internetið, og tú
sært eisini við tað sama,
um nakað rúm er tókt, og
hvar tú fert at búgva, tá tú
kemur á hotellið.
Hetta hevur eisini fyri-
munir fyri, tey, sum starv-
ast á hotellinum, sigur
Kári Hentze, leiðari á
Hotel Vágum. Tí nýggja
skipanin ger, at nú verður
ikki neyðugt hjá starvs-
fólkinum at nýta so nógva
tíð at leita og skráseta,
sum neyðugt er, tá øll
skulu ringja og bíleggja
um telefonina.
Tá skal starvsfólkið
fyrst tosa í telefon við
kundan. Síðan leita eftir
møguligum leysum rúm-
um, fyri at enda at boða
frá aftur til kundan um,
hvat og hvussu.
– Vit hava ikki fast fólk í
móttøkuni,
sigur
Kári
Hentze, og tað ger, at tað
kann henda, at tann, sum
tekur telefonina, ikki er
staddur júst har, listin ligg-
ur. Tí kann nógv eykaar-
beiði spyrjast burturúr, áðr-
enn avgreiðslan er liðug.
Við nýggju skipanin
slepst undan øllum hes-
um, og kundin veit við tað
sama, hann hevur trýst á
knøttin, at hann hevur
fingið eitt kamar.
Kári Hentze roknar við,
at tað í stóran mun fyrst
vera ferðaskrivstovur og
fyritøkur, sum far at nýta
hendan nýggja háttin at
checka inn. Men tað ber
sjálvandi eisni til hjá
vanligum fólki. Goldið
verður við korti um inter-
netið, sigur hann. Hann
væntar sær nógv av hesi
nýggju skipanini, sigur
leiðarin á Hotel Vágum.
Tað er Flogfelag Før-
oya, sum eigur Hotel
Vágar. Flogfelagið leigar
eisini bilar út, og Kári
Hentze sigur, at tey ar-
beiða eisini við at fáa
leigubilarnar inn í hesa
online skipanina, so fólk
eisni umvegis internetið
kunnu leiga sær ein bil.
Flogfelag Føroya og
Hotel Vágar vóru við á
VestNordenTravel Mart
ferðavinnustevnuni
í
Reykjavík í seinastu viku.
Kári Hentze sgiur, at
nakað av fólki vitjaði bás-
in hjá teimum, men tey
meta seg kortini onkuntíð
at hava havt fleiri vitjandi
á slíkum stevnum. Tað
vóru fleiri gamlir kenn-
ingar, sum vitjaðu aftur,
sigur hann.
Leiðarin á Hotel Vág-
um tekur væl ímóti ætlan-
ini hjá Atlatnsflogi um at
fara at flúgva ferðafólk
við tyrlu til Mykinesar
hvønn leygardg komandi
summar.
– Eg meti, at tað kann
geva okkum nakrar møgu-
leikar á Hotel Vágum, sig-
ur hann. Fólk, sum koma
og fara um flogvøllin,
hava stutt at fara til hotell-
ið. Tað er ideelt til yvir-
nátting her, og vit kunnu
eisini selja hesar túrarnar
til fólk, sum vit framman-
undan hava á hotellinum,
heldur hann.
Hann kennir annars
lítið til hesa ætlanina,
men metir at eitt nú mat-
pakkar til slíka rútferðir
kann Hotel Vágar saktans
lata fólki.
Um árið, íð nú líður so
væl, sigur Kári Hentze, at
tða hevur verið hampiligt
hjá hotellinum.
Og tað, ið eftir er, sær
ikki so galið út heldur.
Hotel Vágar plagar at
skipa fyri ymsum tiltøk-
um. Serliga hesa tíðina til
jólar eru fleiri jólaborð-
hald, sum tey flestu longu
eru útseld í ár. Vínsmakk-
ing er eitt tiltak, hotellið
plagar at hava, og okkurt
slíkt er í umbúna, sigur
Kári Hentze.
Hotel Vágar ætlar at byggja ein tilbygning í tveimum hæddum aftur at verandi hotelli. Men tað fer at órógva radarskipanina,
sum flogvøllurin brúkar til innflúgvingina, so tað ber ikki til
Mynd: Edvard Joensen
Oskar gróv fyrst
Oska slapp at grava fyrsta flagið oman av fyri nýggja dagstovninum í Sørvági
Mynd: Edvard Joensen
Hotel Vágar
nýggja bókingar-
skipan
Kári Hentze
umboðaði
sjálvur annar
Flogfelag
Føroya og
Hotel Vágar á
VestNorden
Travel Mart í
Reykajvík í
seinastu viku
Mynd: Edvard
Joensen
C
M
Y
K
15
14