Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-21, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. september 2004síða 9

‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 179 - 21. september 2004 Nr. 179 - 21. september 2004 17 Føroyska vinnulívið er mest virkir, har leiðslunar hava til uppgávu at umsita pengarnar hjá øðrum - tað Astrup kallar "OPM-projekter". Onkur skal framleiða og útflyta fisk, annar lata okkum telesam- skiftið, flúgving, trygging, fígging o.s.fr. Fremsta upp- gávan hjá umsitarun- um er at arbeiða fyri eigaran - fjøldina - uttan at gera feilir. Businessmentanin er nærum ikki til staðar KRONIKK Óli Samró Den Haag 10. september 2004 Í hesi seinnu kronikkini fari eg fyrst og fremst at við- gera hugburð. Tikið verður fram hví íslendska vinnu- lívið í løtuni hevur "drive", meðan tað føroyska meira ella minni hevur rent seg fast. Eisini vil eg royna at skilja ímillum lønmóttak- arahugburð og business- hugburð. Ísland verður ført fram av rationellum "business". Í Føroyum er altjóða busi- nessmentan ring at fáa eyga á - hinvegin so er lønmót- takarahugburðurin sera sjónligur. Størri bygnaðar- broytingar og rationaliser- ingar eru vanligur kostur í Íslandi. Í Føroyum er tað tað al- menna ella feløg, sum eiga seg sjálv, sum er megin- parturin av føroyskum vinnulívi. At Fíggingar- grunnurin og Framtaks- grunnurin eru sjálvstøðugir grunnar, juridiskt vardir fyri politikarum, er bert ein ásannan av, at teir danir, sum umskipaðu og tóku Føroyar upp í níti árunum, ikki høvdu álit á tí føroyska politiska myndugleikanum. Føroyski skattgjaldarin eig- ur hesar grunnar so ella so. Stutt er millum umsitarar og langt millum føroysk vinnulívsfólk Businessmentan er nærum ókend í Føroyum. Fá vinna sín pening frá vinningsbýti ella skilagóðum handlum við partabrøvum. At keypa eitt illa rikið virki bíliga, umskipa tað og selja tað dýrt við nógvum vinningi er nærum óhoyrt - tað er beinleiðis ónærisligt at hugsa teir tankar. Potentialið er stórt í Før- oyum, tað hava útlendingar langt síðani sæð. Ein stórur partur av føroyska virksem- inum hevur eitt stórt poten- tiali í framfýsnari umskip- an. Ásannast má, at útlend- ingar í løtuni og komandi mánaðirnar taka yvir týðandi part av føroyska vinnulívinum, góðar bygn- ingar eins og part av fíggj- arvinnuni. Alment kent er, at íslend- ingar nú eiga kend virkir sum t.d. Tórshavnar Skipa- smiðju, Skipafelagið Før- oyar og Miklagarð/ Bónus. Somuleiðis eru fleiri av teimum góðu bygning-un- um í Tórshavn longu í ogn hjá íslendingum. Fleiri handlar verða helst kom- andi mánaðirnar. Íðan hvat er problemið? Fyri meg er tað sjálvsagt einki problem, at útlendsk- ur kapitalur kemur til Før- oyar -tvørturímóti, tað er eitt tekin um sunna gongd. Problemið er eftir mínum tykki, at føroyska vinnan kann takast yvir, tí vinnan og fíggjarheimurin hevur ein út av lagi sjúkan bygn- að. Vinnukarmanir eru ikki bygdir á marknaðarbúskap. Í Føroyum mangla teir grundleggjandi karmarnir fyri at kunna virka sum businessfólk. Føroyar hava ikki eitt businessumhvørvi. Sjálvir hava føroyingar ikki neyðugu amboðini at ar- beiða við. Dugnalig fólk við vitan, útbúgving og royndum hava lítla