Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-21, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. september 2004síða 9

‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 180 - 22. september 2004 Nr. 180 - 22. september 2004 17 at samstarva við heimsins størstu oljufeløg. At vit nú luttaka í tilsamans 8 leiti- loyvum á Atlantsmótinum (tá eru tvey loyvi í føroysk- um øki tald við, blaðm.) við úr 10% upp í 100%, og eisini sum fyristøðufelag, vísir greitt okkara ábyrgd fyri tí føroyska økinum. Niels Sørensen sigur víðari, at tey menna felagið til at verða eitt altjóða olju- felag og eru væl á veg. Høvuðsskrivstovan hjá felagnum liggur í Aber- deen, og har arbeiða 7 fólk, har meginparturin, 5, eru føroyingar við sera góðum førleikum vísir Niels Sør- ensen á. – Vit hava nátt nøkrum av málunum, sum vit sett okkum. Men nógvar ætlanir liggja fyri framman – eisini 2. føroyska útbjóð- ingin leggur hann aftrat. Talan er um tvey feløg. Móðurfelagið er skrásett í Bretlandi, meðan dóttur- felagið er heimahoyrandi í Føroyum. Umleið 300 føroyingar hava sett pengar í felagið, haraftrat koma útlendsku íleggjararnir. Føroysku oljufeløgini Føroya Kolvetni og Atlatns Kolvetni eru bæði umboðað, nú bretska stjórnin hev- ur kunngjørt, hvørji feløg hava fingið leititeigar í bretskum øki. Annað av feløg- unum, Føroya Kol- vetni gjørdist entá eitt av teimum feløgun- um, sum fekk flest loyvi tillutað í 22. útbjóðing. Hetta er fantastiskt sigur ein av stjórunum OLJULEITING Jan Müller Tað er neyvan skeivt at siga, hyggja vit eftir 22. útbjóðing á bretska land- grunninum, at føroyska oljufelagið Faroe Petrol- eum, hevur fingið sær eitt trygt pláss í 1. deild millum altjóða oljufeløg, sum dyst- ast um at fáa atgongd til undirgrundina vestan fyri Hetland og nær føroyska markinum. Faroe Petrole- um fekk tillutað 6 leiti- loyvi, har nøkur liggja vest- an fyri Hetland og onnur upp at føroyska markinum. Fantastiskt – Tað er fantastiskt, at vit hava fingið tillutað 6 leiti- loyvi, sum liggja í okkara kjarnuøki, ið eisini er eitt týðandi øki fyri fleiri av teimum, stóru oljufeløgun- um sigur Graham Stewart, stjóri við Sosialin. Hann sigur, at teir nú fara at samstarva við heimsins størstu oljufeløg, og tað eru tey í felagnum sera fegin um. Samlaða økið, sum Faroe Petroleum hevur fingið tillutað er 3.456 kvadratkilometrar til víddar og gevur tað felagnum eina góða javnvág millum stór og minni prospektir og minni oljufund, ið ikki eru útvunnin sigur Graham Stewart. – Á Faroe Petrol- eum eru vit eisini sera ernir av at vera góðtiknir sum fyristøðufelag (operatørar) á 2 leiktioyvum, sum vit hava fingið tillutað 100%. Eg kann bara siga, at sum heild er hetta 22. Bretska útbjóðingarumfarið ein týðandi varði fyri felagið sigur Graham Stewart. Upp í fyrstu deild Eisini Niels Sørensen, stjóri er sera væl nøgdur við hetta góða hálið, sum hann málber seg. –Við hesi tilluting eru vit farnir beinleiðis upp í fyrstu deild Føroyskt oljufelag upp í 1. deild • Tey 6 leitiloyvini fevna yvir 21 teigar og partteigar, leitiøkið er tilsamans 3.456 km2 til víddar – tað er meiri enn tvær ferðir so stórt sum alt Føroya land • Samstarvspartar eru BP, ChevronTexaco, OMV og Shell • Fyri 2 av leitiloyvunum er Faraoe Petroleum fyri- støðufelag (operatørur) • Á tillutaðu leitiloyvunum síggjast stórir strukturar, og smá oljufund sum ikki eru útvunnin. • Ymsar treytir eru galdandi fyri tey ymsu leitiloyvini, men sum heild skal skjótast seismikkur og gerast skulu tekniskar kanningar, áðrenn støða verður tikin um at bora ella ikki. Tillutaðu leitiloyvini eru: 1. Lagavulin 570 km2 (Teigarnir 217/10, 217/14, 217/15) Fyristøðufelag ChevronTexaco 60%, Faroe Petroleum 20%, OMV 20% 2. Talisker 1.660 km2. (Teigarnir 217/2, 217/3, 217/4, 217/5, 218/1, 221/27, 221/28, 221/29, 221/30, 222/26 Fyristøðufelag ChevronTexaco 75%, Faroe Petroleum 25% 3. Cardhu 286 km2 (Teigarnir 213/20, 214/16, 213/25C Fyristøðufelag Shell 30%, ChevronTexaco 30%, BP 30%, Faroe Petroleum 10%. 4. Tornado 140 km2 (Teigurin 204/13) Fyristøðufelag OMV 80%; Faroe Petroleum 20% 5. Freya 400 km2 (Teigarnir 206/5, 206/10) Fyristøðufelag Faroe Petroleum 100% 6. Seonaid 400 km2 (Teigarnir 205/19, 205/20) Fyristøðufelag Faroe Petroleum 100% Heildaryvirlit Faroe Petroleum er nú vorðið eitt av oljufeløgunum við flestu loyvu á Atlantsmótinum, tilsamans 8, harav 2 (brúnur teigarnir) eru á føroyskum øki og 6 (gulu teigarnir) á bretskum. Áhugavert er at bíta merki í, at felagið eisini er farið at vísa áhuga fyri møguligum komandi gassøkjum í teiginum 206 Kelda Faroe Petroleum Teigarnir (brúnu), sum eru bodnir út í 2. rundu á føroyskum øki. Áhugvert er at leggja til merkis, hyggja vit at kortinum yvir 22. rundu á bretskum øki á síðu 17, so liggja nógv av nýggju loyvunum har beint hinumegin markið, har teigar eru bodnir út á føroyska landgrunninum. Hetta er ein útviklingur, sum kann fáa stóran týdning fyri leiting hjá okkum eisini Kelda Jarðfrøðissavnið Hesir garparnir hava alla orsøk til at fegnast, nú felag teirra gjørdist ein av vinnarunum av tí 22. bretsku útbjóðingini. Fv. Niels Sørensen, Joseph Darby, Graham Stewart og Meinhard Jacobsen Mynd Faroe Petroleum Vit síggja, at stórur partur av loyvunum í 22. Útbjóðingini á bretska landgrunninum, liggur heilt úti móti føroyska markinum og røkka tey eisini rættkliga langt norður. Eisini eru nógv loyvi latin miðskeiðis millum Hetland og føroyska markið. Hesi hava samband við vónirnar at kunna finna meira gass í økinum, soleiðis at tað í næstu framtíð ber til at fara undir miðvísa gassframleiðslu vestan fyri Hetland. Ein útviklingur, sum eisini kann koma at fáa óbeinleiðis týdning fyri leiting við Føroyar. C M Y K 17 16