Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-21, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. september 2004síða 10

‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 179 - 21. september 2004 19 19 C M Y K 18 Nr. 179 • týsdagur • 21. september 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Bára Skaale Klakstein og Eyðun Klakstein og børnini, Eyðvør og Heðin, fingu í posa og sekk leygardagin, tá ið fleiri fótbóltskapp- ingar vórðu avgjørdar SJÁLDSAMT MET Jóannes Hansen Nógv gull kom leygardagin undir tak hjá Báru Skaale Klakstein og Eyðuni Klak- stein undir Hálsi í Klaks- vík. Bára vann gull við KÍ kvinnunum, sonurin, 12 ára gamli Heðin, vann gull við piltunum, dótturin, 9 ára gamla Eyðvør, vann gull við pinkunum, og sum um tað ikki var nóg mikið, so fekk Eyðun gullkrónu fyri at vera venjari hjá piltun- um, og Bára fekk gull fyri at hava verið venjari hjá pinkunum. Leygardagin varð í Klaksvík tosað um, at tað einasta, sum nú restaði, var, at Eyðun fór at avgera ímóti HB sunnudagin. Tað eydnaðist ikki. Eyðun, sum hevur havt gott kappingar- ár, kom ikki á vøllin eftir steðgin. Hann var offur fyri taktiskari útskifting, tí tað undan steðginum hevði hingið so illa saman á sentrala miðvøllinum. Hetta fótbóltsárið hevur Eyðun sjálvur vant fýra ferðir um vikuna við 1. deildarliðnum. Bára hevur vant tríggjar ferðir um vik- una við kvinnuliðnum, Eyð- vør og Bára hava vant tvær ferðir um vikuna við pink- unum, og Heðin og Eyðun hava vant tríggjar ferðir um vikuna við piltunum. Hevur hetta ikki verið mest sum ov nógv av tí góða? – Tað hevur gingið væl. Sum í so mongum øðrum so snýr tað seg um rað- festingar og um at leggja til rættis. Vit vilja fegin vera við til at geva børnunum góðar upplivingar. Onkur skal taka ábyrgd fyri, at tey fáa tær, og um vit og onnur foreldur, sum stuðla, ikki gera tað, so veit eg ikki, hvørji vit skulu rokna við taka sær av okkara børnum. Tá ið eg venji, hevur Eyðun ábyrgdina av børnunum, sum nú eru so mikið gomul, at tey klára seg væl sjálvi, og tá ið hann venur, eri tað eg, sum havi ábyrgd- ina. Vit eru felags um hetta. Tí gongur tað væl, heldur Bára Skaale Klakstein. Leygardagin høvdu tey í familjuni úr at gera. Tíðliga fyrrapartin snúði tað seg um pinkuliðið hjá Eyðvør og Báru. Dúgvan hevði tekniskar trupulleikar, so pinkukappingin varð seink- að, og Bára noyddist at fara til Havnar, áðrenn sjøtul varð settur á pinkukapp- ingina, og áðrenn Heðin og Eyðun gjørdu klárt til gulldystin hjá piltunum. Tá ið kvinnurnar klokkan hálvgum seks komu aftur til Klaksvíkar, syrgdi Timb- urhandilin við Símuni á Høvdanum á odda fyri við fýrverki, sum neyvan kost- aði minni enn einar fimm túsund krónur at futta av, at tað kring vánna gjørdist greitt, at eitt FM vinnara lið var á veg til býin. Skiparin á Dúgvuni spældi við og togaði í floytuna, og Klaks- víkar Hornorkestur var enn eina ferð møtt fyri at fagna FM vinnara. Ferðirnar, tá ið FM heiti verða feirað á ferjuleguni í Klaksvík, fara at fækkast. Ikki tí klaksvíkingar og KÍ ikki fara at vinna fleiri FM heiti. 