og onga atgongd til kapital - íleggj- ara og kapitalmarknaðar- umhvørvið er lítið ment. Neyðugt er at finna eitt neyst ella eina trøð at seta í veð. Er so nakað stáplað upp á beinini, so verður rent ímóti onkrum almenn- um monopollíknandi virk- semi ella beinleiðis al- mennum virksemi. Føroyar eru tað Jørn Astrup Hansen í einum viðtali kallaði "OPM-pro- jekter"! ("Other Peoples Money"). Hesi feløg eiga í dag meginpartin av tí so- kallaða vinnulívinum, sama hvør lykil valdur verður - um roknað verður eftir eginpeningi, starvsfólkum, yvirskoti, o.s.fr.. Øll og eingin eiga alt. Fíggingargrunnin eiga øll og harvið Føroya Banka. Framtaksgrunnin somu- leiðis, og harvið Fiska- virking, Fiskasøluna og fleiri onnur feløg, sum grunnurin eigur ávirkandi ognarlut í. Fiskasølan eigur so aftur ognarlut í øðrum feløgum í fiskivinnuni. Ein grunnur eigur JFK og Kós- ina. Bert fyri at nevna nøk- ur týdningarmikil. Nevnd- irnar umboða eigaran - t.v.s. politiska myndug- leikan - men skulu arbeiða, sum um tað vóru veruligar óheftar professionellar nevndir. So eru tað feløgini, ið eiga seg sjálv! Pengatang- arnir Føroya Sparikassi og Tryggingarfelagið Føroyar eiga seg sjálvir. Í hesum feløgum verða nevnd, um- boðsráð og hvat hesir myndugleikar eita valdir eftir "demokratiskum" spælireglum. Síðan koma øll tey bein- leiðis almennu feløgini, ið reka vanligt kommersielt virksemi og eisini skula taka sær av almennum upp- gávum: Føroya Tele, Strandfaraskip Landsins, Postverk Føroya, Lands- verk, SEV, Útvarp/Sjónvarp Føroya, bert fyri at nevna tey størstu. Fleiri av hesum hava ikki so frægt sum eina nevnd. Hesi feløg, ið eiga seg sjálv eins og tey almennu feløgini eru rættir gloypi- bitar hjá teimum við visi- ónum, og sum hava neyð- ugu karmanar eins og am- boðini - vitan og kapital. Fyri nøkrum árum síðan skrivaði journalisturin Uni Arge í Dimmalætting eina greinarøð um nøkur av teimum ungu vinnulívs- fólkunum, sum í dag hava maktina í Føroyum. Greinarøðin var eftir mín- um tykki meir ein lýsing av almennu umsitarunum. Sjálvur síggi eg ikki mun á uppgávunum hjá Mein- hardi Jacobsen, Leif Abra- hamsen, Árna Arge, Sig- urði Poulsen, Jørn Astrup Hansen, Andrasi Róin, Bergi í Garði, Magna Arge, Gunnari í Liða, Hermanni Oskarssyni o.s.fr. Allir hes- ir dugnaligu menn, skulu hvør í sínum lagi umsita teirra ábyrgdarøki og al- mennu uppgávu ábyrgdar- fult og gera tað, sum er best fyri okkum øll! Uppgávan er trupul ella rættari ómøgulig. Lønmóttakaramentan Í Føroyum eru nógv tey flestu lønmóttakarar, sum virka á landi. Tað avgerandi fyri lønmóttakarar er, at tey fáa sína løn. Sjálvsagt er starvið og lønin tryggari, um tað almenna eigur, enn um tað er ein grammur businessmaður. Í leiðslum og nevndum er lønmóttakarmentanin eisini sjónlig. Fyri tey sjálvi kann fremsta uppgávan vera ikki at gera nakran feil. Tey fáa hvørki meira ella minni, um tey skapa vinning. Hin- vegin kunna tey missa løn og nevndarsamsýning, um tey gera ein feil. Síðan kreppuárini fyrst í nítiárun- um eru helst nógv ábyrgd- arfólk til hesar almennu uppgávur vald í vissuni um, at tey ikki hava gjørt nakran feil. Um tey hava visiónir, hava leiðsluroyndir ella eru sterk á tí strategiska