týsdagur 21. september 2004síða 8
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 180 - 22. september 2004
Nr. 180 - 22. september 2004
15
Ráðgevin í Innlendis-
málaráðnum, Bergur
Berg, fýlist á fram-
ferðarháttin hjá
landsstýrinum í sam-
bandi við uppsagnir-
nar í miðfyrisitingini.
Ein avleiðing av hóp-
uppsagnunum kann
verða, at aðalráðini
verða noydd at keypa
tænastur uttan fyri
fyrisitingina fyri
okursprís, tí arbeiðs-
orkan ikki røkkur,
sigur Bergur Berg
SKERJINGAR Í
MIÐFYRISITINGINI
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
– Tað er framvegis ikki
kom~in nøkur grundgeving
fyri uppsøgnunum. Tað
minsta, landsstýrið átti at
gjørt, er at gjørt sær greitt,
hvar sparingarnar skulu
setast í verk, og harvið hvør
vinningurin og hvør miss-
urin verður við sparingun-
um í fyrisitingini.
Bergur Berg hevur síðan
1993 starvast hjá tí al-
menna. Fyrstu árini ar-
beiddi hann á Almanna-
stovuni, og síðan 1998 hev-
ur hann starvast í miðfyri-
sitingini. Hann heldur lítið
um framferðarháttin hjá
landsstýrinum, sum sein-
asta mikudag gjørdi av at
senda 16 fólk úr miðfyri-
sitingin til hús.
Avleiðingarnar
Bergur Berg heldur ikki, at
landsstýrið er farið skila-
liga
fram
í
málinum.
Stjórnmálafrøðingurin fýl-
ist á, at landsstýrið ikki
hevur givið sær stundir til
at greina játtanina til mið-
fyrisitingina, áðrenn av-
gerðin um lønarniðurskurin
á 10 % varð tikin. Fíggjar-
orkan í mun til starvs-
fólkatalið var ymisk í ymsu
ráðunum, so tí rakar ein
jøvn skerjing sera ójavnt.
– Hóast vit nú verða færri
í tali, halda lógarøkini á við
at vera líka rúgvumikil.
Einasti munurin verður, at
vit verða færri fólk at um-
sita lógirnar, sigur hann.
Bergur Berg ber ótta fyri,
at advokatar og onnur uttan
fyri miðfyrisitingina fara í
størri mun at loysa upp-
gávur fyri fyrisitingina.
– Á Almanna- og heilsu-
málaráðnum veit eg, at tvey
løgfrøðingastørv eru spard
burtur, samstundis sum
stórur tørvur er á teimum,
tí Almanna- og heilsumála-
ráðið skal í næstum broyta
fleiri tungar lógir og seta
nógvar kunngerðir í verk.
Við færri starvsfólkum
kann væl hugsast, at tað
verður neyðugt at fara út í
býin at keypa fólk at gera
arbeiðið, tí arbeiðsorkan í
aðalráðum røkkur ikki til,
sigur fulltrúin.
Hann vísir á, at hóast fólk
uttan fyri miðfyrisitingina
formliga hava fakliga før-
leikan, er væntandi, at
góðskan ikki verður hin
sama, tí fólkini hava ikki
somu vitan og royndir á
teimum ymisku økjunum
sum starvsfólkini á aðal-
ráðunum. Tað er sum at
taka ein rokskipara beint
inn til at vera kapteynur á
Norrønu.
– Prísurin verður eisini
sjey-átta ferðir hægri enn
um arbeiðið varð gjørt í
aðalráðunum, men góðskan
verður avgjørt ikki fyrsta-
floks. Til ber tí at spyrja,
hvat landsstýrið vinnur við
at senda fólkini til hús, spyr
Bergur Berg.
Minni enn í
grannalondum
Ein av afturvendandi út-
sagnunum um miðfyrisit-
ingina seinastu dagarnar
hevur verið, at hon er
vaksin nógv seinastu árini,
og tí er tað í tøkum tíma, at
politiski
myndugleikin
fremur nakrar skerjingar, so
miðfyrisitingin kann fáast í
rættlag aftur. Bergur Berg
er ikki samdur við teimum,
sum siga, at føroyska mið-
fyrisitingin er ov stór.
– Tað veldst um eygað
sum sær. Tað er rætt, at hon
er vaksin nakað, men hon
er framvegis lítil um vit
samanbera okkum við hini
norðurlondini og Grønland.