100 ára gamla felagið tykist vera væl fyri, og tað er góður trivnaður millum bæði eldri og yngri. Spurn- ingurin er heldur, hvønn skikk klaksvíkingar fara at fáa sær, tá ið ítróttarfólkini og øll onnur fara at koma úr einum holi við Borðoyarvík í staðin fyri at koma um Klakkin og inn á vánna, sum klaksvíkingar búgva kring og tískil hava møgu- leika at fylgja væl við í, hvør kemur og nær skip og fólk koma. Eyðun Klakstein og børnini vóru saman við mongum øðrum møtt fyri at taka ímóti kvinnuliðnum, og tá ið Sosialurin hevði fingið mynd av gullfamilj- uni, fóru tey víðari fyri at feira alt skreytið Sunnukvøldið greiddi Bára Skaale Klakstein so- leiðis frá: – Kvinnurnar ótu leygar- kvøldið døgurða á Here- ford. Har náddi eg ikki at vera við. Pinkurnar vóru á Pizzaria. Har var eg saman við teimum, og vit høvdu tað sera hugnaligt. Eina løtu var eg saman við pilt- unum. Har hevði foreldra- bólkurin skipað fyri FM veitslu í felagshølunum í ítróttarhøllini. Har vóru foreldur og systkin saman við øðrum, og tað var fant- astiska flott og stórsligið pyntað, og eisini har var tað hugnaligt. Foreldrini høvdu syrgt fyri fýrverki, so tað um ellivu tíðina sást og hoyrdist, at KÍ piltarnir høvdu vunnið FM. Bára hevur í mong ár verið millum stuðulsspælar- arnar á Stjørnu liðnum í hondbólti. Hvussu verður nú við hondbóltinum? – Tær eru farnar at venja fyri fleiri vikum síðani. Eg havi góðan hug at spæla, og eg ætli mær at venja saman við teimum. Eg segði teim- um, at eg ikki fór at venja, fyrrenn vit vóru liðug við fótbóltin. Tað hava ikki verið stundir til hondbóltin enn. Nú er fótbóltsárið lið- ugt hjá Heðini, Eyðvør og mær sjálvari. Hjá Eyðuni eru tvær vikur eftir, so nú verður tað ikki so leingi, inntil eg fari at spæla hond- bólt, og eg gleði meg, sigur Bára Skaale Klakstein. 20 ár síðani seinast Hjá Eyðuni Klakstein var tað nakað heilt serligt at vera venjari hjá piltunum, sum leygardagin vunnu FM til Klaksvíkar. Eitt var tað, at sonurin taldist millum spælararnar. Nakað annað var tað, at KÍ ikki hevði vunnið hesa deildina síðani í 1984. Tá var Eyðun sjálv- ur millum spælararnar. – HB og onkra ferðina B36 plaga at vinna hesa deildina. Fyrrapartin av áttati árunum vann KÍ onkra ferðina, men tað hev- ur ikki eydnast síðani 1984, tá ið mín árgangur vann. Hvørjir aðrir spældu saman við tær ta ferðina? – Fleiri hava roynt seg í 1. deild. Todi Jónsson er í fótbóltshøpi tann kendasti, har var Jan Andreasen, Fríðin Ziskason, Sørin Pet- ersen og Aksel Johannesen og Finn Baldvinsson, sum eisini hava verið í 1. deild. Men har fingu aðrir fót- bóltsupplivilsir, sum teir saman við okkum øðrum kunnu minnast aftur á við gleði, hóast teir tíðliga góvust at spæla fótbólt. Eitt nú evnaríki Jógvan á Lakj- uni, sum er beiggi Heðin, og sum gjørdist sjómaður. Manni Høgnesen var venjari hjá okkum frá 1985 og fleiri ár fram. At hann gjørdi nógv burturúr okk- um mundi ikki minst vera orsøkin til, at fleiri hildu á at spæla fótbólt. Fara piltarnir hjá tær at gerast 1. deildarspælarar? – Har eru fleiri evnaríkir spælarar, og eg ivist onga løtu í, at fleiri teirra fara at røkka langt. Tað snýr seg fyrst og fremst um, at onkur tekur sær av teimum, so teir kenna seg væl í sunnum umhvørvi, har familjan bakkar teir upp, og har teir verða mentir sum fótbólts- spælarar. Eg havi lagt til merkis, at úr teimum yngru liðunum hjá KÍ, sum vunnu FM í áttati árunum og fyrst í níti árnum, er altíð onkur vorðin fulltíðar yrkisspæl- ari. Her hugsi eg um Toda Jónsson, Jákup Mikkelsen, Kurt Mørkøre, Allan Mørk- øre og Hjalgrím