øki- num, hevur kanska ikki verið so avgerandi. Hvat skal tað brúkast til? Um eigarin, t.v.s. lands- kassin, vinnur eina millión meira við t.d. rationali- sering, merkist minni fyri nevnd og leiðslu, enn um leiðslan skal siga hópin av fólki upp, sum ikki eru til nakra nyttu. Føroysku nevndarlimirnir í hesum feløgum eiga ikki parta- brøvini sjálvi privat og um- boða heldur ikki nakran navngivnan, men umboða bert okkum øll. Tí kann kanska ofta fremsta málið vera at minka um vandan fyri pínu. Heilt galið blívur tað, tá almennar nevndir verða útvaldar eftir, at tað skula vera eins nógv av hvørjum kyni! Hetta er beinleiðis ræðuligt! Vit hava so fáar skikkaðar kandidatar til at taka á seg at vera pro- fessionellir nevndarlimir. Javnstøðulógin er her ein háðan ímóti kvinnu og manni. Íslendska vinnulívið er lopið avstað Sjálvur meti eg hesi viður- skiftir vera avgerandi - tað er ikki vist tey eru Bú- skaparfrøðiliga teoretiskt rætt ("nationaløkonomiskt korrekt" smb. Skrivaranum í Búskaparráðnum): 1. Íslendska fjøldin dugir at samskifta á enskum 2. Breitt áltjóða útbúgv- ingargrundarlag og sterkt heimligt útbúgv- ingarumhvørvi 3. Fíggjarkarmurin: Íløgu- feløg, bankar, parta- brævamarknaður 4. Fá almenn feløg, góðir og vælútbúnir heilar eru úti í vinnulívinum 5. Fjøldin er flutt frá lág- løntum arbeiði í fiski- vinnuni yvir í nýggjar vinnur og tænastuvinn- una Seinastu tíggju árini havi eg arbeitt nógv í Íslandi. Satt at siga imponeraði ís- lendska vinnulívið meg ikki nógv tey fyrstu árini. Hesi seinastu tvey árini er vend komin í. Íslendska vinnulívið er ikki til at kenna aftur. Teir vælútbúnu íslend- ingarnir vilja flestir gera karrieru í vinnulívinum, heldur enn innan tað al- menna. Tey nýta sín lær- dóm í vinnuni til at skapa virðir har. Í Íslandi eru feløg um- skipað, leiðslur og nevndir í nógvum av teimum fremstu feløgunum innan fiskivinn- una og innan tænastu- virksemið eru skift út. Somuleiðis er fiskivinnu- ekspertisan innan fígging- arkervið og íløguvirksemið vaksin munandi. Eisini er fleiri feløg tikin av parta- brævamarknaðinum og hava kjølfest seg munandi betur í gomlum og kendum umhvørvi. Nógvir leiðarar eru skift- ir út. Tað gleðiliga er, at fleiri av fyrverandi leiðar- unum framvegis eru "uppi- gangandi", tey eru komin víðari í karrieruni antin sum sjálvstøðug ella innan annað altjóða virksemið. Fyri tey var tað bara ein sjálvfylgja, at nýggir eig- arar komu við egnum fólki í leiðslu og nevnd. Nógv nýggj ung við framúr útbúgvingum og al- tjóða royndum sita nú við stýrisvøl í Íslandi. Vinnu- karmanir eru bygdir á marknaðarbúskap. Føroyska vinnulívið rent seg fast Tað sigst at ein fótbólts- leikari er antin liðugur ella um at vera liðugur, tá hann tosar um undafarna tíð - "Kalli Mohr" typan. Sjálvandi er tað forargi- ligt hjá fiskaframleiðarum, at SEV ella Føroya Tele áseta lønarsamráðingarnar. Eisini er tað oyðileggjandi og beinleiðis drepandi, at fakfeløg hjá almennum og verkafólki ár um ár leggja alt samfelagið lamið. Hetta er bara søguligi veruleikin, og komast má víðari, so fyrireikingarnar til framtíðar avbjóðingarnar verða gjørdar betur. Fiskivinnan hevur rent seg fasta. Tað er eitt støðugt