Meðan vit í Føroyum sita
hvør í sínum lagi og umsita
stór lógarverk, umsita 7-8
akademikarar kanska bara
eina einstaka paragraf í
samsvarandi lógarøki í
Danmark. Hvør fulltrúi í
Føroyum situr tí einsa-
mallur inni við eini servitan
á teimum ymisku lógar-
økjunum, og missa vit bara
eitt fólk, fer hetta fólki
avstað við nógvari vitan,
sum tað tekur ár at fylla út
aftur, sigur hann.
Fulltrúin í Innlendis-
málaráðnum vísir á, at ar-
beiðsbyrðan hjá starvsfólk-
um í miðfyrisitingini øktist
munandi eftir, at Stýris-
skipanarlógin og Fyrisit-
ingarlógin og lógin um
Alment innlit vórðu settar í
verk. – Bara tað at fyrireika
øll svarini til allar teir
spurningarnar sum ting-
menn
seta
landsstýris-
monnunum, man haraftrat
taka eini 10% av arbeiðs-
orkuni hjá fulltrúunum.
Bergur Berg heldur tí, at
tað gevur eina ranga mynd
av veruleikanum, tá fólk
bert hyggja at starvsfólka-
talinum í miðfyrisitingini
uttan at hyggja nærri at
øktu arbeiðsbyrðuni í mið-
fyrisitingini seinnu árini.
– Nakað heilt annað er, at
tað kann væl vera, at mið-
fyrisitingin trongir til stórar
broytingar, sigur Bergur
Berg. Verandi bygnaður
varð skundaður ígjøgnum
eftir sera stuttari tíð, bara
við tí endamáli at styrkja
miðfyrisitingina. Grund-
gevingin tá var, at Stýris-
skipannarlógin gjørdi at tað
var neyðugt. Man skuldi
fyrst gera eina roynd, og so
skuldi bygnaðurin eftir-
metast um tvey ár. Men tað
er ikki gjørt enn. So heilt
nógv trongir við vissu til at
verða skorið til umaftur,
men ongin veit hvat ella
hvar, tí ongin eftirmeting er
gjørd – tilvildin ræður.
Skulu taka tøk
Løgmaður og landsstýris-
menn hava víst á í fjøl-
miðlunum, at versnandi
búskaparstøðan hevur við
sær, at fleiri fólk innan tað
Avleiðing av uppsagnunum:
Servitan fyri okursprís
Útsagnir um miðfyrisitingina
– Veruleikin er, at vit
hava eina fíggjarlóg,
sum ikki kemur at
javnviga, og tí má
okkurt gerast. Eg
haldi tað er skilagott
av samgonguni at hon
varskógvar, at hon vil
ganga fremst og fyrst
sópa fyri egnum
durum, vísir stjórin í
Vinnuhúsinum á
SKERJINGAR Í
MIÐFYRISITINGINI
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
– Eins og í vinnuni skal tað
almenna eisini tillaga seg
eftir búskaparligu viður-
skiftunum. Miðfyrisitingin
er nógv økt seinastu árini,
og sparingin á 10% kemur
ikki óvæntað, tí miðfyrisit-
ingin má eins og almenni
sektorurin laga seg til
broyttu umstøðurnar, held-
ur Jan Mortensen, stjóri í
Vinnuhúsinum.
Stjórin í Vinnuhúsinum
sigur seg einki minnast til,
at politiski myndugleikin
síðan kreppuna hevur tikið
nøkur tøk fyri at effektivi-
sera ella rationalisera um-
sitingina.
– Veruleikin er, at vit
hava eina fíggjarlóg, sum
ikki kemur at javnviga, og
tí má okkurt gerast. Eg
haldi tað er skilagott av
samgonguni at hon var-
skógvar, at hon vil ganga
fremst og fyrst sópar fyri
egnum durum, vísir stjórin
í Vinnuhúsinum á.
Hann leggur afturat, at
boðskapurin hjá Vinnuhús-
inum hevur altíð verið uttan
mun um talan er um ringar
ella góðar tíðar, at tað er
neyðugt hjá øllum at fyri-
halda seg til búskaparliga
veruleikan og tillaga rakst-
urin eftir støðuna.
– Tað er fyrisitingin eis-
ini noydd at gera, heldur
Jan Mortensen
Bíligari loysnir
Vinnuhúsið hevur javnan
víst á, at almenna fyrisit-
ingin er vaksin ov nógv, og
tørvur er á eini eftirmeting
av fyrisitingini.
Á hinari síðuni er viðtala
við Berg Berg, har hann ger
vart við, at tað er neyðugt at
hyggja at øktu arbeiðs-
byrðuni hjá miðfyrisiting-
ini, áðrenn dómur verður
sagdur, hvørt ov nógv
starvsfólk eru miðfyrisit-
ingini ella ei.