Elttør. Tað hevði ikki undrað meg, um onkur av FM vinnarunum í piltadeildini í 2004 gjørdist professionellur. Royndirnar hjá undanfarnu árgangun- um gera, at teir í hvussu so er kunnu droyma um tað í nøkur ár. Men fyrst og fremst snýr tað seg um at menna spælarar her í Klaksvík, sigur Eyðun Klakstein, sum saman við konu og børnunum báðum leygardagin fekk fimm gullkrónur undir tak. Hjartaliga tillukku við tí. Tað regnaði við gulli á foreldur og børn Tað var ikki hissini gull, sum komu til høldar hjá Báru og Eyðun Klakstein um vikuskiftið Mynd: Norðlýsið B36 syrgdi fyri, at eisini silvurmerkini enda í høvuðsstaðn- um, meðan úrslitini í 2. deild bóru boð um, at tað er stutt frá kappingarenda 16. UMFAR SAMANUM Jóannes Hansen Tað resta tvey umfør, og í toppinum er næstan einki at spæla um. HB hevur vunnið FM, og sunnudagin vóru teir í Klaksvík og vístu 18. FM heitið fram. Tað gjørdu teir fyrsta tíman við fínum og undirhaldandi avriki, men teir brúktu so mikið nógva orku, at teir seinna partin av seinna umfarinum vóru um ein háls. Klaksvík- ingar, sum heilt høvdu havt skeivt upp á bein undan steðginum, fingu um endan, og høvdu teir havt javnað einar fimm minuttir áðrenn, at teir gjørdu tað, so høvdu meistararnir havt verið undir ógvusligum trýsti at geva øll stigini frá sær. Hóast KÍ bara fekk eitt stig, so styrktu teir um sína støðu á fjórða plássinum. Næstu kappingarneytarnir úr NSÍ fingu einki á Møl- ini, og munurin aftur til GÍ er eftir 16. umfarið tann sami, sum hann var framm- anundan. Spurningurin hjá klaks- víkingum er nú, um teir, hóast tað leingi gekk heilt illa, fer at eydnast at vinna bronsukrónurnar. Skála liggur til at vinna bronsu, og tað skal vilja heilt illa til, um teir ikki skulu fáa tær. NSÍ, sum tað hevur roynst illa hjá síðani summar- steðgin, og sum sunnudag- in tapti á Eiði, skal sunnu- dagin yvir um fjørðin, og tá kann Skála við sigri, tryggja sær bronsumerkini. Um tað fer at eydnast hjá teimum, so verður hetta fyrsta ferðin yvirhøvur, at Skála fer at vinna málm- krónur í bestu mannfólka- deildini. Eingin slingur var í valsinum hjá B36, tá ið teir við trivaligum sigri á VB tryggjaðu sær silvurmerk- ini. Talan er um endurtøku frá í fjør. Tá vóru tað eisini grannarnir úr HB, sum struku avstað við gullkrón- unum. Ikki minst er tað orsøkin til, at tað næstbesta ikki verður roknað at vera nóg gott í B36. Vágbingar eru púra upp- steðgaðir. Síðani heimasig- urin á EB/Streymi í 13. um- farinum hava teir tapt ímóti báðum botnliðunum og nú ímóti B36. Teir eru á áttanda plássinum. Tað er langt frá tí, sum teir av røttum høvdu vónað undan kappingarbyrj- an. Tað er eingin vandi fyri, at VB skal koma í niðurflyt- ingarvanda, men soleiðis sum gongdin hevur verið seinastu vikurnar, so eru vágbingar ivaleyst sera fegnir um stigini, ið teir tryggjaðu sær fyrr í summar. Við sigrinum á NSÍ er EB/Streymur á fimta plássi. Um tað fer at eydn- ast hjá teimum at varðveita hetta plássið, so fara teir at vinna bestu endastøðu nakrantíð. Tað eru møgu- leikar fyri, at tað skal ganga uppaftur betri enn so hjá EB/Streymi, sum í tveim- um teimum seinastu umfør- unum fer at verða partur av oyggjauppgerð. Sunnudag- in skulu teir á Svangaskarð, og í síðsta umfarinum fáa teir vitjan av Skála. Eljustríð B68 hevur tvey tey seinastu vikuskiftini havt knívin