stríð millum hvat fiski- vinnan vil og hvat eigaran vil. Politikarnir vegna øll eiga framleiðslutólini. Eig- arin blandar seg uppí og vil ikki hava veruligar bygn- aðarbroytingar men vil hava "arbeiði um alt land- ið". At landsins løgmaður blandar seg í, hvussu eitt virki skipar sítt virksemi sigur alt! Um løgmaður sigur, vit niðurleggja Framtaks- grunnin ímorgin so skilti eg hann - og tá var skil í. At leiðslan á Fiskavirk- ing er frustrerað, er ikki so løgið. Problemið er, at politiski myndugleikin sjálvsagt hugsar politiskt rationelt og ikki nýtist at hugsa markn- aðarbúskaparliga. Formaður starvsmannafelagsins mest makt í Føroyum Í Íslandi velur eitt blað hvørt ár 10 teir mest makt- fullu persónar og teir 10, sum halda seg hava mest makt - men als ikki hava tað. Ein dagin kom eg í kjak við nakrar um, hvussu verið hevði í Føroyum, um ein slíkur listi bleiv valdur. Ein metti, at Gunnleivur Dalsgarð hevði mest makt í Føroyum, næst komu Inge- borg Vinther og Ellintur Abrahamsen. Sjálvur hevði eg Jørn Astrup Hansen sum mín kandidat. Men eg megnaði ikki at koma við nøkrum argumenti um at bankastjórin ella annar stjóri, løgmaður ella annar politikari hevði størri makt enn hesir fakfelagsfor- menn. Bæði Gunnleivur, Inge- borg og Ellintur kunnu leggja útfluningin og landið alt lamið, tá tey vildu - Gunnleivur skal sjálvt kon- sulterast, um ein stjóri skal umskipa bygnaðin á sínum ábyrgdarøki! Hetta sigur so mikið, sum at føroyska samfelagið í dag stendur á høvdinum, tá leiðararnir fyri almennu lønmóttakararnar og verka- fólk uttan størri trupulleika kunna leggja alt samfelagið lamið - og tey gera tað kon- sekvensleyst við jøvnum millumbili. Bara vandin fyri, at landið kann leggjast lamið í seks vikur, átti at verið nógmikið til at ein ratio- nellur íleggjari rennur skríggjandi avstað. Útflutn- ingsvirkir missa kundarnar, og alibrúk og onnur fram- komin virkir verða knúst. Eitt alibrúk er frá smolti til lidnan fisk álíkt eini in- tensivari gongd á einum sjúkrahúsi. Um føði, ilt, medisin og reingerð ikki verða gjørd eftir gjøllari fyriskipan, gongur heilt galið. Tað er logiskt, hvat hendi sjúklingunum, um sjúkrasystrarnar fara seks vikur í verkfall. Men øll vita, at ein kom- andi mei mánað kann aftur alt leggjast lamið til óbøta- ligan skaða. Lønmóttakarin velur politikaran og fakfelagið. Politikarin verður valdur av lønmóttakaranum. Í Føroy- um melur alt runt. At løn- móttakarin situr báðumegin borðið er ein sjálvfylgja. Hvat skal man tá við busi- ness? Eingin businesmentan bara administratorar Tíbetur eru fleiri føroying- ar, sum veruliga hava al- tjóða format í business- verðini. Tað er við stolt- leika, at vit fylgja teimum. Uttan at fara í detaljur eru fleiri føroysk supertalent, og fleiri hava longu tikið á seg stóra ábyrgd, t.d. kunnu nevnast fuglfirðingurin Rúni Hansen og kollfirð- ingurin Ben Arabo, ið gera karrieru innan oljuvinnuna. Tað er ikki neyðugt at undirstrika, at teir duga flótandi enskt! Lat meg eisini týðuliga fáa sagt, at nógv innan fiskivinnuna eru framúr dugnalig fólk, sum ongar trupulleikar hava á tí globala leikvøllinum, um tey taka avbjóðingina á seg. Tíverri er tó framvegis tann størri parturin