Eiga tit ikki at hyggja
nærri at arbeiðsbyrðuni
hjá fyrisitingini, áðrenn tit
fella dóm yvir hana?
Jú tað er púra rætt. Ein
afturvendandi trupulleiki
hjá smærri samfeløgum er,
at tey uttan mun hvussu
smá tey er, hava tey tørv á
somu
funktiónum
sum
størri samfeløg. Avbjóðing-
in hjá smærri samfeløgum
er tí altíð at finna egnar bí-
ligar loysnir. heldur enn at
kopiera loysnir hjá øðrum
samfeløgum, heldur Jan
Mortensen.
Plenuklipparin
– Landsstýrið fer púra hug-
sjónarleyst runt við plenu-
klipparanum og klippur
plenuna javnt snøgga, uttan
nakað sum helst mið ella
mál.
Formaðurin í Starvs-
mannafelagnum, Gunnleiv-
ur
Dalsgarð,
hevði
í
Sosialinum í gjár lítið gott
at bera framferðarháttinum
hjá landsstýrinum í sam-
band við sparingarnar í
miðfyrisitingini.
Jan Mortensen ynskir
ikki at taka dagar ímillum
um landsstýrið hevur nýtt
sonevnda plenuklipparin, tá
sparingarnar í miðfyrisit-
ingini vórðu framdar.
– Tá tú fremur sparingar
er rættast at hyggja at
hvørjum øki sær. Tað er
neyðugt at kanna hvørjar
deildar kunnu niðurleggjast
ella hvørjar umrokeringar
kunnu gerast. Eg dugi ikki
at siga um plenuklipparin
er nýttur í hesum føri, men
uttan mun um hann er nýtt-
ur, so er tann framferðar-
hátturin
óheppin,
vísir
stjórin í Vinnuhúsinum á.
Leikluturin hjá
fjølmiðlum
Jan Mortensen finst hvass-
lig at leiklutinum hjá før-
oysku fjølmiðlunum í sam-
band við uppsagnir hjá tí
almenna.
– Innan vinnuna eru nógv
fólk við at gerast troytt av,
at hvørja ferð onkur verður
uppsagdur
innan
tað
almenna eru allir fjølmiðl-
arnir á gosi. Hópupp-
sagnirnar á eitt nú Føroya
Tele og innan alivinnuni
tykjast ikki hava sama
áhuga hjá fjølmiðlunum,
heldur stjórin í Vinnuhúsin-
um
Á
heimasíðuni
hjá
Vinnuhúsinum
verður
skrivað, at uppsagnirnar í
miðfyrisitingini
er
ein
natúrlig gongd, tí heili 75%
av føroysku virkjunum
høvdu eina afturgongd frá
2002 til 2003.
– Virkini noyðast at taka
avleiðingar av minni ar-
beiði og fólk verða send til
hús. Hetta sæst aftur í
tølunum fyri arbeiðsloysi,
men hetta fær ongantíð
nakra fjølmiðlaumtalu í
mun til uppsagnirnar hjá tí
almenna, stendur á heima-
síðuni hjá Vinnuhúsinum.
Rætt at skerja
miðfyrisitingina
– Er endamálið(við uppsøgnunum í miðfyrisit-
ingini) at fremja konjunkturtiltøk, fyri at leggja upp
fyri minkandi inntøkunum í løtuni, so er ætlanin
púra burturvið
16.09.04 Viðtala í Dimmalætting við Hermann
Oskarsson, formaðurin í Búskaparráðnum
– Vit hava eina sterka fyrisiting, sum skal spara 12
milliónir. Hon skal ikki missa fólk, men halda somu
tænastu sum higartil.
26.05.04 Viðtala í Sosialinum við løgmann Jóannes
Eidesgaard á tíðindafundi um fyrstu 100 dagarnar hjá ABC-
samgonguni í Sosialinum
– Miðfyrisitingin er nógv styrkt seinastu 10 árini,
og ein sparing á 10% rokkar ikki við hetta. Mið-
fyrisitingin má eins og allur almenni sektorurin
lagast til broyttu umstøðurnar
20.09.04 Heimasíðan hjá Vinnumálaráðnum
www.industry.fo
– Hópuppsagnirnar í miðfyrisitingini eru ein liður
í royndunum hjá ávísum politikarum at føra okkum
aftur í 80 árini, har tilvild og ábyrgdarloysi ráddi í
politisku skipanini.
15.09.04 Fyrrv. formaður í Búskapar- og
Løgfrøðingafelagnum, Niels Winther í ÚF
– Búskaparligi veruleikin er, at vit eru noydd at
tátta í á fleiri økjum. Vit verða øll noydd at taka eitt
tak, og tað má miðfyrisitingin eisini.