á barkanum. Teir eru ikki av- høvdaðir, men teir hava framvegis knívin á bark- anum. Sigurin í Vági næstsíðsta vikuskifti og serliga sigurin á heimavølli ímóti ÍF síðsta vikuskifti vóru merkis- verdir. Eftir at bara eitt stig fekst burturúr undan summarsteðginum, stað- festu teir í B68, at tað var neyðugt við styrki aðra staðni frá. Teir keyptu tríggjar úr Brasilia, ein úr Bulgaria, og havnarmenn- inir, sum undan summar- steðginum høvdu hjálpt eitt sindur til, varð roknað við skuldu gerast góðir stuðlar. Nú hevur B68 vunnið tvær ferðir, og tað hevur verið í stóran mun verið við teimum lokalu á liðnum. Ímóti ÍF vóru átta av teim- um fjúrtan, ið vóru á vøll- inum, spælarar, sum eru uppaldir í felagnum. Ein av stóru trupulleik- unum hjá toftamonnum hevur í summar verið at skjóta mál. Tann trupulleik- an hevur ein av útlendsku spælarunum hjálpt teimum at loysa. Brasilski Ander- son hevur í tveimum teim- um seinastu umførunum skorað trý mál. Hann hevur altso verið eitt plettskot, og um hann ikki hevði havt hjálpt so væl til, so er rættuliga sannlíkt, at B68 langt síðani var farið niður í 2. deild. Toftamenn liva framvegis í vónini, men ÍF hevur framvegis bestu kortini á hondini at sleppa undan beinleiðis niðurflyting. Um hvørki B68 ella ÍF fer at fáa stig í tveimum teimum síðstu umførunum, so fer B68 at flyta niður og ÍF at spæla um plássið í bestu deildini. Hjá B68 er neyð- ugt at fáa í hvussu so er trý stig, og teir skulu undir øllum umstøðum vinna trý stig fleiri enn fuglfirðingar í tveimum teimum seinastu umførunum. ÍF skal spæla á heimavølli ímóti B36 og í Klaksvík. B68 skal spæla á heimavølli ímóti EB/- Streymi og í Gundadali ímóti B36. Uppflytingin Leygardagurin hevði við sær, at FS Vágar datt burt- urúr kappingini um upp- flyting, og at AB er hópin verri fyri nú, enn teir vóru fyri tveimum umførum síðani. Tað kundi bent á, at argjamenn í september hava havt gummibein. TB og B71 rógva stavn um stavn. Sandoyingar hava út frá støðutalvuni lættari skrá eftir. Teir skulu spæla á heimavølli ímóti KÍ og á útivølli ímóti B36. TB skal leygardagin til Hvalbiar, og so fáa teir vitjan av VB. Síðsta vika var gott dømi um, at tá ið tað er komið fram ímóti kappingarenda, kann alt koma fyri. Miku- dagin vann FS Vágar 4-2 á Sevmýri ímóti TB. Leygar- dagin var FS Vágar í Klaks- vík, har heimaliðið, sum stríddist fyri at sleppa undan hóttanini av beinleiðis nið- urflyting, spældi teir út av vøllinum og vann 4-2. B71 tekur ivaleyst uppgávurnar, sum teir eiga á, í størsta álv- ara, og tað ger TB ivaleyst eisini. Ikki minst tá ið teir leygardagin skulu til Hval- biar! Alt bendir nú á, at VB, sum trý tey seinastu árini hevur verið í 2. deild, skal flyta niður aftur í 3. deild. Tað er ikki greitt enn, hvør skal flyta úr 3. og upp í 2. deild. HB er tvey stig frammanfyri GÍ. Júst hesi bæði liðini fara at dystast í Gundadali sunnudagin. Um HB ikki tapir, so fara teir at flyta upp. Um GÍ vinnur verður tað undan síðsta umfarinum púra javnt. Í síðsta umfarinum skal GÍ spæla á heimavølli ímóti TB, og HB skal spæla í Runavík. Einki annað felag enn HB og GÍ eru við í kappingini um uppflyting og endaspæl um uppflyting. Toftamenn leggja trýst á ÍF Nú hevur B68 vunnið tvær ferðir, og tað hevur verið í stóran mun verið við teimum lokalu á liðnum Mynd: Álvur Haraldsen