í vinn- uni, sum hevur síni eygu vend ímóti politiska mynd- ugleikanum og almennum stýrum. Hetta er jú ein sjálv- fylgja. Tey eru "administra- torar" sett at administrara virkir og stovnar vegna øll - tað er tað almenna. Tey eru ikki verulig vinnulívsfólk við hørðum krøvum frá partaeigarum um at skapa profitt. Aftanfyri eru ikki teir køldu kynisku partaeig- ararnir. Hinvegin hava føroysku umsitararnir eina nærum ómøguliga uppgávu. Stjór- arnir á t.d. Postverkinum, Føroya Tele, Atlantic, Fiskavirking sleppa ikki at reka sítt virki rationelt sum teir vilja, men noyðast at taka atlit og uppfylla óendalig krøv. Lat tað gerast betur fyri okkara eftirkomarar Synirnir hava báðir valt fakini "Economics" og "Business" sum høvuðs- grein á "International School". Hvat børnini velja at læra, og hvar tey vilja virka, skal vera teirra val. Men vilja børnini aftur til Føroyar at virka innan vinnulív, so er tað mín vón, at tey eins og onnur frá tí komandi ættarliðnum fáa eitt betri vinnuumhvørvi at virka í í Føroyum, enn okk- ara ættarlið hevur havt. »Other Peoples Money« Alheims alzheim- ersdagur er 21. september TÍÐINDASKRIV Alzheimer´s Disease In- ternational (ADI) hevur valt at halda hendan dag- in til heiðurs fyri dr. Alois Alzheimer (14.06. 1864 - 19.12. 1915), sum í 1906 lýsti heila- sjúkuna, ið seinni varð kallað upp eftir honum. Men dagurin er eisini ein átroðkandi áminning til okkum øll um, at talið av fólki við demens øk- ist ógvisligt kring allan heimin, og mett verður, at 18 milliónir fólk nú líða av demenssjúku, og ADI vil gera vart við, at tað hevur skund at fara til verka, og heitir tí á fólk við demens og teirra familjur, fólk inn- an heilsuverkini, Alz- heimerfeløgini og tey stýrandi í samfeløgunum at smoyggja upp ermar. Alzheimerfelagið í Føroyum hevur síðani seinasta Alzheimerdag rokkið stórum málum í arbeiði okkara at royna at bøta um korini hjá teimum dementu og teirra avvarðandi. Onkur lærdi okkurt av leikinum "Svíkja vit Hannis"? sum vit skip- aðu fyri. Vit hava staðið fyri út- búgvingini av 18 de- menssamskiparum - ein serútbúgving í, hvussu ein eigur at fara um tey minnisveiku og teirra avvarðandi, bæði hvat røkt, ráðgeving og stuðli viðvíkir. Og nú fara vit í gongd við eini royndarverkætl- an: Ein miðstøð fyri minnisveik, har upp til átta mobil fólk við de- mens fara at halda til um dagin. Og í sama húsi verður ein miðstøð fyri ráðgeving um demens fyri fólk, ið hava brúk fyri tí. Royndirnar frá hesari verkætlanini skulu leggjast fram á Norðurlendskari ráð- stevnu, ið verður í Før- oyum í 2006, har Alz- heimerfelagið er vertur. Frá Australia til Alaska - kring allan heimin - fara túsundtals fólk at gera vart við seg hendan dagin fyri at vekja ans fyri teimum minnisveiku og teirra viðurskiftum og royna at fáa meira ferð á gransk- ing, viðgerð og serkunn- leika á øllum økjum, sum snúgva seg um hendan partin av heim- sins íbúgvarum, fyri at steðga økingini av fólki við demens, tí sum gongdin er, verður talið um 25 ár dupult av tí, tað nú er. Tað er ongin tíð at missa. Ongin tíð at missa Óli Samró Nakrir av teimum stjórunum, sum í gerandisdegnum fáast við tað, sum í kronikkini verður OPM C M Y K 17 16