17.09.04 Viðtala í Sosialin við løgmann Jóannes
Eidesgaard
Tað tykist sum um, at um onkur verður uppsagdur
í høvuðsstaðarøkinum og tá serliga í teim føstu
almennu størvunum, ja, so er høvuðsstaðarpressan
á gosi og tosa verður um sálarliga hjálp og kreppu
í landinum.
16.09.04 Leiðarin í Norðlýsinum
Landsstýrið fer púra hugsjónarleyst runt við plenu-
lipparanum og klippur plenuna javnt snøgga, uttan
nakað sum helst mið ella mál.
20.09.04 Viðtala í Sosialinum við Gunnleiv Dalsgarð,
formann í Starvsmannafelagnum
almenna kunnu vænta at
verða søgd úr starvi kom-
andi mánaðirnar. Løgmað-
ur segði í viðtalu við
Sosialin í seinastu viku, at
øll verða noydd at taka eitt
tak, og tað verður miðfyri-
sitingin eisini.
Skal miðfyrisitingini ikki
eisini taka eitt tak?
– Jú sjálvandi skal hon
tað, tá tað er tað sum
politikararnir vilja. Vit átti
tó kortini at fingið at vita,
hví hesar sparingar skulu
fremjast, og hvør ætlanin er
við teimum. Tað er ikki ein
grundgeving, at pástanda at
fyrisitingin er ov stór, og tí
skal skerjast uttan at grund-
geva fyri, hví ella hvar hon
er ov stór, ella hvussu upp-
gávurnar annars skulu loys-
ast. Tað at politikararnir
ikki hava ynskt at raðfesta
skerjingarnar hevur gjørt at
skerjingarnar raka full-
komiliga tilvildarliga, held-
ur Bergur Berg.
– Tað er til dømis ikki tí,
at tey hava ov nógvar løg-
frøðingar, at Almanna- og
heilsumálaráðið sker tvey
løgfrøðingastørv
burtur.
Tey hava mær vitandi tvørt-
urímóti ov fáar, men beint
tá høvdu tveir góðir løg-
frøðingar sagt seg úr starvi,
og tí var tað so nógv lættari
at taka tey bæði størvini
burtur, heldur enn at koyra
fólk úr starvi. Og tað er tað
sama allastaðni. Úrslitið er,
at starvsfólkasamanseting-
in
í
miðfyrisitingini
broytist á ein hátt sum yvir
høvur ongin hevur ætlað. -
Er tað rationalisering, so er
tað ið hvussu so er eitt heilt
nýtt slag, vísir hann á.
Bergur heldur, at høvdu
politikararnir torað at rað-
fest, hevði tað verið nógv
lættari hjá aðalstjórunum at
skorið starvsfólkini til tað
óynskta virksemið burtur -
og tað hevði verið lætt hjá
teimum uppsøgdu at skilt
grundgevingarnar fyri upp-
søgnunum, og tí hevði tað
kanska borið til hjá teimum
sum enn hava síni størv, at
arbeitt hugagóð víðari.
Nú hava aðalstjórarnir
fingið eina óneyðuga stóra
uppgávu við at raðfesta
umaftur - og royna at
motivera tey starvsfólkini
sum eru eftir.
Síðan 1996 er starvs-
fólkatalið í miðfyri-
sitingini økt úr 98
fólkum til 160 fólk
SKERJINGAR Í
MIÐFYRISITINGINI
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Fíggjarmálaráðið hevur
gjørt eina uppgerð yvir
tali av starvsfólkum í
miðfyrisitingini
síðan
bygnaðarbroytingar hjá
Finn Norman Christensen
vórðu framdar í verki í
juni mánaði í 1996.
Sambært uppgerðini hjá
Fíggjarmálaráðnum er
starvsfólkatalið í miðfyri-
sitingini síðan 1996 økt
við góðum 60 %. Í juni
1996 arbeiddu 98 fólk í
miðfyrisitingini og í dag
starvast 160 fólk í mið-
fyrisitingini. Talið 160 er
uppgjørt, áðrenn lands-
stýrið framdi sparingarnar
seinastu mikudag
Leystlig meting
Aðalstjórin í Fíggjarmála-
ráðnum, Petur Alberg
Lamhauge, ger vart við,
at talan er um eina leyst-
liga meting, tí tað er eing-
in eintýðug definitión av
miðfyrisitingini.
sum
hann málber seg. Talan er
tí nærmari um eina leyst-
liga meting, sigur Petur
Alberg Lamhauge
Miðfyrisitingin er økt góð 60%
C
M
Y
K
15
14